fríggjadagur 3. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 03. august 2007
35
Um ólavsøkuna hittu
vit tveir forkunnugar
gestir, sum vóru á vitjan
í Føroyum. Tað var tann
55 ára gamli Eyðfinn
Tausen úr Vági, og sonur
hansara, tann 26 ára
gamla Mike
VITJAN
Óli Jacobsen
Tað var stuttligt at hitta teir
báðar. Seinast vit hittust var í
Seatle í USA, tá eg vitjaði hann
og hansara virki.
Eyðfinn er sonur Jacobinu og
Jacob Paula, sála, Tausen í Vági.
Teir eru tríggir beiggjar. Hinir
báðir eru Mannbjørn og Kaj,
sum báðir búgva í heimbygdini.
Longu sum heilt ungur var
Eyðfinn ”bitin” av fiski, tá hann
arbeiddi á flakavirkinum í Vági.
Til USA
Í 1975 fór hann til USA at
arbeiða sum danskur
konsulathjálpari. At arbeiða á
donskum konsulatum hava fleiri
aðrir føroyingar gjørt, og tað
hevur víst seg, at hetta er ein
frálík upplæring í altjóða
virksemi. Fyrst var Eyðfinn í
New York. Síðan fór hann til
New Orleans, Los Angeles og
seinast í Ancorage í Alaska.
Hetta gav sjálvsagt góðar
royndir og kennskap til USA, har
hann tískil kom at virka sovæl á
eystur- sum vestursíðuni. Aftaná
hetta fór Eyðfinn at arbeiða
innan fiskivinnu í USA. Hann
arbeiddi soleiðis í trý ár fyri eitt
reiðarí í Alaska, og fekk eisini
høvi at vera ein mánaða við
einum trolara hjá teimum.
Hendan fyritøkan fór á
húsagang, og tá fór hann at
arbeiða hjá reiðarafelagnum í
hesum økinum. Hann arbeiddi
seinni hjá Baader við at selja
flakamaskinur.
Hann giftist við Ullu, sum er
dóttir danskar innflytarar, sum
búgva niðri á Los Angeles-
leiðini. Tey eiga trý børn.
Fekk egið virki
Frá 1990 til 1996 arbeiddi hann
hjá eini fyritøku, sum keypti og
seldi fisk, og í 1997 keypti hann
seg, saman við einum øðrum, inn
í Selectfish í Seattle, har hann
var stjóri. Her var uppgávan at
keypa, virka og selja fisk. Hesin
fiskur verður fyrst og fremst
keyptur úr Alaska, sum jú ikki er
so langt burturi. Tað tekur bert 2-
3 tímar at fáa fiskin við flogfari
úr Alaska og til Seattle.
Meginparturin av teimum
fiskasløgum, sum Eyðfinn
arbeiðir við, eru ókend hjá
okkum. Víst hevur hann laks,
sum er týdningarmesta
fiskaslagið, hann handlar, men
hetta er villaksur, og síðan er tað
t.d. stør, svørðfiskur, skeljar o.a.
Fiskasløg sum upsa og hýsu,
kennir Eyðfinn als ikki til.
Annars er virksemið fyrst og
fremst grundað á feskan fisk.
Men teir eru ein av teimum fáu
fyritøkunum, sum selja laks
veiddan við dorg, og sum er
frystur umborð. Hesin smakkar
eins væl og feskur laksur. Tað er
eingin aling í Alaska, men
Eyðfinn selur aldan laks úr
heimstatinum Washington, men
við hesi framleiðslumynd eru
Føroyar ikki so áhugaverdar.
Fiskur úr Alaska
Ein stórur partur av fiskinum,
teir arbeiða verður innfluttur úr
Alaska.
Upprunaliga seldi fyritøkan hjá
Eyðfinni beinleiðis til handils-
keturnar, og her var tað serliga
handilsketan Whole Foods, sum
var hansara størsti kundi, men nú
hevur Whole Woods keypt
fyritøkuna, og Eyðfinn arbeiðir
nú fyri teir, men á sama
virkinum. Whole Woods hevur
155 sølumiðstøðir um alt USA,
og nú hava teir eisini eina í
London.
Beinleiðis í søludiskin
Hvønn dag kl. 16 kemur so eitt
flutningsfelag eftir lidnu vøruni,
og hon tryggjar, at vøran er
frammi morgunin eftir – hvar
sum helst í USA. Hetta merkir, at
í flestu førum verður hon flutt
við flogfari.
Eg var eisini og vitjaði eina
deild hjá Whole Foods í 2003.
Havi verið inni í rættiliga
nógvum sølumiðstøðum í USA
og hugt eftir fiski, og eisini leitað
eftir føroyskum fiski. Men
onganstaðni havi eg sæð eitt so
stórt útval, sum júst inni her.
Men her var ikki allarminsta spor
av fiski, sum kundi verið úr
Føroyum.
Hetta var alt feskur fiskur og í
flestu førum flak. Men tað er í
hvussu er ikki bíligt at hava fisk
til døgurða. Í frystidiskinum vóru
onnur fiskasløg, men hesi vóru
als ikki í slekt við okkara.
Selectfish hevði tá í umbúna at
selja fyritøkuna til teirra størsta
kunda Whole World, og hetta
varð eisini gjørt. Hetta hevur í
hvussu er tryggjað fyritøkuna
framyvir, tí á hendan hátt koma
teir í samband við enn fleiri
sølumiðstøðir. Eyðfinn hevði sær
fýra ára sáttmála. Henda tíðin er
skjótt farin, men Eyðfinn segði
einki um, at hann ætlaði sær at
gevast.
Tað er eingin ivi um, at ein
maður sum Eyðfinn er ein
fongur fyri Føroyar. Vit kunnu
uttan iva læra av honum. Hann
hevur eisini verið føroyingum til
hjálpar á ymsum økjum. Millum
annað var hann spurdur um
ráðgeving um íløgu í fiskiskapi í
Alaska. Hann ráddi frá, og
royndir hjá øðrum føroyingum
vístu eisini, at hesi ráðini mundu
vera á eini góðari leið.
Eyðfinn er væl kendur á
Sosialinum. Jan Müller vitjaði
hann fyri nøkrum árum síðani.
Vit ynskja Eyðfinn og Mike,
sum starvast sum grannskoðari í
Texas, góða ferð aftur til USA.
Eyðfinn úr
Vági selur
fisk í USA
Eyðfinn uttan fyri eini
handilsmiðstøð hjá Whole Food
Mike, sum var við pápanum í Føroyum, er grannskoðari, men
hevur eisini arbeitt í fiski
Hetta er virkið sum Eyðfinn hevur verið
við til at byggja upp og nú rekur
Kølidystur við fiski úr Whoole Foods, har Eyðfinn er ein partur