mikudagur 11. apríl 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 71 - 11. apríl 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Nr. 71 - 11. apríl 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Alexandur Kristiansen
Ein fríggadag seinast í
mars mánað hitti eg ein av
mentunnarritstjórunum á
Fregnir, Carl Jóhan, á
máli. Hesin hevði ringt
frammanundan, og høvdu
vit avtalað at hittast til eitt
prát um millum annað ta
nýggju starvslønina, sum
Mentunnargrunnirun er
farin at lata, og sum undir-
ritaði hevur fingið í trý ár.
Í telefonini vildi hann
hava at vita, hvar eg búði,
og greiddi eg honum gjølla
frá tí, segði, hvussu hann
skuldi ferðast, at hann
helst noyddist at skifta
buss í Leirvík, og at hann
skuldi fara úr við tað fyrsta
steðgistaðið í bygdini beint
innan fyri Gjógvará.
Haðani eg búgvi er stutt
at ganga yvir til steðgistað-
ið, og eg helt meg vera í
góðari tíð, tá ið eg stakk
meg í stivlarnar og skund-
aði mær yvir at taka ímóti
hesum gestinum, eg skuldi
fáa, eitt sindur spentur var
eg eisini, tí Carl Jóhan er
ikki hvør sum helst, hugs-
aði eg; men bussurin var
longu farin framvið, og
eingin maður var at síggja.
Mundi hann hava misskilt
okkurt? Hevði hann kanska
gloymt at skift buss í
Leirvík? Nei, hugsaði eg,
Carl Jóhan er alt ov gløgg-
ur til at misskilja nakað.
Mundi hann hava gloymt
at trýst á reyða knøttin,
sum fekk bussin at steðga,
hugsaði eg so aftur, á,
harragud, so er hann helst
endaður heilt norðuri á
Havsbrún.
Eg fekk ikki stundir at
hugsa meir, tí tá síggi eg
hann koma fetandi heim
eftir ógvuliga álvarsamur á
at líta, í myrkum hálvs-
íðum jakka, í turriklæði
vundið fleiri ferðir um
hálsin, ein rættur bohemur,
hugsi eg við mær, ikki í
hatti, sum eg hevði væntað,
men í keppi. Og eg hugs-
aði, her standi eg hattleys-
ur, hugsaði eg, ein prolet-
arur í gummistivlum og
einum grønum vindjakka.
Hevði hann so av illum
verið reyður. Men vit heils-
ast og fara til gongu út í
Rossagerði.
Á vegnum prátaðu vit
eitt sindur um gamlar
dagar, og sigur hann tá, at
seinast hann var í Fugla-
firði var fyri tjúgu árum
síðan, á einari varmakeldu-
stevnu. Vit fara eftir brúnni
um Gjógvará, og eg sigi
við hann, at tað er ikki til
at vita við hesum bussu-
num og spyrji, um hann
ongan bil hevur. Nei, tað
hevði hann ikki. Eg sigi
við hann, at nú var eg bliv-
in bangin um hann, nú
eingin bussur kom. Nei,
hann hevði bara gloymt at
farið av, hann var farin
skeivur og var endaður
niðri í bygdini, segði hann.
Komnir út í Rossagerði
11, har eg búgvi, vísi eg
honum soleiðis hissini og
meira at kalla í skemti á
bilin hjá okkum, sum nú
man hava tænt fyri seg, og
sigi, at nú verða helst ikki
ráðini at skifta hann út í
bræði. Hann hevur hug at
smílkast, men nikkar bert
og kveitir uppá tekjuna og
spyr, um ikki lekur, tá tekj-
an er so fløt, sum hon er.
Nei, har er tætt, sigi eg,
meðan vit ganga oman
trappurnar, og soleiðis
koma vit at úthurðini, og
soleiðis verður hetta van-
liga prátið millum tveir
menn, ið ætla at seta seg
niður eina løtu at skifta orð
um bókmentir, lagt aftur-
um.
Vit fara inn, og eg bjóði
honum innar í stovuna, eri
einsamallur inni henda
seinnapartin, eg og so eitt
hundsdýr, ið hevur tað fyri
at amast upp á øll kom-
andi, eisini henda nýggja
gestin, sum tykist at hava
ampa av hesum. Hvølpurin
veit helst ikki, at beinið á
hesum manni ikki er at
spæla við, so eg fái beint
hann uttar í køkin og gevi
honum eitt annað bein at
gnaga. Bilin ja, sigur hann
so og tykist hava hugsað
eitt sindur um hetta her, eg
segði honum um bilin, og
vil hava at vita, hvat eg
meini við, og eg sigi við
hann, at tað at fáa starvs-
løn er eitt, og alt gott um
tað, hetta var tað besta, ið
kundi henda mær í løtuni,
sigi eg; men tað vil ikki
siga tað sama sum, at ein
nú kann fara og flotta sær.
Nei, als ikki. Og sigi eg so,
at fyri meg merkir hetta, at
eg fari niður í løn. Hetta
sigi eg honum, meðan vit
sessast hvør sínum megin
borðið, eg við bakinum
móti vindeyganum, so tá ið
hann onkuntíð spyr um
okkurt, hann hevur borið
eygað við uttanfyri ella
hinu megin fjørðin, noyðist
eg at venda mær við til tess
at síggja og fáa svarað
honum. Bjóði honum ein
kaffimunn, nei, hann vil
heldur hava te, sigur, at
hann helt, at øll bygdafólk
drukku te, sigur hann. Ver
ikki býttur, sigi eg og
fortelji honum so, at bygd-
afólk drekka einki veikari
enn kaffi.
Eg so at gera ein tem-
unn, men hvat. Tá ið hann
skeinkir sær uppí, spyr
hann, um hetta ikki er dek-
an ov veikt. Nú veit eg, at
tað er lítið og einki, ið
sleppur undan eygum
hansara, so eg at hyggja,
og tá síggi eg, at hatta er
einki annað enn skáldandi
heitt vatn, eg havi bjóðað
honum, eg hevði gloymt at
koyrt teposar í kannuna.
Men hetta varð skjótt fing-
ið í rættlag, og vit kundu
fáa okkum.
Eg veit ikki, um eg havi
øll søvnini her, byrjar hann
so og breiðir tey út um
borðið. Havi lænt tey á
bókasavninum nú í morg-
un. Eg síggi ikki tey trý
søvnini við týðingum, eg
havi givið út, og okkurt
annað manglar eisini. Nei,
her manglar okkurt, sigur
hann og flytur tey ymsar
vegir.
Eg havi okkurt liggjandi
onkustaðni, sigi eg við
hann og fari eftir einum
savni, vit júst hava tosað
eitt sindur um. Tú kanst
bara hava hatta, sigi eg við
hann, har er nóg mikið til.
Eg síggi, at hann hevur
fingið sær ein lítlan blokk
upp í hondina og ein penn,
og tá ið vit hava sett kopp-
arnar eitt sindur til viks, og
eg havi ballað mær eina
twin, heldur hann seg til,
setur seg betur til rættis á
stólinum og leggur blokkin
á borðið framman fyri sær.
Spyr, um tey ikki eru eitt
sindur í andsøgn við hvørt
annað tey fyrstu søvnini
hjá mær og vísir á, at har
var eitt rættiligt umskifti
frá tí fyrsta savninum til
tey, ið komu aftaná.
Nú havi eg so ofta verið
spurdur um hatta og havi
greitt frá hví og hvussu; og
alt hatta har stendur at lesa
ymsastaðni, so eg hevði
ongan serligan hug at
koma inn á hatta einaferð
aftrat. Men eg gekk tó við
til eftir førimuni at greiða
frá, hvussu alt hekk saman,
og tað er ein longri søga.
Bað hann ikki dvølja ov
leingi við tað gamla og bað
hann staðiliga um ikki at
prenta nakrar av teimum
gomlu, teimum hevd-
bundnu yrkingunum, sum
hann kallar tað, í blaðið.
Hevði betur hug til at tosa
um tað nýggjara og serliga
týðingarnar, eg havi latið
úr hondum tey seinastu
árini.
Tú hevur ikki lisið amer-
ikanararnar? spyr hann og
fer at blaða í Jomfrúnni, og
eg rokni við, at hann mein-
ar við teir, sum komu fram
í fimmti og seksti árunum.
Nei, sigi eg, teir havi eg
ongantíð lisið. Men fyri
tretivi árum síðan las eg
nógv av tí, sum yrkt var í
Danmark um tað mundið
og seinast í sekstiárunum,
teir sokallaðu konkretistar-
nar. Og nevni eg sonøkur
nøvn fyri honum, Lauge-
sen og Hans Jørgen Niel-
sen td. Eg sigi honum, at
hetta nýggja teir komu við
helst hevur hugtikið ein
ungan skaldaspíra, sum so
beinanvegin er farin at
eksperimentera og spæla
við orðunum, og at yrking-
arnar í Jomfrúnni fyri ein
stóran part eru frá hesum
tíðarskeiði.Hann vísir mær
á yrkingina Ein fuglur
flýgur, og eg nikki játtandi,
hatta er ein av teimum, sigi
eg.
Men hvussu við amerik-
anarunum, spyr hann upp-
aftur. Og eg noyðist aftur
at viðganga, at teir havi eg
ikki lisið. Kanska umvegis,
heldur hann fram, gjøgnum
teir donsku, sum í sínum
lagi eru ávirkaðir haðani,
spyr hann so. Jú, tað er
møguligt, sigi eg, eg veit
ikki. Síggi, hann krutlar
eitthvørt niður í blokkin og
leggur pennin frá sær.
Førkar av handahógvi
onkra bók og fer við hond-
ini niður í lumman, seig-
liga. Kemur upp aftur við
einari lítlari dós til støddar
sum ein fingurbolli og
brettir lokið omanav.
Bomm? spyrji eg. Tá
smílkar hann aftur og
sigur, at hetta er skrá, hann
hevur fingið sær fyri vana
at brúka, og greiðir mær
eisini frá, hvar hetta fæst
til keyps. Eg sigi honum so
frá abba mínum, hvussu
mamma plagdi at forsynd-
ast inn á hann, tá ið hann
gekk yvir at vaskinum og
sprændi síni skráspýtt
niður í frárenslið; men tá
vóru eisini aðrar tíðir, og
skráirnar stórar sum lakres-
stengur, sigi eg, og ikki
sum hetta fínkulturella
nartlið, teir tyggja nú á
døgum, sigi eg, tá ið eg
síggi hann stinga okkurt
svart inn í munnin. Hann
smílkar aftur og tykist vera
vælnøgdur, setur seg væl
afturá í stólinum og tekur
pennin aftur í hondina.
Hvat er ein góð yrking,
heldur tú? spyr hann so og
tyggur óført. Eg veit ikki
rættiliga, sigi eg, tað er
ikki so lætt at svara uppá.
At alt í henni samsvarar,
sigi eg so. Kanst tú royna
at orða tað eitt sindur
neyvari? spyr hann aftur.
Tja, sigi eg, at evnið og
orðini hóska saman. Ann-
ars finst einki eintýðugt
svar upp á hatta har, øll eru
vit ikki líka, sigi eg, tað, eg
haldi vera gott, er kanska
alt annað enn gott í eygu-
num hjá øðrum. Eisini
yrkjararnir eru ólíkir og
yrkja á hvør sín hátt, og
sjálvandi royna teir hvør í
sínum lagi at skriva góðar
yrkingar, eingin fer bevíst
at skriva vánaligar yrking-
ar, tí finnur tú góðar yrkin-
gar bæði hjá Jóanesi Niel-
sen og hjá Christiani Matr-
as..
Hevur tú nakað dømi um
eina yrking, tær dámar?
tekur hann afturíaftur; og
nevni eg so nakrar, eg
komi í tankar um, onkra
eftir Chr. Matras, Vallarar
eftir Líggjas í Bø, og nevni
eg so yrkingina hjá
Goethe Uber allen Gipf-
eln, bæði tí at hon er stutt
og tískil løtt at minnast, og
tí at tú mestsum hoyrir tað
veldiga suffið, tá yrkingin
endar, har er nakað av tí
rætta, sigi eg, men ringt er
at seta orð á tað.
Kanska er tað orðið sál,
man skal brúka, kanska er
ein góð yrking sálin, sum
er fest á blað, nei, eg veit
ikki.
Hvat skal ein yrking
gera? tráspyr hann og legg-
ur ta fortugdu skráina í
øskubikarið, og nú síggi eg
rættiliga, hvussu lítil hon
er, sum ein trivaligur døkk-
ormur. Vit hava tømt kopp-
arnar ið hvussu er tvær
ferðir, og eg spyrji hann,
eftirsum hann ikki koyrir
sjálvur, um hann vil hava
eina øl, eina gull, spyrji eg.
Jú, tað vil hann fegin. Eg
fari so eftir tveimum ølum,
og vit munna okkum á tær.
Hvat skal ein yrking gera?
spyr hann aftur. Tja, eg veit
ikki, sigi eg, siga tað, sum
vit sjálvi fegin kundu
hugsað okkum at sagt; tað
er sum við málningum,
innihald og formur mugu
passa saman, tað er ikki
nokk, at evnið er nýtt og
uppfinnsamt, nei, eg veit
ikki, hatta er øgiliga ringt
at seta orð á.
Hann fer aftur í lumman
eftir einari skrá og kveitir
Fuglafjørður tann 8. apríl 2001
MINNISLEPI
eftir at hava lisið grein eftir Carl Jóhan Jensen í Fregnir
út gjøgnum vindeygað,
nevnir okkurt um húsini
yviri á hinum landinum, og
eg noyðist at snúgva mær á
at síggja hesi húsini, hann
sipar til. Sum ein málning-
ur standa tey har ovarliga í
bønum, grálig í hesum
táminum, sum hongur nið-
urfyri, okkurt hvítt sløðist
innímillum.
Eg snúgvi mær aftur at
borðinum, og práta vit eina
góða løtu um Regin Dahl
serliga og Christian Matr-
as. Eg nevni aftur eina yrk-
ing fyri honum, eg haldi
vera góða. Her leikti tær
lendið løg inn í sál, sigi eg,
er ein góð yrking. Men
sum tann gløggi eygleiðari
hann er, sær hann alt fyri
eitt, at har er eitthvørt, ið
haltar. Hann vigar orðini
eina løtu, áðrenn hann eitt
sindur ivasamur tekur hesa
einu regluna upp aftur og
mestsum kveistrar hana frá
sær: bókstavarím, sigur
hann so, nei, tá dámar mær
betur orðið spældi, sigur
hann og endurgevur: Her
spældi tær lendið løg inn í
sál. Jaso, sigi eg.
Hann hevur drukkið
hálva ølina og vil ikki
reiðiliga sleppa hesum
spurninginum, hvat ein
góð yrking er, sum tykist
vera honum til so stórt for-
treð. Ert tú kanska eitt
sindur konservativur? spyr
hann. Ja, tað kann væl
vera, at eg hugsi nakað
nógv á handa bógvin; men
eg haldi allíkavæl ikki, at
tað er neyðugt at skilja alt
út í odd og egg í einum
listarverki fyri at halda, at
tað er gott ella ringt,
og vísi aftur á yrkingina
hjá Goethe, sigi honum, at
í mínum týðingararbeiði
eri eg komin fram á minst
tríggjar norskar, tvær
danskar og fleiri svenskar
týðingar av hesi somu yrk-
ing, men av øllum hesum
týðingunum, er tað bert
tann føroyska, tann hjá
Janusi, ið er á hædd við
tað týsku upprunayrking-
ina. Hinar eru allar at kalla
bleikar eftirgerðir, ið ikki
hava fingið við hesa sælu
stundandi hvíldina, friðin,
sum er yvir øllum og hesa
varligu kensluna av, at vit
at enda í ómegd suffandi
gerast ein partur av al-
heiminum. Í hesum føri
tykist tað, sum at flestu
týðararnir ikki rættiliga
hava fingið tann djúpa
andadráttin ella sálina, sum
eyðkennir upprunayrking-
ina, við, sigi eg og skoyti
mestsum í skemti uppí, at
eg onkuntíð havi hugsað,
um eg møguliga hevði
klárað at flutt hesa yrking-
ini yvir í føroyskt á ein
nøktandi hátt. Nei, altso,
tað hevði verið óðamanna-
verk at roynt, tí hatta kann
eingin gera betur enn
Janus. Nei, eg veit ikki,
sigi eg, tað ber ikki so væl
til at siga, hvat ein góð
yrking er. Her hava vit eina
góða týska og eina góða
føroyska yrking og nakrar
minni góðar og vánaligar
yrkingar á øðrum málum.
Allar viðgera tær sama
evni, so tað er ikki har,
problemið er, sigi eg,
kanska er tað í hesum føri
búnin, sum er avgerandi,
nei, eg veit ikki, har má
samsvar vera. Eg kveiti
yvir á blokkin hjá honum
og fílist á, at hann hevur
skrivað dekan ov lítið.
Minnist tú nú alt, spyrji eg,
tú skrivar einki. Á jú, eg
skrivi greinina beinanveg-
in, eg komi suður, eg havi
tað í minninum.
Fyri at tosa um barna-
rímurnar, sigur hann. Spyr,
hvussu tað er at yrkja fyri
børnum, um mær dámar
tað, og um ein ikki noyðist
at seta seg í teirra stað, at
skilja teirra hugsunarhátt?
Eg sigi, at mær dámar sera
væl at yrkja hesar tvætli-
rímurnar, sum eg kalli tær,
tað er stuttligt at sita so-
leiðis og framvegis kunna
spæla við orðini; og at
skula seta seg í teirra stað,
nei, tað haldi eg ikki mær
nýtist, nei, eg veit ikki,
konan plagar at siga í
skemti, at eg eri barn enn.
Eg lesi tvær nýggjar rímur
upp fyri honum, og hann
flennir hart, tá ið hann fat-
ar poengið og vil sleppa at
hoyra eina aftrat. Tað
tykist, sum hevur hetta
onkursvegna nomið við
hann, tí hann biður meg
vælsignaðan lata seg fáa
tær at seta í blaðið saman
við greinini. Men eg veit
ikki, helst hevur hann skift
meining á veg suður aftur,
ella kanska er tað vegna
plásstrot, at tær ikki komu
við.
Ølirnar eru um at vera
tómar, tá ið vit fara at tosa
um mínar týðingar, væl at
merkja tær, sum eru at
finna í onkrum savni frá
sjeytiárunum. Eg royni at
snúgva prátinum inn á
týðingarnar í teimum trim-
um týðingasøvnunum, eg
havi givið út tey seinastu
árini, men tað er hann
einki við uppá, ber seg eitt
sindur undan og fer aftur at
blaða í savninum Málið er
mítt øki, sum kom út í 75,
har nakrar týðingar standa
í. Spyrji hann, um hann
hevur lisið mínar týðingar,
og viðgongur hann tá trek-
liga, at tað hevur hann
ikki, spyr hastiliga, um eg
lesi nógv. Jú, svari eg, tað
havi eg altíð gjørt. Kanst
tú nevna onkur útlendsk,
ikki norðurlendsk, skald
td. úr farnu øld, sum tær
dámar væl? Og nevni eg
so til dømis nøkur amerik-
ansk skøld, sum komu aft-
an á Withman, eg vísi á
Sandburg, sum mær kortini
ikki dámar so øgiliga væl,
Crane og Pound.
Hann kveitir at urðinum
og spyr, nær næsti bussurin
fer, hann má royna at
sleppa suður aftur við
honum, sigur hann. Ølirnar
eru tømdar, og vit práta
eina løtu um tað at týða
yrkingar.
Hvussu við norður-
lendskum lyrikki? spyr
hann so einaferð og fær
sær aftur pennin uppí
hondina. Eg sigi honum, at
fyrr fylgdi eg væl við tí, ið
fyrifórst í danska bóka-
heiminum, til fyri umleið
20 árum síðani, táið ungir
yrkjarar sum Pia Tafdrup
og Sørin Ulrik Thomsen
byrjaðu at yrkja. Tey las eg
kortini bæði tvey, men síð-
ani havi eg ikki fylgt nak-
að serligt við. Men F. P.
Jac havi eg ongantíð lisið,
sigi eg. Hann nyttar heldur
einki, sigur hann og spyr
so: Hvussu við Michael
Strunge? Nei, sigi eg, hann
havi eg heldur ikki lisið.
Hvat hevur tú í umbúna
at fara undir nú? Eg greiði
honum síðani frá einum
savni, eg leingi havi hugs-
að mær at gjørt, men sum
ikki enn hevur fingið sítt
endiliga skap. Nevni, at tað
onkuntíð hevur mint meg
ov nógv um td. Amager-
digte hjá Rifbjerg, men at
eg stundum havi broytt
hesar tekstirnar bæði
henda vegin og handa
vegin. Hann nevnir so yrk-
ingina hjá Chr. Matras
Fólk í huganum, spyr, um
tað kanska er handa vegin
eg ætli mær. Nei, tað hevði
ikki verið ætlanin.
Men fyri at koma aftur
til tínar yrkingar fyri vaks-
in, sigur hann, so er sein-
asta savnið hjá tær Stak-
steinar, sum kom út í 1990,
og sum eg haldi vera eina
sjáldsama góða bók í mun
til fleiri av hinum. Sigur
hann og fer at blaða í
henni, vísir mær á fleiri
yrkingar og ger onkrar við-
merkingar, og tað er
týðiligt, at hesa bókina
hevur hann lisið.
Vit royna at hava eyguni
eftir bussinum, sum plagar
at fara norður á keiøkið at
venda, áðrenn hann tekur
seg heim aftur gjøgnum
bygdina. Hann kveitir at
klokkuni. Vit hava sitið út-
ivið tveir tímar og skift orð
um hetta ymiska, og hann
ger seg til at fara, savnar
sær bøkurnar, hann hevur
lænt, saman og stingur í
skjáttuna. Eg kveiti aftur
yvir á blokkin hjá honum
og spyrji uppaftur, um
hann nú hevur fingið alt
við. Tá síggja vit bussin á
veg heim aftur, og hann
noyðist taka dik á seg, skal
hann ikki verða ov seinur.
Eg sendi tær greinina at
hyggja ígjøgnum, sigur
hann á veg út í gongina,
har hann rippir jakkan til
sín og kvikliga vindur turr-
iklæðið nakrar ferðir um
hálsin, so hann fær meg at
hugsa um eina nýromant-
iska kransakøku. So er
hann uttanduraður. Skund-
mikil maður, hugsi eg við
mær sjálvum, tá ið eg síggi
hann fara so hastiliga yvir
móti bussinum.
Og kanska er tað eisini
ein orsøkin, hugsi eg,
kanska hevur hann alt ov
nógv um at vera, kanska er
tað tað, hugsi eg, tá ið eg
lesi greinina í Fregnir; men
er tað so, at hann ikki hev-
ur stundir, so kundi hann
bara havt sent mær grein-
ina, so kundi eg havt rætt
honum eina hjálpandi
hond, tað hevði einki verið
til hindurs fyri tí, hugsi eg.