Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 23 Búskaparfrøðingur til Atlantic Airways Atlantic Airways hevur tørv á einum dugna- ligum og nærløgdum búskap arfrøðingi/ controllara. Høvuðsuppgávurnar hjá búskapar- frøðinginum eru: • At framleiða og hava ábyrgd av leiðslu- kunning og neyðugum hagtølum. • At framleiða og hava ábyrgd av neyðugu kunningini í mun til virðisbræva mark- naðin. • At gera og hava ábyrgd av uppfylgingini av inntøkustýringini • At gera búskaparligar leiðslurapportir um mánaðar-, kvartals- og ársroknskap. Viðkomandi skal eisini røkja uppgávuna sum Complience offi cer mótvegis virðisbrævamarknaðinum. Búskaparfrøðingurin/controllarin vísur beinleiðis til fíggjarstjóran. Førleikakrøv: Vit leita eftir einum fólki við hægri útbúgving innan roknskap/fíggjarstýring ella líknandi arbeiðsroyndir innan økið. Evnini og hugurin at greina og arbeiða við tølum eru góð, umframt at tú hevur hollan kt-kunnleika. Harumframt dugur tú væl at samskifta í talu og á skrift bæði á føroyskum og enskum. Tú hevur góð samstarvsevni og trívist í einum virknum og jaligum umhvørvi. Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi starv við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Starvið skal setast skjótast gjørligt, og setan- artreytir verða avtalaðar nærri við setan. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. august 2007. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marius Davidsen, fíggjarstjóra, á tlf. 21 37 03 ella teldupost: marius@atlantic.fo Umsóknin skal sendast til Atlantic Airways, Starvsfólkadeildin, Vága fl oghavn, 380 Sørvágur. Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. 176 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, og árligi umsetningurin var 519 milliónir krónur í 2006. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo atlantic.fo Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Álítandi Virkin Frælslintur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midfl okkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum Profi lurin Navn: Sonni Jacobsen Bústaður: Sørvágur Starv: Rithøvundur m.a. S on ni Ja co b s e n Eg havi verið politiskt áhugaður, síðani eg var tannáringur. Demokrati, sosial viðurskifti og sjálvsagdi rætturin, at siga sína hugsan, hava upptikið meg mest. Men seinastu árini hevur talifrælsið í Føroyum, eftir mínum tykki, verið í vanda, serliga um etisk og átrúnaðarlig viðurskifti, § 266b er eitt gott dømi. Løgtingsmenn løgdu fram uppskot um avmarkan, serliga rættin at úttala seg um lívsáskoðanina hjá ávísum samfelagsbólki, sum víkur frá tí, okkara forfedrar og kristna siðalæran lærir er rætt. Um tú í dag útleggur úr bókana bók, orði Harra Harrana, kanst tú verða straffaður. Hetta hevur áður verið óhoyrt; her stóðu føroyingar stinnir móti ágangi uttanífrá. Tíverri gjørdust ov mangir linir í kongunum, gloymdu sín barnalærdóm og kristnu orðini “fyri tí tú veitst er rætt doyggj um so má vera...” Men har stríddist Miðfl okkurin manniliga at verja kristna talufrælsið. Eg gangi inn fyri, at Føroyar gerast fræls tjóð. Í smb. v. átrúna og demokrati er hetta tryggasta loysnin. Danmark, sum limur í antikristiliga ES, er ikki trygt at vera í samgongu við. Tí er tað gott, at fólkakirkjan gerst leys av dønum og ES. Tá eg gjørdist persónliga trúgvandi í 1989, var eg politiskt húsvillur. Tá Miðfl okkurin varð stovnaður í 1994, fann eg mítt politiska heim og eina stevnuskrá eftir mínum hjarta. Allir fl okkar hava kristnu lívsvirðini í skjøldrinum, men sum samlaðir fl okkar gera teir einki við tað. Her hevur Miðfl okkurin verið ein skínandi viti, takk fái Gud fyri tað. Ein og hvør, sum aktivt vil verja demokrati og politiskt og kristiligt talifrælsi, fremja sosialar ábøtur og verja kristnu lívsvirðini, eigur sjálvandi at velja Miðfl okkin. Har er einki annað val. Visti tú, at Fólkaræði (demokrati) er sjálvsagt í teim londum, har kristniboðskapurin hevur havt sína ávirkan! Tá kristna trúgvin breiddi seg um heim, broyttust samfeløg, og sjálvsøgd mannarættindi, m.a. betri viðferð av kvinnum, børnum og trælum vunnu fram! Fyrstu almennu sjúkrahúsini, vit vita um, komu eftir kirkjumøti í ár 355, har varð samtykt, at allastaðir, har katedralar vóru, skuldu eisini sjúkrahús vera! Lesið Sosialin - so eru tit við