fríggjadagur 3. august 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 148 - 03. august 2007
FerðaFrásøgn
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tey eldru í Runavíkar Kommunu
eru sera aktiv. Á hvørjum ári
verður savnað inn til uttanlands
ferð, sum Eldrafelagið Nón
skipar fyri. Í ár gekk leiðin til
Skotlands á karavanog
slotsferiu.
Áhugin fyri ferðini var sera
stórur, og tað endaði við, at tveir
bussar við heili 62 fólkum settu
kós við Norrönu móti Scrabster
2. juli.
Eldrafelagið spennir víða. Tey
yngstu í felagnum eru fyrst í
fimtiárunum, og elsti limurin í
ferðalagnum var 88 ár. Tveir
fyrrverandi borgarstjórar vóru
eisini við á ferðini.
Ferðalagið búði í feriubýnum
Embo við gamla, lítla býin
Dornoch, har kenda amerikanska
sangarinnan, Madonna, giftist
fyri nøkrum árum síðani. Ein av
vitjanunum var í gomlu kirkjuni
til guðstænastu hjá sama presti,
sum vígdi Madonnu og skotska
mann hennara.
Eingin Skotlandsferð uttan
vitjan á Loch Ness, og ein av
útferðunum var sjálvandi til
kenda vatnið við ódjórinum, ið
skotar vita nógvar søgur um,
men sum ivaleyst verður mest
nýtt til at lokka ferðafólk tann
vegin. Ikki tí, skotska náttúran er
sera vøkur, og tað er Loch Ness,
ið er næststørsta vatn í Skotlandi,
eisini.
Eftir okkara mátistokki er
Loch Ness við sínum 37
kilometrum til longdar og
hálvum øðrum kilometri til
breiddar, bæði stórt og ikki minst
djúpt. Heilar 200 metrar í meðal.
Nakað, sum óivað hevur verið
við til at skapa søguna um
ódjórið, ið fleiri enn túsund
»vitni« siga seg hava sæð, síðani
søgnin tók seg upp fyri meiri enn
1500 árum síðani.
Vatnið liggur tætt við
Inverness, sum flestu føroyingar
steðga í, um teir teir koma til
Skotlands við Norrönu. Við
44.000 íbúgvum er býurin nógv
tann størsti í norðasta partinum
av Skotlandi. Í sambandi við
ártúsundskiftið heiðraði stjórnin í
London Inverness við at útnevna
býin til høvuðsstað í skotska
hálendinum.
Óhapp á slotti
Siglt varð eftir Loch Ness og
farið varð á land við eitt
niðurdottið slott, ið eisini hevur
verið nýtt sum fongsul. Tað
finnast ikki minni enn 1300 slott
og borgir í Skotlandi. Eftir
sightseeingtúrin á Loch Ness
stóð innkeypstúrur í Inverness á
skránni.
Dagin eftir varð koyrt til
vestursíðuna í Skotlandi, har
ferðalagið vitjaði eitt øki við
urtagørðum úr 52 ymiskum
londum. Millum annað úr Japan,
Suðurafrika og nógvum
evrpeiskum londum. Ein stór
uppliving hildu tey flestu.
Og ongin vitjan í Skotlandi
uttan at síggja, hvussu skotar
gera tjóðardrikkin, whiskey. Ein
av vitjanunum var á
distellerínum, Glenmorangie, í
lítla býnum Tain, sum er ein av
elstu býunum í Skotlandi og bert
liggur fáar kilometrar sunnanfyri
Dornoch, har ferðalagið helt til
flestu dagarnar.
Nakrar kilometrar norðanfyri
liggur slottið Dunrobin frá 1300
talinum, ið einaferð var størsta
góðs í Evropa. Jarlar og hertúgar
hava átt slottið, ið liggur út móti
havinum. Slottið hevur 189 rúm
og ein sera vakran barokhava
frammanfyri. Í dag verður slottið
mest nýtt sum ferðafólkamál, har
stóra attraktiónin er framsýning
av tamun fuglum. Í
høvuðsheitum er talan um falkar,
arnir og uglar.
Seinasta dagin og náttina flutti
ferðalagið inn á eitt slott, sum
verður leigað út til ferðafólk. Og
dagin eftir gekk túrurin móti
Scrabster aftur. Á vegnum varð
vitjað í fiskabýnum Wick og
Thurso beint við Scabster.
Ein spennandi ferð, ið tó ikki
endaði so væl fyri ein av
limunum í eldrafelagnum, sum
var óheppin at detta á slottinum
og sláa høvdið í. Hetta kostaði
kvinnuni tríggjar vikur í songini,
tá hon kom aftur til Føroya.
Kortini kom hon lutfalsliga væl
frá óhappinum. Ferðalagið kom
heimaftur 11. juli, men longu nú
er virkna eldrafelagið farið at
savna pening inn til næstu
ferðina, sum antin gongur til
Íslands ella svenska skergarðin.
Ferðin hjá Eldrafelagnum Nón
gav eldrafelagnum í Fuglafirði
íblástur til at fara somu rutu til
Skotlands nú í august.
Eldri ferðaðust í Skotlandi
Eldrafelagið Nón
í Runavík hevur
fleri ár rað verið
á ferð uttanlands.
Nú Norröna er
byrjað at sigla til
Skotlands, gekk
leiðin í ár tann
vegin
Ferðalagið avmyndað í slotsgarðinum, har tey búðu seinasta døgnið á ferðini í Skotlandi
Sangur og tónleikur vóru á skránni næstan hvørt kvøld. Jónsvein Olsen á gittara og Símun Joensen á harmoniku