Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 147 - 2. august 2007 tíðindi Til at koyra Scorpions hava fyrireikararnir av Summar Festival­ inum lænt fimm Audi A6 frá fólki kring landið. Ein av teimum er Jóannes Eidesgaard, løgmaður SUMMAR FESTIVALURIN Petur Háberg petur@sosialurin.fo Tað er vanligt innan tón­ leikaídnaðin, at við stórum nøvnum fylgja høg krøv. Stødd á palli, mongd av palllampum, mat­ og drykkjuvørur í backstage­ rúminum og nógv, nógv annað skal vera í ordan, áðr­ enn skrivað verður undir. Scorpions er eitt stórt navn og sum væntað, so hava teir eisini ein ynskilista. Savnað bilar úr øllum landinum Fimm Audi A6 við bilfør­ arum, var eitt av krøvunum, ið Scorpions settu, áðrenn teir komu til Føroya. Ella rættari sagt; hetta gjørdist kravið, tí av fyrstan tíð var talan um enn størri bilar: ­ Upprunaliga vildu teir hava Mercedes E­flokkur ella Audi A8. Men hetta bar snøgt sagt ikki til, tí hvørgan modelli er í fimm eintøkum í øllum landin­ um. So teir máttu sláa seg til tols við A6, sigur Jákup Jacobsen, ið hevur tikið sær av hesum lítla pro­ jektinum, ið tað hevur ver­ ið, at savna saman bilar: ­ Eg havi verið runt um í landinum og práta við fólk, sum eiga A6’arar, um at læna bilin, og kann ikki siga annað enn, at eg eri møttur við vælvild allastaðni. Fólk hava verið blíð, og hava fegin býtt um bil við nøkur atgongumerki. Løgmaður setur krøv Ein av teimum, ið eigur ein A6 og eisini lænir út bilin, er sjálvur løgmaður. Hann hevur bara sett eittans krav: ­ Festivalarnir gera eitt sera áhugavert arbeiði, og kann eg koma við mínum lítla íkasti, so er tað frálíkt. Samstundis havi eg fingið annan bil í staðin, so tað er ikki verri enn so. Tað einasta kravið, ið eg havi sett, er at ikki verður roykt inni í bilinum, sigur Jóan­ nes Eidesgaard, ið ikki er vísur í, um hann fer á festival: ­ Eg havi fingið inn­ bjóðing og atgongumerki, so tað kann væl vera, at ein fer ein túr norður í vikuskiftinum. Scorpions er avgjørt størsta navnið á festivalin­ um. Men um løgmaður fer á festival í vikuskiftinum, so hevði tað ikki verið fyri at hoyrt teir: ­ Eg má heilt erligt við­ ganga, at eg kenni lítið og einki til Scorpions. Men hinvegin, so kenni eg væl Kim Wilde og um eg fari til Klaksvíkar, verður tað heldur fyri at lurta eftir henni. Løgmaður givið Scorpions roykibann Meðan fyrsti Summar Festivalurin var í góðveðri, so hava tvey tey seinastu árini boðið okkum regnfestivalar, og tað tykist sum festivalurin í ár aftur verður vátligur. Men fyrireikararnir eru væl brynjaðir og ræðast ikki regnið. SUMMAR FESTIVALUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tá Sosialurin í gjár seinna­ part vitjaði í Klaksvík var arbeiðið við at seta metstóra pallin upp væl áleiðis. Vit hittu Erik Biskoptøð fyri­ reikara tætt við pallin, og hann kundi siga frá, at arbeiðið gekk sum ætlað. ­ Tá hetta kemur í blaðið er pallurin langt síðan lið­ ugur, og útgerðin sum umfat­ ar alt pallljós í landinum umframt ljós sum vit hava fingið úr Danmark og størsta ljóðanleggið nakran­ tíð her á klettunum er sett upp, segði fyrireikarin, ið tyktist eins róligur og fyri­ komandi, sum altíð. Fólk bakkar upp Tað sirmaði hesa løtuna, og fyrireikararnir høvdu longu ásannað, at fríggjadagurin ivaleyst fór at verða ein vát­ ur dagur. Men hetta tyktist ikki, at oyðileggja góða lagið hjá Erik. ­ Tað er viktigt ikki at lata seg amputera av veðrinum. Vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum ávum. Eftir festivalin í fjør, tá veðrið argaði okkum illa, høvdu vit kunna sett okkum niður og sagt, at tað ikki bar til at skipa fyri tílíkum tiltøkum í Føroyum, at vágin var ov stóru. Men tað vilja vit ikki, og so leingi smápartafelagið Summar Festivalurin ber seg, og fólk enn bakkar upp um tiltakið, so halda vit fram, sigur Erik. Hann viðgongur, at tað eisini bøtur um hugin at skipa fyri tílíkum tiltøkum, tá afturmeldingarnar frá áskoðarum eru somikið góðar, eins og tað er stutt­ ligt, at luttakandi bólkarnir eru so glaðir fyri uppliv­ ingina. Spara økið til Scorpions Hann vísir eisini á, at teir vóna, at veðrið batnar nak­ að út á fríggjadagin, og at Scorpions konsertin kann verða hildin í turrum veðrið. ­ Konsertin við Scorpions verður tann fyrsta á stóra pallinum, og tí verður økið spart, meðan mesta regnið er. Eisini er økið væl dren­ að, og tað ger, at tað ongan­ tíð verður eitt stórt runu­ dýki. Byrja í kvøld Hóskvøldið í fjør var kon­ sert í Virkishúsinum, kara­ oke á torginum eins og Silvaland lat upp. Í ár hevur Summar Festivalurin valt at fara undir almennu skránna longu hóskvøld. M.a. spælir útlendska poppnavnið Ban­ aroo í kvøld. Eriki sigur orsøkirnar til hetta vera fleiri. ­ Vit upplivdu í fjør, at sera nógv fólk var í býnum hóskvøldið, og tí vildu vit eisini bjóða teimum eina góða uppliving tá. Hetta gev­ ur okkum samstundis høvi at trykkprøva økið, vanliga eru onkrir trupulleikar tað fyrstu løtuna, og ístaðin fyri at hesir vísa seg fríggjadag, tá trýstið er størri, verða hesir loystir hósdag. Erik vísir á, at aftur í ár letur Silvaland upp hós­ kvøld, og at møguleiki sostatt verður hjá børnum at royna stóra spælilandið. Í fjør var hósdagurin einasti festivaldagur, at Silvaland veruliga kundi brúkast, tí veðrið gjørdist so keðiligt, og tíanverri kann hetta gerast syndarligi veruleikin aftur í ár. Erik vísir á, at royndrinar í fjør hava gjørt, at teir kenna seg væl brynjaðir til ein møguligan regnfestival. Mynd: Erik Biskoptø letur ikki regnið ávir Ræðast i Tað einasta kravið, ið eg havi sett, er at ikki verður roykt inni í bilinum, sigur Jóannes Eidesgaard Mynd: Álvur Haraldsen Stóra barnatiltakið á Summ­ ar Festivalinum, Silvafesti­ valurin, verður vegna veður flutt inn í KÍ høllina. Stein­ tór Rasmussen fyrireikari sigur, at av tí, at allir veð­ urfrøðingar tykjast at vera á einum máli um, at regn verður fríggjadagin, er avgjørt at flyta barnafesti­ valin, ið verður fríggjadag seinnapart inn. Hetta merkir tó ikki at tiltakið verður minnið festligt, sig­ ur Steintór, ið veit at siga, at høllin verður skrýdd og ætlanin er at m.a. onkrar hoppiborgir verða fluttar inn í høllina. Í høllini verð­ ur møguleiki at upliva Silva, gyklaran Ásbjørn og eldblásaran Óla, Trølla­ Pætur, Trølla­Ommuna og nýggja Trølla­ommusystur­ ina og Angelu og Hanni­ bal. nud Flyta Silvafestivalin inn