hósdagur 2. august 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 147 - 2. august 2007
Sosialurin
Dagarnir mugu
teljast betri
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í morgin fer Løgtingið undir viðgerðina av
uppskotinum um broytingar í lógini um vinnuligan
fiskiskap. Tað snýr seg um talið á fiskidøgum fyri
komandi fiskiár, sum gongur frá 1. september og
til 31. august 2008.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skotið
upp, at talið av fiskidøgum verður skert. Skerjingin
er ikki so stór, sum fiskivinnuserfrøðin hevur skotið
upp. Men talan er undir øllum umstøðum um eina
skerjing. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið, hóast
serfrøðin hevur stuðlað upp undir skerjingar. At
uppskotið hesa ferð ber á skerjingarborðið ber
boð um, at eitt nú toskastovnurin ikki hevur tað so
gott, sum hann onkuntíð hevur havt tað.
Lógin um vinnuligan fiskiskap og fiskidagarnar
er á hvørjum ári eitt av fremstu málunum, sum
verða viðgjørd á hásumri. Talan er um góða
fólkaræðisliga gongd, har altjóða serfrøðin,
føroyska serfrøðin og ikki minst vinnan gevur sítt
íkast, áðrenn landsstýrismaðurin sum útinnandi
myndugleikin ger sítt tilmæli, sum hann so hevur
lagt fyri lóggevandi myndugleikan at taka støðu
til.
At siga, at tað er Løgtingið, sum reelt tekur støðu,
er ikki heilt rætt. Løgtingið eigur at samtykkja
málið og fer formelt at samtykkja málið. Men
reelt hava samgonguumboðini í vinnunevndini
saman við landsstýrismanninum gjørt av, hvussu
uppskotið skuldi síggja út, sum er lagt fyri tingið,
og sum ivaleyst uttan stórar broytingar verður
samtykt eftir viðgerð í vinnunevndini.
Prinsipielt var fiskidagaskipanin genial. Í staðin fyri
kvotur og útblaking er tað veiðutrýstið, sum skal
regulerast.
Reelt treingir fiskidagaskipanin at verða kannað
og uppsjeinað. Sum tað fleiri ferðir er komið fram
seinastu vikurnar, so er virðið í skipanini ikki stórt,
um tað ikki verður kannað, hvussu tað stendur til
við veiðutrýstinum og harvið, um virðið í einstaka
fiskidegnum í einstaka bólkinum er tað sama,
sum tað hevur verið. Um hesin spurningurin ikki
støðugt verður kannaður, og um skipanin ikki
verður dagførd út frá úrslitunum í kanningunum,
so er ikki tann dugur í skipanini, sum tað
upprunaliga var, og sum vit so fegin vilja hava, at
tað skal vera.
Hetta eigur at vera ein av aðalspurningunum, sum
ábyrgdarfullir politikarar eiga at viðgera í morgin.
At tosa um at tað ikki skal fiskast á føroysku
grunnunum í fleiri ár, er sjálvandi heilt burturvið.
Men tann tankin er ivaleyst ein provokatión, tí
myndugleikin ikki altíð hevur tikið dagføringina av
lógini, sum treingir til, í nóg stórum álvara.
Tað snýr seg ikki minst um at finna fram til, hvat
liggur í einstaka degnum, áðrenn farið verður
undir at telja og áseta dagarnar.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Portalurin endurgevur
Annitu á Fríðriksmørk
fyri at biðja Løgtingið
”droppa Sandoyartunnil”
Høvuðsgrundgevingarnar
eru, hvussu stórar upp
hæddir eru nýttar til farleið
ina, so sum vegur, ferju
lega og nýggj ferja.
Tosað verður, eins og øll
henda íløga er burturspilt,
um undirsjóartunnili verð
ur gjørdur, men í hesum
sambandi er vert at minna
tjóðveldiskvinnuna á, at
tað einasta veruliga tap, ið
møguliga kann ásannast,
verður munurin millum
byggikostnaðin av Teista
num, og so tað hann kann
seljast fyri!
Vegurin millum Gomlu
rætt og Havnina verður
framvegis nýttur. Gamla
rætt gerst gott og nýtulig
havn hjá útróðrarbátum úr
Havn og grannalagnum og
møguleikum fyri ferjulegu
til tíðir, men hetta hevur
tíverri ongan áhuga hjá
løgtingskvinnuni, ið bert
hevur áhuga fyri støðuni
hjá fastløntum tænastu og
starvsfólkum, ið ikki hava
brúk fyri undirsjóartunnli
ella fyri havn til útróðrar
bátar.
Hvat hevur hesin undir
sjóartunnil so at týða fyri
Sandoynna?
Tjóðveldiskvinnan metir
ein undirsjóartunnil bert
hava til endamáls at
tryggja sandoyingum
atgongd til fríðtíðartilboð,
ið Havnin kann bjóða, og
síðan heimaftur at sova!
Røkkur endamálið ikki
longur, so hevur hon rætt.
Men her er løgtingslimurin
ikki tilvitandi um tørvin
hjá einum fólki, ið vil
arbeiða og yvirliva, men
ikki hevur sína trygd í
almennum kassa!
Løgtingslimurin eigur at
hava varhuga av, hvussu
samfelagið vinnuliga er
broytt, at neyv sambinding
av øllum landinum skapar
neyðugu fyritreytirnar fyri
at yvirliva.
Royn og hygg eftir,
hvussu stóran týdning
tunnilin til Vágarnar hevur,
eins og tunnilin til Norð
oyggjar.
Hatta er ikki hóskandi
boðskapur frá einum
politikkara, ið vil mæla
okkum til at gerast sjálv
støðugir, tí hennara poli
tikkur vil føra til, at partar
av landinum liggja eftir á,
og á hennara grundarlagi
kann ongin rætthugsandi
mæla til tjóðveldi, so her
má leggjast á annan bógv!
Okkara áheitan er, at
løgtingið samtykkir at fara
undir undirsjóartunnil til
Sandoynna ongantíð ov
skjótt, tí sum umstøðurnar
nú laga seg, so er hetta
seinasta útkall hjá
Sandoynni!
Tjóðveldið hjá Annitu !
EyðUN MoHR
VIdERø
Nú er møguleikin at gera
føroyska búskapin minni
bundnan av donskum
lummapengum, nú eiga vit
at skera blokkstuðulin
munandi. Við landsstýris
manninum hjá Sambands
flokkinum á odda eru nú
fleiri ráðandi politikarar
vaknaðir og tora at viður
kenna, at búskapurin er
glóðheitur. Truplari hava
teir við at vísa ábyrgd og
leggja summar íløgur í ís.
Sjálvt um Landsstýris
maðurin í fíggjarmálum nú
hevur bakkað, er Magni
Laksafoss sum búskapar
frøðingur sannførdur um,
at um ferðin á búskapinum
ikki verður tikin av, so
gongur tað galið. Við
hesum í huga átti hann at
mælt til, at blokkurin
verður skerdur munandi.
At minka blokkin tænir
fleiri endamálum:
Búskaparligt sjálvbjargni,
ferðin á búskapinum
minkar, og tað noyðir
ábyrgdarleysar politikarar
at minka um landskassans
útreiðslur. Tíðirnar kundu
ikki verið meira hóskandi
at tikið av møguleikanum
og minka blokkin.
At minka blokkin átti
eisini at verið eitt hjarta
mál hjá Fólkaflokkurin. Á
síðsta limafundi har undir
ritaði luttók, lovaðu allir
teir fremstu í flokkinum, at
blokkurin fór við vissu at
verða skerdur meira enn
bert tí hann ikki verður
prístalsviðgjørdur. Tað
kann tó viðmerkjast, at
hetta hava teir í Fólka
flokkinum lovað við hvørt
gylt høvi í longri tíð.
Javnaðurflokkurin ger
sum Fólkaflokkurin sigur,
so har skuldi ikki verið
nakar trupulleiki.
Búskapurin er glóðheitur
+ vit skulu gerast sjálv
bjargnari = MINKIÐ
BLOKKIN
Minkið Blokkin og takið ferðina av búskapinum
HEðIN d.
PoULSEN