hósdagur 2. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 2. august 2007
7
tíðindi
Dragin fekk eitt drekahøvd
Í gjárkvøldið kom skúlaskipið Dragin aftur av túri í Hetlandi og
Oyrknoyggjum. Í Hetlandi vitjaðu teir í Aith, har Dragin fekk eina gávu,
nevniliga ein galliónsfigur. Hetta var eitt drekahøvd við gapandi kjafti,
sum varð fest fram undir sprydið. Hátíðarhald var bæði á kaiuni og í
bygdahúsinum aftan á at drekahøvdið var komið upp at hanga. Hildið
verður at drekahøvdið er eitt satt listaverk, sum prýðir stevnið á
Draganum. Frá Hetlandi varð siglt til Kirkwall í Orknoyggjum, har útferð
varð gjørd til ymisk søgulig pláss sum t.d. Scapa Flow og steinaldarbydina
Scara Brae. Túrurin aftur til Føroyar tók 33 tímar, rættiliga frískur vindur
av suðri og útsynningi, so drekin fekk sjógv upp í kjaftin.
Løgmaður staðfesti
í ólavsøkurøðuni, at
føroysk gransking
fær ov fáar pengar,
men milliardin,
sum hann fyrr lov
að granskingini
frá einskiljingar
inntøkum, var ikki
nevnd. Hetta heldur
Rúna Hilduberg,
fráfarandi stjóri á
Granskingarráðnum,
vera syrgiligt
GRANSKING
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Tey seinastu tvey árini hev
ur løgmaður sagt í ólavsøku
røðuni, at ein grunnur skal
setast á stovn at fíggja før
oyskari gransking. Ein part
ur av inntøkunum frá ein
skiljingum skuldi setast í
henda grunn. Men í ár var
onki nevnt um henda grunn.
Hetta undrar Rúnu Hildu
berg, fráfarandi stjóra á
Granskingarráðnum.
Løgmaður segði í ársins
ólavsøkurøðu, at Lands
stýrið hevur gjørt nógv við
gransking við millum øðr
um ætlanini at seta á stovn
granskingarlund til vinnu
gransking. Og hann tosaði
eisini um ætlanina at seta á
stovn eitt yvirskipað vísinda
ráð og um týdningin av
tættari samstarvið við ES.
Rúna Hilduberg gleðist
um alt hetta, men tað hon
serliga beit merkið í við løg
mansrøðuni, var milliardin,
sum ikki varð nevnt.
Í 2005 segði løgmaður í
ólavsøkurrøðuni, at lands
stýrið ætlaði at seta ein
grunn til at fíggja gransking,
og at ein triðingur av inntøk
unum frá einskiljingunum
– upp til ein milliard krónur
– skuldi setast í henda
grunn.
Nøkunlunda
tað
sama varð endurtikið í
2006. Men nú einskiljingar
nar eru farnar í gongd,
verður milliardin knappliga
tagd burtur, sigur Rúna
Hilduberg undrandi.
Størsti trupuleikin við
gransking er manglandi
fígging. Hetta staðfesti løg
maður eisini, tá hann segði,
at Føroyar eru langt aftan
fyri onnur framkomin sam
feløg, tá tað snýr seg um at
seta pengar av til gransk
ing.
Men
Rúna
Hilduberg
heldur ikki, at tað er nokk
av Løgmanni bert at stað
festa,
at
Føroyar
eru
eftirbátur á hesum øki.
Komandi samstarvið
við ES hevur, sum sagt,
alstóran týdning fyri fígg
ingina av føroyskari gransk
ing. Men teir fíggja altíð
bara ein part, og føroyski
myndugleikarnir mugu taka
sína ábyrgd í størri álvara,
sigur fráfarandi stjórin í
Granskingarráðnum.
Hvar fór handa milli
ardin,
sum
granskingin
fekk lovað í 2005, spyr
Rúna Hilduberg, sum eftir
lýsir
ein
yvirskipaðan
g r a n s k i n ga r p o l i t i k k .
Granskingarlundin, sum nú
verður bygd, er eisini eitt
dømi um hetta.
Gransking krevur fígg
ing og eitt sterkt gransk
ingarumhvørvið. Vit fegn
ast um, at bygningurin kem
ur, men tað er sjálvandi ikki
nokk. Hvør skal sita og
granska í bygninginum, og
hvørjir granskingarstovnar
eru sterkir nokk at sam
starva um hetta, spyr Rúna
Hilduberg.
Hagtøl hjá Granskingar
ráðnum vísa, at Føroyar
bert nýta 0,8% av brutto
tjóðarúrtøkuni til gransking.
Hetta liggur langt aftanfyri
okkara grannalond. Dan
mark nýtir 2,6%, Ísland
3%, og Svøríki nýtir 4% av
bruttotjóðarúrtøkuni
til
gransking.
Milliard hvarv úr
ólavsøkurøðuni
Gransking í
ólavsøkurøðum
hjá løgmanni
2007
Føroyar eiga granskarar á høgum støði, hóast tær eru
langt aftanfyri onnur framkomin samfeløg, tá tað snýr
seg um at seta pengar av til hetta endamál.
Landsstýrið hevur tí sett fokus á hetta økið við
ætlanum um at skipa Lærda Háskúla Føroya, stovnseta
granskingarlund til vinnugransking og fáa eitt
yvirskipað vísindaráð at virka.
Ein týðandi vegur at menna føroyska gransking er
at fáa í lag tættari samstarv við ES. Fyri at styrkja um
hesa
tilgongd
hava
vit
sett
serkøn
fólk
í
Granskingarráðið og Mentamálaráðið at menna hetta
samstarv.
2006
Landsstýrið fer at seta á stovn ein búskapargrunn, har
serligar inntøkur til landskassan, eitt nú inntøkur frá
einskiljingum og eini møguligari oljuvinnuni, fara í.
Grunnurin skal millum annað nýtast til at standa ímóti
við í verri tíðum, til at gjalda niður almenna skuld og
til at fíggja gransking.
Gransking er eisini eitt øki, vit í sambandi við Visjón
2015 leggja stóran dent á at styrkja í framtíðini, og
Vísindaráð Føroya verður sett í næstum. Vit hava nú
fingið eitt ílegusavn, sum verður liður í at byggja upp
eina ílegugransking í Føroyum.
2005
Landsstýrið ætlar at seta á stovn ein grunn til at fíggja
gransking og nýmenning. Sum innskot í grunnin skal
fara ein triðingur av inntøkum landskassans frá
einskiljingunum - upp til 1 mia. kr.
Setast skal á stovn ein granskingarlund, sum skal
leggja dent á lív- og ílegutøkniska gransking. Hesin
stovnur skal hava ein miðsavnandi leiklut í at brúka
granskingarúrslit til vinnulig endamál, og soleiðis
gera sítt til, at føroyskar fyritøkur og vørur standa seg
í aljtóða kapping.
Granskingarumhvørvið verður styrkt við m.a. at fáa
í lag samstarv millum granskingarstovnar og lærda
háskúlan. Somuleiðis er neyðugt at styrkja netverk og
samstarv við útlond, millum annað við luttøku í ES-
verkætlanum, har okkara samstarvsmøguleikar vaksa
munandi, um vit sjálvi hava eitt sterkt og virkið
granskingar-umhvørvi.
Til tess at samskipa játtanirnar til gransking skal
verandi granskingarbygnaður umskipast. Sett verður
á stovn Føroya Vísindaráð, ið skal orða yvirskipaða
granskingarpolitikkin, raðfesta og veita fíggjartrygd. Í
ráðnum sita løgmaður, avvarðandi landsstýrismenn
og umboð fyri vinnu og gransking.
Jóannes Eidesgaard segði í ólavsøkurøðuni, at føroyar eiga granskarar á høgum støði, men Føroyar eru langt aftanfyri onur
framkomin samfeløg, tá tað snýr seg um at seta pengar av til hetta endamál