Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 39 tíðindi Komið í góðari tíð Vandi er fyri, at tað verða bíðirøðir við inngongdirnar til Summar Festivalin, áðrenn konsertina við Scorpions fríggjakvøldið. Bestu ráðini eru: Komið í góðari tíð Summar FeStivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Áhugin fyri Summar Festi­ valinum er størri enn nakrantíð, og tað hevði longu í gjár bíðirøðir við sær við inngongdina til festivaløkið. Áðrenn kon­ sertina við Banaroo vóru bíðirøðir, og vandi er fyri ta sama áðrenn konsertina við Scorpions fríggja­ kvøldið. ­ Bestu ráðini til fólk eru, at tey koma í góðari tíð. Tað nyttar ikki at koma ein hálvan tíma áðr­ enn konsertina, tí tað kann verða bíðitíð at fáa armband uppá. Komið ein ella tveir tímar áðrenn kon­ sertina, so tit kunnu sleppa inn á økið, áðrenn konsert­ in við Scorpions byrjar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Guðrið Hansdóttir vísti á Summar Festivalinum í gjár, at hon er vorðin ein búgvin undirhaldari, ið leverar vøruna, sjálvt undir truplum umstøðum, og sum fyrsta navn á næststørsta pallin­ um á Summar Festivalium vóru hetta heilt røttu egin­ leikarnir Summar FeStivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eiga rós uppiborið fyri val av navnið at lata næststørsta pallin á Summar Festivalinum upp. Hóast áskoðaratalið var lágt, og umstøðurnar so sum so, leveraði Guðrið Hansdóttir eina góða og sannførandi framførslu. Guðrið Hansdóttir spældi løg av komandi fløguni á konsertini, ið alment lat næststørsta pallinum á Summar Festivalinum upp. Flagsteltið við Flagspallin­ um var næstan tómt. Ikki fleiri enn umleið hundrað fólk vóru savnaði, og mill­ um pallinum og manna­ múgvuna (um hon kann rópast so) var eitt stórt glopp. Hetta tyktist tó ikki at darva Guðrið. Fleiri av løgunum kenna vit aftur frá Isadora and The Rebels, men eisini nýggjari løg sluppu upp í part, sosum kontriíblásta Sweet Music og Bob Dylan íblásta Sleep­ in With Ghosts. Bólkurin hjá Guðrið Hansen var eitt sindur skerdur av tí, at gittarleikarin Jón Klæmint ikki var við. Hetta gjørdi, at bólkurin mátti umskipa løgini nakað. Hetta varð gjørt á tann hátt, at løgini skuldu rigga best møguligt uttan manglandi el­gittarin. Hetta virkaði í støðum eitt sindur skizofrent. Men í stuttum leveraðu tey vør­ una. Eg havi áður havt eitt sindur torført við nýggju poop útgávunum av Isadora and The Rebels løgunum, av tí, at løgini í mínar metan hóskaðu betur í folk/rokk stílinum hjá Isadoru. Eins og røddin hjá Guðrið tyktist nærum fullkomin til tann stílin. Men í umskipaðu útgávunum riggaðu tey sera væl. Guðrið sang alla tíðina sum ein dreymur, og her er uttan iva talan um eina av okkara allarbestu røddum. Framførslan var nakað órógva av, at pallhjálpar­ fólkini bóru útgerð hjá Banaroo inn í teltið og valdu at ganga stytstu far­ leið beint ímillum áskoðar­ arnar og pallin ­Sera óheppið, at hjálparfólkið ikki hevði sama høga pro­ fessionella støðið sum Guðrið og bólkur hennara. Ljóðmaðurin Baldur Kamp­ mann eigur tó rós uppiborið, konsertin ljóðaði framúr­ skarandi væl, Flagsteltið hevur ikki altíð ljóðað líka væl, men við nýggjum ljóð­ teppum, og dugnaliga ljóð­ manninum var ljóðið eins frálíkt sum bólkurin. Góða Guðrið Røddin hjá Guðrið Hansdóttir er millum okkara bestu røddir Mynd: Álvur Haraldsen Góðu løgini hjá Jens Marna Hansen komu ikki til sín rætt millum larmandi ungdómar Summar FeStivalur Petur Háberg petur@sosialurin.fo Ein av virknastu dansibólkun­ um seinastu árini má vera Showmenn, sum fyri stuttum spældu sína síðstu konsert. Fýra garvaðir og dugnaligir tónleikarar, ið hava givið mongum ein góðan dans, og vórðu av fleiri mettir sum besti dansibólkur í Føroyum. Ein av teimum fýra var Jens Marni Hansen, ið spældi á Torginum beint áðrenn midnátt hóskvøldið. Tað var vorðið myrkt, og fleiri fólk høvdu leitað sær til festivaløkið. Ólavur Klakk segði okkurt stutt um Jens Marna, ið síðani kom á pall. Forsmakkur Nú veit eg, og sum Jens Marni eisini var inni á undir framførsluni, at hann er um at verða liðugur við sína nýggju fløgu, ið kemur út í oktobur. Nógvir ymiskir tónleikarar spæla á fløguni, og tí var tað eitt sindur skuff­ andi, at hann kom einsa­ mallur á pall. Og tað hevur einki at gera við hann sjálvan, tí Jens Marni dugir væl bæði at syngja og spæla gittara, men tað hevði verið stuttligari at fingið ein meiri fullari forsmakk upp á fløguna. Millum løgini, ið hann spældi, vóru nøkur lániløg, men meginparturin vóru hansara egnu. Eitt av løgunum, ið fang­ aði meg, var lagið ‘I Don’t Wanna Wait No More’, ið Niclas Johannesen hevur gjørt. Eitt vakurt lag við eini fangandi melodilinju í niður­ lagnum. Ljóðar sum Niclas. Róp og skrál Men tað var eitt sindur stræv­ ið at standa og lurta, meðan meginparturin av fólkinum ikki ger tað. Róp og skrál og meiri róp forðaðu fyri, at ein ikki heilt kundi njóta fram­ førsluna. Vakur sangur og vakurt gittarspæl við hissini ‘KÁRI! Gev mær hasa fløsk­ una’ í einum oyra og ‘Kom yvir í Maverick!’ í hinum, er ikki nakar serliga góður blandingur. Tað hevði riggað betri, um hann spældi eitt sindur fyrr um kvøldið, vildi eg mett. Líkist ov nógv Sum sagt, so syngur Jens Marni ótruliga væl og reint. Hann dugir síni ting. Men á ein ella annan hátt, so sakni eg eitt sindur av nýhugsan og ­skapan. Nýggja tilfarið minti eitt sindur ov nógv um gomlu sangirnar frá 90’unum. Tú hoyrdi ikki mun. Men tá ið tað bara eru gittari og sangur, og eingi ljóðføri eru við til at lita ljóðmyndina og geva henni eina størri fyllu, er torførari at hoyra variatión og frábrigdi, so kanska fløgan sigur nakað annað. Vøkur løg druknaðu í skrálum og rópum Trýbólkurin Happy Jazz spældu júst tað; glaðan djass Summar FeStivalurin Petur Háberg petur@sosialurin.fo Navnið á bólkinum sigur rættiliga nógv um tónleik­ in, ið teir tríggir, Ólavur Hansen á trompet, Hans Petur í Brekkunum á saksofon og Bjarki Meitil á kontrabass, spæla. Væl spældan og hugnaligan djass, ið avgjørt ger fólk glað. Glaður djassur. Væl kendir føroyskir slagarir fingu eina renov­ ering og eina djassuta útseting. Millum løgini vóru ‘Eg siti so eina’, ‘When The Saints’, ‘Ras­ mus’ og enntá ‘Omma Ludvík’ fekk eina djassuta yvirháling av trýbólkin­ um. Tað var týðiligt, at teir hugnaðu sær á Torginum, ið er minsti pallurin av trimum. Men hóast tað, so var hann kanska í so stórur til lítla bólkin. Stóra, hvíta teltið sá eitt sindur ov tóm­ ligt og kalt út til hugnaliga tónleikin, ið avgjørt hevði riggað betri á einari lítlari, roykfyltari djassbarr. Glaði tónleikurin frá og góði hýrurin á teimum trimum, smittaði av á áhoyrararnar, sum prátaðu, flentu og lurtaðu eftir mjúku tónunum, ið smoygdu sær út í dýrdar­ veðrið. Góður tónleikur í góðum veðri. Glaðir djasstónar í dýrdarveðrið Jens Marni kom einsamallur á pallin á Torginum Mynd: Álvur Haraldsen