Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Frásøgufólkini á ársins Summar Festivali verða tey somu, sum vóru á festivalinum í fjør - Sjúrður Skaale og Ólavur Klakk. Teir eru frá hvør sínum ættarliði, men hava tað til felags, at teir hava dugað serstakliga væl at undirhildið føroyingum – Sjúrður sum skemtari og Ólavur sum sangari og entertainari. Sjúrður Skaale er úr Havn, hann hevur lisið samfelagsfrøði, men føroyingar kenna hann best sum annar av skemtarunum í duoini Pipar & Salt. Sjúrður er vanur at standa á palli frammanfyri stórum áskoðarafjøldum, og tað fer at koma honum til góðar á Summar Festivalinum, har roknað verður við út ímóti 10.000 gestum í ár. Ólavur Klakk er klaksvikingur við stóra K. Hann er ein av teimum, sum ganga undir navninum 49’ers, men hann er ikki minst kendur sum óføra lívligur sangari í bólkinum Rag Rags. Onkur vildi kallað hann svakan á palli, meðan onnur kalla hann Ólavur Presley. Í øllum førum er talan um frálíkan undirhaldara, og Ólavur fer í ár at seta dám á festivalin sum frásøgumaður. 23 ára gamli Høgni Reistrup hevur fyri kortum givið sína fyrstu fløgu út. Fløgan kallast Hugafar á ferð og er ein tónleikalig ferð hjá Høgna. Høgni Reistrup hevur eina fortíð í klassiskum tónleiki, men hann kom av álvara fram sum tann eyðagóði og væl syngjandi oddamaðurin í Lawetz, ið vóru við til Prix Føroyar meira enn einaferð. Hann hevur framvegis nakað av tí fríska frá Lawetz við í sínum tónleiki, men stundum eru sangirnir eisini meira grundandi og delikatir. Høgni hevur havt onkra framførslu í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni hjá sær, men hann sleppur rættiliga á flog, tá ið hann um vikuskiftið skal spæla á Summar Festivalinum. Summarfestivalurin er fyri alla familjuna og nógv verður gjørt fyri at teir minstu festivalgestirnir, børnini, skulu fáa nakrar hendingaríkar og minniligar løtur í Klaksvík. Silvalandið er tað spæliplássið børnini droyma um. Her sleppa børnini hoppa, skreiða, koyra í togi og ríða á fittum spøkum rossum. Stuttligir klovnar, gyklarar og ævintýsdjór verða at síggja á økinum. Tað verður ein kovboybýlingur, so øll tey, sum halda tað verða spennandi at grava eftir gulli sleppa at royna eydnuna. Nógv verður gjørt fyri at hava eitt fjøllbroytt og livandi undirhald til børn í øllum aldri. Ein trio uttan sín líka í føroyskum tónleiki. Frálíkir sangarar, framúr sangskrivarar og sera dugnaligir á palli. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen hava funnið saman til eina heilt serliga og eksklusiva framførslu á Summar Festivalinum. Teir fara at syngja og spæla sínar bestu sangir, og tað eru sanniliga sangir, ið fólk kenna aftur. Eyðun, Terji og Kim hava skrivað sangir sum 80’ini, Mítt Land, Eros, Eg flýggi til tónleikin, Meistarin og nógvar, nógvar aðrar sangir. Teir hava drúgvar royndir sum tónleikarar á palli, og sum trio verða teir ikki tiknir. Komið og syngið við til nøkur av størstu hittunum í føroyskum popptónleiki! Eyðun, Terji & Kim Silvaland Høgni Reistrup Ólavur og Sjúrður Jens Marni Hansen Hann er kendur sum ein sera dugnaligur gittarspælari og sangari, og seinnu árini hevur Jens Marni Hansen verið ein av tónleikarunum í Showmonnum. Kollfirðingurin kann eisini standa á egnum beinum, og við síni góðu rødd og gittarspæli fer hann at syngja sangir hjá sær og øðrum á Summar Festivalinum. Jens Marni arbeiðir við at gera eina solofløgu, og hann hevur eisini skrivað onkrar kendar sangir til sínar undanfarnu bólkar – millum annað hittið Misery. Kári Cool Uha, uha. Kári Cool hevur hótt við at taka mikrofonina í hendi á Summar Festivalinum. Hann er kendur sum tann cooli og framfýsni rockarin, sum hevur meiningar um bæði líkt og ólíkt, og hann hevur ivaleyst okkurt áhugavert at bera fram, nú hann fyri fyrstu ferð sleppur á pall á Summar Festivalinum – altso bert í eina lítla løtu!