Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 148 - 03. august 2007 Millum 14. juni 1962 og 4. januar 1964 gjørdust trettan kvinnur offur fyri einum hóp drápsmanni ella møguliga fleiri drápsmonnum. Minst ellivu av hesum vóru mill- um manna nevnd offur fyri Boston Kvalara num, men meðan løg regl- an ikki metti øll hesi morð sum framd av sama persóni, so var al menn ingurin sannførdur um, at so var Allar kvinnurnar vórðu myrdar í íbúðum teirra, og høvdu verið fyri kynsligur ágangi, áðrenn tær vórðu kvaldar við klædnapløgg- um. Eingi tekin vóru um innbrot, so kvinnurnar hava antin kent drápsmannin, ella í minsta lagi sjálvbodnar loyvt teimum innar í íbúðina. Talan var í øllum førum um hampiligar kvinnur, sum livdu eitt friðarligt lív. Eingin hevur nakrantíð verið rættarsøktur fyri drápini, men almenningurin var avgjørdur um, at Albert DeSalvo, sum í smá lut- um viðgekk øll ellivu Kvalara dráp- ini, umframt tvey onnur, var hin seki. Kortini eru ivamál, tí tá DeSalvo viðgekk morðini, trúðu fólk, ið kendu hann persónliga, ikki, at hann var førur fyri at fremja slíkar gerðir, og í dag finn- ast sterkar ábendingar um, at DeS- alvo kortini ikki var drápsmaðurin. Av teimum ellivu almennu Kvalara offrunum, vóru seks millum 55 og 75 ár, meðan hinar fimm vóru munandi yngri, millum 19 og 23 ár. Tey bæði ivasomu offrini, vóru 69 og 85 ára gamlar. 55 er ikki nakar aldur, og als ikki fyri Anna E. Slesers, ein vøkur fráskild kvinna, ið sá munandi yngri út, enn hon var. Hon var fleiri ár framman undan flýggjað úr Letlandi við soni og dóttir síni og búsettist í friðarliga grannalagnum Black Bay. Um kvøldið 14. juni 1962 skuldi Anna fáa sær eitt skjótt bað, áðrenn sonnur hennara, Juris, kom eftir henni til lettiska guðstænastu. Beint fyri klokkan sjey kom Juris, men hurðin var læst. Hann bank- aði á dyrnar, men tá hann einki svar fekk, gjørdist hann bangin fyri, um nakað var hent, og breyt hurðina upp. Inni í baðirúminum fann hann mammu sína deyða á gólvinum við beltinum á slá brokk- inum um hálsin. Detektivarnir James Mellon og John Driscoll vórðu settir at kanna málið. Teir funnu hana ílætna slábrokkin, men hon lá víðfevnd og viðslábrokkinum opnum og tískil mest sum nakin og gleivandi. Íbúðin sjálv var endavend, men hóast hesa roynd at fáa tað at líkj- ast einum ráni, lá eitt gullurð og aðrar smúkkur, sum ikki vóru tiknar. Anna var kvald og bar týði- lig spor eftir kynslig um ágangi. Ein kanning av lívi hennara vísti, at hon livdi fyri kirkjuni, arbeið in- um og ikki minst børnunum. Hon hevði einki samband við menn. Løg reglan gekk út frá, at alt var byrjað sum eitt innbrot og endað við drápi. Einar tvær vikur seinni, 30. juni, varð 68-ára gamla Nina Nichols myrd í íbúð sinari. Framferðar- hátturin var hin sami sum við morðinum á Ann Slesers, íbúðin endavend, men eingin skartgripur tikin. Sama dag, millum 20 og 22 á kvøldi, varð Helen Blake myrd á júst sama hátt og íbúðin enda vend. Hetta hendi í býnum Lynn, nakað norðan fyri Boston. Løg reglu ov ast- in, Edmund McNamara, var ógvu- liga stúrin og sendi út ávaring til kvinnur í Boston-umráðnum um at verða varnar og ansa eftir fremmand um. Allar feriur og avspákingar hjá løgregluni vóru strikaðar, og allir detektivar vóru settir at arbeiða á drápsdeildini. Drápini halda fram 19. august stóð 75 ára gamla Ida Irga so fyri tørni. Eins og hinar undanfarnu varð hon kvald, eingi tekin vóru til innbrot, og íbúðin var rann sakað. Minni enn eitt samdøgur seinni varð 67-ára gamla sjúkrasystirin Jane Sullivan funnin myrd hinumegin býin frá har, Ida búði. Hon var kvald eins og hinar, men av tí at líkið var so illa farið, bar ikki til at siga, um eisini hon hevði verið útsett fyri kynsligum ágangi. Framferðarhátturin var eisini her hin sami. Nú varð friður í Boston í tríggj- ar mánaðir, og tað gav løgregluni stundir at kanna øll tey spor, teir ynsktu. Men einki spurdist burtur úr uttan ein røð av monnum, sum uttan iva ikki vóru Boston Kval- arin. Men so var friðurin úti. Fyrst í desember varð komið fram á 21-ára gomlu Sophie Clark, ein litt lesandi, sum búði saman við aðrari lesandi kvinnu. Hon var funnin á sama hátt sum hinar undanfarnu – men eldru – kvinnurnar. Tað sum undraði var, at Sophie var ógvuliga varin, hevði tvey lás á hurðini og kann- aði sjálvt góðar vinir nær, áðrenn hon læt teimum upp. Men onkus- vegna hevur drápsmaðurin so sannført hana um at lova sær inn. Hóast framferðarhátturin var hin sami, var kortini okkurt, sum var øðrvísi. Fyri tað fyrsta var her talan um ein unga kvinnu, hon var litt og búði ikki einsa møll. Og fyri fyrstu ferð var ísáð funnið á dráps- staðnum, hóast at øll hini offrini eisini vórðu kynsliga misnýtt. Tá løgreglan spurdi grannarnar kom fram, at ein kvinna, Marcella Lulka, hevði havt vitjan av einum manni klokkan um 14.20 sum segði, at húsavørðurin hevði sent hann at hyggja at íbúðini, tí hann skuldi mála hana. Hann rósti útsjónd hennara, men tá hon bað hann verða stillan, tí maður henn- ara svav í rúminum við síðuna av, broyttist hannn og fór avstað með- an hann mutlaði okkurt um skeiva íbúð. Hetta var helst Kvalarin, eisini tí Sophie varð myrd um kl. 14.30. Nú gingu tríggjar vikur til Patr- icia Bissette varð funnin myrd 31. desember 1962, eftir at stjóri hennara var vorðin bangin um hana. Saman við einum umsjón- armanni kleiv hann inn gjøgnum eitt vindeyga, og har funnu teir kvinnuna kvalda, eins og hini offrini hjá Boston Kvalaranum. So gekk alt friðarliga fyri seg aftur í nakrar mánaðir inntil tíðliga í mars mánaði 1963, tá 68-ára gamla Mary Brown varð funnin myrd og neyðtikin í íbúð síni. Hetta hendi í Lawrence stutt uttan fyri Boston. Tveir mánaðir seinni stóð Bos- ton aftur fyri skotum, tá Beverly Samans, ein 23-ára gomul lesandi, var funnin kvald. Eins og hini offrini varð hon »breidd út« við ørmum og beinum út til síðuna og nakin. Tó var her tann munur, at Beverly var stungin í hálsin, og tað var tað, sum drap hana heldur enn sokkarnir, sum vóru vavdir um hálsin á henni. Hon lærdi til operasangarinnu, og tí gitti løg regl- an at hálsmusklar hennara vóru so sterkir, at illa gekst at kvala hana. Nú gekk aftur ein tíð fram til 8. september 1963, tá 85-ára gamla Evelyn Corbin varð funnin myrd á sama hátt sum hini Kvalaraoffrini. Eisini her var íbúðin endavend uttan at nakað av týdningi var tikið. 25. november, meðan Boston enn syrgdi sín elskaða forseta, John F. Kennedy (sum var úr Boston), ið var myrdur tríggjar dagar framman undan, bleiv Joann Graff neyðtikin og myrd í enda- vendu íbúð síni. Tann stilla og trúgv andi kvinnan var kvald, og kynslutir hennara illa viðfarnir. Ein lesandi, sum búði á hæddini yvir Joann hevði mitt um seinna- part in hoyrt ein mann duka á hurðina á íbúðini beint yvir av hansara. Tá hann kannaði eftir, sá hann ein um 27-ára gamlan mann, sum spurdi eftir Joan Graff, út talandi fornavnið skeivt. Tann les andi vísti honum á hæddina undir, og løtu seinni hoyrdi hann hurð ina fara upp og aftur niðri- undir, og gekk tí út frá, at Joann hevði lovað manninum inn. Tíggju minuttir seinni ringdi ein vinur til Joann, men hon svaraði ikki. 4. januar 1964 funnu tvær ungar kvinnur íbúðarfelaga sín kvalda. Hin bert 19-ára gamla Mary Sullivan var løgd til rættis á seing- ini, nakin og illa skemd. Hetta skuldi so vísa seg at gerast sein- asta morðið, ið sett var í samband við Boston Kvalaran. Játtar, men... Nú kundi tað verða well. Stats- ákær in fyri Massachusetts, Ed ward Brooke, tók nú málið í egnar hendur fyri at vísa, at hetta var raðfest ovast í øllum statinum. Hann setti saman ein bólk at skipa arbeiðið, sum fevndi um fimm løgregluøkir. At leiða hendan bólk- in setti hann varastatsákæran, John Bottomly. Peabody, guvernørur, lovaði eina sømdargávu á 10.000 doll arar fyri upplýsingar, sum kundu avdúka Kvalaran. Serfrøðingar skaptu eina vangamynd av Kval ar- an um og hon vísti, at hann var um 30 ár, kanska heldur eldri, var snøggur og umhugsin. Allarhelst einsamallur, skildur ella einkju- maður, tóktist vanligur og hevði ikki góðar vinir av hvørgum kyni. Áðrenn drápini byrjaðu, fóru hendingar fram í Cambridge- umráðnum í Boston, har ein ungur maður pikkaði á dyrnar yms- asta´ni í býlinginum. Var tað ein ung genta ið læt upp, segði hann seg vera frá eini modell fyritøku og var sendur at vita, um viðkomandi genta var áhugað av lata seg av mynda. Hetta var væl goldið, og var gentan áhugað tók hann mál hennara og segði, at frú Lewis fór at seta seg í samband við hana. Hetta hendi sjálvandi ongantíð. Nakað seinni varð ein maður hand tikin fyri at bróta inn í eina íbúð. Talan var um 29-ára gamla Albert DeSalvo, sum búði saman við týsku konu síni og tveimum børnum. Hann játtaði at vera maðurin, sum gekk runt og máldi genturnar. Sum grund gav hann, at hann onga útbúgving hevði og ikki var serliga vakur av útsjónd. Kortini megnaði hann at lumpa hesar universitetsgenturnar. Hann fekk 18 mánaðir fongsul, og slapp leysur i apríl 1962. DeSalvo varð føddur 3. sep tem ber 1931 í Chelsea, Massa chu setts. Hann var í herinum frá 1948 til 1956, og var eitt skifti útsendur til Týskalands, har hann hitti Irmgard Beck, ið seinni gjørdist kona hansara. Tey fingu eitt rørslutarnað barn, og meðan konan tí gjørdi alt fyri at sleppa undan kynslig um sambandi við mannin, var DeSalvo óvanliga treingjandi í so máta. Hann var kendur aftur, eftir at hava komið sær inn í kamarið hjá einari nýgiftari konu. Síðani varð hann handtikin og ákærdur fyri at vera Boston Kvalarin. Albert DaSalvo játtaði seg skjótt sekan, og tann seinni so navnframi sakførarin F. Lee Bailey (eisini kendur frá rættar málinum móti O. J. Simpson), gjørdist verji hjá hon- um. Tað stóð kortini skjótt Bailey greitt, at DeSalvo var illa gitni Boston Kvalarin. DeSalvo kendi alt ov nógvar smálutir, sum løg reglan ongantíði hevði almanna kunn gjørt. Smálutir, sum løg regl an kundi staðfesta við myndum og øðrum. Hinvegin vóru øll, sum kendu DeSalvo væl, sannførd um, at hann langt frá var Kvalarin. Og sann førandi prógv at undirbyggja hetta komu eisini fram seinni. Susan Kelly hevur skrivað bók um morðini, og hon ivast ikki í, at DeSalvo er ósekur. Eingi fysisk prógv finnast av nøkrum slag at seta hann í samband við morðini, og hartil hevur einki vitni sæð hann nær námind morðstøðunum, hóast hann hevði eina sermerkta nøs. Hetta hóast fleiri høvdu sæð Kvalaran. Kelly vísti víðari á, at tá DeSalvo játtaði seg sekan, var tað við tí fyri eyga, at selja søguna, so hann kundi forsyrgja familjuni, tí hann væntaði kortini at sita restina av lívinum í fongsli – um hann altso ikki varð avrættaður. Hann hevði eitt fotografiskt minni, og flest allir smálutir vóru kunn gjørd- ir í bløðunum. Einki vitni kendi hann aftur, og at enda vísti Kelly á tann ósamanhang, ið var millum offrini, bæði hvat aldri viðvíkti og eisini so sum líkini vóru løgd til rættis eftir drápið. Hópdrápsmenn fylgja altíð einum ávísum mynstri. Hvussu var og ikki, so kom DeSalvo fyri rættin í 1967, og varð at enda dømdur fyri innbrot og kyns ligan ágang móti fýra kvinnum. Albert DeSalvo varð myrdur á sjúkradeildini í fongslinum kvøldið ella náttina fyri, at hann skuldi hava fund við ein blaðmann og ein av sálarfrøð ingunum, sum hevði vitnað til hansara fyrimun í rættinum. DeSalvo ætlaði sær at avdúka veruliga Boston Kvalaran, segði sálarfrøðingurin. Í dag arbeiða familjan hjá De Salvo og familjan hjá seinasta offr inum hjá Boston Kvalara num, Mary Sullivan, saman um at fáa málið roynt av nýggjum. Báðar familjur eru sannførdar um, at Albert DeSalvo ikki var Boston Kvalarin. Boston Kvalarin Krimi Hóast Albert DaSalvo játtaði seg sekan í 13 drápum, er tað nógv sum bendir á, at hann er ósekur, og at talan ístaðin er um fleiri drápsmenn