hósdagur 2. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 2. august 2007
35
AaB avrikið í Randers
í gjárkvøldið vísti,
at tað var stórur
saknur í føroyska
landsliðsspælaranum,
sum seinastu dag
arnar hevur verið
skaddur
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Úrslitið var ljótt, tá ið AaB,
sum hevur tveir føroyingar
á lønarlistanum, í gjárkvøld
ið var í Randers. Heimaliðið
vann 50 eftir hálvleiks
støðuna 30. Alt vendi
skeiva vegin hjá AaB, sum
misti annan av miðverjun
um og liðformannin, tá ið
bara ein minuttur var farin.
Reyða kortið varð tikið úr
reyvalummanum, tí Danny
Califf hevði nýtt neyð
bremsuna.
Reyða kortið ber við sær,
at plássið í miðverjuni
stendur opið fyri Jón Róa
Jacobsen, tá ið AaB sunnu
dagin fer at spæla í Horsens.
At Jón Rói Jacobsen ikki
var við í gjárkvøldið og
sunnukvøldið, tá ið AaB
vann seg úr Intertoto og í
UEFA, er ikki orsaka av, at
venjarin hevur vigað før
oyska landsliðsspælaran og
funnið hann at vera ov
lættan.
Jón Rói hevur ikki verið
førur fyri at spæla seinastu
dagarnar. Í fyrsta lands
kappingardystinum í nýggja
kappingarárinum var Jón
Rói ógvuliga stinnur, tá ið
AaB spældi 11 á heimavølli
ímóti FCK. Í tí uppgerðini
koykti føroyingurin fótin.
Hann spældi tó dystin á
tamb, og hann var ímillum
teir stinnastu. Men síðani
hevur Jón Rói ikki verið
førur fyri at venja við fullari
ferð. Tí hevur hann ikki
spælt tvær tær seinastu ferð
irnar.
Í dag fór Jón Rói aftur at
venja saman við hinum, og
tað er einki at ivast í, at tað
er brúk fyri honum.
Skelkur
Úrslitið í gjárkvøldið var
stórur skelkur fyri AaB.
Bronsuvinnararnir
frá
síðsta kappingarárið hava
staðið seg væl seinastu
tíðina, og teir hava ikki tapt
fimm tær seinastu ferðirn
ar.
Randers hevur, síðani teir
fyri tveimum árum síðani
vunnu seg í superliguna,
verið roknað millum evnini
at flyta niður. Nú eru teir
oddalið við níggju stigum
og harvið fullum stigatali,
meðan AaB, sum hevur
spælt tvær ferðir, meðan
flestu av hinum hava spælt
tríggjar ferðir, bara hevur
eitt stig.
Svenski AaB venjarin,
Erik Hamrén, skýrdi í gjár
kvøldið ferðina til Randers
at vera sanna marru. Hann
var illa nøgdur við liðið
bæði í verju og álopi. At
fýra av málunum vórðu
skorað eftir innlegg í brots
teigin, helt hann vera merk
isvert. At liðið var undir
mannað mest sum alla
tíðina kundi ikki nýtast sum
einvís undanførsla.
Súni Olsen var ikki mill
um teir fyrstu ellivu hjá
AaB. Súni varð settur á vøll
in beinanvegin eftir steðg
in, men tá var ballið longu
buðið hjá AaB, sum legði
rygg til púra óvæntað stór
tap.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Mítt ævintýr í bláum endar her
Alessandro Nesta
Jón Rói farin aftur at venja
Einsamalla málið,
sum AGF skoraði
ímóti føroyska U19
landsliðnum, var
sjálvmál tíðliga í 2.
hálvleiki
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gekk ikki, tá ið U19
unglingarnir í gjár spældu
ímóti
talentliðnum
hjá
superligufelagnum
AGF.
Úrslitið var 10 tap. Málið
varð skorað í 49. minutti,
og tað var óheppið. Eftir
innlegg úr høgru snittaði
bólturin ein av føroysku
verjuspælarunum, sum ikki
var kroystur, og harvið varð
málverjin, Hans Jørgensen,
snýttur.
Talan var um tætta upp
gerð, og sambært annan av
føroysku venjarunum, Abra
ham Løkin, vóru føroying
arnir ikki aftanfyri mót
støðumenninar í førleik
unum, sum skulu til.
Føroyska
liðið
hevði
møguleikar, og føroyingarn
ir á og kring vøllin – millum
teirra
alandsliðsvenjarin
Jógvan Martin Olsen –
skiltu ikki, at dómarin ikki
bríkslaði, tá ið ein av mót
støðumonnunum í brots
teiginum vardi fyri skoti
við báðum hondum.
Kappingin í Lyngby tænir
sum fyrireiking og úttøku
kapping til EM undankapp
ingina, sum Føroyar í okto
ber verður partur av í Bulga
ria. Tá verður avbjóðingin
ivaleysa stór, tí mótstøðu
londini umframt Bulgaria
verða Danmark og Turka
land. Leikdagarnir verða
10., 12. og 15. oktober.
Eitt nú fáa vit her niðri
staðfest, hvussu venjingar
støðan er. Hetta fara vit at
kunna venjararnar í feløgun
um um. Sum heild kunnu
vit ikki siga annað, enn at
hugburðurin er góður, og
tað sást aftur ímóti AGF,
hóast
spælararnir
vóru
troyttir. Teir høvdu spælt
dagin fyri, meðan AGF
hevði havt frí týsdagin,
sigur annar av venjarunum
Abraham Løkin.
Seinnapartin í morgin
skal føroyska liðið spæla
ímóti B93, og fyrrapartin
leygardagin skulu teir spæla
ímóti Lyngby. Ætlanin er,
at teir, sum ikki hava verið
so nógv á vøllinum í fyrstu
dystunum, skulu fáa meiri
spælitíð næstu dagarnar.
Føroyska
liðið
ímóti
AGF:
Hans
Jørgensen,
Skála John Hammer, KÍ,
Rógvi Holm, liðformaður,
AB, Torkil Kollsker, HB,
Erling Jacobsen, GÍ Rógvi
Poulsen, AB, Oddmar Færø,
B36 (Jóhan Ellingsgaard,
B36, 46.), Heri Nesá, ÍF
(Álvur F. Christiansen, KÍ,
63.), Pól Jóhannes Justin
ussen, GÍ Jann Martin
Mortensen, NSÍ (André
Olsen, B68, 46.) Øssur
Dalbúð, NSÍ (Klæmint A.
Olsen, NSÍ, 70.).
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn: Rasmus
Nielsen, B71, Páll Klett
skarð, KÍ og Petur á Royk
heyggi, NSÍ.
Venjarar eru Abraham
Løkin og Albert Ellefsen.
Talan gjørdist um sanna marru hjá AaB, tá liðskiparin, Danny Califf, varð útvístur eftir bara ein minutt á vøllinum
Mynd: Polfoto
EB/Streymur
hevur
vónina
Bæði EB/Streymur og
B36 dystast í kvøld í
europiskum høpi. EB/
Streymur spælir á Tórs
vølli móti finska MyPa,
og eftir tepurt 10 tap í
fyrra dystinum eru vón
irnar hjá felagsliðnum
kanska ikki heilt ongar.
Men tað krevur fyrst
og fremst ein sigur, og
so er spurningurin, um
EB/Streymur megnar at
skapa neyðuga trýstið,
samstundis sum teir
helst skulu halda tætt
sjálvir, soleiðis at upp
gávan ikki gerst alt ov
tung.
B36 spælir á útivølli
móti litaviska Ekranas.
Fyrra dystin, sum varð
spældur á Tórsvølli fyri
tveimum vikum síðani,
vann Ekranas 31, og tí
er lítil ivi um, at tað
verða teir, sum fara
víðari til næsta umfarið
í kappingini.
-mørk
Nesta gevst
á lands
liðnum
Í gjár boðaði italski
verjuleikarin Alessand
ro Nesta frá, at hann
gevst á landsliðnum Tað
merkir við øðrum orð
um, at hann heldur ikki
verður við, tá Føroyar
fara at spæla í Italia 21.
november. – Eg fari ikki
at spæla á landsliðnum
aftur. Mítt ævintýr í
bláum endar her, sigur
Alessandro
Nesta
sambært Ekstra Bladet.
Nesta var ikki við, tá
Italia var í Føroyum í
junimánaði. Hann hevur
ikki
verið
í
bláa
búnanum síðani HM
endaspælið
í
fjør
summar, tá hann gjørdist
skaddur longu í bólka
spælinum. Nesta spælir
dagliga við AC Milan.
Hann 31 ára gamal og
hevur spælt 78 lands
dystir.
-rwd
Troytt talent taptu tepurt