Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 148 - 03. august 2007 tíðindi Hóskvøldið á Summar Festivalinum gjørdist sera væleydnað. Hópin av fólki kom saman í góðveðrinum at hugna sær við tónleiki og í góðum veitslulag Summar FeStivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað var sum á ólavsøku í Klaksvík í gjárkvøldið, eitt slag av veitslu har fólk hitt­ ust og prátaðu. Lagið á fólki var sera gott, og nógv børn nýttu høvið at royna Silvaland, ið man vera Føroya størsta og besta spælipláss. Stóra útlendska navnið hóskvøldið, Ban­ aroo, fylti Flagsteltið, men eisini Høgni Lisberg savnaði nógv fólk. Tað er tó eingin ivi um, at stóra orsøkin til, at so nógv fólk savnaðist á festivaløkinum, var góðveðrið. Veðurfólk hava seinastu vikuna staðið í bíðirøð fyri at siga frá, um hvussu ringt veðrið fór at verða á Summar Festivalin­ um. Men veðurgudarnir vildu tað øðrvísi, um hós­ kvøldið skal leggja støðið fyri, hvussu veðrið verður á restina av festivalinum, so sær gott út. Um ikki, so var byrjanin í øllum førum góð. Festival­fyrireikararnir eru framúr væl nøgdir um fyrsta kvøldið, sum í flestu mátar gjørdist nógv betri, enn teir tordu at vóna ­ Tað høvdu vit avgjørt ikki væntað. Sjálvandi vónaðu vit, at nakað av lívi skuldi vera í, men at fleiri túsund fólk vóru til tiltøkini í gjár, høvdu vit als ikki droymt um, sigur Steintór Rasmussen. At veðrið eisini skikkaði sær væl, gjørdi ikki kvøldið verri, og nú verður so hitað upp til stóra brakið í kvøld. ­ Her streyma fólk til býin. Ein rúgva av bátum, húsvognum og tjaldarum eru longu komin, so alt bendir á, at her verður stúgvandi fult í kvøld, sigur Steintór. Summar Festivalurin lat dyrnar upp Tey, sum høvdu vænt­ að at hoyrt Banaroo sungið síni hitt á Summar Festivalinum, fóru skuffaði til hús, tey fýra vóru á pallinum, men bæði sangur og tónleikur var á fløgu, tey gjørdu sær enntá ikki ómak at goyma hetta Summar FeStivalur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tað er ringt at ummæla eina konsert, har fýra fólk dansa afturvið eini fløgu. Tað var neyvan nakar, ið væntaði, at týsku poppstjørnurnar høvdu bólk við, men á einum festi­ vali er minsta krav, at talan er um sing back, altso livandi sang til upptiknan tónleik. Playback, har í tónleikur og sangur er upptikin, kann til neyð góðtakast á einum diskoteki, men at leggja eina tílíka framførslu millum tvey av bestu føroysku konsert­ nøvnum Guðrið Hansdóttir og Høgna Lisberg á Flags­ pallinum á Føroya størsta festivali, tað er ikki nóg gott. Ímillum løgini prátaðu tey í mikrofonir, ið á ongan hátt ljóðaðu sum upptikni sang­ urin. Onkuntíð var ljóðmað­ urin eisini eitt sindur ov kvik­ ur at skrúva niður millum løgini, og hetta sá sera kiksað út. Tey fýra í Banaroo eru vøkur ung fólk, men í mun til flottu myndirnar, ið hava prýtt plakatir og greinar seinastu tíðina, vóru tey ikki serliga smart stylaði á Flagspallinum, ístaðin virk­ aðu tey rættiliga tilvildarligt ílatin. Tilvildarlig tyktist eisini koreografiin. Heldur ikki sjálv dansiframførslan var serliga sannførandi, tey høvdu torført við at dansa saman og virkaðu rættiliga ótjekkaði. Tónleikurin var lættur poppur, og tað var lætt at fáa hug til at dansa við. Tó tyktist tað nokkso skjótt trivielt, og stórir partar av teltinum, ið var á tremur við fólki, misti áhugan. Fremst við pallinum var tó rættiliga nógv trýst á alla tíðina, og fólk dansaði og sang við. Her var tó eitt sera óheppið bland av sera ungum Banaroo fjepparum og fullum fólki. Tað tykist rættiliga burturvið, at hesin barnavinarligi bólkur var settur at spæla kl. 22.30, tá promillan hjá nógvum festi­ valgestum er vorðin so høg. Genta svímaði Konsertin hjá Banaroo endaði eitt sindur ov tíðliga, fyri eina unga gentu, ið svímaði frammanfyri pallin. Hon varð flutt á sjúkrahús, men stutt eftir kundu fyri­ reikararnir boða frá, at hon hevði tað gott. Mong vórðu kløkk av bláu ambulansublinkunum uttan fyri Flagsteltið móti end­ anum av framførsluni hjá týsku popparunum, Banaroo, ein ung genta varð í skundi flutt út úr teltinum av trygdar­ vørðunum, og við ambulansu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Um tað var trýsti av dansandi fólki, ið var ov stórt ella okkurt annað, vita vit ikki, men hon var smollin um. Vit fingu stutt eftir orð á Erik Biskoptø, fyrireikara. Hann kundi siga frá, at tey longu høvdu havt samband við Klaksvíkar Sjúkrahús, og boðini vóru, at gentan hevði tað gott. Poppur á fløgu 25 oyru høvdu fingið heiðurin at byrja Summar Festivalin og í góðveðrinum, sum tók øll á bóli, slapp bólkurin handan lagið “Ungdómshús” væl frá uppgávuni Summar FeStivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo 25 oyru er millum yngstu bólkar í Føroyum, og hevur sínar røtur í Virkis­ húsinum í Klaksvík, har teir hava lært seg at spælt á útgerðini, ið Summar Festivalurin hevur latið húsinum, tí var tað ikki bara hóskandi, men eitt plettskot, at júst hesin bólkur lat minsta pallin og sjálvan festivalin upp. Jú, gamaní bólkurin er hvørki tøkniliga besti bólkurin í landinum, ella teir bestu lagskrivararnir og við hópin av lániløgum á skránni, var hetta ikki tann størsta tónleikaliga uppliv­ ingin hetta summarið. Men í sál og sjarmu vann bólkurin. Hesir ungu harr­ arnir hava so nógva sjarmu og so stórt sjálvsálit, at hesin ummælarin illa kundi gera annað enn bara at syngja við. Hesir ungu klaksvíking­ arnir tordu væl, við tulk­ ingum av Tracy Chapman, Ommuni hjá Kularótum og Sa, Sa, Sasa hjá Georg eystan Á, men tað var eing­ in ivi um, at størsta hittið var lagið Ungdómshús hjá bólkinum sjálvum. 25 oyru við sál og sjarmu Lagið á áskoðarunum var gott, tá Summar Festivalurin lat dyrnar upp Mynd: Álvur Haraldsen 25 Oyru lótu sjálvan festivalin upp á minsta pallinum Mynd: Álvur Haraldsen Banaroo vóru á pallinum, men ljóðið kom av fløgu Mynd: Jens Kr. Vang