Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 Karaoke Tú kanst tú sjálvur fara á pallin og syngja ein sang á Summar Festivalinum. Tað kanst tú gera til karaoke-tiltakið hóskvøldið. Karaoke er sera vælumtókt millum bæði børn og vaksin, og við hvørt verður skipað fyri kappingum í karaoke. Tað er heldur ikki óvanligt at brúka karaoke til veitslur og ymisk tiltøk. Hugskotið við karaoke er, at vanlig fólk kunnu sleppa at royna seg sum sangarar av kendum sangum. Soleiðis verður eisini á Summar Festivalinum í ár, har ein og hvør, sum hevur dirvi ella evnini ella bæði, kann fara á pallin. Vinningar verða burturlutaðir í sambandi við karaoke-tiltakið. The Dreams fingu eina rættiliga dreymabyrjan, tá ið bólkurin byrjaði at spæla fyri trimum árum síðani. The Dreams komu við í eina sendirøð hjá MTV, og har kundu teir rættiliga spíla seg út fyri milliónum at hyggjarum kring Europa. Síðani hava The Dreams eisini gjørt um seg her heima. The Dreams spæla punkrock, og tað gera teir sera sannførandi, og ikki minst eftir at bólkurin gav eina fløgu út, hava teir tríggir í The Dreams verið høgt í metum millum føroyskan ungdóm. Á útgávuni hjá teimum hava teir gjørt nýggjar punkútgávur av nøkrum av størstu popphittunum í Føroyum. Sangir sum Nummar, Til Allar Vinir og 80’ini eru spældir inn av nýggjum, og tað var gjørt við so hepnari hond, at fløgan var eitt ordans hitt, tá ið hon kom út. Nú eru The Dreams til reiðar at taka Summar Festivalin við storm, og tað fara teir gera við at spæla sína fantastisku hittparadu av føroyskum sangum. Tveir frálíkir hornblásar- ar verða í miðdeplinum, tá ið Kátu Hornini fara at spæla lættan jazztónleik. Hans Petur í Brekkunum og Ólavur Olsen hava báðir tikir útbúgving sum tónleikarar á lærdum háskúla í Danmark, og báðir hava drúgvar royndir sum blásarar í sera ymiskum samanhangum – bæði í poppi, jazzi, hornorkestri og klassiskum tónleiki. Hans Petur spælir saxofon, og Ólavur spælir trompet, og hesaferð fara teir eisini at hava ein kontrabass-spælara afturat sær. Týr Rockbólkurin Týr er nakað heilt fyri seg – ikki bert í føroyskum tónleiki, men eisini í altjóða rocktónleiki. Týr við gomlu kvæðamentanin og norðurlendsku gudalæruna funnið sítt heilt egna slag av rocktónleiki, og kvæðarockurin er so serstakur og sterkur, at eisini úti í heimi eru boð eftir Týr. Tað er nógv hent, síðani Týr fekk sítt heimliga gjøgnumbrot í Prix Føroyar tónleikakappingini í 1999. Ormurin Langi tók tá alt Føroya land við stormi, og síðani hava aðrir sangir gjørt tað sama. Árini eru gingin síðani, og Týr hevur støðugt ment seg hesi árini. Tónleikurin er betri og sterkari enn nakrantíð, og útgávurnar frá bólkinum eru á altjóða støði. Týr spældi á Summar Festivalinum í 2004 og 2005, men vóru uttanlands í fjør. Ætlanin var heldur ikki, at Týr skuldi spæla í Føroyum í summar, men ein lítil broyting í teirra skrá hevði við sær, at teir kundu koma á Summar Festivalin. Páll væl – seinasta hittið er Mín Russiski Vinur. Bólkurin hevði eina framúr góða framførslu í fjør, og teir koma aftur á festivalin í ár at seta sín eyðkenda dám á tiltakið. Simmi og tey Simmi Jacobsen hevur spælt og verið við til at gjørt nakrar av kendastu føroysku poppsangunum. Tá ið “Aldarinnar føroyska hitt” skuldi finnast herfyri, fall valið á sangin Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni, ið Birni Dam skrivaði, og sum Simmi hevur verið við til at gjørt kendan. Simmi hevur eisini verið við til at gjørt aðrar kendar sangir – ikki minst Kenna Tit Rasmus, ið hann skrivaði saman við Birna Dam. Simmi er eitt kent navn millum tey tilkomnu, og sangirnir, sum hann og vinfólk hava sungið og spælt inn gjøgnum árini, liva enn millum føroyingar. Á Summar Festivalinum kunnu nakrir av hesum varðum í føroyskum poppi hoyrast á palli, tá ið Simmi og tey verða á skráni. Hetta er ein týðandi partur av føroyskari poppsøgu, sum nú kann upplivast á Føroya størsta festivali – Simmi og tey kundu ikki fingið ein betur pall til teirra tónleik. Kátu Hornini The Dreams