hósdagur 2. august 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 147 - 2. august 2007
Í fjør var tað ongan
tíð ætlanin, men at
enda stóð Hanus
G. Johansen á stóra
pallinum á festivalin
um. Í ár er tó eingin
slingur í valsinum. Tá
Scorpions eru lidnir
á pallinum, verður
tað stóri føroyski
vísusangarin, sum fer
at halda lív í fjøldini
Summar
FeStivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hanus er fyrst og fremst
kendur sum tann fólkakæri
vísusangarin, sum dugir at
fanga einhvørja mannfjøld
– um hon er stór ella lítil.
Millum annað soleiðis
varð Hanus Gærdum Johan
sen lýstur í blaðnum, sum
festivalfyrireikararnir
í
fyrradagin sendu á gøtuna
saman við Sosialinum.
Og hetta er neyvan at
taka munnin ov fullan. Fáur
kann við so einføldum midl
um – bara røddi og guittarin
– sum Hanus seta lív í
fjøldina. Ikki minst hava
framúrskarandi
tulkingar
hansara av Pól F. vunnið
sær kultstatus her á landi.
Og at stóri vísusangurin nú
fjórða árið á rað er partur
av festivalskránni, sigur
væl ikki so lítið um, hvat
virði fyrireikararnir síggja í
at hava Hanus á skránni.
Og sjálvur tykist sangarin
so einki at hava ímóti, at
hann aftur er biðin til
kanska størsta føroyska tón
leikapallin av øllum.
Eg velji í øllum førum at
taka tað sum eina stóra
viðurkenning, at eg fram
haldandi verði biðin um at
koma til Festivalin. Sjálvur
havi eg eisini tætt tilknýti
til Klaksvík, og tí er stutt
leikin ikki minni, at hetta
gongur fyri seg í Klaksvík
sigur sangarin, sum nú býr
í Hósvík.
Datt upp á
stóra pallin
Tey bæði fyrstu árini á festi
valinum var pallurin hjá
Hanusi tó ikki stórur. Intimi
Silvapallurin
hóskaði
kanska eisini betri til hans
ara stíl, og tó at tað serliga
fyrsta árið var sera trongligt
hjá áskoðarunum, so merkti
hetta ikki framførsluna sum
so.
Í so máta kann nærum
sigast, at Hanus í fjør datt
upp á stóra pallin, tá mjørk
in av álvara fór at arga vest
uri í Vágum. At útlendsku
stjørnurnar vóru seinkaðar
kom føroysku bólkunum til
gagns, og saman við Eyðun
& Terja og Anfinn & Co.
var Hanus so heilt avgjørt
ein av høvuðsorsøkunum –
og kanska tann størsta – til
at festivalurin kortini varð
bjargaður. At talan var um
kanska
størstu
fjøldina,
sum Hanus nakran tíð hevur
staðið fyri, tóktist í øllum
førum ikki nerva tað minst,
tá upprunaskráin á hálvan
tíma varð tambað til tað
trífalda.
Tað mundi ganga hampu
liga væl. Eg havi eisini
spælt á Land & Folk í Dan
mark, har áskoðarafjøldin
hevur verið út ímóti tí sama.
Men tað er sjálvandi nakað
annað, tá talan er um átta
níggjutúsund
føroyingar,
sum kenna flestu av sang
unum.
Hesa ferð er tó eingin ivi
um, at Hanus er eitt av stóru
nøvnunum.Fríggjakvøldið
verður tað hann, sum fær
seinasta orðið á stóra pall
inum. Og tá sjálvastir Scor
pions standa fyri upphit
ingini, fær tað neyvan verið
størri.
Talan er í øllum førum
um stórar kontrastir í so
máta, sigur Hanus flenn
andi.
Men tað er sjálvandi
eisini eitt stórt herðaklapp
at fáa tann møguleikan. Og
so má tíðin vísa, hvussu tað
fer at ganga, sigur hann lítil
látin.
Fáa tað tey ynskja
Tá prátið var gjørt, vóru
bert góð tvey samdøgur, til
Hanus skuldi á palling.
Men enn hevði hann tó ikki
endaliga gjørt av, hvør skrá
in fór at verða hetta kvøld
ið.
Ikki heilt endaligt í øllum
førum. Men har verða heilt
víst nógvir slagarar at hoyra.
Átjan, saknur og fleiri aðrir,
sum fólkið helst kennur,
verða so heilt víst á skránni.
Tað plagar jú at vera tað,
sum fólkið vil hoyra. Men
hartil verður sjálvani okkurt
annað blandað uppí, so eg
vóni, at talan verður um eina
góða og fjølbroyta konsert,
sigur Hanus.
Tá túsundtalið syngur við
Hann er tann ektaða vøran. Guitarin og røddin eru nóg mikið til at fanga fjøldina. Og
fríggjakvøldið verður hendan væntandi størri enn nakrantíð
Selja
1000
atgongu
merki
afturat
Áhugin fyri
Summar
Festivalinum
er størri enn
nakrantíð, og nú
verða bert 1000
atgongumerki
afturat seld til
festivalin
Summar
FeStivalur
Tíðindaskriv
Fyrstu atgongumerkini
til Summar Festivalin
vórðu sett til sølu fyri jól
í fjør, og sølan hevur
gingið sera væl. Í sam
bandi við freistirnar, tá
ið prísurin er farin upp,
eru heilt nógv atgongu
merki seld, og nú er farið
at ganga undan við
atgongumerkjum.
Í mesta lagi 10.000
fólk kunnu sleppa inn til
Summar Festivalin, og
hetta mark verður sett,
so at tey, ið koma á festi
val, fáa eitt gott upplivilsi
og hava pláss á festival
økinum.
Nú boða fyrireikararnir
av Summar Festivalinum
so frá, at tað verða bert
seld góð 1.000 atgongu
merki afturat í forsølu.
Tá ið hesi atgongumerki
eru seld, verður sølan
steðgað.
Tað hevur verið upp á
tal at selja dagsbillettir
við dyrnar, men hetta
verður bert gjørt, um
atgongumerki
verða
eftir, tá festivalurin byrj
ar.
Vikuskiftispass fáast á
Shellstøðunum og í Tele
búðunum kring landið.
Veðurkonsert í
Norðurlandahúsinum
Leygardagin hevur Kastrup Kammerkor konsert, har
veðrið er evnið í framførslunum. Konsertin er um veður
fyribrigdir, so sum sól, vindur, affall og skýgg, men eisini
viðger hon tað huglag, sum norðurlendskir yrkjarar og
tónasmiðir hava funnið í dagsins gongd og teimum skift
andi árstíðunum. Konsertskráin er ein skiftan millum sang
og hugleiðingar hjá Jesper Theilgaard, sum binda teir
ymisku sangirnar saman.
Nýggja brúðarvísu
Sláið Ring, sum er landsfelag føroyskum dansi at frama,
býður nú áhugaðum at taka lut í kapping um at yrkja nýggja
brúðarvísu. Sum so er kappingin púrasta opin, men nakrar
treytir verða tó settar: Hon skal fyrst og fremst venda sær til
brúðarparið. Hon skal vera frásøgukend. Hon skal hava eitt
viðkomandi niðurlag. Tað skal taka umleið 810 minuttir at
kvøða vísuna ella kvæðið. Hartil tilskilar Sláið Ring sær
rætt at prenta og geva út øll handritini, ið koma inn, og sum
nevndin metir eru egnað at geva út. Fyrsta virðislønin í
kappingini er 50.000 kr., men nevndin kann eisini gera av
onga virðisløn at lata.