Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 31 Starvsfólk til Tjarnargarð Søkt verður eftir - deildarleiðara - varadeildarleiðara - sjúkrarøktarfrøðingum - heilsurøktarum - heilsuhjálparum Førleikakrøv: Umsøkjarin skal hava: - prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari - áhuga og/ella eftirútbúgving í demens - góð samstarvsevni - gott yvirlit og megna at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkunum Vit bjóða: Eitt vinarligt arbeiðsumhvørvi, har øll kunnu gera sína ávirkan galdandi, og atlit verða tikin til umstøðurnar hjá hvørjum einstøkum, um tað er gjørligt. Setanarviðurskifti: Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Hensiu Einarsson, leiðara, ella Helenu Poulsen, varaleiðara, á tel. 302075. Umsókn saman við prógvi, CV og møguligum ummælum, skulu vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 20. august 2007. Nýggi parturin av Tjarnargarði verður væntandi liðugur í september. Tá fer Tjarnargarður at kunna hýsa 34 búfólkum. Í løtuni er talið 10. Tjarnargarður verður býttur í tríggjar eindir. Í tveimum eindum verða 12 búfólk. Tann gamli parturin, sum hýsir 10 búfólkum, verður gjørdur til eina eind fyri búfólk við Alzheimer/demens. Vit arbeiða eftir hugsjónini »The Eden alternative«, har tørvurin hjá búfólkunum er avgerandi fyri, hvussu arbeiðslagið skal skipast. Tað krevur, at starvsfólk arbeiða eftir øðrvísi hugburði enn vanligt hevur verið, tá arbeitt hevur verið við føstum rutinum. Vit hava djór, plantur og barnavitjanir, so heimið gerst eitt livandi stað til gleði fyri búfólk, avvarðandi og nærumhvørvið. Ynskiligt er, at starvsfólkini eisini hava áhuga fyri ítrivi og tiltøkum, so tey saman við búfólkum og avvarðandi skapa trivnað í heiminum, so her verður gott at vera. Arbeitt verður tvørfakligt, og dentur verður lagdur á persónligar og fakligar eginleikar. //  E x p e r t · Te l 3 5 3 5 3 5 · w w w . e x p e r t . f o Summarfestivalurin 2007 Myndakapping í Sosialinum Tak ta bestu myndina á Summarfestivalinum 2007 har evnið er »Njót tónleikin við virðing fyri festivalinum« Í samstarvi við í SMS skipar fyri myndakapping, sum endar 8. august 2007 Treytin er: myndin skal verða minst 300 megapixel og bert ein mynd pr. t-post og innsendara. Send myndina til expert@sosialurin.fo Expert og Sosialurin seta trý fólk at velja tríggjar tær best innsendu myndirnar. Tey, sum senda inn, geva Sosialinum og Expert rætt til at almannakunngera allar myndir uttan samsýning til eigaran. S o s i a l u r i n · P o s t b o k s 7 6 · F O - 1 1 0 Tó r s h a v n Vinningar 1. Digimax i50 myndatól Samsung Digimax i50 digitalt myndatól við innbygdum MP3-spælara, tasku og 1 gb korti 2. Samsung 800 myndatól Digitalt myndatól við tasku og 1 gb korti 3. Samsung 530 myndatól Digitalt myndatól við tasku og 1 gb korti