Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 147 - 2. august 2007 Marshall tekur við Tann 1. august tók Brian Marshall við sum nýggjur venjari hjá føroyska svimjilandsliðnum. Samstarvsavtalan, sum Svimjisamband Føroya og Svimji­ samband Íslands hava undirskrivað er galdandi fyri komandi árið. Brian Marshall er breti, men búsitandi í Íslandi. Umframt venjararoyndir innanfyri svimjing er hann eisini tætt knýttur at íslendska svimjisambandinum. NJM verður hildin í Føroyum í døgunum 1. og 2. desember í ár, og verður hetta sostatt fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðsvenjaranum. Eftir hetta stendur EM (á stuttbana ­ 25 m. hyljar) á skránni. Hetta verður í Ungarn smáar tvær vikur eftir kappingina í Føroyum. Kelda: www.123.fo Gongur sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ætlar, verður nýggj lóg sett í gildi á nýggjárinum, sum ger tað munandi lættari hjá ES-borgarum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum ÚTLENDINGAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ákoyringarnar móti útlend­ ingalógini hava verið støðugar og harðar, og tað hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við út­ lendingamálum, ætlanir um at gera nakað við. Saman við umsitingini og hinum ráðunum er lands­ stýrismaðurin í holt við at snikka eitt uppskot til, sum skal bøta munandi um teir trupulleikar, sum higartil hava verið ein stór forðing, bæði hjá útlendingunum í Føroyum, og hjá føroyskum arbeiðsgevarum. ­ Tað serliga við hesum uppskotinum er, at tað skal gerast lættari hjá ES­ borgarum at fáa arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í Føroyum. Talan er um »serliga skikk­ aða arbeiðsmegi«, og tað kann vera alt frá læknum til KT­fólk, og har er so ætl­ anin at gera ein sonevndan positivlista, har felt verður niður, innan hvørji starvsøki okkum vantar arbeiðsmegi. Hetta fer eisini at bøta og skunda munandi undir viðgerðina, tí stendur um­ søkjari á listanum, gongur viðgerðin skjótt ígjøgnum, sigur Jacob Vestergaard. Grein trý í uppskotinum viðgerð treytirnar hjá ES­ borgarum at koma til landið at arbeiða, og hesar treytir ganga í stuttum út upp á, at arbeiðsgevarin skal tryggja 30 tíma viku, og skal somuleiðis tryggja, at við­ komandi útlendingur arb­ eiðir undir somu lønar og setanarviðurskiftum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. ­ Hetta er fyri at tryggja, at ein arbeiðsgevari ikki tekur fremmanda arbeiðs­ megi inn at arbeiða fyri undirløn. Og hetta uppskot­ ið tryggjar, at til ber at hava neyvt eftirlit við hesum, sigur Jacob Vestergaard. Ásetingin »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn« verður ikki longur avgerandi, og tað merkir so aftur, at tað gerst munandi lættari hjá ES­borgarum at koma til Føroya. Vikarstova Eitt annað, og serliga áhuga­ vert nýtt, í uppskotinum, er møguleikin hjá fremmandari arbeiðsmegi at skifta mill­ um arbeiði og arbeiðsgev­ arar. Júst hetta hevur verið ein afturvendandi trupul­ leiki, og eitt av avgjørdu kritikkpunktunum. Fyri at koma hesum til lívs, verður í kladduni til uppskotið mælt til, at so­ nevndar vikarstovur fáa høvi at koma inn í mynd­ ina. ­ Vikarstovur eru vanligar aðrastaðni, tó ikki heilt ókendar hjá okkum, hin kendasta er helst Ocean White. Hesar vikarstovur fáa nú loyvi at virka á føroyska marknaðinum, og tað verður á tann hátt, at arbeiðstakarin verður starvs­ settur hjá vikarstovunum, sum síðani leigar arbeiðs­ megina út til føroyskar arbeiðstakarar, greiðir Jac­ ob Vestergaard frá. Hetta merkir í stuttum, at tú sleppur undan at binda útlendsku arbeiðsmegina til ein ávísan føroyskan arb­ eiðsgevara og eitt ávíst arbeiðspláss. Og hetta er júst tað, sum mest hevur verið funnist at. Ofta hevur tað verið so, at virkir liggja lið um lið á einum keiøki, og summar dagar er arbeiði á einum av virkjunum, aðrar dagar á hinum. Men útlendingurin er knýttur at eina virkinum, og fær tí bert arbeitt, tá arbeiði er á tí virkinum. Við vikarskipanini ber til hjá vikarstovuni at leiga arbeiðsmegina út til tað virki, sum tann dagin hevur brúk fyri henni. ­ Og tað má sigast at vera ein kollvelting á økinum, metir Jacob Vestergaard. Til gangs fyri ítróttin Eitt annað, sum hetta nýggja uppskotið leggur upp til, er, at ítróttafólk, sum koma til Føroya at íðka hjá føroyskum feløgum, nú kunnu fáa loyvi at arbeiða hjá øðrum føroyskum arbeiðsgevarum enn ítrótt­ arfeløgunum. ­ Hetta fer sjálvandi at merkja ein fíggjarligan bata fyri feløgini, tí tá sleppa tey undan at gjalda leikarunum so nógvan pening, sum neyðugt er í dag. Við hesum uppskotinum verður møgu­ ligt hjá útlendskum ítrótta­ fólki at arbeiða við síðuna og harvið fáa ein part av inntøkuni aðrastaðni, enn frá feløgunum, sigur Jacob Vestergaard. Talan verður tí í so máta um at venda aftur til eina líknandi skipan, sum var fyrr, tá ítróttafólk av fyrstan tíð komu til Føroya at íðka ítrótt. Men Jacob Vestergaard strikar undir, at talan er um eina kladdu, og ikki eitt liðugt uppskot. ­ Nú skal hetta uppskotið fyrst sendast út til hoyringar hjá viðkomandi pørtunum, tað vil siga arbeiðsgevaru­ num og teimum viðkomandi fakfeløgunum; her verður serliga hugsa um tey fak­ feløg, sum umboða ófak­ lærda arbeiðsmegi, sigur Jacob Vestergaard. Enn er ikki endaliga av­ gjørt, nær uppskotið verður lagt fyri tingið – treytað av sjálvandi, at undirtøka fæst fyri tí – men viðgerðin hjá donskum myndugleikum er fastløgd og verður klár einaferð í august mánaði. Landsstýrismaðurin mið­ ar ímóti at fáa lagt endaliga uppskotið fyri tingið einaferð í september, og hann vónar at kunna seta nýggju lógina í gildi fyrsta januar 2008. Høgligari hjá ES-borgarum Nú skal nakað henda á útlendingaøkinum. Jacob Vestergaard vónar at kunna seta eina nýggja útlendingalóg í gildi 1. januar 2008, sum ger tað munandi lættari hjá EU-borgarum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum Mynd: Leo Poulsen