Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 41 Lýst verður eftir fólki til avbjóðandi starv á Norðurøkinum at byrja 1. august ella skjótast til ber. Vit vænta at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum HA, HD, Cand Merc ella líknandi. Eisini vænta vit, at tú hevur góð sam­ starvsevnir, ert nærlagdur, fyrikomandi og arbeiðssamur. Hevur tú HH, skrivstovuútbúgving ella líknandi og ætlar at útbúgva teg víðari innan roknskap og grannskoðan, ert tú eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsuppgávur: • samskifti við virkir og stovnar • vitja fyritøkur • eftirlit við skatta­ og avgjaldsuppgerðum • ummæla kæru­ og dómsmál • málsviðgerð Vit bjóða: • fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði í nýggjum bygnaði, har tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina • fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri eftirútbúgvingum • flextíð Setanartreytir: Setanarøkið er Norðurøkið, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Løn­ og setanar­ viðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgv­ ing, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av­ varðandi yrkisfelag. Umsóknir: Send umsókn vid avriti av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar royndir til: Toll- og Skattstovu Føroya, Norðurøki Postboks 2151 · FO­160 Argir Stílað: Ingolf Lamhauge, økisstjóri. Umsóknarfreist: 16. juli 2007 Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Elsu Brimvík, deildarleiðara ella Ingolf Lamhauge, økisstjóra á tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Toll­ og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjar­ málaráðnum, hvørs upp­ gáva er at fyrisita toll­ og avgjalds­skattalógina og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 135 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðsskrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávika­ víst Saltangará/Klaksvík, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Norðurøkinum, har viðkomandi kemur at starvast, eru 35 starvsfólk. www.tollskatt.fo E­mail: tollskatt@tollskatt.fo lýsingar Starvslýsing BO Service Sp/f er ein fyritøka í menning og við nógvum avbjóðingum. Í sambandi við vaksandi eftirspurning á arbeiðsmarknaðinum verður søkt eftir royndum fólki til HVS og ventilatiónsarbeiðir, sveisiarbeiðir, smærri maskin­ umvælingar og annað viðlíkahaldsarbeiði. Vit gera arb­ eiðir bæði fyri stovnar, virkir og privatfólk. Førleikakrøv • Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving so sum maskinmeistari/skipsmaskinistur, rørsmiðjur e.l. • At tú ert røkin, fleksibul, hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt • Ert fúsur at finna nýggjar loysnir og ikki ert bangin fyri nýggjum avbjóðingum Løn sambært avtalu. Nærri fæst at vita við at venda sær til Boða Olsen á tlf. 521500 BO Service Sp/f Leitisgøta 7 · FO-160 Argir T-postur: bodi@kallnet.fo tlf. 321500 · fartlf. 521500