Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 147 - 2. august 2007 Logos II vitjar Suðuroynna Hósdagin í komandi viku fær Tvøroyri eina rættiliga sjáldsama og forvitnisliga vitjan. Tá fer nevniliga trúboðaraskipið Logos II at leggja til bryggju og verður liggjandi har alt vikuskifti. Tað er felagsskapurin Operation Mobilisation (stytt: OM) ið eigur hetta skipið. Hetta er sami felagskapur sum eigur gomlu Norröna. Undir vitjanini á Tvøroyri fáa fólk høvið at vitja ymisku tiltøkini, ið verða fyriskipað . Her verður m.a. talan um eina stóra bókasølu, eina serstaka “international café”, rundvísing av skipinum og onnur spennandi tiltøk fyri øll. Upprunaliga var ætlanin at gamla Norröna, sum nú eitur Logos Hope, skuldi koma higar í ár. Umvælingin av skipinum tók tó longri tíð enn væntað, og tí verður henda vitjanin av ongum í ár. Men lítil ivi er um, at skipið fer at koma hendavegin í nærmastu framtíð. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað hevur verið almenn vitan, at leiklutur Føroya í ES rammuavtaluni, sum gevur atgongd til 380 milliardir krónur ikki enn er komin í eina fasta legu GRANSKING Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Sosialurin hevði í gjár sam­ røðu við Rúnu Hilduberg um ES rammuavtaluna, sum vís­ ir seg ikki at vera sett í gildi, hóast boðini vóru eini onnur úr Mentamálaráðnum fyrr í ár. Fráfarandi stjórin í Gransk­ ingarráðnum segði, at núverandi støða er eitt úrslit av, at umsøknin varð send alt ov seint. Hon sigur, at ábyrgd­ in av hesum liggur í løgmans­ skrivstovuni, sum hevur ábyrgd fyri uttanlandsmálum og altjóða avtalum. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, sigur at ongin form­ lig umsøkn er farin av stað, men at tilgongdin fór í gongd áðrenn hetta. ­ Samanumtikið snýr tað seg sum so ikki um at senda eina umsókn. Tað sum er av­ gerandi er, at partarnir blíva samdir um ein løgfrøðiligan leist og ikki minst, at politi­ skur vilji er í ES­nevndini er til at fremja málið. Tað er tað ikki enn, sigur Jóannes Eidesgaard. ­ Eftir áheitan frá gransking­ arumhvørvinum í Føroyum og frá Mentamálaráðnum varð í 2004 samband tikið upp við ES um at kanna møgu­ leikarnar at fáa í lag gransk­ ingarsamstarv, og síðani tá hevur málið verið á dags­ skránni hjá ES, og vit hava arbeitt miðvíst við málinum alla tíðina, greiðir hann frá. Málið hevur verið umrøtt á árligu felagsnevndarfund­ um millum Føroyar og ES, og tað verður aftur á dags­ skrá á komandi felagsnevnd­ arfundi í heyst í ár. Jóannes Eidesgaard sigur, at málið um granskingar­ samstarv eisini hevur verið umrøtt í eini røð av óform­ ligum fundum millum før­ oysk embætiskfólk og em­ bætisfólk úr ES, eins og løg­ maður og landsstýrismaðurin í mentamálum hvør sær hava tikið málið upp politiskt við ES. Á komandi felagsnevnd­ arfundi vónar hann, at fáa endaligt svar frá ES. ­ Frá byrjan hevði ES­aðal­ stýrið fyri gransking eina jaliga støðu. Tó so, at rætta løgfrøðiliga grundarlagið fyrst skuldi finnast at grunda sáttmálan á. Í hesum sam­ bandi hava eitt nú hesir leistir verið umrøddir ­ at Føroyar gerast partur av donsku granskingarskipanini umvegis Danmark, ella at Føroyar gerast partur í einum atlimaskapi. Rúna Hilduberg greiddi í blaðnum í gjár frá, at tey eftir boðum úr Mentamálaráðnum høvdu sett ES samskiparar til at taka sær av millum øðrum nýggju avtaluni við ES. Men eftir at tey vóru sett, vísti tað seg, at avtalan als ikki er komin í gildi. Sosialurin spurdi løgmann, hví allir partar ikki vóru kunnaðir, tá Petur Petersen bar skeiv boð í miðlunum. Løgmaður leggur dent á, at Granskingarráðið liggur undir Mentamálaráðnum og ábyrgdin tí liggur har. ­ Men Mentamálaráðið hevur í hesum sambandi lagt dent á, at tey regluliga hava kunnað Grankingarráðið um gongdina. Harafturat var í samrøða í ÚF, tann 6. mars 2007, greitt frá, hvussu støðan var viðvíkjandi vantandi atgongd til ES­ granskingin, og fleiri greinar hava verið um sama evni, eitt nú í Vinnuvitan, tann 21. juni 2007 og 5. juli 2007. Núverandi støðan hevur tí ikki verið nakað loyndarmál, men almenn vitan, heldur løgmaður. Jóannes Eidesgaard stað­ festir eisini, at ES samskip­ arnir hjá Granskingarráðnum eru settir av góðari grund. ­ ES myndugleikar innan gransking hava víst á týdn­ ingin av, at Føroyar í verki kunnu vísa, at Føroyar veru­ liga ynskja eitt samstarv við ES. Innan granskingarøkið var tí fyrimunur, at Føroyar, eins og onnur lond, útvega sær ministerielt tilmæltar persónar, sum ES granskingarmyndugleikar skráseta í sínar dátugrunnar. Hetta gevur ES møguleika fyri at seta seg beinleiðis í samband við hesi umboð í Føroyum, sum síðani kunna luttaka í viðkomandi ES granskingarnetverkum v.m. Eykajáttanin var tí neyðug til tess at seta størv, ið kunna røkja ES uppgávur innan granskingarøkið, soleiðis at ES kann staðfesta, at Føroyar veruliga meina ynskið um økt samstarv við ES. Hetta verður framvegis mett sum ein týðandi háttur hjá Før­ oyum mótvegis ES at prógva bæði vilja og gerð aftanfyri føroyska ynskið um gransk­ ingar­ og útbúgvingarsam­ starv. Harafturat kann nevn­ ast, at slík netverk hava eisini týdning lika mikið um sam­ starvið fer fram í ein trið­ landsskipan ella sum partur av granskingarskránni, stað­ festir Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Samráðingarnar við ES eru onki loyndarmál Fráfarandi stjórin á Granskingarstovuni fegnast um, at grund­ arlagið fyri at føra ein uppbyggjandi og munadyggan granskingarpolitikk nú fyriliggur GRANSKING Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Hóast langt er eftir á mál, til Føroyar eru á altjóða støði innan gransking, so gleðist Rúna Hilduberg um tey framstig, sum eru hend, síðani Granskingarráðið varð sett á stovn í 2002. ­ Tað, sum eg eri stoltast av, er, at eitt yvirskipað Vís­ indaráð nú verður sett á stovn, og at hagtøl eru fing­ in til vega at byggja ein samskipaðan og langtíðar granskingarpolitik á. Løgmaður nevndi Vís­ indaráðið í ársins løgmans­ røðu. Men tað gjørdi hann eisini tvey tey seinastu árini. Rúna Hilduberg greiðir frá, at Vísindaráðið varð samtykt í mei 2006. Men ósemja um, hvør skuldi seta útvelj­ ingina av limum í gongd, førdi við sær, at nevndin enn ikki er sett. ­ Men nú er næstan komið uppá pláss, og eg vænti, at ráðið kemur at virka innan stutta tíð, sigur Rúna Hildu­ berg. Vísindaráðið verður eitt viðtøkuført ráð. Løgmaður verður formaður, landsstýr­ isfólk verða limir umframt umboð fyri vinnu, arbeiðs­ takarar og gransking, og stjórin í Granskingarráðn­ um verður skrivari. Sambært Rúnu Hilduberg er stórur tørvur á hesum ráðnum. Granskingarøki er býtt út á flestu aðalráð, og torført hevur verið at fáa nøktandi samskifti og semj­ ur. Eisini gevur Vísindaráðið granskarum beinleiðis atgongd til politisku skip­ anina. ­ Aðra staðni hava bæði politisku flokkar og stjórnir ein greiðan granskingarpol­ itik, men soleiðis er ikki í Føroyum. Her ræðist man politiska raðfesting á gransk­ ingar økinum. Men politiska luttøkan í vísindaráðnum fer at tvinga politikarar at taka støðu og finna semjur. ­ Klandri um hvør hevur ábyrgdina fyri manglandi ES luttøku vísir eisini greitt, at tørvur er á einum viðtøku­ førum yvirskipaðum ráðið. Eitt annað, sum Rúna Hilduberg fegnast um, er, at hagtøl nú eru tøk at byggja ein veruligan granskingar­ politik á. Fyrr í vár gav Granskingarráðið fleiri bólk­ ingar út, sum út í æsir lýsir fyritreytirnar fyri og umstøð­ urnar hjá granskingini í Før­ oyum. Nú fer at bera til at føra granskingarpolitik