mikudagur 11. apríl 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
14
Nr. 71 - 11. apríl 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Føroya
Landsbókasavn
Á Føroya Landsbókasavni er eitt starv sum bóka-
vør›ur leyst at seta 1/6-2001 ella skjótast gjørligt.
Uppgávan er, saman vi› Stovnstænastuni á
Landsbókasavninum, at fyrireika til skrásetingar
og at skráseta bókligt tilfar á vinnu- og mi›náms-
skúlum landsins. Starvi› ver›ur fyribils sett til
31/12-2001, um ney›ug játtan fæst ver›ur
setanin longd til 31/12-2002.
Til starvi› krevst útbúgving sum bókavør›ur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálast‡ri ›
og Starvsmannafelagi›.
Umsóknir vi› próvskjølum ver›a at senda Føroya
Landsbókasavni í seinasta lagi 30/4-2001.
Føroya Landsbókasavn
J. C. Svabosgøta 16
Box 61 - 110 Tórshavn
Skrivstovufólk
Søkt ver›ur eftir skrivstovufólki til ein av kundum
okkara, at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu.
Arbei›i› fevnir um bókføring og lønarroknskap,
umframt alt vanligt skrivstovuarbei›i.
Førleiki:
Útbúgving innan bókhald/skrivstovuarbei›i og
ella royndir frá bókhaldsarbei›i/skrivstovuarbei›i
er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til n‡tslu av
teldu.
Løn:
Løn ver›ur goldin smb. avtalu.
Uppl‡singar og umsókn:
Nærri uppl‡singar kunnu fáast vi› at venda sær til
Dianu Heinesen, tlf. 441666. Umsókn vi› avritum
av møguligum prógvum skal sendast til Spf
Grannsko›arastovuna,480 Skála,innan 15/4-2001.
Spf Grannsko›arastovan
480 Skála
Tlf. 441666
Frá
Eigarafelagnum
Nor›asta Horn
Ársa›alfundur ver›ur mikukvøldi› tann 25. apríl
kl. 20.00 í b‡lingshúsinum.
Nevndin
Kontór
og lagurhølir
Ca. 850 m2 uppi í Hoyvík er til leigu. Gó›ir tilkoyr-
ings- og parkeringsmøguleikar.
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Bill.mrk. 171
Leikhúsi› Gríma
s‡nir leikin
Eitur naka› land
Week-end?
av Jóanes Nielsen
leikstjórn Ey›un Johannessen
á Meiarínum
2. páskadag
16.04.2001 kl. 18.00
t‡skvøldi›
17.04.2001 kl. 20.00
mikukvøldi› 18.04.2001 kl. 20.00
Atgongumerki á kr. 100,- fáast á Kunningar-
stovuni og vi› dyrnar 1 tíma undan s‡ning.
Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur.
Avloysari
Søkt ver›ur eftir avloysara fyri dagrøktarlei›ara í
barnsbur›arfarloyvi.
Avloysarin ver›ur settur í eitt hálvt ár frá
07.05.2001.
Umsóknir skulu ver›a kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 25.04.2001.
Sjóvar kommuna
490 Strendur
LesiÝ Sosialin
-taÝ loysir seg!
Samfelagsstevnan á
Skálafjørðinum fer
serliga at snúgva
seg um missiónina,
sum m. a. verður
viðgjørd í fram-
sýning, har nógvir
bólkar taka lut
TÍÐINDASKRIV
Brøðrasamkomurnar í
Eysturoy skipa á hvørj-
um ári á páskum fyri tí,
sum verður kallað fyri
samfelagsstevnu. Ann-
aðhvørt ár eru tað sam-
komurnar
eystanfyri
Gøtueið, sum skipa fyri,
og annaðhvørt ár eru tað
samkomurnar á Skála-
fjørðunum, sum skipa
fyri. Í ár eru tað sam-
komurnar í Nerija á
Skála, í Elim í Søldar-
firði, í Berøa í Saltang-
ará og í Nebo á Toftum,
sum skipa fyri. Og tað
verður trúboðan ella
missión, sum verður
høvuðsevni á stevnuni.
Sjøtul verður settur á við
evangeliskum møti í
Nerija á Skála skíris-
kvøld
klokkan
sjey.
Langa fríggjadag og
hinar dagarnar verður
stevnan í ítróttarhøllini í
Runavík.
Samkomurnar í Før-
oyum eru uppi í nógvum
trúboðanarverki, bæði í
Føroyum og í fleiri
øðrum londum. Á stevn-
uni verður millum annað
upplýst um trúboðanar-
verk, sum verður gjørt,
um tørvir, sum ikki eru
nøktaðir og um verk,
sum tað er ætlanin at
fara undir.
Samkomurnar,
sum
bjóða inn til stevnuna,
siga, at skriftin leggur
stóran dent á, samkomur
og einstaklingar eru við
í missión og kenna
ábyrgd yvirfyri missión.
Missión er ein máti at
dýrdargera
Gud
og
Frelsara okkara, og tí er
tað týdningarmikið, at
hetta
verður
havt
frammi, verður sagt frá
brøðrasamkomunum á
Skálafjørðinum.
Fyrireikararnir vóna,
at stevnan kann vera við
til at gera tilvitanina um
tann
týdningarmikla
partin av samkomulív-
inum, sum missión er,
størri enn hon er í dag.
Tað skal ikki skiljast so-
leiðis, at hetta ikki longu
er ein partur av sam-
komulívinum,
men
heldur soleiðis, at stevn-
an kann vera við til at
birtia upp undir og
kveikja, og at nýtt ljós
kann kastast yvir missi-
ónina og týdningin, sum
hon hevur.
Tilrættaleggingin
Ein partur av stevnuni
eru fundirnir, har tað út
frá skriftini fer at verða
tosa um evni, sum hava
við missión at gera. Har-
afturat fara onkur, sum
hava verið í trúboðanar-
verki og onkur, sum eru
á veg út í trúboðanar-
verk, at greiða frá teirra
royndum og teirra ætl-
anum.
Ein annar partur av
stevnuni er ein fram-
sýning. 21 felagsskapir,
sum á ein ella annan hátt
hava við missión at gera,
fara at taka lut á fram-
sýningini. Hon verður í
ítróttarhøllini, og hon
verður opin undan fund-
unum og aftaná fundir-
nar.
Tey, sum fara at hava
orðið, og sum fara at
sýna fram, verða úr sam-
komunum í Føroyum.
Onkrir av trúboðarun-
um, sum dagliga arbeiða
uttanfyri landoddarnar,
eru heima og fara at taka
lut. T. d. Símin í Túni,
sum síðani 1975 hevur
verið í Venezuela, og
Øssur Berghamar, sum
síðani 1972 hevur verið í
Danmark.
Nógvur sangur
Í sambandi við sam-
felagsmøtini kemur ein
nýggj útgáva av sang-
heftinum Lova Harran-
um, sum tey seinnu árini
hevur verið nógv brúkt í
samkomunum m. a. í
Eysturoy. Nógvur fe-
lagssangur verður, og
hann verður umframt úr
hesum heftinum eisini
úr Songbók Guds Fólks.
Onkur missiónssangur,
sum so at siga ongantíð
áður
hevur
verið
frammi, fer at verða
sungin.
Kór og bólkar úr
samkomunum fara at
taka lut. Leygarkvøldið
klokkan tíggju verður
ein serlig sangløta, har
felagssangur, kórsangur,
solo, duett, trio og kvar-
tett sangur er á skránni.
Tað verður lagt upp til,
at fólk í øllum aldri
skulu koma til hesa
løtuna.
Serlig tiltøk vera fyri
ung. Hesi vera langa
fríggjakvøld og páska-
kvøld í Berøa í Sal-
tangará. Eisini á hesum
tiltøkunum verður reyði
tráðurin missión.
Trúboðan
í miðdeplinum
Golgataverkið
Teir tóku nú Jesus; og hann
bar sjálvur kross sín og
gekk út á tann staðin, sum
kallast Ennistaðurin, og
sum á hebráiskum eitur
Golgata. Har krossfestu teir
hann og saman við honum
tveir aðrar, ein hvørjumeg-
in, men Jesus í miðjuni.
Men Pilatus skrivaði eisini
eina yvirskrift og setti hana
á krossin; har stóð skrivað:
»Jesus úr Nasaret, kongur
Jødanna«. Hesa yvirskrift-
ina lósu nú mangir av Jød-
unum, tí at staðurin, har
sum Jesus varð krossfestur,
var nær við bygdina, og
hon
var
skrivað
á
hebráiskum
og
rómverskum og grikskum
máli. Tá søgdu høvuðs-
prestar Jødanna við Pilatus:
»Skriva ikki: Kongur Jød-
anna; men: Hann segði: Eg
eri kongur Jødanna«. Pilat-
us svaraði: »Tað, sum eg
havi skrivað, havi eg skriv-
að«. Tá ið nú hermenninir
høvdu krossfest Jesus, tóku
teir klæði hansara og býttu
tey sundur í fýra lutir,
hvørjum hermanni ein lut,
somuleiðis kyrtilin; men
kyrtilin var óseymaður,
vovin í einum oman ígjøg-
num. Teir søgdu tí hvør við
annan: »Latum okkum ikki
skera hann sundur, men lat-
um okkum heldur kasta lut
um hann, hvør ið skal fáa
hann«; tí at skriftin skuldi
ganga út: »Teir býttu klæði
míni
millum
sín,
og
kastaðu lut um klædning
mín«. Hetta gjørdu nú
hermenninir. Men við Jesu
kross stóð móðir hansara
og móðursystir hansara,
Maria, kona Kleopasar, og
Maria Magdalena. Tá ið nú
Jesus sá móður sína og
lærusveinin,
sum
hann
elskaði, standa har, sigur
hann við móður sína:
»Kvinna, har er sonur tín!«
Síðan sigur hann við læru-
sveinin: »Sí, har er móðir
tín!« Og frá teirri stund tók
lærusveinurin hana heim til
sín. Eftir hetta, tá ið Jesus
visti, at alt nú longu var
fullgjørt, til tess at skriftin
skuldi ganga út, sigur hann:
»Eg eri tystur«. Har stóð
eitt ker fult av ediki. Teir
settu tá ein svamp fullan av
ediki á ein ýsopslegg og
bóru honum at munni:
»Tað er fullgjørt!« Og hann
boygdi høvdið og gav upp
andan. Jóhs. 19, 17–30.
Vit hava nú ígjøgnum
føstutíðina hoyrt um Jesu
líðing, hvussu hann var
háðaður, sligin, áspýttur,
húðflongdur, tornakrýndur
og til seinast hongdur á
krossin á Golgata, har hann
kvittaði fyri alla heimsins
synd, tína og mína synd,
soleiðis sum tað stendur
skrivað hjá Jesaja profeti
kapittul 53, ørindi 5. Men
hann varð særdur vára
synda vegna og sundurbrot-
in vára misgerða vegna;
okkum til friðar kom revs-
ingin niður á hann, og av
sárum
hans
fingu
vit
heilsubót.
Føstan er eftir míni sann-
føring ein ógvuliga álvar-
som tíð, og skuldi hetta
kunna havt ávirkan á atferð
okkara hesar vikurnar und-
an páskum, um vit hugsa
um hvørja viðferð okkara
Harri og frelsari fekk okk-
ara vegna; nú er tað soleiðis
at kristindómurin hevur
havt sera stóra ávirkan á
dagligdagin hjá føroyingin-
um, tá menn fóru í bjørgini,
tað verði seg eftir fugli ella
seyði, so løgdu teir lív og
lagnu sína í Guds hendur í
áliti á at Gud sum øllum
valdar og hevur allar træðir
í síni almáttugu og sterku
hond, hann er við teimum á
hesi vandafullu ferð; tían-
betur er hesin vakri siður
fyri ein stóran part varð-
veittur her á landi, tað hava
vit til dømis sæð í sjónvarp-
inum av og á, og er hetta at
fegnast um; eisini hoyra vit
frásagnir
frá
gomlum
monnum, at sungið varð á
útróðrarbátum, bæði tá teir
fóru til útróðrar og somu-
leiðis tá teir komu aftur av
útróðri, hetta eru siðir, sum
ikki áttu at verið niður-
lagdir, sjálvt um motorarnir
hava avloyst árarnar, kundi
hetta hildið áfram sum
áður.
Hóast alt hetta, sum eg
her havi nevnt, so tykir
mær at tað her á landi er
nógv, sum er farið av lagi á
tí andaliga økinum, tað við
føstuni verður tíanverri ikki
tikið í nóg stórum álvara;
fyri bara at nevna føstu-
gudstænasturnar í kirkjum
okkara. Tað eru ikki mong,
sum leita inn í Guds hús
fyri at lýða á Jesu líðingar-
søgu; ein av føstusálmum
okkara í sálmabókini byrjar
soleiðis: Legg nú niður
verðsligt sinni, búgv nú væl
títt hjarta til, lat ei eiga
pláss har inni tað, sum
spilla av sær vil. Hetta áttu
vit at tikið til eftirtektar,
soleiðis at vit í føstutíðini
búgva okkum til av álvara
at taka ímóti páskahátíðini,
við gleði og áhaldandi tøkk
fyri at Gud sendi okkum
son sín, læt hann líða og
doyggja og rísa upp aftur úr
grøvini páskamorgun, fyri
harvið at bjarga okkum frá
banning syndarinnar og
ævigum deyða.
Hvørja ávirkan hevur
hetta á okkum, sum liva í
dag, hetta sum Jesus, Guds
einborni sonur mátti ígjøg-
num fyri aftur at geva
mannaættini ein møguleika
at koma inn aftur í para-
dísið, sum vegna syndina
var stongt hin lagnutunga
dagin í Eden aldingarði, tá
ormurin tøldi Evu, soleiðis
at hon át av ávøkstrinum á
trænum og gav manni sín-
um og hann eisini át av træ-
num, men við Jesu deyða
og uppreisn er opnað aftur,
soleiðis at ein og hvør, sum
viðgongur synd sína og
kemur til Jesus og biður um
fyrigeving fyri synd sína og
ólýdni ímóti honum, fær at
uppliva ta somu gleði og
friðsælu, sum Ádam og Eva
áttu áðrenn syndafallið.
Tað er undurfult at upp-
liva Golgata verkið, Jesu
deyða og uppreisn fyri
mína skuld, ja, tað er nak-
að, sum tunga ei dugir
mæla, tað er nakað, sum
man má uppliva; o, tann
sæla stund, tá Jesus tók
syndabyrðina av herum
mínum; eg eri fríur í Jesusi
Kristi, alt av hansara náði,
tí kann eg vitna um hansara
kærleika móti mær, at allar
mínar syndir bar hann upp
á krossin, hann leyskeypti
meg frá banning syndarinn-
ar, ja, hann setti føtur mínar
á klettin, sum er Jesus
sjálvur.
Ongum nýtist at knógva
undir syndabyrðuni, tað
liggur eitt kvittað skulda-
bræv við krossins fót á
Golgata; tað einasta tú
hevur at gera er at boyggja
teg niður við krossin, takka
Jesusi fyri at hann doyði og
reis upp úr grøvini páska-
morgun eisini fyri teg, tá er
tað kvittaða skuldarbrævið
títt, undirskrivað, ikki við
blekki, men við dýrabara
blóði Jesusar, tá ert tú fríur
ella frí og kanst hvíla í
Guds náði, soleiðis at tú
kanst taka undir við Pæturi
ápostli, tá hann sigur í
fyrsta brævi sínum: Lovað-
ur veri Gud og faðir várs
Harra Jesu Krists, sum eftir
miklu miskunn sína hevur
endurføtt okkum til livandi
vónar fyri uppreisn Jesu
Krists frá deyðum, til ein
óforgongiligan og óspillu-
ligan og ófølnandi arv, sum
er goymdur í himlunum til
tykkara, – tit, sum vit Guds
kraft verða varðveittir við
trúnni til ta frelsu, sum er
liðug at verða opinberað í
teirri síðstu tíðini, sum tit
skulu fegnast um, tó at tit
nú eina skamma stund, um
so skal verða, kenna harm í
mongum ymsum royndum,
fyri at tykkara roynda trúgv,
sum er nógv dýrmætari enn
hitt forgongiliga gullið,
sum tó verður roynt í eldi,
má verða funnin til lovs
dýrdar
og
heiðurs
í
opinbering Jesu Krists,
hann, sum tit ikki hava sæð,
men tó elska, hann, sum tit,
tó at tit ikki nú hava hann
fyri eygum tykkara, tó
trúgva á, skulu fegnast um
við ósigiligari og dýrmett-
ari gleði, tá ið tit náa málið
fyri trúgv tykkara, frelsu
sálanna. Um hesa frelsu
hava profetar grundað og
rannsakað, teir sum profe-
teraðu um ta náði, sum
skuldi verða tykkum fyri, í
tí at teir grundaðu um,
hvørja ella hvussu vorðna
tíð andi Krists, sum var í
teimum, vísti fram á, tá ið
hann frammanundan vitn-
aði um líðingar Krists og
um ta dýrd, sum har aftaná
skuldi koma; tí at tað var
teimum opinberað, at tað
ikki var teimum sjálvum,
men tykkum, teir tænaðu
við hesum, sum nú er tykk-
um kunngjørt av teimum,
sum hava boðað tykkum
gleðiboðskapin í hinum
heilaga anda, sum varð
sendur frá himli, og inn í
hetta tráa einglarnir eftir at
skoða. 1. Pæt. 1, 3–12.
Eg vil hervið enda við
einum páskasálmi, sum eg
havi yrkt til páskirnar 2001.
Gleðiligar páskir øll somul.
Páskasálmur
Lag: Sum vársól rísur yvir fold. Bf. 206. Dk. 382
Upprisni Harri, frelsari,
tú yvir deyða sigraði,
á halga páskadegi,
tá lívið tú mær aftur vann,
tí tøkk eg nú tær veita kann,
og syngja hátt av gleði.
Á hesi páskamorgunstudn,
eg leiti á tín náðifund,
og falli tær til kníggja,
tí at tú frelsu veitt mær,
tú allar mínar syndir bar,
so Sátan má tá flýggja.
Djúpt í synd eg fallin var,
ímóti glatan vegur bar,
sá vónloysið og deyða;
í kærleika meg Jesus sá,
hann frelsti meg, halleluja
við sínum blóði reyða.
Tí kann eg Gudi syngja prís,
sum opnað hevur paradís,
av síni stóru náði,
hans kærleiki her til mín røkk,
hvørt trælaband tá sundur støkk,
lov, tøkk og prís Gud fái.
Kjartan Stakksund
Páskir