Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Bólkurin hjá Peturi Háberg hevur spælt saman í stívliga eitt ár. Ætlanin var í fyrstu syftu bara at royna at gera nakrar popprock-útgávur av sangum hjá Peturi til eina konsert, men royndin eydnaðist so væl, at Petur hevur hildið fast um konseptið síðani. Petur Háberg spælur rocktónleik við poppkryddi, og hann fer at spæla nýggjar sangir hjá sær á Summar Festivalinum. Saman við Peturi spæla Bartal Augustinussen, Eyðun Johannesen, Hanus Mikal Andreasen og Andreas Dalsgaard. Stanley Stanley Samuelsen hevur verið virkin í føroyum tónleiki í fleiri ártíggjund, og seinastu 25 árini hevur hann skrivað tónleik sjálvur. Tað gingu tó nógv ár, áðrenn hann gav nakað út á fløgu, men tá ið hann gjørdi tað, gjørdist hann landskendur og helst betur umtóktur enn nakrantíð áður. Stanley gav eina fløgu út í 1999 og aftur eina í 2005. Stóra gjøgnumbrotið hjá Stanley sum solistur í Føroyum var sangurin Um eg kundi kvøðið. Stanley er eisini sera dugnaligur til at spæla sangir hjá øðrum, og tá ið Stanley fer á pallin á Summar Festivalinum verður tað við egnum bólki og eini fjølbroyttari skrá av føroyskum og útlendskum sangum. Side Effect Treiskt techno og íðin ídnaðarrockur fara at runga á Summar Festivalinum, tá ið Side Effect fer at spæla. Brynjolfur á Heygum er høvuðsmaður í bólkinum, sum hevur verið virkin á ymsan hátt á føroyska tónleikapallinum síðani 1999. Bólkurin hevur flutt seg nógv tónleikaliga gjøgnum árini, men elektroniskur tónleikur hevur altíð verið eyðkennið hjá bólkinum. Í 2006 gav bólkurin sína fyrstu fløgu út. Anno 2007 bjóðar Side Effect harðan elektroniskan tónleik – ídnaðarrockur kallar onkur tað – og teir fýra limirnir í Side Effect fara uttan iva at rysta eitt sindur í skránna á Summar Festivalinum. - Vit eru sera glaðir fyri, at vit eru bindir um at spæla á Summar Festivalinum, og vit skulu nokk levera eitt ordana show, sigur Brynjolfur á Heygum, oddamaður í Side Effect. Páll Finnur Páll telist millum heitastu tónleikanøvnini millum ung í Føroyum. Bólkurin úr Havn er vorðin landskendur fyri sín lætta og melodiøsa popptónleik. Argandi tekstirnir eru eisini eitt sereyðkenni hjá bólkinum, men hóast yrkingarnar hjá bólkinum kunnu verða bæði stingandi og argandi, syngja og spæla teir við einum frískum glimti í eyganum. Framførslurnar hjá Páll Finnur Páll eru framúr góðar, og teir duga sera væl at fáa fólkið við. Tað hava teir víst til stór tiltøk kring landið. Stóru hittini hjá bólkinum eru sangirnir um Herbergið og Forelskaða Sjónleikaran, men teir hava fleiri aðrar frálíkar sangir, sum tey ungu kenna Petur Háberg Tað eru longu liðin fleiri ár, síðani 18 ára gamli Brandur Enni gjørdist landskendur sum poppsangari. Sum ungur tannáringur sang hann seg inn í hjørtuni á føroyingum – fyrst við barnasangum hjá Kulum Rótum og seinni sum solistur við væl framleiddum popptónleiki. Brandur hevur ferðast nógv uttanlands við sínum tónleiki, og allastaðni hevur hann vunnið nýggjar fjepparar við sínum góðu framførslum. Seinnu árini hevur Brandur lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. Ein av teimum royndu føroysku poppkomponistunum hevur kallað Brand tann mest lovandi unga popptónasmiðjin í føroyskum tónleiki. Brandur hevur áður havt framførslur á Summar Festivalinum, og nú hann vitjar aftur verður tað við nýggjum, frálíkum poppsangum, sum hann hevur skrivað sjálvur og saman við øðrum. Brandur Páll Finnur