mikudagur 11. apríl 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
18
Nr. 71 - 11. apríl 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Skal útjaðaranum
ikki verða afturút-
sigldur, verður tað
neyðugt at flyta
nógva umsiting úr
Havn, út um landið,
sigur Økismenn-
ingarbólkurin, sum
mánakvøldið legði
úrslitið av sínum
arbeiði fram
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
– Er politiski viljin á Før-
oya Løgtingi tann, at útjað-
arin eisini skal verða við í
eini framtíðarmenning av
føroyska samfelagnum, er
tað ikki nøktandi at lata
onkra hendinga krónu til
einstakar verkætlanir, ella
at flyta onkran skúla út á
bygd.
– Veruleikin er tann, at
uttan munandi nýhugsan
verður útjaðarin ikki førur
fyri at gerast partur í eini
komandi samfelagsmenn-
ing, sum setur sera stór
krøv til tann einstaka sam-
felagsborgaran.
Hetta er ein av niðurstøð-
unum í álitinum, sum Økis-
menningarbólkurin legði
fram mánakvøldið.
Tí skjýtur bólkurin upp at
kollvelta bygnaðin í al-
mennu umsitingini í Før-
oyum so at munandi meiri
umsiting verður flutt út um
landið.
Bólkurin skjýtur upp at
býta Føroyar sundur í fimm
fyrisitingarlig øki.
Ein stórur partur av um-
sitingini hjá landinum, skal
síðani leggjast út til hesar
fimm felagsfyrisitingarnar
at umsita.
Bólkurin skjýtur upp at
ein felagsfyrisiting skal
vera fyri Suðurøkð, ið fevn-
ir um Suðuroy, Stóru Dím-
un, Skúvoy og Sandoy. Í
Suðurøkinum
koma
at
búgva 6.416 fólk.
Ein onnur fyrisiting skal
fevna um Vesturøkið, ið
fevnir um Mykines, Vágar
og vestara part av Norð-
streymoy. Í hesum økinum
koma at búgva 4.441 fólk.
Triðja økið verður Eyst-
uroyarøkið, ið er eystari
partur av Norðurstreymoy
og vestari partur av Eystur-
oynni, íroknað Skálafjørðin
og Gøtu. Í Eysturoyarøkin-
um koma at búgva 8.266
fólk.
Fjórða økið verður so
Norðoyar Øki, ið fevnir um
restina av Eysturoynni og
Norðoyggjarnar. Hetta økið
verður 8.692 fólk.
Og fimta økið verður so
Tórshavnar Øki, ið fevnir
um Hest, Koltur og Nólsoy,
umframt Tórshavn. Hetta
verður nógv tað fólkarík-
asta øki við 18.199 fólkum.
Umsitingin flytast
Bólkurin staðfestir, at í dag
verður nógv tosað um eitt
nýtt fyrisitingarligt býti
millum land og kommunur.
Orsøkin til hesa nýhugs-
an tykist at vera, at hildið
verður, at tað er neyðugt at
gera eitt meiri hóskandi
ábyrgdarbýti millum mál,
sum skulu loysast í mið-
fyrisitingini og mál, sum
eiga at verða loyst lokalt.
– Hetta er m.a. neyðugt,
fyri at optimalar loysnir eis-
ini kunnu finnast á spurn-
ingum, sum eru neyvt
knýttir at ávísum lokaløki.
Økismenningarbólkurin
tekur fult undir við hesi
grundhugsan.
Fyrisitingin sum er, er
fyrst og fremst býtt sundur í
funktiónir og síðani er hon
býtt sundur í øki. Skal fyri-
sitingin flytast út um alt
landið, er tað tí neyðugt at
broyta bygnaðin í fyri-
sitingini sum er.
– Í framtíðini mugu vit
fáa eina skipan, har økini
koma fyrst og síðani funk-
tiónirnar, soleiðis at dagliga
fyrisitingin verður kring
landið, men høvuðssam-
skipanar- og eftirlitsfunk-
tiónir verða varðveittar í
miðfyristingini.
Men økismenningarbólk-
urin vísir samstundis á, at
skal hetta gerast, er tað
eisini avgerandi neyðugt at
skapa fortreytirnar fyri, at
tað kann gerast.
– Tað gevur onga mein-
ing at tosa um at skapa
karmar fyri trivnaði, út-
búgving og vinnulívi, um
kommunurnar samstundis
eru bundnar á hond og fót
av stórari kommunuskuld.
– Tað gevur heldur onga
meining at loyva lítlum
kommunum at gera, sum
tær vilja, um eingin pening-
ur er at gera nakað fyri tí at
inntøkurnar av kommunu-
skatti eru so lágar
– Alt tos um, at fyrisit-
ingarligar uppgávur skulu
leggjast út, er sostatt treyt-
að av eini skipan, sum ger
tað gjørligt hjá økjunum til
fulnar at taka við hesi
ábyrgd, sigur økismenning-
arbólkurin.
Trý nærleikastig
Fyri at skapa fyritreytir fyri
eini skipan, har avgerðir
verða tiknar á einum hósk-
andi nærleikastigi, leggur
Økismenningarbólkurin
upp til, at fyrisitingarliga
verða Føroyar býttar sundur
í trý ymisk nærleikastig.
Hesi trý nærleikastigini
eru ávikavist land, øki og
kommunur.
Hesin bygnaður er væl
kendur í londunum rundan
um okkum. Í Noregi verða
tílíkar
eindir
nevndar
“fylki”, í Danmørk verða
tær kallaðar “amt”.
Felags fyri dømini om-
anfyri er, at talan er um
eina fyrisitingarliga skipan,
sum krevur munandi orku
og førleika. Í londunum
rundanum okkum er tað so-
leiðis, at hesar eindir hava
fyrisitingarligu ábyrgdina
av stórum uppgávum. Í
Danmark hava tær eitt nú
ábyrgdina av sjúkrahús-
verkinum.
Her er talan um uppgáv-
ur, sum eru ov tungar at
leggja á kommunurnar.
Hinvegin eru tað ofta
lokal viðurskifti, sum gers
seg galdandi , og sum gera,
at tað ikki er nøktandi, at
miðfyrisitingin hjá landin-
um røkir hesar uppgávur, tí
tað er ikki í samsvari við
fortreytirnar um eitt hósk-
andi nærleikastig.
Umhvørvi – í einum sera
víðum týdningi – krevst
fyri at fáa fólk við góðari
útbúgving at støðast uttan
fyri miðstaðarøkið. Nýggja
skipanin við størri felags-
fyrisitingum kring landið er
ein av fyritreytinum fyri
yvirhøvur at kunna fáa
skapt tílík umhvørvi í út-
jaðaranum.
– Eitt betri lokalt um-
hvørvi fer at draga fólk við
góðari útbúgving til sín, og
júst hesi fólkini kunnu
verða við til at styrkja um-
hvørvið í útjaðaranum enn
meiri.
– Við hesum verður ein
“ónd ringrás” brotin og ein
góð skapt, sigur økismenn-
ingarbólkurin.
Heilt onnur
samanseting
Økismenningarbólkurin
sigur, at bygnaðurin fyri
eina slíka felagsfyrisiting
kundi verðið skipaður í
Felagsráð, Umboðsnevndir
og Felagsumsiting.
Felagsráðið verður eitt
ráð, ið er samansett av øll-
um borgarstjórunum í ein-
um øki. Tað vil siga, at í fe-
lagsráðnum fyri Vesturøkið
sita
borgarstjórarnir
í
kommununum í Vágum,
Vestmanna
og
Kvívík.
Borgarstjórarnir fáa við
hesum eitt felags-forum,
har avgerðir, sum hava
týdning fyri alt økið, verða
tiknar.
Borgarstjórarnir eru í dag
løntir eftir eini skipan, har
smáar
kommunur
hava
borgarstjórar, sum eru lønt-
ir hálva tíð, og størri bygdir
og býir hava borgarstjórar
við fullari løn. At borgar-
stjórarnir sostatt hava veru-
ligan møguleika at arbeiða
við álvarsmálum, sum hava
týdning fyri økini, skuldi
eisini styrkt felagsráðini
munandi.
Umboðsnevndir verða
býttar sundur í málsøki,
sum t.d. sosiala nevnd,
mentanarnevnd, heilsu- og
umhvørvisnevnd osfr.
Í hesum nevndum sita
formenninir í kommunalu
nevndunum, sum longu eru
í tí kommunalu skipanini.
Fyri at nevna eitt dømi,
førir hetta við sær, at
formenninir fyri teimum
ymsu nevndunum í Tvør-
oyrar og Vágs kommunur,
mugu í felag finna fram til,
hvussu m.a. havna- og
skúlaviðurskifti á bestan
hátt kunnu skipast fyri alt
Suðurøkið.
– Tílíkar umboðsnevndir,
har ábyrgdin og avgerðar-
rætturin gerst eitt felags-
mál, stimbra eina tilgongd,
har burðardyggar avgerðir,
sum gagna øllum økinum,
verða raðfestar høgt.
Felagsfyrisitingin kann
verða bygd upp soleiðis, at
tey, sum í dag arbeiða hjá
kommununum, verða flutt
yvir í felagsfyrisitingina.
– Eftir hesum leisti verð-
ur í fyrstu atløgu sostatt
ikki talan um munandi
sparingar í starvsfólkakost-
naði, men hinvegin verður
fyrisitingin heldur ikki
darvað av einum tíðar-
skeiði, har umsitingin skal
seta eina rúgvu av nýggjum
starvsfólki inn í lokal
viðurskifti.
– Eftir at tann nýggja
fyristingin hevur fótað sær,
kemur hetta sjálvandi at
føra til broytingar, tí at upp-
gávurnar koma líðandi at
broytast. Eftirspurningur
verður eftir fakfólki, sum
skulu taka sær av nýggju
uppgávunum hjá felags-
fyrisitingini,
og
kemur
hetta at føra til eina heilt
aðra samanseting av starvs-
Føroyar eiga at verða
býttar sundur í fimm øki
Soleiðis heldur Økismenningarbólkurin, at Føroyar eiga verða býttar sundur í fimm øki. Hetta
er neyðugt, fyri at tað skal bera til at flyta umsiting úr Havnini og út um landið. At flyta
umisitingina er avgerandoi fyri at fáa útjaðaran við í menningina av samfelagnum, sigur
økismenningarbólkurin
fólki, enn tær kommunalu
umsitingarnar hava í dag.
Sterkari útjaðari-
sterkari Føroyar
Bólkurin sigur, at enda-
málið við at skipa nakrar
lutfalsliga stórar felagsfyri-
sitingar fyri tey ymisku
økini, byggir á nakrar
grundleggjandi niðurstøð-
ur, sum hann er komin til.
Hesar niðurstøður eru í
høvuðsheitum, at eingin
burðardygg økismenning
gerst veruleiki uttan:
– At útjaðarin verður
styrktur munandi, soleiðis
at fyrisiting, ábyrgd og av-
gerðarrættur á t.d. týdn-
ingarmiklum trivnaðarøkj-
um, verða lokal mál, tvs, at
tey verða loyst í teimum
ymsu økjunum.
– At fleksiblar og betri
hóskandi loysnir verða
settar í verk kring landið,
soleiðis at tað ber til at
krevja, at somu viðurskifti
eru galdandi í Tórshavn,
Klaksvík og Fámjin t.d.
viðvíkjandi barnaansing.
– At økini fáa nóg mikið
av fyrisitingarligum upp-
gávum, soleiðis at lykla-
funktiónir, sum fjarskifti,
samferðsla, postflutningur,
o.a., loysa seg eftir mark-
naðarbúskaparligum treyt-
um kring alt landið.
Økismenningarbólkurin
staðfestir, at sterkar felags-
fyrisitingar eru tað sama
sum ein sterkari útjaðari,
og ein sterkari útjaðari eru
einar sterkari Føroyar.
Uttan á nakran hátt enda-
liga at staðfesta, hvørji
málsøki skulu loysast av
eini komandi felagsfyrisit-
ing, gevur listin niðanfyri
eina greiða ábending um,
hvørji málsøki tað skal
umhugsast at leggjat út til
økini í eini neyðugari
spjaðing av fyrisitingingin:
• Almanna- og heilsumál
• Onnur sosialmál
• Undirvísingarmál
• Onnur mentamál
• Umhvørvis- og
trygdarmál
• Vinnumál
Bólkurin sigur, at upp-
gávurnar hjá felagsfyri-
sitingini í teimum ymsu
økjunum kunnu t.d. verða
Sosialfyrisiting,
íroknað
sosiala nevnd, barnavernd,
skúlaverkið, íroknað skúla-
stýri, barnagarðar, vøggu-
stovur, dagrøktarskipanir,
heilsumiðstøðir,
komm-
unulæknar, heilsusystrar,
skúlaheilsusystrar,
tann-
læknar, ljósmøður, ellis-
heim, røktarheim, eldra-
sambýli, umlættingarheim,
heimarøkt, vardir verkstað-
ir, dagtilhald, osfr.
Sum heild kunnu hesar
uppgávur sigast at vera
lutfalsliga strategiskar og/
ella politiskar.
Hinvegin kunnu uppgáv-
urnarnar hjá kommunun-
um verða: Kommunuskatt-
ur, býarskipan, íroknað
kommunalar vegir, vatn-
veiting til sethús, rottanga-
skipan, spillivatnsleiðing,
kirkjugarðar,
hegnsýnis-
nevnd osfr.
Sum heild kunnu hesar
uppgávurnar sigast at vera
ítøkiligar, praktiskar .
Umsitingin liðast
sundur
Økismenningarbólkurin
sigur, at skipanin við fe-
lagsfyrisitingum
kring
landið kann gerast so líð-
andi, har m.a. kommunu-
skipanin verður varðveitt.
Tað kann eisini sum ein
partur av einum nýggjum
býti millum tað miðsavn-
aðu fyrisitingina og økini
kring landið, har eisini
sjálv
kommunuskipanin
verður broytt samstundis.
Bólkurin heldur tó ikki,
at tað var arbeiðssetning-
urin at viðgera kommunu-
samanlegging sum serskilt
mál.
Men
uttan
mun
til
kommunusamanlegging,
staðfestir bólkurin, at tað
hevur alstóran týdning at
fáa størri fyrisitingarligar
eindir kring landið, um vit
vilja, at føroyska samfelag-
ið í felag skal mennast
komandi árini.
–
Privatiseringin
av
fjarskiftinum
og
sam-
ferðsluni og øðrum, sam-
felagsligum lyklafunktión-
um, oljuvinnan, fjarskiftis-
samfelagið
og
altjóða-
gerðin – øll hesi viðurskifti
krevja, at vitan, ábyrgd og
avgerðarrættur verða ein
nattúrligur partur av at liva
og virka í útjaðaranum.
– Hesum slepst ikki und-
an, um livilíkindi eisini
frameftir skulu verða kring
alt Føroya land, sigur økis-
menningarbólkurin.
Men bólkurin leggur eis-
ini dent á, at tað er avger-
andi, at felagsfyrisitingar-
nar ikki verða eitt lið aft-
urat í føroyskari fyrisiting.
– Skipanin skal leggjast
soleiðis tilrættis, at felags-
fyrisitingarnar fáa uppgáv-
ur og ábyrgd bæði frá mið-
og kommunalfyrisitingini.
– Heldur enn at leggja
eitt lag afturat føroyskari
fyrisiting skal nýggja skip-
anin taka tvey løg burtur,
har kommunala umsitingin
framyvir eigur at taka sær
av ítøkiligum lokalum mál-
um.
– Hinvegin skal lands-
myndugleikin hava eftir-
litsfunktiónina og syrgja
fyri, at felagsfyristingarnar
kring landið loysa sínar
uppgávur til lítar, sigur
Økismenningarbólkurin.
Føroyar eiga at verða býttar sundur í fimm
øki…
Skulu tey ymsu økini í Føroyum mennast, er neyðugt at leggja umsiting úr Havnini út um landið, sigur Økismenningarbólkurin.
Á myndini frá vinstru: Bogi Mortensen, formaður í bólkinum, Dennis Holm og Karl Vidtfeldt, sum eisini eru limir í bólkinum
Mynd: Jens K. Vang