Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 148 - 03. august 2007 tíðindi Tað var ein flokkur av fryntligum skorpiónum, ið tók móti fjølmiðlunum á tíðindafundinum á Hotel Føroyum í gjár. Teir lovaðu, at tað vit fáa í kvøld á Summar Festivalinum verður hvørki meira ella minnið enn Scorpions. Summar FeStivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo - Vit eru Scorpions, og okkara tónleikur er fangandi rokkløg, ið ljóða sum vit, eingin onnur rødd ljóðar sum røddin hjá Klaus Meine, tá tú hoyrir Scorpions, so veitst tú, at tað er okkum tú hoyrir, greiddi gittarleikarin Rudolf Schenker, tá hann var atspurdur, um hvat vit kundu vænta okkum at hoyra á Vágsbøi í kvøld. - Tá vit byrjaðu at spæla tónleik høvdu vit teirri filosofi, at vit skuldu ferðast kring allan heim við okkara tónleiki, og tað er feitt enn at hava somu filosofi, greiddi Rudolf Schenker frá um orsøkina, til at bólkurin var komin til Føroyar. - Vit fara allastaðni, har tey hava ravmagn, og sjálvt um hetta ikki beinleiðis er á vegnum til Brasil, har vit spæla næstu konsertina, so vildu vit fegin higar, og fáa eitt sindur av vatni, áðrenn vit skuldu til regnskógin, helt Klaus Meine sangari fram. Tónleikarnir lovaðu, at konsertin í kvøld fer at verða eitt ordiligt rokkshow. - Í 80’unum var okkara show risastórt, tað var ein onnur tíð, alt skuldi verða so stórt sum møguligt. Í 90’unum var ein heilt onnur tíð, áhugin fyri stóru konsertunum fór. Konsertir skuldu helst vera í smáum klubbum. Tí var eingin orsøk at brúka nógvan pening upp á stórt show, ístaðin valdu vit at fokusera upp á tónleikin. Sjálvandi skulu vit hava eitt stórt ljós- annlegg, og spæla á einum stórum palli, tí tað skulu vit brúka til framførsluna, men tónleikurin skal vera í fokus, greiddi Rudolf Schenker frá. Limirnir vístu á, at eftir tríggjar væleydnaðar fram- førslur í London, er sjálvsálitið í topp. Limirnir í Scorpions kendu best Føroyar, sum landið við einum fót- bóltslandsliði, sum var sera trupult at vinna á, áðrenn leiðin gekk hendan vegin. Men longu á vegnum til Havnar fekk bólkurin nógv onnur inntrykk. Hetta er eitt vakurt land, og tað er fasinerandi við øllum vatninum, sum fyllur áirnar her, segði Klaus Meine. Áðrenn limirnir byrjaðu at fregnast um, hvønn mat teir áttu at royna, og um seyðakjøtið ella fiskurin var at fyritrekkja. The Scorpions eru komnir til Føroyar, tí teir vilja ferðast um allan heim við sínum tónleiki Mynd: Jens Kr. Vang Scorpions til Føroya fólk Høgni Lisberg og bólkurin hjá honum høvdu fingið heiðurin at enda hóskvøldið, og tað vóru áhoyrar­ arnir glaðir fyri Summar FeStivalurin Petur Háberg petur@sosialurin.fo At hesir mennirnir hava spælt nógv saman í langa tíð, hoyrist aftur, tí alt sat bara sum tað skuldi. Breaks, fills og bara tónleikurin sum heild ljóðaðu væl inni í Flagsteltin- um, ið var hálvfult. Og tá ið tað er so týðiligt á tónleikar- um, at teir njóta at spæla, so ger tað ikki tónleikauppliv- ingina verri. Lagt varð út við einum nýggjum blúslagið, sum ljóðaði væl og har bólkurin spældi við dynamikkin, men sum heild var talan um løg av frálíku fløguni Morn- ing Dew. Høgni sigur ikki so nógv og er ikki undirhaldari av natúr, men tað er gittar- spælarin Allan hinvegin. Hann dugdi væl at fáa fólki við og er ein umráðandi limur í bólkinum. Mær dámar væl Høgnasa tónleik og fløguna Morning Dew, men nú havi eg hoyrt hann nakrar ferðir gjøgnum tíðina, og eg sakni eitt sindur av nýggjum tilfarið. stórt sæð somu sangirnir hava verið spældir síðani fløgan kom út í 2005. Hevði ynskt at hoyrt meiri nýtt. Vælupplagdir garpar við tí sama Regn og nógvur vindur er tað, veðurgudarnir bjóða gestunum á summar­ festivalinum um viku­ skiftið veÐur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Er tað nakað, sum fólk elska at tosa um - og øsa seg upp um – og avgjørt einki fáa gjørt nakað við, so er tað veðrið. Fyriskipararnir av Summar- festivalinum hava í vikuni ført fram, at veðrið hevur víst seg onga ávirkan at hava á lagið og uppmøtingina til festivalin, og lukkutíð so fyri teir, tí Petur Skeel er ikki bjartskygdur um veðrið um vikuskiftið. - Tað verður vánaligt veður, sigur hann bart út. Eitt stormlágtrýst í ein útsynn- ing úr Íslandi kemur hendanvegin og verður væntandi yvir Føroyum sunnudagin. Hetta gevur nógvan vind av útsynningi og suðri, kanska upp í skrið, við regni og ælingi meginpartin av tíðini. Hit- in verður millum 10 og 13 stig. So tað ræður um hjá festival luttakarunum at brynja seg væl út og lata seg í heit klæðir – og ikki minst regnklæðir. At taka stylvar við er optional. Hinvegin fer at liggja rættiliga væl fyri at turkast aftur hjá teim- um, ið gerast vát á summarfesti- valinum, tí í komandi viku verður veðrið sum at búgva í Kollafirði – ikki so galið. Mánadagin verður okkurt hendinga ælið og hitin upp í 15 stig. Týsdagin og miku- dagin verður upp aftur betri. Turt við nakað av sól og hitin heilt upp í 18 stig. So verður tað termodrakt-veður um vikuskiftið, verður tað aftur fyri bikini-veður í komandi viku. Sambært Petur Skeel, altso. Vánaligt summar(festival)veður Høgni Lisberg og bólkurin spældu ein trygga konsert Mynd: Álvur Haraldsen