mikudagur 11. apríl 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2001
17
gult17 cyan17 magenta17 svart17
16
Nr. 71 - 11. apríl 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
– Ítøkiligar ætlanir
eru um at gera íløgur
fyri 15 milliónir í
vinnuvirki av ymsum
slagi í Vági. Hesi
virkini fara at geva
arebiði til eini 120-
150 fólk
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
Gongst sum ætlað verða
fiskavirki fyri einar 150
milliónmir krónur sett á
stovn í Vági í næstum.
Fá, ella ongi pláss í
landinum hava verið so hart
rakt av kreppuni, sum
Vágsbygd, men hesi sein-
astu árini hevur tað gingið
framá aftur.
Og nú eru ítøkiligar ætl-
anir um at gera íløgur fyri
150 milliónir krónur í virki
av ymsum slagi í Vági.
Í Økismenningarálitin-
um, sum varð almanna-
kunngjørt
mánakvøldið,
verður upplýst, at talan er
um virki í alivinnuni og í
uppisjóvarvinnuni,
sum
ætlanin nú er at seta á stovn
í Vági.
Eitt nú hava vit fingið
uppspurt, at Heri Hjelm,
ætlar at leiga gamla flaka-
virkið Polarfrost frá Føroya
Fiskavirking. Har ætlar
hann at gera eitt laksavirki,
sum skal geva arbeiði til
yvir 100 fólk.
– Alivinnan hevur verið
fyri stórari menning sein-
astu árini. Eisini eru eig-
araviðurskiftini broytt, so at
í nú er bara ein alari í
Suðuroy. Hetta hevur ført
við sær, at alivinnan nú
tykist vera ein tann vinnan,
ið hevur størstar menn-
ingarmøguleikar í Suðuroy,
sigur økismenningarálitið.
Umframt laksavirkið hjá
Hera Hjelm, ætla Johan
Dahl, og onnur, at gera
byggja
frystigoymsluna
sum er í Vági, út. Haraft-
urat ætla teir at gera eitt
uppisjóvarvirki, sum eisini
gevur arbeiði til nøkur fólk.
Økisálitið sigur, at sam-
anlagt fara hesar íløgurnar
at skapa arbeiðspláss fyri
upp ímóti 150 fólkum.
Verða hesi virkini til
veruleika, fara tey at hava
ein útflutning uppá eini
50.000 tons av fiskavørum
um árið, og tað fer at gera
Vág til eitt av størstu fiski-
vinnuplássum í landinum.
Hevur ment aðrar
vinnur
Økismenningarálitið sigur,
at rundanum fiskivinnuna
og alivinnuni hava eisini
aðrar vinnur í økinum ment
seg.
Hetta eru vinnur , sum í
nógvum førum beinleiðis
eru knýttar at fiskivinnuni
og alivinnuni sum veitarar.
– Hetta hevur m.a. verið
galdandi fyri jarnsmíð og
smiðjuvinnu. Eisini tykjast
stórir møguleikar at vera í
nýggja lemmavirkinum í
Vági, samstundis sum sam-
starv millum smiðjur á
Tvøroyri og í Vági kann
gerast ein stórur fyrimunur
í framtíðini.
Betri samband
Økismenningarálitið ger tó
samstundis vart við, at at
ætlaðu íløgurnar í Vági eru
tengdar at møguleikunum
fyri beinleiðis sambandi
við útheimin.
Hetta setir so aftur økt
krøv til bryggjukant og
dýpið í havnini.
Í hesum sambandi eru
ítøkiligar ætlanir um at gera
eina sokallaða djúpvatns-
havn í Vági,
– Um ætlanin gerst veru-
leiki, er hetta er eitt ítøk-
iligt dømi um, at kommuna
og land skapa karmar, til
tess at stórar privatar íløgur
kunnu gerast veruleiki.
– Ein beinleiðis farma-
leið úr Vági á evropiska og
ameriska meginlandið kann
somuleiðis skapa nýggjar
møguleikar fyri fiskafram-
leiðarar í Suðuroy sum
heild, sigur økismenningar-
álitið.
– Fíggingarstovnarnir
seta størri krøv til
virki í útjaðaranum,
enn til virki í Havn.
Tí skuldi Framtaks-
grunnurin verið
umskipaður, so at
hann í størri mun
kundi stula virksemi
úti um landið, sigur
Økismenningarbólku
rin
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
– Tað er stórur tørvur er á
einum økismenningarfígg-
ingarstovni í Føroyum.
Tað er ein av niðurstøð-
unum hjá Økismenningar-
bólkinum, sum legði álitið
fram mánakvøldið
Bólkurin vísir á, at fígg-
ing hevur sjálvsagt av-
gerandi týdning fyri møgu-
leikan at reka vinnuligt
virksemi á einum staði ella
í einum øki.
Men tað er stórur munur
á, hvussu møguleikarnir
eru at fáa fígging í teimum
ymsu pørtunum í landinm.
– Eins og munur er á,
hvussu nógv virksemi er
ymsastaðni í landinum, er
tað eisini stórur munur á,
hvussu fíggingarmøguleik-
arnir eru.
Økismenningarbólkurin
sigur, at sum heild verða
størri krøv sett til verk-
ætlanir í útjaðaranum enn í
miðstaðarøkinum.
Og miðstaðarøkið, tað er
í hesum føri stórir partar av
Streymoy og Eysturoy.
– Heildarmyndin er so-
statt tann, at fíggingar-
stovnar síggja størri váða í
at fíggja eitt virki, ið er í
t.d. Sandoy enn teir høvdu
sæð í at fíggja sama virkið í
Havn .
– Í sjálvum sær ger hett,
at sjálv landafrøðiliga stað-
setingin kann vera ein
forðing, tá ið ein hevur
ætlanir um at seta á stovn
virki .
Og hetta darvar hetta so-
statt
allari
vinnuligari
menning uttan fyri mið-
staðarøkið, sigur Økis-
menningarbólkurin.
Broyta
Framtaksgrunnin
Bólkurin sigur, at í lond-
unum rundanum okkum,
eru almennir fíggingar-
stovnar og –grunnar, ið
hava til endamáls at taka
henda eyka váða, uppá seg,
ið vanligu fíggingarstovn-
arnir meta er til staðar, tá ið
metast skal verkætlanir í
útjaðaranum.
– Slíkir stovnar kundu
tikið størsta váðan í verk-
ætlanini á seg, soleiðis at
vanligu fíggingarstovnarnir
ikki mettu størri váða vera
við eini verkætlan í Sandoy
enn eini verkætlan í Tórs-
havn, bara orsakað av
landafrøðiligari staðseting.
–
Í hesum sambandi
hevði tað verið ein gongd
leið at broytt viðtøkurnar
fyri Framtaksgrunnin, so-
leiðis at hann kundi virkað
sum ein fíggingarstovnur,
ið tók á seg størsta váðan í
sambandi við verkætlanir í
útjaðaranum.
– Sum nú er, metir Fram-
taksgrunnurin verkætlanir
einans út frá møguleikun-
um at vinna pening, eins
og vanligu fíggingarstovn-
arnir gera.
Harumframt heldur økis-
menningarbólkurin, at ein
ætlan sum Sandoyar-ætl-
anin hevði økt munandi um
møguleikarnar í t.d. syðru
helvt av Suðuroy, sum enn
er sera hart rakt av krepp-
uni.
Bólkurin sigur, at verður
hugt eftir miðallønarút-
gjaldingunum í Føroyum
frá 1995 til 1999, er tað
áhugavert at síggja, at tað
er Sandoyggin, sum hevur
havt tann næststørsti veru-
liga vøksturin og tann
størsta vøksturin í prosent-
um.
– Hetta prógvar, at lokal-
ar loysnir, sum Sandoyar-
ætlanin var, har tað al-
menna stuðlaði vinnuna, tá
ið hon ikki megnaði sjálv,
bera ávøkst.
– Og ivaleyst er hetta ein
gongd leið í fleiri førum,
heldur enn at gera tor-
skildar lógarloysninr, ið
ikki føra nakra mennin við
sær, hóast tað er ætlanin við
teimum.
Framtaksgrunnurin eigur at
stuðla vinnulívi í útjaðaranum
Tað blíðkar fyri hugaðum monnum. Á økismenningarfundinum í Vági mánakvøldið, fingu áhoyrarnir at vita, at ætlanin er at gera íløgur fyri heilar 150 milliónir
í Vági
Mynd: Jens K. Vang
Gera virki fyri 150 milliónir krónur í Vági
Næstan annað-
hvørt fólk
í Havn hevur
alment starv
– Næstan annaðhvørt
fólk í Havn, sum er í
vinnu, hevur alment
starv vísir ein upp-
gerð, sum økismenn-
ingarbólkurin hevur
gjørt
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
– Tað er ikki so løgið, at tey
flestu almennu størvini eru
í Havn. Men at yvirumboð-
anin skuldi vera so stór,
sum hon er, mundi tó fá
geva sær far um.
Tað sigur økismenningar-
nevndin í álitinum, sum
hon
almannakunngjørdi
mánakvøldið.
Sum tað sæst av greinini
á síðu 18, skjýtur økis-
menningarnevndin upp at
liða almennu umsitingina
sundur og spjaða hana út
um alt landið.
Í tí sambandinum hevur
bólkurin eisini hugt at,
hvussu nógv fólk hava
alment starv ymsastaðni í
Føroyum.
Økismenningarbólkurin
sigur, at tað er ikki stór-
vegis munur á miðal lønar-
útgjaldingunum til fólk í al-
mennum tænastum úr ein-
um øki í annað. Ein van-
ligur lærari, ið hevur verið
lærari í 10 ár í Suðuroy, fær
somu løn sum ein vanligur
lærari í Suður Eysturoy.
– Tó er miðal lønarút-
gjaldingin í Tórshavn væl
yvir miðal í ávísum bólkum
av teimum almennu tænast-
unum. Hetta kemst m.a. av,
at tey flestu høgtløntu
størvini eru í høvuðsstaðar-
økinum. Hartil eru flestu
høgu leiðarastørvini í Tórs-
havn
Helvtin í Havn
Í mynd 6 er gjørt upp,
hvussu stórur partur av
teimum, ið vóru í vinnu í
1995 og i 1999,
høvdu
høvuðsinntøku
sína í tí bólkinum, sum
nevnist “almennar tænastur
o.a.”.
Flestu almennu arbeiðs-
plássini eru í Tórshavn, har
út við helvtin hevur sína
høvuðsvinnu
innan
al-
mennar tænastur o.a.
Men parturin av teimum,
ið hava alment starv sum
høvuðsvinnu í restini av
landinum, er á leið hin sami
úr einum øki í annað, tó at
Eysturoy sum heild er
nakað undir miðal.
Stovnar, sum t.d. sjúkra-
hús, miðnámsskúlar, flog-
vøllur, hava stóra ávirkan á,
hvussu stórur partur av fólk-
inum hevur almennar tæn-
astur o.a. sum høvuðsvinnu.
Prosentparturin er eisini í
ein ávísan mun ávirkaður
av, hvussu nógv fólk eru í
vinnu sum heild, t.e. hvussu
stórt arbeiðsloysið er.
Eru lutfalsliga fá fólk í
vinnu í t.d. Suðuroy, viga al-
mennir stovnar sum Suð-
uroyar Sjúkrahús, Suðuroyar
Ellis- og Røktarheim og
Miðnámsskúlin í Suðuroy
nógv, tá ið gjørt verður upp,
hvussu stórur partur av teim-
um, ið eru í vinnu í Suðuroy,
hava “almennar tænastur
o.a.” sum høvuðsvinnu.
Ein annar máti at gera
upp, hvussu býtið av al-
mennum størvum er, er at
gera upp, hvussu nógv al-
menn størv eru eru í einum
øki afturímóti fólkatalinum
í økinum.
Hetta sæst í mynd 7. Í
henni verður staðfest, at ein
heilt stórur partur av størv-
unum innan ’almennar tæn-
astur o.a.’ eru í Tórshavn,
t.e. at har er ein størri pro-
sentpartur av størvunum
innan ’almennar tænastur
o.a.’, enn parturin av fólk-
inum í Føroyum, sum býr í
økinum.
– Í sjálvum sær er hetta
ikki so løgið, við tað at
flestu almennir stovnar
hava høvuðssæti í høvuðs-
staðnum. Tó mundu fá geva
sær far um, at yvirum-
boðanin er so stór, sum hon
er, sigur økismenningar-
bólkurin.
Í hendan myndin vísur, at ein heilt stórur partur av
størvunum innan ’almennar tænastur o.a.’ eru í Tórshavn.
Prosentparturin av almennum størvum í Havn er nógv størri
enn prosentparturin av føroyingum, sum býr í Havn
Her er gjørt upp, hvussu stórur partur av teimum, ið vóru í
vinnu í 1995 og i 1999, høvdu høvuðsinntøku sína í tí
bólkinum, sum nevnist “almennar tænastur o.a.”. Flestu
almennu arbeiðsplássini eru í Tórshavn, har út við helvtin
hevur sína høvuðsvinnu innan almennar tænastur o.a.
Prosentpartur av teimum í vinnu, ið høvdu almennar tænastur o.a. sum
høvuðsvinnu í 1995 og 1999
Býtið av størvum innan almennar tænastur o.a. – í mun til fólkatalið í 1999