mikudagur 11. apríl 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Ironiskt hevur Ingi
Højsted, sum júst
hevur skrivað sátt-
mála við enska stór-
felagið Arsenal, alt
sítt lív verið Man-
chester United fan, og
tá Arsenal og United
altíð hava verið
argastu fíggindar,
stendur Ingi nú í
einum lítlum
trupulleika
YRKISDREYMUR
Heini í Skorini
Ingi Højsted má á ongan
hátt avdúka sína “krimi-
nellu” fortíð sum United
fan, tá hann í juli mánaði í
ár byrjar sum sáttmála-
bundin
yrkisleikari
í
Arsenal. Í Arsenal er Man-
chester United nevniliga
eitt bannað orð, við tað at
Arsenal
seinastu
árini,
undantikið 1998, hevur
staðið í skugganum av
Manchester United. Bæði í
Europa og í ensku Premier
League.
Men Ingi sigur sjálvandi,
at Arsenal er eins gott og
Manchester United, bert
felagið er eitt stórt felag.
Einasti út av 1500
Í Arsenal eru hagtøl við-
víkjandi ungum leikarum
júst gjørd, sum siga, at fyri
hvørjar 1500 leikarar, sum
royndarvenja við felagnum,
er bert ein, sum fær sátt-
mála.
Ingi Højsted er sostatt
einasti av øllum teimum
1500, sum hevur fingið
sáttmála, og tað sigur ikki
so lítið um evnini hjá Inga
sum fótbóltsleikara. Ingi
sigur, at Arsenal nú hyggur
meiri eftir ungum leikarum
í Norðurlondum, og at teir
fyri stuttum hava skrivað
sáttmála við ungan svia.
Eftir teir báðar er bert ein
annar skandinavi undir 23
ár, og er tað ein dani.
Venjararnir ikki
hvørjir sum helst
Ingi Højsted fer í juli í
summar til Arsenal, og skal
hann beinanvegin í eldin.
U-17 liðið hjá Arsenal
hevur nevniliga boðið Inga
við til eina kapping í
Fraklandi, og hetta verður
fyrstu ferð, at Ingi sum
Arsenal leikari spælir dyst
við nýggja felagi sínum.
Ungdómsvenjarin í Arse-
nal og venjarin hjá Inga
Højsted, er ikki hvør sum
helst. Hann eitur Liam
Brady, og hevur hann sum
yrkisleikari
spælt
við
italska stórfelagnum Inter
og Arsenal, samstundis
sum hann var ein sera
týdningarmikil leikari fyri
írska landsliðið. Tað er
Liam Brady, sum hevur
havt eyguni við Inga og
avgjørt, at hann skal hava
sáttmála frá Arsenal, og
hyggja vit at fortíð hansara
í fótbólti, veit maðurin,
hvat hann keypir. Hetta
sigur heldur ikki so lítið um
Inga sum fótbóltsleikara,
við tað at ein og hvør fær
ikki bjóða sáttmála frá so
stórum felagi.
Tað, sum rópt verður
“headcoach” í Arsenal, er
heldur ikki hvør sum helst.
Maðurin eitur Don Howe,
og var hann enskur lands-
liðsvenjari í 1982. Sostatt
hevur Ingi gott fólk kring
seg, sum vita, hvat skal til
fyri at gera hann til eina
komandi stjørnu.
Tá vit spyrja Inga, um
hann væntar at leingja um
sáttmála sín eftir trý ár,
sigur Ingi, at um tað gongur
væl, væntar hann, at Arse-
nal eru sinnaðir at leingja
um sáttmálan.
Venjing tvær ferðir
um dagin
Ingi Højsted skal venja
tvær ferðir um dagin í
Arsenal, meðan hann sam-
stundis skal ganga í skúla.
Mikudagur verður skúla-
dagur hjá Inga, og eisini
verða hann og aðrir undir-
vístir í, hvat tað er at vera
yrkisleikari, har lært verður
um kroppin o.s.fr.
Ingi stendur sostatt ikki á
berum, um tað ikki skuldi
gingið til vildar hjá honum.
Venjing tvær ferðir um
dagin er krevjandi, og Ingi
sigur, at hetta verður hart,
men at hann er sinnaður at
arbeiða hart, eins og hann
hevur gjørt. Ingi hevur vant
nógv
sjálvur,
og
hart
arbeiði einsamallur hevur
givið úrslit.
Hevur prátað við
Keown
Ein av týdningarmiklastu
leikarunum á besta liðnum
hjá Arsenal og á enska
landsliðnum, er verjuleik-
arin Martin Keown. Ingi
hevur longu fingið sær eitt
fótbóltsprát við Martin
Keown, meðan hann ikki
hevur heilsa uppá sjálvan
venjaran á Premier League
liðnum,
fraklendingin
Arsene Wenger. Vónandi
hevur Keown givið Inga
nøkur góð ráð, sum hann
tekur til eftirtektar.
Ingi kemur ongantíð at
hótta Keown um fast pláss
á liðnum, við tað at Keown
væntandi er givin, tá Ingi
kemur til, men frá juli
kunnu stjørnur á miðvøll-
inum sum Parlour, Ljung-
berg, Lauren, Viera og
Pires ikki kenna seg tryggar
longur, tí nýggja stjørnu-
skoti Højsted er á veg......
Nr. 71 • mikudagur • 11. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Foreldur Inga Høj-
sted, funningsmað-
urin John Højsted
og Ása Højsted úr
Vestmanna, siga
seg ikki vera
bangin at lata 15
ára gamla sonin
fara til Bretlands
sum yrkisleikari
FÓTBÓLTUR
Heini í Skorini
Foreldur Inga Højsted,
John og Ása Højsted,
hava góðar vónir fyri
syni sínum Inga í
Arsenal. Tá vit spurdu
John, um hann ikki er
bangin fyri at lata son
sín fara til Arsenal, sigur
hann, at tað er hann ikki.
– Fyrst var Ingi og
royndarvandi í Arsenal,
har hann seðgi okkum,
hvussu tað var. Vit vóru
sjálvandi atfinnandi at
byrja við, kanska serliga
mamman. Men eftir at
vit hava verið niðri í
London og sæð umstøð-
urnar, eru vit ikki bangin
at lata hann fara. John
sigur, at umstøðurnar
eru sera góðar, og at
leiðslan og ungdóms-
venjararnir taka sær sera
væl av dreingunum í
Arsenal.
Mamma Inga, Ása,
sigur eins og maðurin, at
tey vóru sera skeptisk at
byrja við, men at tey nú
vita, at Ingi er í góðum
hondum, eftir at hava
verið har niðri og sæð
umstøðurnar og møtt
venjararnar í Arsenal.
John Højsted sigur, at
Ingi hevur spælt fótbólt
síðani hann var heilt
lítil, og um hetta er tað
hann vil, vilja foreldrini
ikki forða honum at
fara.
Spurdur, um hann
einaferð væntar at síggja
Inga á besta liðnum hjá
Arsenal, sigur John, at
tað væntar hann.
- Um hann verður eins
áhugaður og hann hevur
verið, skuldi møguleikin
avgjørt verið til staðar,
endar John Højsted, pápi
møguliga
komandi
stjørnu á besta liðnum
hjá Arsenal, Inga Høj-
sted.
– Eg eri United fan
Ingi tykist fegin, nú hann skal skifta hvítu B36-troyggjuna um við tí reyðu hjá Arsenal
Mynd: Jens Kr. Vang
– Vit eru ikki bangin
at lata hann fara
Foreldrini hjá Inga Højsted eru als ikki bangin fyri at
lata sonin fara til Onglands at royna seg
Mynd: Jens Kr. Vang
Á tíðindafundi í B36
húsinum mánadagin
varð staðfest, at bert
15 ára gamli B36
leikarin Ingi Højsted
hevur skrivað undir 3
ára sáttmála við ein
av risunum í ensku
Premier League,
Arsenal. Hetta er
uttan iva størsti
handil higartil í
føroyskari fótbólts-
søgu, og ævintýrið hjá
Inga Højsted byrjar í
juli
FÓTBÓLTUR
Heini í Skorini
15 ára gamli B36 leikarin
Ingi Højsted hevði mána-
dagin úr at gera í B36 hús-
inum, tá hann eftir tíðinda-
fund fyri fjølmiðlunum var
umringaður av sjónvarps-
fólki, útvarpsfólki og blað-
monnum, og tað var ikki so
løgið. Størsti handilin í
føroyskari fótbóltssøgu var
nevniliga júst almanna-
kunngjørdur av formann-
inum í B36, Kristan á
Neystabø, og 15 ára gamli
havnardrongurin er nú farin
undir tað ævintýr, sum Todi
Jónsson, Julian Jónsson,
Kurt Mørkøre og Jákup
Mikkelsen allir droyma um.
Ingi
Højsted
byrjar
nevniliga í juli í summar
sum sáttmálabundin leikari
við millum fremstu liðun-
um í Europa í løtuni,
stjørnusetta London liðnum
Arsenal. Sáttmálin er uppá
3 ár, og Kristian á Neystabø
seðgi á tíðindafundi mána-
dagin, at sáttmálin er góður
fyri allar partar.
U-16 NM kapping var
byrjanin
Kristian á Neystabø legði
út í B36 húsinum mánadag-
in, har hann fyrst og fremst
boðaði frá stórtíðindunum.
Hann segði, at í B36 hava
teir havt eitt mál, at í
hvussu so er ein leikari úr
hvørjari ungdómsdeild skal
koma inn á 1. liðshópin, og
so má tíðin vísa, um ein
kemur víðari harífrá. Men
tað kom óvæntað á hann, at
ein skuldi leypa hetta stig
um, og sum 15 ára gamal at
fara til ongan minni enn
Arsenal.
Jákup í Stórustovu, sum
hevur fingið handilin til
rættis, og sum seinastu árini
hevur arbeitt við at fingið
ungar føroyskar leikarar út
um landoddarnar at royna
seg, tók síðani orðið á
tíðindafundinum.
Hann
segði, at áhugin fyri Inga
Højsted byrjaði í fjør, tá
Norðurlandameistaraheitið
fyri u-16 landslið varð
spælt í Føroyum. Føroyar
var sum kunnugt við, og
leikti u-16 landslið okkara
móti Danmark, Onglandi,
Finlandi og Noregi. Ingi
spældi á miðvøllinum hjá
føroyingum,
og
hann
spældi eftir øllum at døma
so væl, at útlendskir talent-
eygleiðarar, sum vóru fleiri
í tali, løgdu merki til væl-
leikandi føroyska miðvall-
aran. Stutt aftaná setti
Arsenal seg í samband við
B36, og eftir fleiri roynd-
arvenjingar niðri í London
hevur Arsenal valt at geva
Inga sáttmála.
Jákup í Stórustovu segði,
at hetta er úrslit av lang-
tíðararbeiði, og at tað tískil
var ein stórur dagur mána-
dagin.
Góður sáttmáli
Sáttmálin hjá Inga við
Arsenal er sum nevnt av
Kristani á Neystabø ein
góður sáttmáli fyri allar
partar. Ingi fær skúlagongd,
hóast mestur dentur verður
lagdur á fótbóltin. Ingi
velur sjálvur fleiri av læru-
reinunum, og sostatt er
hann tryggjaður á tann hátt,
at um tað ikki skuldið
gingið sum ætlað, hevur
hann tó skúlagongd, sum
hann kann byggja víðari á.
Hetta er sera gott fyri
Inga, tí fyri bert nøkrum
árum síðani upplivdu eitt
ótal av ungum enskum
leikarum at verða vrakaðir,
og hareftir at standa á
berum uttan útbúgving. Í
Danmark hevur í fleiri ár
verið ansað eftir, at ungir
leikarar ikki uppliva slíkt,
og hetta hevur altíð verið
ein myrk síða í útlendskum
fótbólti. Men eftir øllum at
døma skuldi hetta ikki hent
fyri Inga, sum foreldur
hansara uttan iva eru glað
fyri.
Viðvíkjandi
peningi
hevur hvørki Ingi Højsted,
Jákup í Stórustovu ella B36
loyvi at úttala seg um, men
Kristian á Neystabø segði á
tíðindafundinum mánadag-
in, at B36 eisini fær væl av
peningi burturúr. Euro-
peiska fótbóltssambandið,
UEFA, hevur nevniliga eina
lóg, sum sigur, at lítil feløg
skulu hava pening fyri
leikarar, sum eru upp-
vaksnir hjá teimum, so tey
stóru liðini ikki bert fara
avstað við teimum uttan at
gjalda.
Um Ingi eftir 3 ár leingir
um sáttmála sín við Arse-
nal, ella um Ingi fer víðari
til annað stórfelag, fær B36
eisini munandi meiri pen-
ing burturúr tá, og um Ingi
einaferð í framtíðini fær
dystir á besta liðnum, fær
B36 eisini nógv størri
upphædd enn talan er um
nú. Alt hetta er við í sátt-
málanum millum feløgini.
Viðvíkjandi løn hjá Inga er
einki upplýst, men væntast
kann, at talan ikki er um
smáar upphæddir, tá liðið
eitur Arsenal og er í fjórð-
ingsfinaluni í Champions
League.
15 lið vildu hava Inga
Men Arsenal er ikki einasta
liðið, sum hevur lagt merki
til fótbóltsevnini hjá Inga
Højsted. Ingi hevur eisini
verið í royndarvenjing í
hollendska stórfelagnum
PSV Eindhoven, sum í
løtuni er besta felag í
Hollandi. Umframt Arsenal
er PSV Eindhoven einasta
felag, sum Ingi hevur vant
við ígjøgnum seinasta árið,
men heili 15 onnur lið vildu
hava Inga til royndar-
venjing. Ingi sigur, at teir
gjørdu av bert at velja tvey
stórfeløg úr rúgvuni, sum
hann so hevur vant við, tí
tað hevði tikið alt ov langa
tíð at ferðast runt til øll
liðini, sum sýndu áhuga.
Ingi hevur tó onga orsøk at
angra nakað, við tað at
hann kundi næstan ikki
fingið ein betri arbeiðs-
gevara í London liðnum
Arsenal.
Ævintýrið hjá Inga Høj-
sted sum yrkisleikari í
Arsenal í London byrjar í
juli, har hann skal arbeiða
fram ímóti einaferð at ger-
ast liðfelagi hjá leikarum
sum Thierry Henry, Patrick
Vieira, Robert Pires, Tony
Adams, Dennis Bergkamp
og Sylwain Wiltord, har
fleiri teirra eru bæði heims-
og europameistarar.
Jákup í Stórustovu,
fyriskipari av
handlinum millum
Arsenal og B36 við
Inga Højsted, hevur
leingi arbeitt mið-
víst við ungum
føroyskum leik-
arum, og møgu-
leikin hjá Inga
Højsted at spæla
við Arsenal er úrslit
av arbeiði í longri
tíð
FÓTBÓLTUR
Heini í Skorini
Tá vit spurdu Jákup í
Stórustovu,
hví
Ingi
Højsted er tann fyrsti,
sum hevur fingið sátt-
mála, tá fleiri ungir før-
oyskir leikarar undan
honum hava verið uttan-
landa, sigur Jákup, at nú
eru vit komin eitt stig
víðari.
- Teir fyrstu leikarar-
nir, sum vóru uttanlanda
og vandu við ymiskum
feløgum, vóru partur av
eini verkætlan, har vit
royndu at gera vart við
føroyskan fótbólt. Vit
góvu samstundis før-
oysku leikarunum møgu-
leikan at venja við út-
lendskum feløgum og
síggja, hvussu tað er
uttanlanda. Nú eru vit so
komin eitt stig víðari,
har útlendsku feløgini
skulu venda sær til okk-
um, um áhugi er fyri
leikara.
Jákup í Stórustovu
segði á tíðindafundinum
í B36 húsinum mána-
dagin, at teir arbeiða
fram ímóti at fáa tríggjar
leikarar afturat Inga at
skriva undir sáttmála við
útlendsk feløg, áðrenn
hetta árið er farið.
Jákup sigur, at fleiri
aðrir føroyskir leikarar
hava møguleikan at fáa
sáttmála, eins og Ingi
Højsted nú hevur fingið,
og verður tað sera spenn-
andi at síggja, um aðrir
ungir føroyskir leikarar
megna at gera tað sama
sum Ingi Højsted.
Tá vit spyrja Jákup,
um hann einaferð væntar
at síggja Inga Højsted á
besta Arsenal liðnum, er
hann skjótur at svara.
- Tað ivist eg ikki í, og
tað ivast teir í Arsenal
heldur ikki í, endar
Jákup í Stórustovu, sum
hevur fingið handilin í
lag.
Ingi er úrslit av
langtíðararbeiði
Ingi Højsted er her avmyndaður saman við formanninum í B36, Kristian á Neystabø, og fótbóltsumboðsmanninum, Jákup í
Stórustovu
Ingi Højsted upplivir dreymin