fríggjadagur 3. august 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 148 - 03. august 2007
lýsingar
Umsjónarfólk
Hervið verður søkt eftir húsavørði til Vestmanna
Skúla og Ítróttar-høll at arbeiða við dagligari
røkt av bygningum og umhvørvi.
Arbeiðsuppgávur
Saman við starvsfeløgunum at hava um hendi
dagligu røktina av Vestmanna Skúla og Ítróttar-
høll.
Umhvørvið uttan um bygningarnar er ein sjálv-
sagdur partur av arbeiðinum.
Vaktarskipan, sum leiðandi húsavørðurin hevur
ábyrgdina av, er partur av dagligu arbeiðs-
gongdini.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir fyrikomandi fólki, sum dugir at
arbeiða sjálv-støðugt og verða partur av einum
toymi við trimum fólkum.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til
leiðandi húsavørðin.
Lønar- og setanaðarviðurskifti eru við avvarandi
yrkisfelag.
Starvið verður sett frá 1. september 2007 at
rokna ella skjótast gjørligt aftaná.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Helgi Finn Poulsen, leiðandi umsjónar-
mann, á tlf. 230107.
Umsókn saman við møguligum prógvi og
viðmælum skal sendast til Vestmanna Kommunu,
Bakkavegur 16, 350 Vestmanna.
Umsóknin skal verða Vestmanna Kommunu í
hendi í seinasta lagi 13. august 2007, kl. 12.00.
Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til frítt av
velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja.
Vestmanna kommUna