Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 147 - 2. august 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mikudagin 1. august andaðist á Landssjúkrahúsinum Maria Hansen, Vestmanna, ættað úr Sørvági, 87 ára gomul. Kistan við Vilhelm Magnussen fer úr Hvalvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Sálmabókin verður nýtt. Tey ið vilja minnast Vilhelm, kunnu lata eina gávu til Missiónshúsið ella kirkjuna, konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir 75 ár Í dag fyllir Gerda Petersen úr Norðragøtu, búsitandi í Esbjerg, 75 ár. (Adr. Vædderens Kvarter 206, 6710 Esbjerg V. Telefon 75152269). Dagurin verður hildin tann 11. august fyri innbodnum. Dagurin 3. august eitur Nikodemus. Dagurin verður hildin til minnis um farisearan, sum kom til Jesus á náttartíð (Jóhs. 3, 1-21). Hans Jacob var føddur 03/08 1917 og foreldrini vórðu Jens Petur Jacobsen ættaður úr Víkarbyrgi føddur 11/08 1888 deyður 07/03 1963 og mamman var Thomina Petersen ætta úr Skálafirði fødd 25/01 1886 deyð 27/05 1953. Systkini vórðu: Estrid fødd 09/06-1915 deyð.12/01 2004 Hjalmar føddur 20/03 1920 deyður 03/05 1987 Alma fødd 14/03 1922 deyð 25/11 1950 Palma fødd 06/07 1925 deyð juni 1971 Sverri føddur 24/11 1928 deyður 11/05 2001 Sum hjá flestum unglingum tá í tíðini, fór hann til skips sum 15 ára gamal og var fyrsta skipið hann fór um- borð á “Tvey Systkin” sum Jóhan Magnus á Niðri úr Syðrugøtu førdi. Hann var við “Tvey Systkin” frá 1932 til 1938, í 1939 var hann við “Godthaab” sum Jákup Andrias á Mýruni úr Syðru- gøtu førdi. Øll krígsárini var hann heima, kastaði nót eftir sild og driftaði sildagørn. Fyrsta skipið hann fór við eftur kríggji var “Føroyingur” og var Óla Hans Olsen úr Syðrugøtu skipari. Hann var við “Føroyingi” 1946 og 1947 Síðan hevur hann verið við hesum skipum: “Haraldi” har Hans úr Klaksvík, helst ættaður av Biskupstøð var skiparið. “Lítlu Emmu” skipari var Hannibeiggi Lamhauge av Glyvrum. “Columbus” (sluppin), skipari var Andrias Whinter, vanliga nevndur Andrias Suðring “Kyrjasteinur” skip- ari var Per Gregersen úr Norðagøtu. “Westvard Ho” skipari var Andrias Whinter úr Syðrugøtu, vanliga nevndur Andrias Suðring, “Vesturhavið Blíða” (línu- báturin) skipari var Jákup Andrias Vang av Glyvrum. “Skálafossi” skiparið var Rasmus Johannesen vanliga nevndur Jammus. Jammus átti Skálafoss saman við øðrum. “Eystfelli” skipari var Edvin Jacobsen av Skála. Edvin átti hann saman við øðrum. “Oyrasker” skipari var Pet- ur í Selvindi á Strondum “Finnur Fríði” skipari var Johannes Huusgaard úr Syðrugøtu og Hávard Han- sen úr Norðagøtu. “Jupiter” skipari var Johannes Huusgaard úr Syðrugøtu Eftur at verða uppilagstur, fór hann á Vónavirkið í Fuglafirði í 1978 og arbeiddi har til 1992. Tann fyrsta túrin hann var til skips sum 15 ára gamal, var hann so lítið mentur, at hann rakk ikki uppá vað- beinið. Tá hann stóð á dekk- inum, var vaðbeini á hædd við høvdið á honum, so hann mátti gerða sær ein platt at standa á, fyri at hann kundi kasta snørið. Hettar, bert fyri at lýsa um- støðurnar sum tá vórðu umborð á sluppunum. Hann hevur enntá verið hjá Mortensen á Tvøroyri og lært teir at seta toskagørn inn úr nýggjum og var hann av kvikastu monnum til hettar arbeiðið, hettar var fyrst í ´60 unum. Handaligur hevur hann altíð verið og hevur hann smíða tað mesta sum er gjørt við heimið hjá honum. Eisini er nógv handaligt komið úr hansara hondum, bæði borðabátar, hvølpalás og nógv annað. Kann minn- ast, einafer hann kom aftur av skipi, tað var við “Kyrja- steini”, tá fingu vit dreing- irnir tveir fittar línubátar, sum hann hevði gjørt umborð og vórðu teir sera flottir í okkara eygum. Lastbil hevur hann eisini havt og fekk hann tann fyrsta lastbilin í 1942 og var hann brúktur at koyra torv við millum Fjarða. Tað var nógv torv skorið millum Fjarða, hettar torvið var so koyrt út í Skálafjørð, fyri síðan at verða flutt við báti út eftur fjørðinum, mest til Skipanesar, har torvið bleiv koyrt til Gøtu. Næsti last- bilur hann fekk sær var í 1956 og var hann brúktur til vegagerðina millum Skálafjørð og Skála. Røktingamaður hevur hann eisini verið og var hann av allar kvikastu monn- um, bæði á fjalli og tí sum hoyrdi seyðinum til. Kommunustýrinum á Skála hevur hann eisini siti í fleiri ár. Lestur hevur hann lisið í skúlan um í fleiri ár Konuna fekk hann úr Syðrugøtu, Elly Diana Jacobsen og er hon slekta av Teigum fødd 27/10 1923. Foreldur hennara vórðu Hans Andrias Jacobsen ættaður úr Syðrugøtu føddur 29/09 1885 deyður 11/05 1946 og mamman var Petra Clement- sen ættað úr Oyndarfirði fødd 21/09 1890 deyð 21/04 1942. Tey høvdu diamantbrúd- leyp 19.dec 2006. Børnini eru 4 í tali og eru tey. Tórgerð fødd 12/03 1947 Henning føddur 06/02 1949 Almfinn føddur 07/07 1951 Jens føddur 06/07 1959. Abbabørnini eru 11 í tali og langabbabørnini eru 6. Tey síðstu árini er tað mest hornaseyðir sum hann hevur passa, hevur havt 3 og 4 seyðir á hvørjum ári. So er tað urtagarðurin sum hann hevur gingið sera nógv uppí. Hann er eisini sera vakur á at líta. Eisini er nógv handverk komið úr hansara hondum tey síðstu árini. Allýsingin av honum er, at hann hevur verið ein sera virkin maður, ongantíð í frið, altíð í gongd við okkurt og sum nú, hoyggingin er fyri, so er hann fyrsti mað- urin í bøin um morgnarnar og síðsti til at fara til húsar aftur. Hans Jacob 90 ár Rætting Í føðingardagsgreinini um Gerdu Skaale søgdu vit ein son hennara eita Jógvan. Tað rætta er Jákup. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri Ragnar Anthoniussen Fuglafjørður andaðist og varð jarðaður. Ein serlig heilsan og tøkk til svigarinnu okkara Elsu Mariu, sum tók sær so væl av okkum systkjum, ímeðan vit vóru um Ragnar, hansara seinastu tíð í Esbjerg. Vegna tey avvarandi Joan Esmar, Hilmar, Jacob Oluf, Erling, Anna og Signhild við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum vístu samkenslu og hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá elskaði maður, pápi, abbi og verfaðir Helgi Mørkøre Klaksvík so brádliga varð tikin frá okkum. Ein serlig tøkk til Niels Paula Danielsen fyri vakra talu, og Leif fyri vakran sang. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum øll sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Brynhild, Kim, Kurt, Allan, Ingun, Lisbeth og øll abbabørnini Takk Øllum tykkum, sum gleddu meg á føðingardegnum 1. juli 2007, takki eg hjartaliga. Alt tað besta til tykkum øll. Heilsan Jenny Kragesteen