hósdagur 2. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 147 - 2. august 2007
tíðindi
Tað mælti Annita
á Fríðriksmørk til
í umrøðu síni av
løgmansrøðuni í
tinginum í dag. Íløgan
stendur ikki mát við
nyttuna, tí vit tosa um
milliardaupphædd,
helt Annita
Politikkur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Stórar íløgur eru gjørdar í
farleiðina suður til Sands,
bæði vegur, stór og dýr
ferjulega og nýggj bilferja.
Hesar íløgur eiga at verða
gagnnýttar
í
eitt
ávíst
áramál, áðrenn vit fara at
tosa um nýggjar íløgur í
milliardaflokkinum.
So bersøgin var Annita á
Fríðriksmørk
á
tingsins
røðarapalli í dag, tá hon
viðgjørdi
ólavsøkurøðu
løgmans.
Annita vísti á, at tað mátti
metast
at
koma
undir
marglæti, at byggja ein so
dýran tunnil út í oynna,
bara so at sandoyingar
kundu sleppa inn á megin-
økið til tey frítíðartilboð, ið
her eru.
- Eg vænti ikki, at eitt øki
sum Sandoyggin fer at
blóma fyri tað, um tey fáa
ein undirsjóvartunnil, sum
tey fara at brúka eftir
arbeiðstíð, vísti Annita á
Fríðriksmørk á.
Men hon fekk kortini ikki
stóra undirtøku fyri hesum
sjónarmiðinum, heldur ikki
frá sínum egnu floksfeløg-
um. Bæði Finnur Helmsdal
og Høgni Hoydal gjørdu
greitt, at teir tóku ikki undir
við Annitu í hesum, og
vístu á, hvussu stóran
týdning tað hevur at binda
landið saman við føstum
sambandi.
- Hygg at bygdum sum
Vestmanna og Kvívík, tær
høvdu ongan møguleika
havt at ment seg á ein slíkan
hátt, sum tær hava, um ikki
fast samband var til hesar
bygdir,
segði
Finnur
Helmsdal.
Eisini Høgni Hoydal vísti
á, at fast samband til eitt
øki kemur ikki bert økinum
til
góða,
men
øllum
samfelagnum.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, og Jørgen Niclasen
úr Fólkaflokkinum vístu
somuleiðis á tað alneyðuga
í at binda økini saman, og
at alt samfelagið fekk gagn
av at fast samband fekst.
- Gævi sagt, at trupulleikin
var so einfaldur, sum eitt
dansistað ella ein frítíðar-
høll, segði løgmaður í síni
viðmerking.
Einasti, sum bar brá av at
stuðla undir tilmælið hjá
Annitu, var Olav Enomoto
úr
Sambandsflokkinum,
sum vildi hava eina gjøll-
igari viðgerð av málinum,
áðrenn endalig støða varð
tikin til Sandoyartunnilin.
Barsilsskipanin
Annita á Fríðriksmørk kom
eisini inn á barsilsskipanina
og ta sannroynd, at tað
»mangla« 2000 kvinnur í
Føroyum, í mestan mun í
árunum millum 20 og 40 ár.
Men hinvegin eru føroy-
sku kvinnurnar raskar at
eiga børn, tí í meðal eiga
tær 2,6 børn, og hetta er
væl hægri enn meðaltalið í
grannalondum okkkara.
- Hetta er einasta orsøkin
til, at fólkatalið kvinkar
uppeftir, tí tilflytingin er
stagnerað, vísti Annita á
Fríðriksmørk á.
Hon fíltist í hesum sam-
bandi at viðferini, sum
barsilsskipanin hevur fingið
seinastu árini frá sam-
gonguni.
- Neyðugt er at gera
barsilsskipanina góða og
nøktandi. Tað einasta sam-
gongan hevur gjørt, er at
lækka útgjaldið og stytta
um barnsburðarfarloyvið,
segði Annita á Fríðriks-
mørk.
Hon helt, at mest sømandi
hevði
verið,
at
barns-
burðarfarloyvið
var
52
vikur. Samgongan hevur
sett tað til 24 vikur, hóast
mælt verður til, at barns-
burðarfarloyvið í minsta
lagi skal vera 26 vikur.
Og í hesum málinum
fekk
Annnita
størri
undirtøku, serliga frá Finni
Helmsdal
og
Høgna
Hoydal.
Steðgið tunlinum
Annita á Fríðriksmørk mælti til at steðga Sandoyartunnilin. Men hon fekk ikki stóra undirtøku
fyri hesi hugsanini
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroyar nýta bert 0,8 % av
bruttotjóðarúrtøkuni til grans-
king, meðan t.d. Danmark
nýtir 2,6 %, og Ísland nýtir 3
%. Ovast á listanum er Svø-
ríki, sum nýtir 4 % av brutto-
tjóðarúrtøkuni til gransking.
Kanningin, sum Granskingar-
ráðið hevur latið gera, vísir,
at føroyska vinnulívið, hóast
lítla gransking, er nýskapandi
samanborið við onnur lond.
Verður hugt nærri at hesum
upplýsingum, gerst tó greitt,
at nýskapandi føroyska
vinnulívið ikki er slóðbrót-
andi, men endurnýggjar seg
við at herma og keypa nýggja
tøkni, sum er ment til um-
støður í øðrum londum. Eru
sólur á Tinganesi hálendsk
grafitti? spyr Helgi Mich-
elsen frá Fornminnissavn-
inum og prikar hervið hol í
sagnir um sólur og merki á
helluni á Tinganesi. Hann
gevur eina nýggja útlegging
av, hvat hesi tekin merkja, og
kemur til ta niðurstøðu, at
flestu merkini eru yngri, enn
vit hava hildið, og tey eru
ikki rist av føroyingum.
Sjófuglurin er í minking, og
Bergur Olsen frá Fiski-
rannsóknarstovuni, rópar nú
varskó í grein í Frøði.
Fuglateljingarnar hjá Berguri
Olsen vísa eina støðuga
minking av floygdum ritu-
pisum í Skúvoy í nøkur ár.
Støðan er so álvarsom, at
ongin ritupisa er komin
undan í 2004, 2005 og 2006.
Støðan minnir um tey ringu
árini síðst í 1980-árunum, tá
ið minkingin í sjófugli
boðaði frá stórari minking í
fiskiskapinum fylgjandi árini.
Føroya Fróðskaparfelag
gevur út Frøði í samstarvi við
granskingarstovnarnar í
Føroyum. Í blaðnum hesa
ferð eru greinir um Púka
Ljómurnar hjá Sjóvarbónda-
num og um, hvussu føroyskar
huldur broyta lit fyri at verja
seg móti álopum. Silvurfisk-
urin er eitt skaðadjór, men
samstundis eitt hugtakandi
elligamalt skordjór. Bókin
Nordatlanten og Troperne
verður ummæld. Frøði kostar
kr 48 í leysasølu og kemur út
tvær ferðir um árið. Tað ber
til at gerast haldari fyri kr 85
um árið og fáa blaðið sent.
Føroyar dumpa í gransking og menning
Tá Hans Pauli Strøm
helt sína røðu á
løgtingi stutt fyri
miðdag í dag, avvísti
hann, at sparingar
stóðu fyri framman
á almanna- og
heilsuøkinum
Politikkur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í røðu síni í sambandi við
viðgerðina av løgmansrøð-
uni, slepti Hans Pauli Strøm
einari lítlari bumbu. Upp á
ein fyrispurning frá Kára P.
Højgaard, sum tingmaðurin
hevði sett fram í gjár,
upplýsti landsstýrismaðurin
fyri almanna- og heilsu-
málaráðið, at hann á ongan
hátt fór at verða við í spar-
ingunum, sum samgongan
annars samdist um fyrst í
vikuni.
- Sparingar? Forget it!
So bersøkin var Hans
Pauli Strøm í svari sínum
til Kára P. Højgaard.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at fleiri verkætlanir vóru
í gongd og aðrar í umbúna,
so á hansara økið bleiv ikki
talan um nakra sparing,
tvørturímóti.
- Vit fara at brúka meiri
pening á almanna- og
heilsumálaøkinum, tað fer
komandi fíggjarlóg at vísa,
segði Hans Pauli Strøm.
Hvussu hetta kann sam-
einast við semjuna, sum
varð gjørd millum sam-
gonguflokkarnar
fyrr
í
vikuni, eftir at løgmaður
hevði kallað inn til fund, er
ikki greitt. Men tann semjan
gekk heilt greitt út upp á, at
sparast skuldu einar 100
milliónir í rakstrinum, og at
hvør landsstýrismaður sær
skuldi finna fram til, hvussu
hann
ætlaði
at
fremja
sparingar á sínum øki.
Skal semjan haldast, og
skal
málið
náast
um
sparingar
upp
á
100
milliónir, so er greitt, at
hini
seks
ráðini
skulu
semjast um eina sparing,
sum verður 100 milliónir
umframt tað, sum Hans
Pauli Strøm økir um sína
játtan.
Meiri pening takk
Forget it! Hans
Pauli Strøm
ætlar sær avgjørt
ikki at seta spar
ingar í verk á
sínum málsøki.
Tvørturímóti fer
hann at nýta meiri
pening á komandi
fíggjarlóg