mikudagur 11. apríl 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2001
27
gult27 cyan27 magenta27 svart27
26
Nr. 71 - 11. apríl 2001
gult26 cyan26 magenta26 svart26
ÍF vann sannførandi,
og Lakjubrøðurnir í
álopinum skoraðu øll
málini heima á Sandi
Fuglfirðingar vita væl, at
teirra møguleiki at vinna
løgmanssteypið er rættuliga
lítil. Men Pauli Jarnskor
tykist hava megnað at pota
treiskni og viljan at vinna,
sum altíð hevur eyðkent
gøtumenn, niður í teir.
Eftir tepur tap á heima-
vølli ímóti B68 og KÍ var
ÍF leygardagin á Sandi og
spældi ímóti triðja 1.
deildarliðnum í bólkinum.
ÍF var nógv tað betra liðið.
Avrikið og 3–0 sigurin
benda á, at longu framman-
undan landskappingini er
ÍF eitt fínt boð upp á upp-
flyting. Í 3–4–3 uppstilling
hekk tað væl saman, og tá
tað eydnast, økist sjálvs-
álitið, og tað gerst uppaftur
betur.
Ikki minst á útivølli er
tað av stórum týdningi at
hava álopsspælarar, sum
megna at halda upp á bóltin
og at gera nakað við hann.
Soleiðis var tað hjá ÍF á
Sandi. Høgni á Lakjuni,
Heini Heinason og serliga
Bárður á Lakjuni vóru alla
tíðina vandamiklir og dus-
aðu sær í B71 verjuni, sum
hevði stórar trupulleikar
við at halda tætt.
Kári Reynheim vil hava
B71 at spæla við flatari
verju. Fleiri føroysk lið
hava undanfarin ár brent
seg av hesum (men ikki øll)
og hava aftur broytt spæl-
skipan. Verjuavrikið hjá
B71 leygardagin bendi á, at
tað skal ganga skjótt við at
innarbeiða fløtu verjuna,
um hon ikki skal kosta
nógv í landskappingini.
Heldur ikki á álopspart-
inum var nógv bit í B71. Eli
Hentze gjørdi nyttu á
sentrala miðvøllinum, men
teir saknaðu hann heilt har
frammi.
Málini
Fuglfirðingar vóru ikki
heilt nøgdir, tá linjuverjin
kolldømdi eitt mál, sum
Bárður á Lakjuni skoraði
eftir horna. Hjálpardómarin
metti, at Torstein Joensen
hevði ávirkan á sýnið hjá
málverjanum.
Men tá góður hálvur tími
var farin, var eingin slingur
í valsinum hjá Bárðuri á
Lakjuni. Eftir horna, út frá
og innlegg frá beiggjanum,
Høgna, tamdi Bárður á
brotsteigarmarkinum við
bringuni, áðrenn hann legði
seg afturav og saksispark-
aði bóltin upp í málhornið.
Eitt evni til ársins mál!
Eitt korter inn í 2. hálv-
leik var aftur galið hjá B71.
Roy Róin fangaði bóltin í
B71 uppspæli á teirra egnu
hálvu. B71 liðið var á veg
fram, Bárður á Lakjuni var
skjótt leysur í brotsteigin-
um, og hóast vinkulin í
vinstru var eitt sindur
spískur, so megnaði hann at
skora við nærra stólpa.
Høgni á Lakjuni staðfesti
sigurin. Eyðun Rygshamar
legði innfyri úr høgru, og
Høgni var lesur í fimm
metrinum
við
nærra
stólpan.
jh
B71: Valdemar Nowisci –
Svenning W. Hansen, Bern-
hard Petersen, Jógvan Jón
Petersen, Hans Meinhard
Midjord – Bjørn Thor-
steinsson, Julian Floresco,
Eli Hentze, Hans Jørgen
Djurhuus – Jón Brekku,
Bárður Bærentsen
ÍF: Ken Bærentsen – Viggo
Johannesen, Torstein Joen-
sen, Tomek – Eyðun Rygs-
hamar, Eyðolvur R. Peter-
sen, Roy Róin, Mortan
Thomsen – Høgni á Lakj-
uni, Heini Heinason, Bárð-
ur á Lakjuni
Men teir vilja síggja
spælaran vísa, hvør
dugur er í honum,
áðrenn avgerð verður
tikin, um Alexander
Djordjevic skal hjálpa
klaksvíkingum
Ein jugoslavi er á veg til
Klaksvíkar. Heimasíðan hjá
KÍ visti um vikuskiftið at
siga, at hann skuldi koma
henda vegin í hesi vikuni.
Tá vit fregnaðust hjá KÍ
formanninum, Svend Ja-
cobsen, í gjár, var hann ikki
komin, men tað var ikki
óvist, at hann fór at koma
seinni í vikuni. Sum øll hini
liðini í bólkaspælinum, so
skal KÍ spæla dyst skíris-
dag, páskaaftan og 2.
páskadag. Tí verður ikki
møguleiki at venja saman
við nýggja manninum fyrr-
enn í komandi viku.
Maðurin eitur Alexander
Djordjevic. Sambært KÍ
heimasíðuna er hann 32 ára
gamal og ein kendur álops-
spælari í Jugoslavia. Hann
hevur spælt 350 dystir á
besta liðnum hjá Belgrads
Partisans, og hetta síðsta
kappingarárið hevur hann
spælt í oddaliðnum í næst-
bestu deildini.
Sambært KÍ heimasíðuna
var KÍ venjarin, Tomislav
Sivic, sera bilsin, tá lands-
maður hansara ringdi og
fregnaðist, um nakar møgu-
leiki var at koma til Klaks-
víkar og spæla fótbólt. At
Tomislav Sivic er spælari
og venjari í Føroyum hevur
ofta verið umrøtt í jugo-
slaviskum fjølmiðlum. Tað
man vera soleiðis, at hesin
Alexander hevur fingið at
vita um Føroyar og KÍ.
Ikki góðar royndir
Viðhvørt hepnast tað væl,
men ofta hevur tað ikki
eydnast serliga væl, tá
útlendskir spælarar eru
komnir henda vegin. Hóast
spælararnir hava havt gott
hegni, so hevur tað oftast
verið neyðugt við eini
tillagingartíð hjá spælarun-
um til føroyskan fótbólt og
føroysk viðurskifti.
Hetta vita eingir betur
enn
klaksvíkingar.
Eitt
orðatak sigur, at brent barn
ræðist eld. Í fjør fekk KÍ ein
álopsspælarra úr Jugo-
slavia. Srecko Milicevic var
alt annað enn sannførandi.
Undan
summarfrtíðini
spældi hann við í seks
dystum. Bara eina ferð var
hann við allar 90 minutt-
irnar, og hann skoraði bara
tvey mál. Tað var ikki
undur í, at Tomislav Sivic
og KÍ leiðslan tóku avgerð
um, at jugoslavin ikki
skuldi koma aftur til Føroya
eftir Europa Cup ferðina
hjá KÍ í Jugoslavia.
Nú fáa KÍ og klaks-
víkingar høvi at royna, um
nýggi maðurin kann brúk-
ast ella ikki.
jh
Klaksvíkingar fingu
ikki staðfest
leygardagin, hvussu
tað fer at hilnast hjá
teirra liði í
landskappingini
B68 hevur verið roknað
ímillum tey liðini, sum
møguligan fara at gera
havnarfeløgunum kapping
um ovastu plássini í lands-
kappingini. Í Klaksvík hava
teir verið ivasamir um,
hvussu tað fer at hilnast hjá
teirra monnum, eftir at átta
ella níggju av spælarunum,
sum í fjør vóru við til at
manna liðið, eru givnir ella
farnir aðra staðni.
Ein av monnunum, sum
er farin aðra staðni, er
Arnold Joensen. Leygar-
dagin vitjaði hann fyri
fyrstu ferð saman við
nýggju
liðfeløgunum
í
Klaksvík.
Klaksvíkingar
tóku væl ímóti Arnoldi,
sum spældi í sama plássi,
sum hann plagdi at røkja í
KÍ.
Leita framvegis
Á avrikunum sást, at bæði í
KÍ og B68 leita teir fram-
vegis eftir rættu uppstill-
ingini, og at tað framvegis
er langt eftir, áðrenn spælið
hongur so væl saman, sum
tað kann gera hjá hesum
spælarunum.
Talan var um javna
uppgerð, har tað var stríð
um nógvar leysar bóltar,
bæði í luftini og á jørðini.
Toftamenn vóru eitt sindur
omaná í fyrra umfarinum,
men eftir steðgin vóru
klaksvíkingar heilt væl við.
Hjá KÍ var Jan Andreasen
uttanfyri við skaða. Símun
Waag Høgnesen, sum fyri
stuttum er komin aftur úr
Esbjerg, har hann hevur
vant, var aftastur í verjuni,
og Allan Joensen, sum
higartil í ár hevur verið á
miðvøllinum, var í miðverj-
uni.
B68 hevði bara Marcello
heilt frammi, meðan Øssur
Hansen var leysur maður
ímillum miðvallararnar og
einsamalla álopsmannin.
Jan Dam og Hans Fróði
Hansen vóru sannførandi í
miðverjuni, og John Heri
Dam var nýggjur maður á
miðvøllinum í vinstru.
Fleiri møguleikar
Nakrir málmøguleikar vóru
báðar vegir. Hjalgrím Elttør
hjá KÍ, sum hesa ferð var á
miðvøllinum, hevði stutt
undan steðginum ein góðan
møguleika, og eftir steðgin
stútaði Ove Nysted úr
blankari støðu mitt fyri
omanfyri málið. Í einum
føri vóru klaksvíkingar
rísnir inn á dómaran, tí
hann dømdi fyri frísparki í
staðin fyri at geva teimum
upplagda fyrimunin av
málmøguleika.
Øssur
Hansen
hevði
onkra vandamikla skot-
roynd ímóti málinum hjá
Meinhardi Joensen, og í tí
eina
førinum
var
um
reppið, at Marcello gjørdist
púra leysur, men Allan
Joensen rakk akkurát at
takla.
Einasta málið skoraði
innskifti Mortan Hansen, tá
tað bara restaðu tveir
minuttir. Messias, sum
røkti vongverjan hjá B68 í
vinstru, var staddur stutt
frammanfyri miðstrikuna,
tá hann legði skrátt inn í
brotsteigin. KÍ málverjin
var á veg út, tá Mortan
Hansen
við
høvdinum
snittaði bóltin upp um
málverjan og í KÍ málið.
B68 menninir fóru væl
nøgdir um Leirvíksfjørð,
og klaksvíkingar fóru til
hús, uttan at teir høvdu
fingið meiri greiðu á,
hvussu teirra lið fer at
standa seg í ár.
jh
KÍ: Meinhard Joensen –
Niclas Niclassen, Símun
Waag Høgnesen, Allan
Joensen – Harley Berthold-
sen, Hjalgrím Elttør, Jan
Joensen, Fríðin Ziskaskon
– Eyðun Klakstein, Tomis-
lav Sivic, Ove Nysted
B68: Magnus Poulsen – Jan
Petersen,
Hans
Fróði
Hansen, Jan Dam, Messias
– Arnold Joensen, Jann Ingi
Petersen, Fróði Benjamin-
sen, John Heri Dam –
Øssur Hansen, Messias
Eftir at hann hevur
verið nógv plágaður
av skaðum í fleiri ár,
roynir fyrrverandi
NSÍ maðurin nú
fótbóltseydnuna á
Svangaskarði
21 ára gamli Mortan Han-
sen hevur gjørt av at skifta
NSÍ búnan út við tann hjá
toftamonnum. Tað eru einar
tríggjar vikur síðani, at
stóri álopsmaðurin fór at
venja á Toftum, og leygar-
dagin hevði Jóannes Jakob-
sen hann við í hópinum til
steypadystin í Klaksvík.
Mortan Hansen skoraði
einasta málið, og tað kann
væl vera, at hann harvið
kom eitt sindur longri fram
í røðina, enn hann tóktist
vera undan dystinum.
Í fjør vóru brasilumað-
urin Marcello og Súni Fríði
Johannesen vandamiklasta
álopsparið í 1. deild. Súni
Fríði var toppskjútti við
sekstan málum, og Mar-
cello var næstbestur við
fimtan málum.
Leygardagin var Súni
Fríði ikki við í Klaksvík, tí
hann hevur trupulleikar í
lærkrikanum. Marcello var
einsamallur á toppinum
fyrstu løtuna, men hann
noyddist at taka seg úr
dystinum við skaða, og so
varð Øssur Jacobsen settur
inn í einsamallu álopsódn-
ina hjá B68.
Spælið hjá B68 var ikki
serliga vinarligt ímóti Øss-
uri Jacobsen, sum av góð-
um grundum ikki hevði
møguleika at arbeiða við
bóltunum, sum ofta lógu í
so ovarlaga.
So var tað, at Jóannes
Jakobsen gjørdi av, at
Mortan Hansen skuldi fáa
møguleikan síðsta korterið.
Nýggi maðurin vísti, at
máltevið er á góðari leið.
Fyrst var hann leysur og
sendi dygst skeivu megin
stólpan, so var hann aftur
mest sum leysur men
megnaði ikki at royna ímóti
málinum, og so var tað, at
hann við høvdinum skoraði
einasta málið í Klaksvík
leygardagin.
Nógv skaddur
Hóast hetta var fyrsti dyst-
urin hjá Mortani Hansen á
besta liðnum hjá B68, so er
hann ikki ókendur í 1.
deild. Mortan er uppvaksin
í NSÍ, har hann eisini hevur
spælt í fleiri ár í vaksna-
mannadeildini. Skaðar hava
havt við sær, at hann ikki
hevur spælt serliga nógv á
besta liðnum. Í fjør var
hann við í seks teimum
fyrstu umførunum og var
so burturi frá inntil tveir
teir síðstu dystirnar. Í fjør
skoraði hann eitt mál í 1.
deild, og í trimum dystum í
2. deild skoraði hann eitt
mál.
Eisini í 1999 var Mortan
Hansen nógv skaddur. Tá
spældi hann við í tveimum
dystum heilt tíðliga á
árinum og so aftur í trimum
teimum síðstu. Úrtøkan var
eitt mál í bestu deildini og
seks mál í sjey dystum í
næstbestu deildini.
Í 1998 gekk hópin fræg-
ari. Tá var nýggi B68
maðurin, sum er 21 ára
gamal, væl fyri. Hann
spældi við í trettan dystum
og skoraði fimm mál.
jh
Mortan er nú í B68
Gott fótbóltslag í Fuglafirði
B68 fór við øllum
KÍ fær álopsspælara
úr Jugoslavia
Landsliðsmaðurin hjá
NSÍ setti sítt stóra
merki á dystin móti
FS Vágum
LØGMANSSTEYP
Jákup Mørk
Christian Høgni Jacobsen
gjørdi rættiliga vart við seg,
tá
Føroyska
landsliðið
herfyri leikti undankapp-
ingardystir móti ávíkavist
Luksemburg og Russlandi.
Fyri mong v ar tað heldur
óvæntað, tá hann so brád-
liga tók av møguleikanum,
men leygardagin gav hann
aftur eitt dømi um, hví
landsliðsvenjarin
hevur
sýnt honum somikið stórt
álit.
Christian Høgni skeyt
nevnliga trý av málunum,
tá NSÍ sendi FS Vágar
vestur aftur við tómum
stigaposa, og soleiðis var
hann høvuðsmaður í trygga
NSÍ sigrinum. Hini bæði
málini hjá NSÍ skutu Kári
Hansen og Ian Højgaard,
meðan Sonni Johannesen
og Vladlens Osipovs skutu
málini hjá vágamonnum.
Hóast heimaliðið í
Gøtu hevði bóltin
nógv meiri, so vóru
tað gestirnir úr HB,
sum fingu flestu
málini
LØGMANSSTEYP
Jóannes Hansen
Gøtumenn høvdu bóltin
mesta partin av tíðini, tá
teir leygardagin høvdu
vitjan av HB. Men tað vóru
havnarmenninir, sum fingu
trý mál, meðan heimaliðið
bara eina ferð megnaði at
fáa bóltin í málið aftanfyri
ein sera væl spælandi Bárð-
ur Johannesen.
Tølini vísa, at ein av
trupulleikunum hjá GÍ er,
at teir megna ov sjáldan at
spæla seg til opnar mál-
møguleikar.
Hóast
teir
høvdu bóltin nógv, so var
tað sjáldan, at teir megnaðu
at taga verjuna sundur, tí
tað vóru ov fáir at teimum
gulu og bláu, sum megnaðu
at bjóða av ein ímóti einum.
HB verjan átti at havt
verið at tosa við. Hans á
Lag er framvegis so mikið
skaddur, at hann ikki er
førur fyri at spæla. Ion
Geolgau tykist halda pláss-
ið opið fyri roynda mann-
inum, og hevur nýtt høvið
at geva fleiri spælarum
møguleikan at royna seg
saman við Jóhannisi Joen-
sen.
Hesa ferð var Magnus
Jacobsen miðverji í 1.
hálvleiki, og í 2. hálvleiki
var Jón Rói Jacobsen, sum
undan steðginum hevði
verið á toppinum saman við
Allani Mørkøre, í mið-
verjuni.
Hjá GÍ kom Henning
Jarnskor, sum inntil nú
hevur verið í Danmark, á
vøllin eftir steðgin. Hann
gjørdi ikki so ógvuliga
nógv um seg, men eingin
ivi man vera um, at tað fer
at vera góð nytta í roynda
manninum.
Dysturin var eitt sindur
ófantaligur. Talan var um
nógvar nærdystir, onkrir
nærdystir vóru ljótir, og
hýrurin millum mótstøðu-
menninar var ikki góður.
Málini
HB kom á odda, tá Poul
Ennigarð var so óheppin at
beina
lítið
vandamikið
horna frá Allani Mørkøre í
egið mál. GÍ svaraði aftur
við evni til ársins mál. Úr
25 metra fjarstøðu smekk-
aði vinstri vongspælarin,
Pól Henning Jacobsen, til,
og bólturin streyk upp í
málhornið. Sera vakurt.
Í einum av fleiri skjótum
mótálopum legði Rógvi
Jacobsen HB framum aftur,
eftir at Rúni Nolsøe var
farin til baklinjuna og hevði
lagt út frá.
Rúni Nolsøe staðfesti HB
sigurin, tá átta minuttir
vóru eftir. GÍ, sum longu
tíggju minuttir eftir hvíld-
ina misti Pól Henning
Jacobse, ið fekk gula kortið
aðru ferð, hevði trýst
leingi, og teir høvdu havt
onkrar møguleikar uttan at
fáa mál. Rúni spældi eitt
tvey við Bjarna Jørgensen,
áðrenn hann skoraði. Í 2.
hálvleiki
vóru
Rókur
Jespersen og Bjarni Jørgen-
sen í HB álopinum. Teir eru
báðir 16 ára gamlir, og tað
fer ivaleyst at vera nógv
meiri at frætta frá teimum í
framtíðini.
HB tykist svimja í fólki.
Umframt teir báðar ungu
menninar
kom
eisini
veteranurin Rói Árting á
vøllin. Hans á Lag, Andrew
av Fløtum og Bárður Mort-
anson vóru skaddir, og so
verður tað neyvan leingi,
inntil pláss skal fáast til
Una Arge í HB álopinum.
Tað er stór kapping um
plássini í HB.
GÍ: Hallur Hansen – Poul
Ennigarð, Bartal Eliassen,
Leivur Hansen – Hans
Pauli
Petersen,
Sámal
Joensen, Áslakur R. Peter-
sen, Magni Jarnskor, Pól
Henning Jacobsen – Sedek,
Helgi L.Petersen
HB: Bárður Johannesen –
Vagnur Mohr Mortensen,
Jóhannis Joensen, Magnus
Jakobsen,
Janus
M.
Joensen – Ransin Djur-
huus, Rúni Nolsøe, Rógvi
Jacobsen, Hallur Danielsen
– Allan Mørkøre, Jón Rói
Jacobsen
Fremstu menninir á
FCK liðnum høvdu
trupulleikar at
umseta møguleik-
arnar til mál og
harvið trý stig
Fleiri enn sjey túsund
áskoðarar
vóru
mána-
kvøldið í Lyngby og sóu
dystin ímóti FCK. Einki
mál kom, og harvið varð-
veittu bæði liðini sína støðu
á fjórða og fimta pláss-
inum.
Í 1. hálvleiki var tað heilt
sjónskt, at báðir partar
løgdu mestu orkuna í at
halda tætt. Tað var so at
siga spælt við reim og
seðlum. Verjurnar vóru
ógvuliga væl skipaðar, og
tað var bara í hendinga
førum, at tað luktaði av
málmøguleikum.
Eftir steðgin var ferðin
størri. Lyngby hevði bara
ein møguleika, sum tryggi
FCK málverjin, Thomas
Myhre, tók sær av. FCK
hevði einar tríggjar møgu-
leikar. Heine Fernandez var
púra leysur, tá hann ikki
kundi gera av, um hann
skuldi royna ímóti málin-
um, ella um hann skuldi
leggja upp á tvørs. Í síðsta
minuttinum var Thomas
Thorninger í góðari støðu á
brotssparks blettinum, men
fluktskotið hjá honum rakti
á trygga Lyngby málverjan.
Millum
áskoðararnar
sóust Ståle Solbakken og
Todi Jónsson. Einki er at
ivast í, at FCK kundi havt
fingið størri úrtøku, um teir
vóru við. Sibusiso Zuma
var av hyggjarunum hjá
TV3+ kosin besti maður á
vølli. Hann stríddist nógv í
álopinum og vísti stórt
hegni, men samanspælið
við Heine Fernandez gekk
ikki væl. Heine er ikki
samanspælari, men heldur
tað slagið av spælara, sum
er sera fokuseraður móti
málinum.
Síðstu løtuna avloysti
Patrick Simpson Fernan-
dez. Men høgi og myrki
sviin tóktist ikki vera ser-
liga væl fyri. Thomas
Thorninger var ytstur á
miðvøllinum
í
vinstru.
Hann luttók í samanspælin-
um, men hann megnaði
ongantíð at bróta ígjøgnum
og leggja innfyri. Tað var
bara tá vongverjin, Niclas
Jensen, var við, at tað komu
innlegg úr vinstra borði.
Ivaleyst halda teir í FCK
við okkum, tá vit siga, at
tað hevur nógv at siga fyri
teir, at Todi Jónsson skjótt
verður klárur aftur. Tvey
pláss standa víðopin og
bíða eftir honum!
FCK
venjarin,
Roy
Hodgson, var ikki mis-
nøgdur eftir dystin. Hann
helt, at tð ikki var so galið
at hava fingið eitt stig á
útivølli ímóti einum av
hinum oddaliðnum, men
hann ásannaði samstundis,
at teir í FCK áttu í 2.
hálvleiki at havt skorað
sigursmálið.
Tað verður spælt aftur í
superliguni í morgin. Tá
fær FCK vitjan av AaB,
Herfølge fær vitjan av
Viborg, og OB fær vitjan av
Brøndby. Hinir dystirnir
eru AGF–AB, FCM–Silke-
borg og Lyngby–Haderslev.
Í næstbestu deildini skulu
Hvidovre og óli Johanne-
sen spæla á heimavølli
ímóti B93, og liðið hjá Atla
Gregersen, Randers Freja,
fær vitjan av Skive.
jh
GÍ hevur trupulleikar
við úrtøkuni
Triðja dystin upp í
slag var TB fyri stór-
tapi í bólkaspælinum
LØGMANSSTEYP
Jákup Mørk
Tað, sum alt fyri eitt
varð mett, tykist nú at
vera ein sannroynd hjá
TB, hóast vit enn bara
eru komin hálva leið í
bólkaspælinum.
Eftir at hava tapt stórt
móti ávíkavist HB og
GÍ, skuldu tvørámenn
hesa ferð til Havnar, og
søgan her var ikki stórt
øðrvísi, enn hon hevur
verið undanfarnu dystir-
nar.
B36 vann ein tryggan
7-0 sigur, har merkis-
verdu fyribrgdini heldur
vóru at finna í uppstill-
ingini hjá havnarmonn-
unm, heldur enn í sigrin-
um sjálvum. Í øllum før-
um man tað vera langt
síðani, at Jan Guttesen
hevur tikið til takkar við
at byrja á beinkinum,
men saman við eitt nú
Bjarna Prior og Heðin á
Lakjuni var hetta hans-
ara lutur leygardagin.
Hetta sigur helst eisini
nakað um, hvussu sterk-
ur hópurin hjá árstals-
felagnum tykist vera í ár,
men samstundis er vert
at leggja til merkis, at
millum leikararnar á
vøllinum taldust onkrir
av ungu leikarunum,
sum eru uppaldir í felag-
num.
Alt tykist avgjørt
Spurningurin er so, um
hetta sigur nakað um,
hvussu liðið fer at spæla
í ár, tí mest av øllum
tykist bólkaspælið at
vera eitt tíðarskeið, har
sterkaru liðini hava høvi
at eksperimentera nakað
við liðnum. Enn er bara
komið hálva leið, men
longu nú tykist í flestu
førunum greitt, hvørji
liðini verða, sum sleppa
víðari úr bólkaspælin-
um.
Spurningurin er so-
statt bara, í hvørjari
raðfylgju hesi koma
víðari, og tað tykist so at
vera ein spurningur, har
TB ikki skal hava tað
stóra at siga.
Dysturin í tølum
B36-TB 7-0 (3-0)
1-0: Kenneth Jacobsen
4.
2-0: Klæmint Matras 22.
3-0: Jákup á Borg 28.
4-0: John Petersen 58.
5-0: Jákup á Borg 60.
6-0: Heðin á Lakjuni 82.
7-0: Jens Kristian Han-
sen 83.
Føroyameistararnir
úr Vági tykjast ikki á
nakran hátt at taka
sær av løttum, nú
nýggja kappingarárið
er byrjað
LØGMANSSTEYP
Jákup Mørk
Tað er vandi í hvørjari
vælferð, verður sagt,
men hetta tykist tó ikki á
nakran hátt at vera gald-
andi fyri verandi føroya-
meistararnar í Vági.
Ofta er annars so, at
mettan ger seg galdandi,
tá eitt lið hevur vunnið
nakað, men enn tykjast
vágbingar als ikki at
taka sær av løttum.
Leygardagin spældu
teir
triðja
dystin
í
bólkaspælinum, og úr-
tøkan varð tann sama,
sum hon áður hevur
verið. Trý stig afturat
inn á kontina, soleiðis at
VB mest sum hevur
tryggjað
sær
víðari
luttøku, hóast vit enn
bert eru komin hálva
leið í bólkaspælinum.
Gaman í hevur talan í
øllum trimum dystunum
verið um mótstøðulið,
sum
verða
roknað
millum tey veikastu í
bestu mansdeildini, men
tað er eisini ein dygd at
vinna
slíkar
dystir.
Hálvleiksstøðan var 0-0
leygardagin, men við
fýra málum seinastu trý
korterini settu meistar-
arnir alt upp á pláss.
Málini hjá VB skutu
Robert
Cieslewicz,
Krzystof
Popczynski,
Palli Augustinussen og
Jón Gærdboø.
Málleyst í Lyngby
NSÍ-FSV 5-2 (4-1)
Hat-trick til stjørnuskotið
B36-TB 7-0 (3-0)
TB fær einki gjørt
EB/Streymur-VB 0-4 (0-0)
Meistararnir hava fult
stigatal