Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 147 - 2. august 2007 Roykfrítt sjúkrahús Við ársbyrjan 2008 verður ikki longur lovt at roykja á Dronning Ingrids Hospital í Grønlandi. Tá verða síðstu roykirúmini stongd. Sjúkrahúsið byrjaði tilgongdina í 2005. Tá innførdu tey roykiforboð, ið nærum var galdandi fyri alt húsið. Undantikið vóru nøkur roykirúm til sjúklingar, ið høvdu hug at festa sær í ein vindil. Eftir 1. januar verður loyvt at royka úti á serligum pavillonum, ið eru uppsettar uttan fyri sjúkrahúsið. ”Vi ser frem til at indfri målsætningen om et røgfrit hospital, og vi glæder os til at kunne tilbyde et røgfrit miljø til patienter, pårørende og ansatte. Ved at informere om ændringen allerede nu, håber vi at skabe størst mulig forståelse for beslutningen om at gøre hospitalet røgfrit fra den 1. januar 2008”, sigur sjúkrahússtjórin Jens Møller Jensen. Kelda: Peqqissutsimut Pisortaqarfik , Direktoratet for Sundhed Í iva um roykirúm Í gjár vísti Sosialurin og Portalurin á eina atkvøðugreiðslu á heimasíðuni hjá Skarv, har atkvøtt verður um, hvørt Skarv skal hava roykirúm. Men atkvøðan var tá lítið eftirfarandi, varð víst á, tí bert 149 høvdu tá atkvøtt. Men umrøðan gav eftir øllum at døma talinum á vitjandi og atkvøðandi eitt skump rætta vegin, tí nú hava fleiri enn 3000 vitjað síðuna og atkvøtt og býti er soleiðis; 8% siga ja, at Skarv skal hava roykirúm, 45% siga nei og 47% siga seg ikki vita. Hóast stórur áhugi er fyri, hvør verður komandi bispur í Før­ oyum, hava bert eini 400 fólk atkvøðurætt. Av tí lógin ásetur tal av stillarum, kann hetta gera, at valstríðið verður sera taktiskt, og at sjálvur valdysturin byrjar innan sjálvt valið. Bergur Berg, fulltrúi, váttar, at í Mentamálaráðnum hava tey ein varhuga av, at valstríðið er farið í gongd BISKUPSVAL Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Tað ber ikki til at siga, at føroyingar beinleiðis hava nakra siðvenju ella royndir, tá talan er um biskupsval. Hetta staðfestir Bergur Berg, fulltrúi í Mentamála­ ráðnum, ið er einasta starvs­ fólk í ráðnum, sum arbeiðir burturav við kirkjumálum. Í 1557 fór tann síðsti bisp­ urin eftir siðaskiftið í Føroyum til Noregs, og ikki fyrr enn í 1990 fingu Føroy­ ar aftur egnan bisp. Tó fingu føroyingar varabisp í 1963 og aftur í 1973. Sostatt er biskupurin, sum nu skal veljast bert tann triði í røðini í góð 450 ár. Tað er tí lítið at ivast í, at valið sum verður hildið í september verður fordømi fyri biskupsval í framtíðini, nú føroyska heimastýrið hevur yvirtikið fólkakirkj­ una, og tá fæst m.a. at vita, um núverandi lóg forðar fyri óneyðugum taktikki og øðrum, ið altíð vil hoyra til eitt val. Biskupsvalið varð herfyri útskrivað av danska kirkju­ málaráðnum. Orsøkin til, at tað júst er danska kirkju­ málaráðið, ið hevur útskriv­ að biskupsvalið, hóast kirkj­ an er yvirtikin, er tann, at Mentamálráðið metti, at tað hevði seinkað valinum óneyðuga nógv, um bíðast skuldi eftir yvirtøkuni, nú verandi bispur, Hans Jacob Joensen, gjørdi av at fara úr embætinum 30. november. Hóast nógv verður gitt, hvør man fara at verða nýggj­ ur bispur, so er enn vónleyst at siga, hvør verður vígd ella vígdur sum nýggjur bispur í Dómkirkjuni tann 25. november. Valið fer fram á tann hátt, at bert prestar og kirkjuráðslimir hava atkvøðurætt. Uppskot til biskupskandidatar skulu verða Stiftsstjórnini í hendi í seinasta lagi 3. september, og kravt verður, at hesi skulu hava í minsta lagi hava 50 og í mesta lagi 150 stillarar. Hesi skulu eisini verða antin prestar ella kirkjuráðslimir, og tey kunnu bert vera stillarar hjá einum kandidati. Letur upp fyri taktiskum spæli Onkur hevur róð framundir, at ein slík skipan kann vera óheppin, av tí at hon kann lata upp fyri nógvum taktikki, og hesum vísir Bergur Berg ikki aftur. T.d. kann hugsast, at ein stillari fær 150 stillarar, og so ber til við høvuðrokning at rokna seg fram til, at aðrir kandidatar eru verri fyri, tá bert eini 400 fólk hava atkvøðurætt. Serliga trupult verður hjá einum triðja valevni at finna teir kirkjuráðslimir, sum longu eru stillarar, um tvey valevni longu hava tryggjað sær 150 stillarar í part. Bergur Berg vísir tó á, at núverandi lóg varð sett í gildi við ríkislógartilmæli í 1999, men at lógin, sum var galdandi í 1990, tá biskups­ val var seinast, ikki hevði nakað maksimumkrav. Tá var bert tann eini kandidat­ urin, ið fekk rættiliga stóran part av stillarunum. Táverandi lóg hevði lág­ mark, men sum nevnt einki hámark. Viðmerkingarnar frá Prestafelagnum til lóg­ ina frá 1999 var, at 150 still­ arar sum hámark var ov høgt eftir teirra tykki, tí so kundi sjálv uppstillingin virka sum eitt slag av und­ anumfari, ið kundi ávirka sjálvt valið. Onkur hevur nevnt, at møguliga kundi talið verið sett niður til eini 10 stillarar, harav einir tveir vóru prestar. ­ Men vit halda tað vera betonkiligt at fara at broyta lógina mitt í valstríðnum, sigur Bergur Berg, ið ikki avvísir, at ein onnur vallóg til biskupsvalið møguliga hevði verið vald, um biskupsval ikki skuldi verða beint eftir yvirtøkuna. Tí kann hetta valið koma at vísa í verki, hvussu væl núverandi lóg frá 1999 riggar. ­ Tað er upplagt, at vit fara at síggja, hvussu hetta valið fer at virka, sigur Bergur Berg, ið heldur, at tey seinni kanska í lógar­ smíðnum kunnu byrgja fyri taktiskum atlitum. Valstríð áðrenn sjálvt valstríðið Bergur Berg ásannar tó, at núverandi lóg kann føra við sær, at valstríð og taktikkur longu kunnu byrja, áðrenn sjálvur »valdysturin« byrj­ ar, tvs. byrja verður at »reka« longu áðrenn 3. sep­ tember, tá møguligir stillar­ ar skulu hava sagt gott fyri sínum kandidati. Teoretiskt ber eisini til at rokna út, at tilsamans hava eini 8 prestar í føroysku fólkakirkjuni møguleika at savna nóg mikið av still­ arum, men talan verður tó neyvan um so nógvar. Enn er ikki ásett, nær navnið á nýggja bispinum verður funnið. Heldur ikki er greitt, nær freistin hjá prestum og kirkjuráðslimum verður fyri at atkvøða, tí tað er ikki avgjørt enn. Tó er greitt, at hóast tilgongdin verður so long, sum hon kann blíva, verður alt klárt til at víga nýggja biskupin sunnudagin 25. november. Sambært lógini skal frumatkvøða verða um nýggjan bisp. Tvs. at tey sum hava valrætt fáa bræv við postinum, sum tey síðan skulu senda aftur inn eina ávísa freist. Verða fleiri enn tvey valevni, og eingin hev­ ur fingið fleiri enn 50 % av atkvøðunum, verður skipan­ in eins og í t.d. tí franska forsetavalinum, har atkvøðast skal umaftur um tveir teir kandidatarnar, ið fingu flestar atkvøður í fyrra umfari. Eru bert tveir kandidatar, og hesir hava fingið eins nógvar atkvøður, skal avvarðandi ráðharri taka avgerð um, hvør skal innstillast sum bispur. Ein valnevnd við Stifts­ stjórnini og umboðum úr Próstadømisráðnum stýrir allari valtilgongdini, og upp­ teljingin skal sambært lóg­ ini fara fram, um hetta er gjørligt, »i fuld offent­ lighed«. Bispur fær nógv umsitingarligt arbeiði Begur Berg sigur, at frá politiskari síðu hevði helst verið ynskiligt at fingið so nógvar lógir sum gjørligt, sum ikki vórðu samtyktar fyri yvirtøkuna, so skjótt samtyktar í Løgtinginum sum gjørligt. ­ Men tað er reelt ringt at fyristilla sær, at alt lógarar­ beiðið verður liðugt áðrenn november, sigur Bergur Berg. Eitt nú er ætlanin, at bæði ein politiskur og ein kirkjuligur fylgibólkur fram­ haldandi skulu fylgja lógar­ smíðnum. Tó hava tvinnar lógir verið til hoyringar og eru klárar at leggja fyri Ting­ ið í heyst, uttan so at tær skulu bíða eftir teimum lóg­ unum, ið ikki eru lidnar enn. Fulltrúin í Mentamála­ ráðnum dylur heldur ikki fyri, hóast málið er, at einki verður broytt, verða tey noydd at enduruppfinna nógv í sambandi við lógar­ smíðið, sum hann tekur til, og at tann nýggi bispurin uttan iva fær nógv umsiting­ arligt arbeiði at takast við og nýggjar fyrisitingarligar spurningar attaka støðu til – serliga tey fyrstu árini eftir yvirtøkuna. ­ Uppgávurnar hjá bispi eru nógvar, hóast tær kanska ikki altíð eru so eyð­ sýniligar. Bergur Berg sigur, at mynd­ in um svanin, ið er friðarligur og hvítur, men sum er í full sving við at arbeiða og spjálka við fitjunum undir vatnskorpuni, saktans kann brúkast um bisp. ­ Bispurin er krumtappurin millum tann verðsliga og kirkjuliga myndugleikan, sum møtast í Stiftsstjórnini, sigur fulltrúin, ið minnir á, at hetta arbeiðið kemur at fylla nógv hjá bispi. ­ Tað kemur alt umframt tær meira sjálvsøgdu, burt­ urav kirkjuligu uppgávurnar, sum fólk síggja og kenna. Spurdur, um hann hevur varhuga av, at biskupsvalið longu er byrjað handan leik­ tjøldini í kirkjuráðunum í Føroyum, sigur Bergur Berg avgjørdur. ­ Ja, vit hava ein varhuga av, at valstríðið er byrjað. Biskupsvalið longu byrjað Dysturin um, hvør skal ganga á odda fyri tí føroysku kirkjuni er longu farið í gongd. Kanska kann dysturin longu verða avgjørdur, áðrenn valið byrjar ANORDNING NR. 886 FRÁ 8. DECEMBER 1999 § 4. Kirkeministeriet fastsætter en frist for anmeldelse af kandidater ved afstemningen. Anmeldelsen, der indgives til vedkommende stiftsøvrighed, skal være underskrevet af mindst 50, højst 150 stemmebe­ rettigede stillere og skriftligt tiltrådt af den opstillede kandidat. Den, der er stiller for flere kandidatlister, kan ikke anses for stiller for nogen af listerne. (…) FAKTA