fríggjadagur 3. august 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 03. august 2007
33
tíðindi
stina
situr við einum málningi, ið fekk eina rivu í
Tá SMS verður liðugt
umbygt, kemur ein 11 metur
høg útgáva av hesi glassúluni
at standa miðskeiðis í
húsinum
Samstundis
viðgongur
hann, at honum nettup dám
ar væl at mála til høli, har
fólk kanska minst av øllum
vænta at síggja list. Ein
tann fyrsta uppgávan av hes
um slag var glaslistaverkið
hjá Trónda í einum parker
ingshúsi í Vejle, sum hann
eisini
varð
virðisløntur
fyri.
Eg vil fegin náa út til ta
breiðu fjøldina við míni
list, og til tað hóska lista
skálar ikki altíð best, tí har
kemur mest sama slag av
fólki, sigur Tróndur.
Hetta var eisini ein av
orsøkunum til, at hann var
glaður við boðið um at gera
eitt ljóslistaverk í Norðoya
tunlinum.
Tað var ein spennandi
uppgáva, tí har skuldi eg
arbeiða frá myrkri til ljós.
Eisini er ein tunnil jú fullur
av trøllum, sum næstan
verða livandi, tá ljós og litir
raka serliga skapið í grótin
um. Ljósrørslurnar geva
kanska eisini eina kenslu av
at vera á havsins botni,
greiðir Tróndur frá.
Hann heldur tað vera sera
stuttligt, at Norðoyatunnilin
nú gjørdist eitt av teimum
sjey føroysku undurverkun
um ikki at hann sjálvur
ætlar at taka æruna fyri tað.
Men mong munnu kortini
vera samd um, at valið
hevði nakað við serstaka
listaverkið at gera.
Hyggur Picasso
í eyguni
Spurdur um tað ikki kennist
ræðandi onkuntíð at átaka
sær so stórar uppgávur, sum
hann hevur gjørt gjøgnum
árini, sigur Tróndur, at tú
venur teg við tað.
Eg geri mítt besta og
syrgi fyri, at eg kann standa
inni fyri tí. Eg havi altíð
tikið mítt arbeiði í stórum
álvara, syrgt fyri at útbúgvi
meg og roynt at mennast,
sigur Tróndur, meðan tank
arnir leita til ein lærara,
hann hevði á listakademi
inum í síni tíð.
Eg gloymi ongantíð, tá
hann einaferð segði við
meg: Tróndur, minst til, at
tað tekur í minsta lagi 20 ár
at finna sín egna listarliga
stíl. Fyrsta kravið er, at tú
tekur tína list í álvara og
finnur hana innan í tær
sjálvum, minnist Tróndur.
Hvussu tað er eydnast,
mugu onnur døma um. Eg
eri í hvussu er komin har
til, at eg kann hyggja bæði
Rubens og Picasso í eyguni
og siga:
Jú, eg meini tað í álvara.
Tróndur Patursson við eini smámyndaútgávu av øðrum
málningunum, hann skal gera til Føroyarúmið í Fólkatinginum
Tekningar eftir Claus
Seidel, blaðteknara