hósdagur 2. august 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 2. august 2007
ur hjá abba sínum Djóna í Geil
hjúnum báðum Jóhonnu og
Petur Alberg, og tað gingu
fimm ár, áðrenn Petur aftur
fer at skriva dagbók, og tá
var tað framvegis lítli Petur,
sum var fremstur í hug
anum.
Djóni í Geil
Lítli Petur fór í somu grøv
sum abbin Djóni og omman
Betti. Tí skulu hesi bæði
eisini umrøðast í hesi grein.
Her skal aftur vendast aftur
til tað, sum Petur Háberg
hevur skrivað um ommu
beiggjan í Hugbirtingum.
Tað kann sigast, at Djóni
hevur verið eitt einastand
andi menniskja. Tað kundu
verið skrivaðar bøkur um
hann og hansara børn. Um
framt tað, sum annars er
skrivað, verður hann eisini
nokk so væl lýstur í dag
bókini hjá soninum Petur. Í
seinasta parti av hansara
dagbók fyri 1898 hevur
Petur eina sera áhugaverda
frásøgn um, tá ið tingið
varð kallað saman við tí
endamáli at gera nakað við
bretsku ránsveiðina undir
Føroyum, og her var Djóni
ein av høvuðspersónunum
aftanfyri.
Petur
Háberg
skrivar
annars:
Vit renna okkum á navnið
Djóni í Geil alla møguliga
staðni: Við kongavitjan,
sum byggimeistara, bæði i
gróti og timbri, sum arki
tekt, sum málara, sum
kirkjutænara, sum komm
unustjórnarmann, sum sál
ina í fráhaldsrørsluni og í
sjúkrakassastovnanini, sum
løgtingsmann, sum myln
ara, sum blómuelskara og
urtagarðsmann.
Hann hevur ongan minnis
varða fingið, hóast hann
mangar ferðir hevur hann
uppibornan. Jú, gravsteinin
hevur fráhaldsfólkið reist
honum. Men tá ið tú fyri 30
40 árum síðani (hetta er
skrivað um 1980) kom eitt
sindu niðaná og hugdi yvir
býin ein summardag, undr
aðist tú á, hvussu nógv av
grønum leyvi, ið sást millum
hini marglittu húsini á hes
um karga jarðarbotni. Av
sonnum eitt ómetaligt vak
urt minni um Djóna í Geil,
ið átti mesta partin av æruni
fyri, at Havnarfólk fór undir
at planta urtagarðar.
Her kunnu vit eisini
minna á, at kendi og vakri
kvøldsámurin »Nú dagurin
at enda er«, er yrktur av
Djóna.
Djóni var sonur Poul í
Geil, kallaður Poul Alting.
Hetta tilnevni sigur eisini
eitt sindur um pápan. Mamm
an var Anna, dóttir Andrass,
sum bygdi Argir. Hon var
søgd at vera so hittinorðað.
Ein dagin hitti hon ein nóls
oying, sum heilsaði henni:
»Góðan morgun frú Alting.«
Hon svaraði aftur: »Góðan
morgun hr Ingenting.«
Kona Djóna var Betti
Holm, dóttur Kristin Holm.
Hann var sonur prestin í
Kvívik, Niels Lassen Holm.
Betti segðist at vera so
vøkur, lítil og kvinnulig.
Kristin
Petur Háberg skrivaði mill
um annað um Kristin í Geil,
son Djóna, sum vit í dag
kanska mest minnast sum
stovnara og blaðstjóra á
Tingakrossi:
Ta tíð, eg var smádrongur,
havi eg sæð so ómetaliga
nógv í Kristin í Geil, sum
hevði so nógvar listarligar
gávur, at tekna og mála –
og kanska helst at skriva,
yrkja, týða og skapa innan
fyri sjónleik og bókmentir.
Hann var barnavinur, djóra
vinur, framherji fyri øll
kúgað, vildi upplýsing fyri
fólkið, hataði alt hykl, alt
kávalæti kundi hann kryvja
heilt til mergjar…..
Ikki var hann at spæla
við, tá ið hin fátæki leið
órætt móti tí fína. Ein drong
ur var bøðilsbankaður, tí at
hann hevði framt ein smá
vegis stuldur.
Ein danskir embætismað
ur átti ein son, sum var
so”óheppin”, at ein fínur
lummaknívur datt niður í
lumma
hansara.
Kristin
frætti hetta og skrivaði um,
hvussu hin fátæki var bøðils
bankaður, meðan embætis
mannasonurin slapp undan.
Hvat hendi? Kristin var
kravdur í Skansan at sita, tí
hann hevði fornermað ein
embætismann. Hann slapp
tó við eini stórari bót, sum
sjálvstýrisfelagar
hansara
hjálpti honum at gjalda.
Hetta var standurin í Havn í
farnu øld.
Jú víst er søga í hesum
gravsteinum. Vit hava longu
havt frásganir um Petur
Alberg sjálvan, og gera ikki
meira burtur úr honum hesa
ferð. Vit fara í seinni Mið
vikum at greiða nærri frá
hesum úrmælingum.
Gravsteinurin hjá Jóhannu
(1894-1965) og Petur Alberg
(1885-1940) er tann lági
steinurin høgrumegin á
myndini. Vinstrumegin
liggja Kristin (1877-1935)
og Nicolina (1875-1936).
Hetta er eitt vakurt dømi
um samanhald, at teirra
hvílustað á fold skuldi
verða lið um lið. Tað er
nógvir vakrir gravsteinar í
kirkjugarðinum á Svínaryggi.
Men hetta eru helst ein
av teimum best hildnu
gravunum
Djóni í Geil í Trýkantinum, sum var geirin niðan fyri
amtmansgarðin, sum hann skapti til »den lille Perle nedenfor
Amtmandshegnet – et Mindesmærke, der vidner om en dygtig
og en god Mand.«
Petur Alberg í 1933
Jóhanna – Ólavsøkudag 1932
33
Betti var kona Djóna í Geil