Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 2. august 2007 13 viðmerkingar So var hon her..., nei, ikki Ritan, men løgmansrøðan Nólsoyingar ganga eini strævnari tíð ímóti. 267 fólk telja ikki nógv millum landsins kosnu menn og kvinnur, av teirri einføldu orsøk, at vit standa ikki saman politiskt og koma tískil ongantíð ”at eiga” ein politikkara. Tí hava vit enn gomlu fittu Ritu. Sum haft um beinini er eisini hon við til at forða menningini og trivnaðinum hjá okkum sum búleikast á hesi vøkru oyggj - vernd høvuð- staðsins. Tað stendur so klárt á bls. 12, 13, 14 og 15 í Dimmalætting 31. juli: Løgmaður hevur ongar ætlanir um at skumpa undir at samferðslan til og úr Nólsoy, í næstu framtíð verður trygg og sømandi tíðini vit liva í. Eg kundi hugsað mær at klipt og sett saman onkur orð í røðuni, so eg onkuns- vegna fekk bygt setningar- nar: ”Nólsoyingar kunnu eisini gleðast um, at í farnu tingsetu hevur orka verið løgd í at fáa til vega ný­- bygda Ritu at kný­ta Nóls- oynna til meginøkið - í seinasta lagi á sumri 2009”. Men gakk! Orðini ”Nólsoy” og ”Rita” eru ikki at finna í løgmans- røðuni. Eg kundi sett onkran tunnil ella okkurt annað skipanavn saman við øðrum bygdarnøvnum - men tað loysir ikki okkara trupulleika. At løgmaður nevnir ”smidligt infrakervi” er sera áhugavert, tí tá leita tankarnir burtur frá umstøð- unum vit liva undir nú, har lamin og veik skulu berast í land og okkara farnu vinir og skyldfólk skulu í kistu - við krana - lossast og landast fyri at sleppa undir grønu torvu. Smid- ligt má bæði kunna ný­tast, sum lý­sing fyri hvussu skip og bussar loysa tæn- astur, samstundis sum ferðafólk eisini smidliga kunnu ný­ta skip og bussar. Sjálvsagt er tað gleðiligt at túratalið er økt og at ferðaseðlarnir eru bíligari. Tað kann væntandi økja um ferðafólkatalið. Men enn er langt á mál! Tí er tað so harmiligt, og hug- stoytt, at tó at landsstý­ris- maðurin hevur lovað ný­tt skip í 2009, so er hetta ikki nakað sitandi løgmaður tekur upp á tungu - tað hevði annars bæði verið afturlítandi og kunna verið gott tilfar at víst á fram- burðin við Visión 2015. ”Onkur varði er eftir at laga”, tað vil so vera. Tí hevði tað verið áhugavert at hoyrt, um Ritan er ein varði, ið stendur liðugur á sumri 2009 - ein varði, har nólsoyingar hava tikið lut í laðingini og ikki bert staði sum áskoðarar til okkurt skrivstovubygningsverk! Tankarnir leita norður- eftir og kann eg bert gleð- ast saman við teimum, ið eru bundin av ”Másanum”, at Strandfaraskip Landsins hevur funnið vegin út á alnótina og hevur sambært Kringvarpinum funnið nógv skip, ið eru ný­tilig at seta inn. Har síggja vit munin: Norðanfyri eru veljararnir fleiri í tali, flokkurin er kanska eisini tann rætti og skjótt skulu vit aftur velja menn og kvinnur inn á ting. Ikki vænti eg, at nógv í næstum ný­ta samferðsluna um Nólsoyarfjørð sum valagn. Tí hevði tað verið uppaftur gleðiligari at hoyrt politikkarar spurt eftir ”Ný­ggju Rituni anno 2009”. Lat ikki ”okkara” 30 milliónir verða tær, ið spardar verða fyri at tálma búskapinum. Lat heldur hesar milliónir verða ein orsøk til at fleiri velja at búleikast í Nólsoy og gera nyttu av ætlanunum um grønu oynna. Ritan! Nólsoy Jákup av Skarði Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum eigur at vera vísur í, at valið av nýggjum floksformanni hevur breiða undirtøku í flokkinum. Hevur hann ikki tað, eigur valið at bíða til landsfundin hjá flokkinum, sum verður í heyst Hóast viðtøkurnar hjá Fólkaflokkinum siga, at tingbólkurin velur ný­ggjan formann, so er val av ný­ggjum formanni eitt alt ov álvarsligt mál hjá tingbólkinum einsamallum at taka støðu til, tá ósemja er um, hvør formaðurin skal verða. Anfinn Kalsberg eigur ikki at lata formanssessin frá sær, um hann ikki er vísur í, at eftirmaður hansara hevur breiða unditøku í flokkinum. Um hann av persónligum orsøkum ikki kann halda fram sum formaður hjá Fólkaflokkinum, eigur hann at bíða við at leggja frá sær til landsfundin hjá flokkinum í heyst. Tekur tingbólkinum eina avgerð um ný­ggja formann nú, so er tað ein órættvís og ódemokratisk avgerð, serstakliga tá annar kandidaturin kann atkvøða fyri sær sjálvum, men ikki hin. Bíðið tí við at velja formann nú og latið tað verða gjørt á ein virðiligan og demokratiskan hátt, soleiðis at Fólkaflokkurin, eisini framyvir, fer at hava ein sterkan leiðara. Formansskiftið eigur at bíða rúna SivertSen Hví heldur “Kringvarp Føroya” ikki løgtingslóg um kringvarp, og hví fær tað ongar avleiðingar? “Kringvarp Føroya” hevur sent okkum rokning á 1.812,50 kr., ið er hálvár- ligt lurtara- og hyggjara- gjald fyri 2007. Rættast hevði verið at sent kravið aftur við hesi grundgeving: Endamál og tilverugrund- arlag hjá einum almennum stovni er lóggáva. Í allar flestu førum er tað soleiðis, at eitt ráð, stý­ri ella ein myndugleiki hevur eftirlit við, at almennir stovnar liva upp til lógir, kunn- gerðir og ásetingar; og tey plaga gera sína skyldu. Men tá tað kemur til “Kringvarp Føroya”, so sær ikki út til, at nakar leggur í, um hesin almenni stovnur heldur lógina! Í §10 í løgtingslóg um kringvarp (public service - skyldur) stendur m.a.: “Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplý­singar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplý­sing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Stk. 2. Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kring- varp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving.” Eg haldi, at tað eru fáir senditímar í almenna út- og sjónvarpinum, ið liva upp til hesar ásetingar, tí dentur verður lagdur á at varðveita og fjálga um mál, mentan og siðalæru dana! Tað eru ógvuliga fáar sendingar uttan óføroyskt tvætlimál (t.d. “beginna, betý­ðir, broytigar, íslend- arir, hvør stý­rir begivin- hoytunum, eingin loyna, í vikuskiftinum, bevega, telt, í útlandinum“), ótý­ddar samrøður við óviðkomandi danir, donsk tíðindi, altjóða tíðindi sæð við donskum eygum ella donsk tíðindi í Føroyum. Eingin tíðinda-, morgun-, mentanar-, ítróttarsending, Tilvera, Sipp ella Úthav uttan danatvætl. Man tað vera bíligari at gera og endur- senda danskar samrøður og spæla danskan tónleik í “Kringvarpi Føroya”? Ein skuldi trúð, at endamál kringvarpsins var at virka sum danskt nærvarp í Føroyum? Í almenna kringvarpinum ber til at tý­ða øll onnur fremmandamál enn danskt. Í øllum øðrum londum ber til at tý­ða danskt, sjálvt í almenna kringvarpinum í Grønlandi verður danskt tý­tt! Samsvar er ikki millum kringvarpslógina og inni- hald kringvarpsins, men vit føroyingar verða kravdir eftir kringvarpsgjaldi, hó- ast vit ikki fáa ta tænastu, sum lógin ásetur! Hevði nakar annar almennur stovnur farið so lætt um sínar skyldisáset- ingar, so hevði tað fingið álvarsamar avleiðingar, men “Kringvarp Føroya” er friðhalgað, hví? Man tað ikki vera tí, at hesin almenni stovnur tænir heimastý­ristvætlinum og donsku lygnini um, at Føroyar skulu vera partur av danska ríkinum? Tað einasta vit annars kenna til málpolitikk kring- varpsins er, at ikki er loyvt at telja á føroyskum í hesum almenna stovni! Man tað vera nakað annað alment kringvarp í heimi- num, har ikki er loyvt at telja á landsins egna máli? Tað undrar meg nógv, at teir flokkar, ið hava sam- tykt løgtingslóg um kring- varp og hava valt limir í kringvarpsstý­rið ikki leggja í, um “Kringvarp Føroya” heldur lógina ella ikki? Hvar eru sokallaðir sjálvsstý­risflokkar, hava teir tapt bæði mál- og flaggstríð? Var nakar veruligur føroyskur flokkur ella føroyskur demokratur á løgtingi, so høvdu lógar- brot kringvarpsins verið átalað. Ið hvussu so er, átti innkrevjingarrættur kring- varpsins smb. §7 í løgtings- lóg um kringvarp at verið settur úr gildi, so leingi sum kringvarpið ikki held- ur skyldisásetingarnar í §10 í somu lóg! Tá tað almenna og flokkar á tingi ikki leggja í at virða føroyingar og kringvarpslógina, so mugu føroyskir lurtarar og hyggj- arar taka málið í egnar hendur. Hetta kann t.d. gerast við at nokta at gjalda kringvarpsgjald og skipa eitt føroyskt lurtara- og hyggjarafelag (smb. Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag ella Føroy- ingafelag). Hvønn kunnu vit annars venda okkum til og klaga til, tá “Kringvarp Føroya” ikki røkir sína skyldu at varpa út føroyskt kringvarp sambært løgtingslóg? Tey, ið ikki gjalda kring- varpsgjald, enda í rætt- inum. Men kann rætturin døma fólk at gjalda fyri vøru ella tænastu, sum tey ikki fáa ella hava fingið? Tá “Kringvarp Føroya” ikki heldur løgtingslóg um kringvarp, kunnu vit føroyingar so dømast at halda somu lóg? Donsk tilvera á 62° N Føroyskt fólkaræði John ÍSheim Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum eigur at vera vísur í, at valið av nýggjum floksformanni hevur breiða undirtøku í flokkinum. Hevur hann ikki tað, eigur valið at bíða til landsfundin hjá flokkinum, sum verður í heyst