Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 148 - 03. august 2007 tíðindi Hann er í ferð við ein málning til ”Føroyarúmið” í fólkatinginum og fyrireikar eitt verk til heimsins størstu, altjóða skulpturpark í Kina. Hvørki fær Trónd Patursson at ristast á hondunum, so leingi, hann stendur inni fyri tí, hann ger. - Eg hyggi fegin Picasso í eyguni og sigi: Eg meini tað í álvara Portrett Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Langa rivan í glasmálning­ inum skyggir náðileyst móti honum. ­ Á ja – tað eru altíð tær vakrastu myndirnar, sum brotna, sigur Tróndur Paturs­ son, og hyggur hugsunar­ samur at rivuni. Hann var so spentur, tá júst hesin glasmálningurin kom út úr ovninum fyri nøkrum døgum síðani. Hesuferð hevði Tróndur nevniliga fyri fyrstu ferð roynt at leggja kopartráðir inn í glasið. Nú er ikki annað at gera enn at royna umaftur. Kanska eydnast tað – kanska ikki. Ongar snargøtur Fyri Trónd tykist rivan í glasinum at ímynda eina blanding av vónbroti og avbjóðing. ­ List snýr seg jú í stóran mun um at royna, hvussu langt tú kanst fara. Við glas­ inum verði eg tí onkuntíð bara noyddur at royna, til tað brotnar, sigur Tróndur. Tað finnast ongar snar­ gøtur inn til sanna list. Tú kanst gott royna til dømis við at eftirlíkna onnur lista­ fólk, men úrslitið verður verandi ein dekoratión. Veruliga list skapar tú bara við at gera tær tínar egnu royndir, er Tróndur sann­ førdur um. Og tað er galdandi uttan mun til, um hann fæst við standmyndir, vanligar máln­ ingar ella glasmálningar. Og uttan mun til, um tað snýr seg um listarliga íblást­ urin ella tekniska hand­ verkið. Til dømis hevur tað tikið Trónda meir enn 20 ár at finna fram til tann eyðkenda djúpt bláa litin, sum gongur aftur í nógvum av hansara listaverkum. Og mongu sjóferðirnar, hann hevur verið, hava eis­ ini verið ein máti at halda náttúrukensluna við líka sum ein tann mest týðandi íblásturin. Ein máti at fáa listina og lívið inn undir húðina. ­ Eg havi vígt mítt lív til listina. Tí kann eg ikki spilla tað burtur uppá klisjé­ ir. Tað kann eg ikki. So missi eg virðingina fyri list­ ini og mær sjálvum – fyri lívinum, sigur Tróndur mest sum við seg sjálvan. Lívsins súla Brotni glasmálningurin skuldi annars vera við á eini framsýning í Norður­ landahúsinum í næsta mán­ að, har Tróndur Patursson skal sýna fram saman við trimum øðrum glaslista­ monnum. Men tað er bert ein av mongu uppgávunum, Tróndur arbeiðir við í løt­ uni. Ein onnur er at gera eina 11 metur høga glassúlu, ið skal setast upp í SMS. Hóast Tróndur hevur gjørt høgar glassúlur fyrr, sum millum annað eru at síggja í Danmark, er hendan uttan samanbering tann hægsta. Ein partur av henni stendur longu í arbeiðsrúminum hjá Trónda. Súlan er blá og svørt við einum heilt ser­ støkum ljósspæli inni í. ­ Við eini slíkari ljóssúlu hevur tað alt at siga, hvussu ljósið verður handfarið, tí ljósspælið er í nógvar mátar sjálvt listaverkið, greiðir Tróndur frá. Tí má hann tryggja sær við einum sáttmála, at ljósið verður stýrt eftir hansara neyvu ásetingum, so súlan verður tað listaverkið, hann hevur ætlað. ­ Súlan ímyndar lívsins súlu onkursvegna í mátan­ um, hon strembar uppeftir – móti himli kanska. Ella lívsins landskap sum ein tulking av náttúruni ígjøgn­ um meg sjálvan, sigur Tróndur. Við í heimsins størstu skulpturpark Tað er ikki bara listarliga, at Tróndur Patursson fevnir víða. Frá súluni í SMS gong­ ur leiðin nevnilig til Kina, har Tróndur er biðin at gera ein skulptur til heimsins størstu skulpturpark, ið liggur í býnum Changchun. Hetta er ein altjóða skulpt­ urpark við út við 400 skulpturum, ið umboða øll heimsins lond. Føroyska flaggið er longu vundið á stong uttanfyri parkina, tí Tróndur gjørdi ein skulptur har í fjør. Av ymsum orsøkum bar ikki til at gera skulpturin úr glasi, sum hann hevði ætlað, men nú fær Tróndur so høvi at gera eina glassúlu til parkina. Aftur her ætlar Tróndur, at blái liturin skal ganga aft­ ur, og tað hevur sínar orsøkir. ­ Mín blái litur hevur so at siga ongan botn, ongan fráleika. Hann er bara – sum atmosferan, havið ella frælsið. Sum ímynd í eini altjóða skulpturpark kemur súlan at umboða eitt kosm­ iskt frælsi kanska. Sum útrykk fyri mítt innara landslag og mínar rørslur er hon eisini eg sjálvur. Tað eru øll míni listarverk í grundini – mín listarligi stílur er mítt kropsmál, hug­ leiðir Tróndur. Spurdur, hví hann er so hugtikin av at arbeiða við glasi, sigur Tróndur, at sum listabúni hóskar glas væl til hansara ekspressionistiska útrykk. ­ Glas illustrerar fyri tað fyrsta betri dramaið í nátt­ úruni. Meðan litirnir eru ein málningur í sær sjálvum, gevur glasið honum ein skulpturellan búna. Hartil kemur møguleikin at spæla við ljósið, sum gevur verk­ inum sína sál, sigur Tróndur og leggur áherðslu á, at eitt verk uttan sál verður ongan­ tíð list. Málar til Føroyarúmið Hóast verkini úr glasi fylla nógv í listarliga arbeiðinum hjá Trónda, viðgongur hann, at glasverkini ikki høvdu verið til uttan máln­ ingarnar. ­ Málningarnir hava altíð verið mítt útgangsstøði, sigur Tróndur, sum í eini av sínum nýggjastu uppgávum hevur valt at fara aftur til hetta útgangsstøðið. Nýggja uppgávan er at mála tveir málningar til tað sonevnda ”Føroyarúmið” í Fólkatinginum. Fyri Trónd er tað ein stórur heiður at hava fingið hesa uppgávu, og hann hevur brúkt nógva tíð at fyrireika seg. Tann størri málningurin skal vera fimm metur langur og 1,80 metur høgur og skal málast í Keypamannahavn, so lætt­ ari verður at flyta hann. Í januar fær Tróndur so tveir mánaðir til at gera málning­ in lidnan, og tí er alneyðugt at hava eina góða smámynd at arbeiða út frá. Tróndur avgjørdi rættilig tíðliga, at brúka oynna Hest­ ur, sædda úr Trøllhøvda, sum myndevni. ­ Sjálvt um tað var ein stór avgerð, so fall tað mær lætt at velja myndevnið. Eg fari næstan at halda, at Hest­ ur var tað fyrsta, eg nakran­ tíð málaði, og sum mynd­ evni hevur oyggin fylgt mær alt mítt lív. Eisini hóskar hon væl til langa og smala skapið á málningin­ um, greiðir Tróndur frá og tekur fram eina smámynda­ útgávu av málninginum. Sjálv oyggin er málað við svørtum, meðan restin er eyðkendi blái liturin í ymsum brigdum sum himmal og hav. Speglingin av oynni í sjónum saman vit litunum ger myndina bæði gátuføra og einafalda á ein heilt serstakan hátt. Vil náa breiddina Fyri Trónd hevur tað týdning at vita, at hann her málar til eitt fundarhøli og ikki til eina framsýning. ­ Eg havi stóra virðing fyri tí, tá eg máli til eitt høli, har fólk ikki hava biðið um at síggja list. Eitt nú í kirkjum. Tá skalt tú ansa eftir, at tú ikki treingir teg ov nógv inn á fólkið við tíni list, sigur Tróndur. Vígt sítt lív til lis - List snýr seg um at royna, hvussu langt tú kanst fara. Eisini um tað merkir, at ein glasmálningur brotnar, sigur Tróndur Patursson, sum her s