hósdagur 2. august 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 147 - 2. august 2007
tíðindi
Tíðindi frá skóta
jamoree í Onglandi
20070801/DRH
Sunrise Day
1. august varð hildin av
skótum um allan heim. Kl
6.00 fóru skótarnir at gera
seg klárar at ganga inn í
stóru arenaina, har øll
skuldu vera komin uppá
pláss kl 8.00. Undir altjóða
skótaflagginum gingu skóta
liðini eitt fyri og annað eftir
inn í arenaina, har allir
40.000 luttakarar við hálvg
um átta tíðina vóru komnir
uppá pláss.
Undir
hátiðarhaldinum
endurnýggjaðu
skótarnir
skótalyftið hjá sær, ið er
felags eyðkenni fyri allar
skótar, og hevur nakað
sama innihald hjá øllum
skótasamskipanum:
Við
æru míni gevi eg tað lyftið,
at eg eftir førimuni skal
vera trúgvur móti Guði og
landi mínum, vera hjálp
samur móti øllum og halda
skótalógina.
Kl 8.00 var beinleiðis
samband
til
Brownsea
Island, har fyrsta royndar
legan hjá stovnararnum av
skótarørsluni BadenPowell
var fyri júst 100 árum síð
ani. Brownsea Island má
roknast sum staðið, har
vøggan hjá skótarørsluni
stóð. Hvørt luttakandi land
hevði sent 2 luttakarar til
Brownsea Island at vera á
legu har í 3 dagar, tó høvdu
føroyingar fingið tillutað
eitt pláss, og var tað 14 ára
gamli Allan Hvalsrætt, sum
luttók vegna Føroyar.
Hátíðarhaldið helt fram
við sangi, drama og talum,
ið allar vístu á skótarørsluna
sum eina friðarskapandi
rørslu.
Hátíðarhaldið endaði við,
at luttakararnir fingu avbjóð
ingina at savna 100 auto
grafar á sunriseturriklæðið
og løgdu allir skótarnir í
vaðið alt fyri eitt. Bjarni
Hentze, skóti í Vági, úr
liðnum HUGIN skrivaði
millum annað á turrikløð
hjá skótum úr Saudi Arabia,
Hollandi, Írlandi, Japan og
USA.
Ferðin á Brownsea
Island
Allan Hvalsrætt greiður
soleiðis
frá
leguni
á
Brownsea Island:
Ferðin á Brownsea
Island var eitt upplivilsi fyri
lívið, sum kanska eingin
annar fer at uppliva tey
næstu 100 árini. Um bara
allir føroyingarnir høvdu
verið har, so hevði tað
kanska verið stuttligari við
mati, dansi og kvæðum.
Á Brownsea Island var
nógv gott, sum t.d. karneval,
bogaskjóting, dansur og
veitslur. Vit gjørdu ikki so
nógv skótavirksemi. Boga
skótingin var øgiliga stutt
ligt, men tú skalt konsentrera
teg nógv og vera sterkur
fyri at skjóta og raka. Eg
stóð og siktaði og so ristist
armurin ordiliga illa – og so
fór pílurin skeivt! Tað var
ikki skipað sum ein kapp
ing, men bara sum ein skjót
ing. Tá ið vit vóru runt á
Brownsea Island, sóu vit
nógv trø (rote of dangon).
Tey kundu veksa seg stór
og fyri trøini, soleiðis at tey
stóru trøini ikki kundu fáa
hvørki ljós ella vatn. Tey
máttu høgga trøini niður, tí
tey kundu blíva líka stór
sum eitt eikitræ.
Øll spurdu, hvar eg kom
frá og hvussu eg eiti. Nógv
vistu ikki, hvar Føroyar eru,
men tá ið eg segði, at tað lá
nær við Ísland, so hjálpti
tað.
Dagarnir vóru ymiskir.
Ofta vórðu teir yvirraskandi,
hvat vit gjørdu. Onkrar
dagar klintraður vit í trøum,
vit gjørdu ein dingi (ein
lítlan bát), men tað riggaði
ikki so væl. Vit brúktu
strips at fáa trøini saman og
høvdu
plastikkposar
at
koyra rundan um. Eg fór út
í bátinum, men vildi skótt
sleppa inn aftur, tí báturin
lak so illa. Tíbetur var
vatnið heitt!
Vit fingu bara vegetar
mat. Bønir, egg, salat,
breyð,
bollar,
onkuntíð
wienarbreyð, stokt egg. Vit
gjørdu ikki matin sjálvi,
men tað var sjálvbetjening.
Vit sóu eina legu, sum var
líka, sum tá ið BP var á BI.
Tað vóru 20 dreingir, sum
búu í 6 indianaratjøldum.
So var eitt stórt tjald, sum
teir gjørdu døgurða í.
Til karnevalið gjørdu vit
ein dreka, ein patrulja
gjørdi trummur og annað
sum larmaði, ein patrulja
dansaði og ein gjørdi mask
ur. Karnevalið var frá har
sum tjøldini við BPleguni
vóru og líka til mattjaldið,
okkurt sum 800 metrar.
Aftan á karnevalið var
veitsla í mattjaldinum, og
vit dansaðu til klokkan
einaferð, til midnátt.
Vit vóru okkurt sum 250
til 300 skótar, tveir frá hvørj
um landi, men frá Føroyum
og Grønlandi vóru bara ein
úr hvørjum. Tað er stuttligt
at vera bara ein, og eg eri
glaður, at eg var einsamallur,
tí tá fært tú nógv fleiri vin
ir. Hevði ein annar føroying
ur verið, høvdu vit gingið
nógv saman. Tað var keði
ligt, at eg ikki fekk føroyska
flaggið við, men eg slapp at
bera tað danska eitt petti í
morgun,
tá
ið
sunrise
hátíðarhaldið var. Eg slapp
ikki at hava tað føroyska, tí
vit hoyra undir Danmark.
Leguplássið har BP hevði fyrstu royndarleguna – skótar kunnu halda summarlegu har og hava
sett upp vegvísarar til heimstað sín
Altjóða skótaflaggið veittraði
yvir skótaliðunum
Altjóða skótaflaggið veittraði
yvir skótaliðunum
Bjarni Hentze, skóti úr Vági, skrivar autograf til ein skóta úr
Írlandi
Allan Hvalsrætt umboðaði føroysku skótarnar á Sunrise leguni
á Brownsea Island