fríggjadagur 3. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 148 - 03. august 2007
Nýggi Ægir-venjarin byrjaður
í starvinum
Nýggi høvuðsvenjarin hjá Svimjifelagnum Ægi, Johan Martin Poulsen, hevði
sín fyrsta arbeiðsdag í felagnum mikudagin, og í næstum byrja venjingarnar
av álvara. Johan Martin Poulsen, sum er 27 ára gamal, er ættaður úr
Saltangará. Hann fæst í løtuni við at flyta til Klaksvíkar. Nýggi Ægirvenjarin
hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og
hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion. Johan Martin
skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar
kappsvimjarar hjá ÆGIR
Kelda: www.nordlysid.fo
Hetta er ein av stóru
avbjóðingunum
hjá hjá nýggja for
manninum í Fólka
flokkinum. Og so fer
nýggi formaðurin at
arbeiða fyri einari
búskaparligari semju
millum allar flokkar
á tingi
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var í fjølmiðlunum lagt
upp til tað heilt stóra stríðs
valið um formanssessin, tá
Anfinn Kalsberg legði frá
sær. Men tað endaði púra
ódramatiskt.
Lógir floksins siga, at for
maður skal veljast einaferð
um árið, á Ólavsøku, og hesa
ferð var greitt, at Anfinn
Kalsberg tók ikki við aftur
vali einaferð enn. Tað dró tí
nakað út við at fáa avgreitt
málið, men í gjár bleiv so
endaliga avgjørt, at Jørgen
Niclasen er nýggjur formaður
í Fólkaflokkinum. Hetta eftir
at tað stóð greitt, at stórur
meiriluti av tingmanningini
ynskti at fylgja tilmælinum
frá fráfarandi formanninum,
sum í longri tíð hevur peikað
á Jørgen Niclasen sum eftir
mann sín.
Nýggi formaðurin er feg
in um álitið, sum floksfelag
arnir hava víst honum, men
ásannar samstundis, at tað
fylgir ein stór ábyrgd við
hesum.
Sum formaður floksins
havi eg tríggjar høvuðsupp
gávur. Tað er álagt mær at
mynda politikkin hjá flokk
inum úteftir. Harnæst er tað
mín uppgáva at halda sam
an upp á flokkin, og at enda
skal eg standa á odda fyri
endurnýggjanini av flokk
inum, nakað sum alla tíðina
er neyðugt, fyri ikki at
verða afturúr sigldur, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann ásannar eisini, at
talan er um stórar uppgávur,
og at tað ikki verður lætt at
lyfta arvin eftir Anfinn Kals
berg, sum hann heldur hevur
gjørt eitt fyrimyndarligt ar
beiði hesi seinastu fjúrtan
árini.
Sjálvbjargin
Ein av fremstu uppgávunum
í komandi tíðum, verður
búningin av føroyska sam
felagnum, bæði búskapar
liga og politiskt.
Tað verður neyðugt at
arbeiða fram ímóti at gerast
fíggjarliga sjálvbjargin og
politiskt at hava ræði á egn
um virðum. Tí verður ein
stór, men langt frá ómøgulig
uppgáva fyri framman, at
gera eina búskaparliga semju
millum allar flokkar á tingi,
soleiðis at hetta fíggjarliga
sjálvbjargni kann verða veru
leiki í seinasta lagi í 2015,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at inntøku
vøksturin á fíggjarlógini
seinastu árini hevur ligið
um 200 milliónir krónur, og
verður hendan gongdin hild
in, kunnu Føroyar væl og
virðiliga verða sjálvbjargn
ar ár 2015.
Við verandi búskaparligu
gongdini vaksa inntøkurnar
á fíggjarlógini við 200 milli
ónum. Um vit nýta helm
ingin av vøkstrinum til at
betra um vælferðina, og hin
helmingin til sjálvbjargni, so
kunnu vit uttan trupulleikar
verða leys av donskum
pengum í 2015, sigur nýggi
formaður Fólkafloksins.
At eingin trupulleiki átti at
verið við einari slíkari bú
skaparligari semju byggir for
maður Fólkafloksins á, at
løgmaður sjálvur hevur lagt
upp til, at blokkurin skal
verða burtur í 2015. Fíggja
rmálaráðharrin hjá Sambands
flolkkinum mælir til at taka
pening burtur úr búskapinum,
tí hesin er ov heitur, og full
veldissamgongan hevði ætl
anir um 15 ára skiftistíð.
Tískil metir Jørgen Nicla
sen, at tað eigur at gerast lætt
at fáa eina semju um búskap
arligt sjálvbjargni í 2015.
Bleytu virðini
Viðvíkjandi politisku bún
ingini metir Jørgen Nicla
sen, at hon fyrst og fremst
liggur í teimum 22 málsøkj
unum, sum enn ikki eru
yvirtikin.
Tað er avgjørt einki, ið
forðar okkum í at yvirtaka
hesi økini innan 2015. Og
tá eru bert tey fáu økini
eftir, ið hoyra undir sjálvan
suverenitetin. Men fíggjar
ligt og politiskt frælsi hanga
saman, og tí mugu vit eisini
í seinasta lagi í 2015 senda
ríkisrættarligu støðu Føroya
út til fólkaatkvøðu, so fólk
ið fær talað í hesum máli,
sigur Jørgen Niclasen.
Nýggi formaðurin vísir
víðari á, at sovæl skattapol
itikkurin og vinnupolitikk
urin eru merkismál og nak
að, sum flokkurin er kendur
fyri. Og á teimum økjum
ætlar hann sær ikki at vika
frá teirri kós, ið alla tíðina
hevur verið hildin. Eisini í
skúlamálum og kommunu
málum
vil
formaðurin
halda fram við positivu
broytingunum, ið stungnar
eru út í kortið. Men tað eru
øki, ið hava haltað, ikki
bara hjá Fólkaflokkinum,
men í føroyskum politikki
sum heild. Og tað eru tey
sonevndu bleytu virðini.
Sosialliberali politikkurin
hevur verið lítið frammi í før
oyskum politikki. Almanna
politikkurin snýr seg ikki
bara um pensjónir og útgjald,
men eisini at skapa møguleik
ar hjá øllum, uttan mun til før
leika, at geva sítt íkast til sam
felagið, sær sjálvum og sam
felagnum at gagni. Tí tað er
greitt, at fleiri vit eru um at
lyfta, tyngri byrðar lyfta vit,
sigur Jørgen Niclasen.
Standa saman
Jørgen Niclasen gjørdist
yngsti tinglimur nakrantíð,
tá hann sum varamaður
kom á ting í 1989, bara 20
ára gamal. Nú er hann so
valdur til í løtuni yngsta
floksformann á tingi. Og
tað er ein av stóru avbjóð
ingunum at seta nýggjar,
ungar kreftir við.
Vit hava nógvar dugnalig
ar tilkomnar kreftir í flokkin
um, men vit vænta og arbeiða
fram ímóti at fáa størri íslett
av yngri fólki, bæði monnum
og kvinnum í flokkin. So tað
verður eitt av aðalmálunum,
at breiðka flokkin, bæði í
samanseting og aldri, sigur
Jørgen Niclasen.
Men tað allarfyrsta, sum
nýggi formaðurin má fara í
holt við, er at fyrireika
flokkin til komandi løgtings
val, sum verður í seinasta
lagi í januar komandi ár.
Tað er rætt, at tíðin ikki
er so long til komandi val.
Men flokkurin eigur nógvar
og góðar kreftir, og standa
vit saman, eri eg ikki í iv a
um, at flokkurin fer at
standa seg væl til komandi
løgtingsval, sigur nýggi for
maðurin í Fólkaflokkinum,
Jørgen Niclasen.
Vil breiðka flokkin
Um Jørgen Niclasen
Føddur 17. Januar 1969
Giftur 12. Apríl 1995 við Annulenu Vest, fødd
Joensen
Børn: Linda (1993), Ásvør (1995), Julian (2001)
Yrki: Stjóri í Sp/f Niclasen
Politisk yrki: Varamaður á tingi 1989-90 og 1991-93
Tingmaður síðan 1994
Landsstýrismaður í fiskivinnumálum 1998-2003
Formaður í tingbólki Fólkafloksins 2004
Formaður Fólkafloksins 2007
FAKTA
Formenn Fólkafloksins:
Jóannes bóndi Patursson
1940-46
Thorstein Petersen
1946-51
Hákun Djurhuus
1951-80
Jógvan Sundstein
1980-1993
Anfinn Kalsberg
1993-2007
Jørgen Niclasen
2007-
Jørgen Niclasen er til reiðar at
taka róður í hond í Fólkaflokk
inum. Hann ætlar millum
annað at profilera sosial
liberala politikk floksins betri.