fríggjadagur 3. august 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 03. august 2007
37
Men tað var væl ikki
væntandi, at sonur
marxistiska professaran
Ralph Miliband fór at
láta við halanum, hvørja
ferð republikanski
forsetin í USA og hansara
nýkonservativu ráðgevar
siga okkurt
Uttaneftir
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Sum politikari og ikki minst sum
bretskur uttanríkisráðharri hevur
tann 41 ára gamli David Mili
band tann fyrimun fram um fleiri
av sínum starvsfeløgum, at hann
kann ikki lastast fyri, at Bretland
fór í kríggj við Irak. Tvørturímóti
hevur hann fleiri ferðir vent sær
ímóti avgerðini hjá Tony Blair at
leypa á Irak.
Men tað var nú ikki hansara mót
støða ímóti krígnum í Irak, sum
fekk Gordon Bwoen, forsætisráð
harra, at biðja David Miliband
átaka sær starvið sum uttanríkisráð
harri. Sjálvandi var tað ein fyri
munur fyri Brown at fáa ein uttan
ríkisráðharra, sum ikki var fongdur
av Irakkrígnum, men høvuðsor
søkin til, at valið júst fall á David
Miliband, var, at hann er sera
gløggur og hevur víst seg at duga
sera væl at ganga nýggjar leiðir.
Nógv mál
Sum uttanríkisráðharri fekk David
Miliband nóg mikið at takast við
longu frá fyrsta degi við ráðharra
borðið. Tað fyrsta málið var dystur
in við russar, sum sýta fyri at
útflýggja Andrei Lugovoi, sum sam
bært bretska ákæruvaldinum beindi
fyri fyrrverandi KGBmanninum
Alexander Litvinenko í London í
november í fjør. Eitt er, at russar
nokta at flýggja bretum Lugovoi,
men samstundis krevja teir at fáa
fatur á russiska ríkmanninum Boris
Berezovskij, sum býr í Bretlandi,
og sum alment hevur sagt seg vera
ein av argastu fíggindunum hjá
Vladimir Putin, forseta. Russiska
ákæruvaldið vil vera við, at
ríkmaðurin er sekur í grovum
fíggjarundandrátti og sviki og vil tí
hava hann fyri rættin í Moskva.
Men her siga bretar nei, og fyribils
er dysturin millum London og
Moskva endaður við, at partarnir
hava tveitt nakrar diplomatar hjá
hvør øðrum av landinum.
Eitt annað mál, sum liggur á
skriviborðinum hjá tí unga uttan
ríkisráðharranum, og sum kann
vísa seg at verða munandi verri at
loysa enn trætan um Lugovoi og
Berezovskij, er spurningurin um
framtíðina hjá Kosovo. Vestur
heimurin er av teirri áskoðan, at
Kosovo skal skipast sum eitt frælst
ríki, men aftur her er mótparturin
russar, tí teir siga kortanei.
Úr Bush-haftinum
Millum onnur pappír, sum David
Miliband hevur liggjandi á borði
sínum, eru skjøl í sambandi við
trætuna við Iran um tess kjarn
orkuætlanir, men har eru eisini
pappír, sum lýsa, hvussu Bret
land skal loysa seg úr haftinum
hjá George W. Bush, forseta og
hansara nýkonservativu
ráðgevum.
Nýggi uttanríkisráðharrin hevur
gjørt greitt, at nú nýtist bretskum
politikarum ikki longur at láta við
halanum, soleiðis sum Tony Blair
gjørdi, hvørja ferð Bush segði
okkurt. Hann hevur heldur ikki
dult fyri, hvat hann heldur um
leiklutin hjá USA. Í einari áhuga
verdari grein í tíðarritinum New
Statesman tann 23. juli skrivaði
hann, at amerikanska ávirkanin á
heimssamfelagið er í ferð við at
minka, sjálvt um USA framvegis
er tann týdningarmesti sameindi
hjá Bretlandi. Og hann helt fram:
Tað loysir ongar trupulleikar at
bumba eitt land ella at gera innrás
í tað. Uttanríkispolitikkurin skal
tæna Bretlandi og øllum heiminum
sum best, men vit skulu hava eitt
nýtt slag av diplomatii, skrivaði
David Miliband í New Statesman.
Í greinini ger hann greitt, at eftir
hansara tykki eru viðurskiftini
millum Bretland og hini londini í
ES tað týdningarmesta evnið tey
næstu árini, og at Bretland eigur at
leggja størri dent á samstarv við
hini londini heldur enn at hugsa
um egin áhugamál, tí samstarv
gevur størri úrslit, skrivar hann.
Ikki bara Miliband
Ynskið hjá nýggju bretsku leiðsl
uni at sleppa sær úr haftinum hjá
Bushstjórnini hevur ikki fingið
góða móttøku hinumegin Atlants
havið, men undir vitjanini hjá
Gordon Brown í Camp David
fyrr í vikuni var einki, sum bendi
á, at bretska leiðslan vinglaði.
Kanska heldur tvørturímóti,
skrivar NTB.
Her er eisini vert at hava í huga,
at tað eru ikki bara David Mili
band og hansara sjónarmið, sum
órógva hýrin í Washington, tí
amerikanararnir eru heldur ikki
serliga fegnir um, at Brown setti
Mark Malloch Brown til varauttan
ríkisráðharra, tí hann hevur fleiri
ferðir funnist at uttanríkispolitikk
inum hjá Bushstjórnini.
Ein annar nýggjur, bretskur ráð
harri, sum heldur ikki fær leiðarar
nar í Hvítu Húsunum ella amerik
anska uttanríkisráðnum at brosa, er
menningarmálaráðharrin Douglas
Alexander. Í einari røðu, sum hann
helt í amerikanska uttanríkis
ráðnum var hann so bersøgin at
boða frá, at bretar ætla sær at gera
enda á tí, sum hann kallaði Bush
Blairtíðin, og at í framtíðini fer
Bretland at reka ein meiri altjóða
uttanríkispolitikk. Tað merkir sam
bært Douglas Alexander, at Bret
land skal samstarva við ES og
USA, og at ST skal fáa ein størri
leiklut.
Eitt annað týðiligt dømi um, at
Bretland er í ferð við at loysa seg
úr amerikanska haftinum, kom
undan kavi í síðstu viku. Tá kom
fram, tá Gordon Brown skuldi
hava sín egna ráðgeva í spurning
um, ið hava við Miðeystur at gera,
sjálvt um tað ber í sær, at hann
skal kappast við Tony Blair, sum
eftir uppskoti frá Bush er vorðin
semingsmaður hjá Miðeystur
kvartettini. Nýggi ráðgevin hjá
Brown eitur Michael Williams.
Hann hevur arbeitt í ST í fleiri ár
og var ráðgevi hjá fyrrverandi
uttanríkisráðharrunum Robin
Cook og Jack Straw.
Maður við hugsjónum
Politiskir eygleiðarar í London
siga, at tað verður áhugavert at
fylgja við bretska uttanríkispolit
ikkinum í komandi tíðum. Og tey
eru fleiri, sum bíða við spenn
ingi, teirra millum formaðurin í
uttanríkisráðnum hjá ES, Mark
Leonard:
Fyri fyrstu ferð síðani Robin
Cook bleiv tilnevndur, hevur
Bretland fingið ein uttanríkisráð
harra við hugsjónum. Sum
altjóðapolitikari er Miliband nakað
heilt fyri seg, segði Mark Leonard
í sínari fyrstu viðmerking til
tilnevningina.
Í London er tað almenn upp
fatan, at Tony Blair var ikki bara
forsætisráðharri, tí øll árini stýrdi
hann eisini bretska uttanríkispol
itikkinum. Hvørki Jack Straw ella
Margaret Beckett høvdu nakra
ávirkan á politikkin. Tað tíðarskeið
ið er eftir øllum at døma farið nú,
og David Miliband hevur sagt, at
nú verða tær uttanríkispolitisku
avgerðirnar ikki tiknar handan
læstar dyr longur.
Eftir hansara tykki er tann gamli
arbeiðshátturin hjá diplomatiinum
ov stirvin og afturlatin, og at tað er
neyðugt við meiri gjøgnumskygni.
Hann hevur eisini sagt, at tað eru
tey fólkavaldu og ikki embætis
fólk, sum skulu leggja ta uttanríkis
politisku kósina. Komandi tíðin fer
at vísa, hvussu langt tjóður hann
fær á tí økinum.
(Keldur: Reuters/NTB/Dagsavisen)
Hann dansar ikki
eftir pípuni hjá Bush
Tann 41 ára gamli bretski uttanríkisráðharrin sigst vera ein gløggur maður við áhugaverdum hugsjónum
(Mynd: Polfoto)