hósdagur 2. august 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 147 - 2. august 2007
Frásøgnin úr gamla
kirkjugarði á Svína
ryggi kemur hesa
ferð at snúgva seg
um triggjar gravir.
Hesar eru so sam
anbundnar, at tær
mugu viðgerðast
undir einum. Her
er talan um Betti
og Djóna í Geil,
synir hansara Petur
Alberg og Kristin í
Geil og konur teirra
Jóhanna og Nicolina.
Síðan er tað sonur
Petur Alberg, sum
varð kallaður lítli
Petur. Hann er tann,
sum fyrst verður
umrøddur
Lítli Petur
Á grøvini hjá Djóna í Geil
er ein sera vakur gravsteinur,
sum er settur av avhaldsfel
agnum og kvinnuavhalds
felagnum i Havn. Steinurin
er settur stutt eftir, at Djóni
doyði, men hann er pussaður
upp fyri kortum og sær út
sum nýggjur. Í hesi grøvini
liggur eisini Betti, kona
Djóna. Men afturat hesum
er Petur, sonur Petur Alberg,
grivin í somu grøv. Betti og
lítli Petur standa ikki á grav
steininum, men tað skilst,
at ættin hevur í hyggju at
seta eina plátu á grøvina
við teirra nøvnum.
Frásøgnin um lítla Petur
er grundað á tað, sum
pápin, Petur Alberg, hevur
skrivað í síni dagbók, og á
frásøgnina,
sum
Petur
Háberg,
f.
19141984,
hevði frá jarðarferðini í
Hugbirtingum.
Sum okkara lesarar hava
varnast, var Petur Alberg
óførur at skriva dagbók,
sum nógv hava lisið við
áhuga. Hesi kunnu gleða
seg til at frætta meira frá
hesum megnarmanni seinni
í ár.
Petur skrivaði umframt
um nógv annað eisini um
sína familju og um Lítla
Petur. Hetta fara vit at lýsa
við nøkrum brotum úr dag
bókini. Petur Alberg skrivar
m.a.:
Týsmorgunin 15. januar
1924 um 5 tíðina var mítt
fjórða barn borið í heim,
ein deiligur 10 punds drong
ur,
skýrdur
lítli
Petur,
áðrenn hann var føddur
eftur abba mínum Kjalnes
Petur.
….
Sunnudagin 27. apríl var
lítli Petur til dópin. Fadrar
vóru Ada, Astrid, Jens á
Lava, Johan, vanliga nevnd
ur Jan, Restorff, Richard
Long og Erling ( sonur Krist
in). Farið varð í kirkjuna
eftir kirkjutíð (kl 12½). Eg
bar hann í kirkju, Jens á
Lava út aftur. Døgurði kl. 2.
Frálíkt í allar mátar. Kl 8
var boðið til nátturða. Har
vóru faddrarnir, ljósmamma,
Poul (helst beiggi Petur),
Kristin og Nicolina, Wensil,
Viggo, kona Johan Restorff
og øll onnur sum avvardu.
Seinni las Kristin upp, Ric
hard spældi á grammofon.
Hugnaligt og frálíkt í allar
mátar. Lítli Petur er eisini
ein frálíkur, vakur drongur,
so hansara barsil átti ikki at
verið verri enn hini fyrru.
….
Tað skilst, at lítli Petur
hevur verið ein eygnasteinur
hjá pápanum, og annars hev
ur Petur Alberg verið eitt
kensluborið familjumenn
iskja.
Hetta sæst skilliga á tí,
hann skrivar 16. oktober
1926:
Í Vági leygarkvøldið kl.
7½. Á, hevði eg sitið heima
í Havn í kvøld! Nú haldi eg,
at lítli Petur er farin í balj
una. Hann er altíð fyrstur.
Eg síggi hann fyri mær,
hvussu hann situr og tvass
ar, mín kæri lítli Petur, so
kemur Djóni, og aftaná
hann genturnar. Eg plagi
altíð at støkka inn á gólvið
niðri í Geil, og tá eg so
komi niðan aftur, er lítli Pet
ur sum oftast sovnaður.
Men viðhvørt er hann ikki
uppfarin, og so fer pápi upp
við honum. Sum hann er
klókur
og
chamerandi,
neyðardýrið. Eygað er so
klókt og poliskt. Eg siti her
i kvøld og leingist eftir
teimum øllum, lítla Peturi,
Djóna mínum, Biritu og
Annu, mínum stóru gentum
og mínari kæru Jóhannu.
Allur mín hugur er hjá heim
inum, og eg telji tímarnar
til týsdagin, tá vit skulu
hittast aftur, um Gud vil, í
øllum góðum. Gud vælsigni
míni kæru elskaðu børn og
mína kæru Jóhannu.
Verður deyðasjúkur
Í 1928 hendi tað mest ræðu
liga, sum kann henda hjá
øllum foreldrum. Fyrst í nov
ember liggja børnini við
meslingum. Tann 8. novem
ber eru tey uppi aftur. Men
knappliga verður lítli Petur
sjúkur og fekk nógvan fepur.
Læknin kom, men visti ikki
hvat ið bagdi. Petur verður
innlagdur á hospitalið og
longu 11. november andast
hann. Tað sæst á dagbókini,
hvussu ómetaliga nógv tað
stóð á Petur hesa tíðina, men
hetta skal liggja.
Jarðarferðin
Jarðarferðin var frá hospital
inum, og millum aðrar var
Erling (hjá Kristin) ein ið
bar. Nógvir kransar og
blómur vóru sendar, og
veðrið varð so vakurt ta løt
una. Tað hevði regnað so
nógv, men tað kláraði upp,
og var hetta ein troyst.
Her skal endutakast tað,
sum Petur Háberg minnist
sum 14 ára gamal frá jarðar
ferðini, sum var 17. nov
ember:
Petur Alberg misti eisini
eitt lítið barn, lítla Petur,
knapt fimm ára gamal.
Petur hevði so vakurt mál,
ein málmkend kenslurík
baryton. Sum smádrongur
hoyrdi eg hann syngja
»Summarnáttin blíða er um
grønar líðir løgst« og dró
tað fram fyri eitt romantiskt
dreingjasinni tær vakrastu
myndir. Hann leikti hørpu,
og síðan tá havi eg hugsað
mær Dávid kong líkan
Petur í Geil. Tá ið eg var
hálvvaksin stóð eg í kirkju
garðinum á Svínaryggi. Tað
var hesin litli Petur, ið varð
jarðaður, har sum abbi
hansara Djóni, hvíldi. Eg
visti, at Petur Alberg hend
an dag jarðaði ein stóran
part av hjarta sínum. Men
at skilnaðarsóttin var so
svár, sum eg seinni havi
fingið at vita, visti eg ikki.
Men, tað sum eg vildi siga í
hesum sambandi var, at eg
undraðist á, at Petur Alberg
hevði styrki til sjálvur at
syngja fyri á grøvini. Og
tað var hesin ómetaligi
vakri sangurin, sum leik
bróður og ungmannafelagi
hevði skrivað: » Sov nú
barn í Harrans hond, sløkt
er ljós á hesum sinni!« Tað
eru stundir í lívinum, ið
standa sum høgdar inn í
sinnið. Hetta var ein.
Sambært kladdu til sang
irnar vóru eisinu sungnir
sangirnir: »Lyksalig«, »
Guds søn var selv et barn«
og »Tín miskunn, o, Guð.«
Hetta neit sera fast hjá
Lítli Petur Alberg varð jarðaðu
DIONE ISAKSEN R. AV D
F. 12 SEPT 1849
D. 20 APRÍL 1912
HANN VAR EIN TEIRRA IÐ STOVNAÐU HAVNAR
AVHALDSFELAG SUM HANN Í MONG ÁR VAR
FORMAÐUR FYRI OG HEIÐURSLIMUR Í.
TIL DEYÐADAGS VAR HANN ODDMAÐUR Í ØLLUM
ARBEIÐI FYRI AVHALDSSAKINI TIL FRAMA.
HENDA STEIN SETTU KVINNUAVHALDSFELAGIÐ
OG HAVNAR AVHALDSFELAG HONUM TIL
MINNIS UM HANSARA TRÚGVA STARV.
Lítla Petur var nú sera fittur. Hann gjørdist bert fýra ára
gamal
Kristin í Geil, fremsti sam
felagsrevsarin í hini øldini
sum blaðstjóri á Tingakrossi
Kristin saman við konuni Nicolinu
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo