Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 147 - 2. august 2007 Orsøkin til, at veiðirættindini seinastu árini hava fingið so stórt virði, eru tær skipanir og tað lógarsmíð, sum politisku myndugleikarnir gjøgnum árini hava staðið fyri, seinast við lógini um vinnuligan fiskiskap Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo At fiskiríkidømi í havinum er ogn Føroya fólk, er ein spurningur, sum hevur verið nógv frammi í sein­ astuni. Hetta var eisini ein prinsipiellur og týðandi partur av umrøðuni í løg­ tinginum í vár, tá fiskivinnu­ lógir vóru til viðgerðar. Ofta hevur verið ført fram, at reiðarar og skipa­ eigarar, sum sita á veiði­ rættindunum í dag, hava fingið hesi rættindi – ogn Føroya fólks ­ fyri einki. Men er tað nú rætt, kunnu vit spyrja. Tað veldst um eyguni, sum síggja. Upprunaliga kundu menn fiska uttan at gjalda nakað fyri hesi rættindini, men fleiri tey seinastu árini hevur gjaldið verið partur av prísinum fyri vinnutólini, skip og bátar. Rætt er, at prísurin fyri at fiska ikki beinleiðis er komin landskassanum til góðar, men teimum, ið selja skip og bátar við rættindum. Hinvegin hevur tað virk­ semi, sum fiskivinnan á sjógvi skapar, so sanniliga verið við til at lagt lunnar undir tað samfelag, vit hava í dag. Orsøkin til, at veiðirætt­ indini seinastu árini hava fingið so stórt virði, eru tær skipanir og tað lógarsmíð, sum politisku myndugleik­ arnir gjøgnum árini hava staðið fyri, seinast við lógini um vinnuligan fiski­ skap, har flestu skip og bátar hava ávíst fiskidaga­ tal. Tá ið tað treingist saman um og skarvað verður burtur av teimum fiskidøg­ um, ið skip og bátar hava, veksur eftirspurningurin eftir óbrúktum fiskidøgum. Eins og í øðrum viður­ skiftum, er tað eisini í hes­ um førinum útboð, eftir­ spurningur og møguleikar fyri avkasti, sum avgera prísin. Tá fiskidagar gjørdust søluvøra Nú landsstýrismað­ urin í fiskivinnu­ málum mælir til at friða ein stóran part av Føroyabanka, gerast fiskidagarnir, sum eitt nú Tórleif Sigurðsson hevur keypt á Bankanum fyri eina miljón krónur, lítið og einki verdir Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í innleiðandi greinini oman­ fyri verður víst á, at tað er ikki tað almenna – ella landskassin – sum selir og keypir veiðirættindi, tá hesi verða handlað. Rættindini verða seld og keypt millum reiðaríir og feløg, sum eiga skip og bátar. Sambært sáttmála millum manningar­ feløg og reiðarar luttaka manningarnar ikki í hesum. Men líkamikið, hvør selj­ arin er, eru fiskidagar og veiðirættindi ikki ókeypis fyri tann, sum keypir. Ein av teimum, sum hev­ ur verið við til at keypt fiski­ dagar á eitt nú Føroyabanka, er Tórleif Sigurðsson í Klaksvík, sum seinastu árini hevur verið reiðari og útgerðarmaður hjá línuskip­ unum, Pison, Kvikki og Froyu. Í vár er Pison seldur í Vágar, men felagið í Klaks­ vík seldi ikki veiðirættind­ ini við skipinum – heldur ikki teir nógvu dagarnar, sum Pison átti á Føroya­ banka. Dýrir bankadagar Bankadagarnir eru keyptir fyri umleið 30.000 krónur hvør dagur, og soleiðis átti Pison fiskidagar á Føroya­ banka fyri út við eina miljón krónur, sum reiðaríið hevur rindað fyri. Nú Bjørn Kalsø hevur lagt fyri tingið uppskot um broytingar í lógini um vinnu­ ligan fiskiskap, verða veiði­ møguleikarnir á Føroya­ banka skerdir munandi. Vit hava tí spurt Tórleif Sigurðsson, sum soleiðis hevur goldið nógvan pening fyri at tilluta sær ein part av »ogn Føroya fólks«, um grundarlag er fyri endur­ gjaldi móti landsstýrinum, nú veiðimøguleikarnir verða skerdir. Reiðarin ásannar, at teir keyptu dagarnar á Føroya­ banka í eini tíð, tá hesir vórðu nógv verdir, og á heysti 2003 gjørdi Pison fleiri roktúrar á Bankanum. ­ Nú fiskiskapurin á Føroyabanka er minkaður niður í lítið og einki, og landsstýrið metir, at neyðugt er við fleiri økisfriðingum, mugu vit boyggja okkum fyri hesum. Hetta er sjálv­ andi eitt problem, men vit eru øll samd um, at neyðugt skil má vera í umsitingini av okkara fiskiveiði. Tórleif vísir á, at soleiðis, sum støðan er á Føroya­ banka, eru fiskidagarnir, sum felagið átti á hesum leiðum, ikki nógvir verdir í løtuni. ­ Í dag er ein fiskidagur á landgrunninum meira verdur enn ein dagur á Føroyabanka, leggur hann aftrat. Reiðarin tekur til, at tíbetur vita vit menniskju ikki alt – og slett ikki um alt, sum gongur fyri seg í náttúruni. ­ Fyri 2003 tosaðu menn um at friða Bankan, men júst hetta heystið rokfiskaði Pison á Føroyabanka. Tórleif ásannar, at so skjótt kunnu umstøðurnar broytast – í hesum førinum til tað verra, og so skjótt kunnu tær eisini broytast til tað betra aftur. Einki endurgjald ­ Nei, vit kunnu ikki vænta okkum nakað endurgjald fyri hesar keyptu dagar. Hinvegin kundi tað almenna keypt upp dagar á Bank­ anum, nú leiðir kortini verða friðaðar. Men hetta er ikki søtur »musikkur« í oyrunum hjá fleiri av okkara politikarum, sigur reiðarin í Klaksvík. Fiskidagar fyri 1 miljón kr. í vaskið - Tað almenna kundi keypt upp dagar á Føroyabanka, nú fleiri leiðir kortini verða friðaðar, men hetta er ikki søtur “musikkur” hjá fleiri av okkara politikarum, sigur Tórleif Sigurðsson, reiðari Mynd: Vilmund Jacobsen Alsamt fleiri íverksetarar yvirliva Seinastu trý árini er talið av íverksetarum tvífaldað, skrivar ErhvervsBladet, og vísir á, at alsamt færri, ið seta nýggjar fyritøkur í verk, gevast. Hendan framgongdin millum íverksetarar hevur ført til, at fleiri uppliva, at tað er lættari at reka egna fyritøku. Av teirri orsøk eru tað tískil munandi færri, sum velja at gevast sum íverksetarar. Tað gongur tískil væl hjá hjá teimum, sum seta í verk, og hetta er viðvirkandi til, at enn fleiri fremja ætlanir og hugskot í verki. Fleiri kenna seg í dag før fyri at seta spennandi ætlanir í verk, og er hetta við til at stimbra eitt fleksibult og vælvirkandi samfelag. Tey sum gevast, gera tað av konjunkturellum orsøkum. Tá tað hendir, vísir tað seg at vera lætt at finna nýggj arbeiði í løtuni, skrivar Erhvervsbladet.dk. Hilmar J. Højgaard í Smiðjuni í Lítluvík Fríggjadagin tann 3. aug. kl. 15 letur Hilmar J. Højgaard upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við á framsýningini eru uml. 25 nýggjir málningar. Framsýningin er opin til týsdagin 7. aug. og er opin fríggjadag til týsdag frá kl. 15 til kl.19 leygardagin er tó opið frá kl. 13 til kl. 18.