Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 148 - 03. august 2007 ] Gekk akkurát ikki hjá Símuni Á SAS Arenu var Keflavík stóran part av tíðini á veg í næsta innleiðandi umfarið, men FCM megnaði at vinna samantalt við regluni um mál skorað á útivølli Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var um reppið, at føroyski landsliðsspæl­ arin Símun Samuelsen og liðfelagar hansara í Keflavík í kvøld á SAS Arenu í Herning megn­ aðu at spæla seg víðari í næsta umfarið í UEFA Cup. Men tað verður FCM, sum fer at halda fram í kappingini. Sam­ antalda úrslitið var 4­4, og FCM heldur fram í kappingini, tí teir hava skorað tvey mál á útivølli, meðan Kefla­ vík skoraði eitt mál á útivølli. Í kvøld var úrslitið 2­ 1 til FCM. Símun Sam­ uelsen var millum teir fyrstu ellivu á íslendska liðnum, sum legði seg á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Íslendska leiðslumál­ ið skelkaði heimaliðið, sum var í rættuliga trongum skóm. Men miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist FCM at javna, og bara tríggjar minuttir seinni skoraðu teir sigursmálið til 2­1 og harvið samantalt til 4­4. Á heimavølli vann Keflavík 3­2, og tá ið tað stóð á jøvnum, var tað reglan um flest mál skorað á útivølli, sum var orsøk til, at tað varð FCM og ikki Keflavík, sum fer at halda fram í kappingini. Í fleiri feløgum verður vónað, at álopsspælarar, sum í summar eru keyptir til feløgini, skulu fara at vísa seg at verða trumfirnir, ið skulu bjarga feløgunum gull og skreyt ella at sleppa undan hóttanini av niðurflyting FOrMulA Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í vikuskiftinum verður eftir steðg í fýra vikur farið undir aftur landskappingina í fótbólti. Ellivu umfør eru eftir, áðrenn tað leygardagin 27. oktober verður greitt, hvussu endastøðan verður eftir 27 umfør. Í fleiri feløgum hava teir í summarsteðginum, nú flyt­ ingar vindeygað hevur verið opið, syrgt fyri nýggjum krúti. Serliga er tað í álop­ unum, at roynt hevur verið at løða av nýggjum. Hvør nyttan er í íløgunum, sum neyvan eru ókeypis, fæst fyrsta ábendingin um nú í vikuskiftinum. Eitt av feløgunum, sum hevur spanderað, er KÍ. Fótbóltsglaðu klaksvíking­ arnir eru alspentir longu í morgin í Summarfestival umhvørvinum at síggja, um Denni Conteh saman við Paul Clapson verður førur fyri at skjóta málini, sum tað higartil ikki hava verið so mong av. Atli Danielsen hevur vant við KÍ, og týskvøldið spæl­ di hann 2. hálvleik í venj­ ingardystinum í Fuglafirði. Men hann verður ikki við ímóti Skála. Atli skal í vikuskiftinum spæla í fyrsta umfari í næstbestu deildini í donsku landskappingini. Skálamenn hella seg fyri tað mesta til tað, sum teir hava havt. Longu tá ið John Petersen tók um stýrisvølin sást, at tað ikki bara er fólkið á vøllinum, sum er avgerandi fyri, hvussu tað hilnast. Í Gundadali verður grann­ auppgerð, tá ið AB sunnu­ dagin fer at vitja HB. AB, sum longu hevur argað HB eina ferð (2­2), møtir við so at siga nýggjum liði. And­ rew av Fløtum vísti longu á Ólavsøku, at tey í HB kunnu rokna við, at tað framvegis er krút í honum. NSÍ og GÍ bresta saman í Runavík. Báðir partar hava syrgt fyri nýggjum álops­ krúti. Formula toppskjúttin tvey tey seinastu árini, Christian Høgni Jacobsen, er komin aftur til Runavíkar. Vónin hjá honum og NSÍ er, at arbeiðssami landsliðs­ maðurin eftir vinstra borðs kjans í HB aftur skal gerast NSÍ maðurin, sum ger av, at tøttu uppgerðirnar skulu koppa til Runavíkar, og at vánirnar fyri fyrsta FM heitinum nakrantíð harvið skulu betrast. Christian Lundberg, sum um hesa tíðina í fjør var sera stinnur í KÍ álopinum, skal vísa sínar dygdir í gula og bláa GÍ búnanum. Longu týskvøldið vísti danin í venjingardystinum ímóti LÍF, at hann framvegis kennir rutuna til meskarnar. Hann sigst vera heilt væl fyri. VB/Sumba fær á Eiðinum vitjan av EB/Streymi. Merkisvert hjá VB/Sumba er tað, at Evrard Ble, sum í fleiri ár á miðvøllinum hevur stoypt kúlurnar, nú er fluttur norður á Argir. Í hansara stað er Marko Moravcic verjukendur mið­ vallari. Gongdin hevur verið góð seinastu tíðina. Í seks teimum seinastu umførunum er VB/Sumba bara eina ferð farið av vøllinum uttan stig. Tað fer framvegis í fremstu røð at verða dúvað upp á Birgir Jørgensen og hinar kendu menninar. Í EB/Streymi eru vón­ irnar, at Sorin Anghel og Arnbjørn Hansen skulu fáa størri leiklut, enn teir higartil í ár hava verið førir fyri at havt. Károlu Potem­ kin og Zsolt Szekeres úr Ungarn eru við til at styrkja um kappingina um plássini á miðjuni og í álopinum. Í Vági fæst at síggja, hvussu Piotr Krakowski fer at takla ta støðuna. B36, sum er oddalið – í hvussu so er inntil endaliga skriviborðs avgerðin í sam­ bandi við Skála dystin verður tikin – hevur verið á UEFA Cup ferð, nú teir taka ímóti B71, sum við positivum og hugflogsríkum spæli og stórari taktiskari tilvitan hevur tikið mong á bóli. B71 hevur ikki verið aðra staðni eftir fólki í summar. Tað er greitt, at venjarin og miðvallarálitið, Eli Hentze, ikki verður við í morgin. Hann er burturstaddur. B71 tykist vera so mikið væl fyri, at hesin veruleikin er ikki alt avgerandi. Álops­ krútið hjá Clayton Soares og hinum hevur verið gott, og soleiðis er tað ivaleyst framvegis eftir venjingar­ leguna í Hollandi. NSÍ vildi fyrr í summar sleppa av við Andersson, og tað kom væl við hjá B36, sum hevur leitað eftir álopsspælara at stuðla Syl­ la. Sunnudagin fæst at síggja, um tað verður meiri dugur í brasiliumanninum, tá ið hann verður í hvítari heldur enn í gulari troyggju. Tað er nú at nýggju løð­ ingarnar skulu vísa, hvør dugur er í teimum! Nýggju løðingarnar skulu vísa seg Í NSÍ vóna tey, at Christian Høgni Jacobsen er maðurin, sum skal bumba NSÍ seinasta pettið móti avgjørda oddinum, nú farið verður undir seinna partin av Formula-deildini Dystaryvirlit Formula-deildin 04.08 KÍ­Skála, Rúni Gaardbo 05.08 HB­AB, Páll Augustinussen 05.08 NSÍ­GÍ, Jens Petur Brattalíð 05.08 VB/S­EB/S, Petur Reinert 06.08 B36­B71, Dagfinn Olsen 1. deild Dagur Dystur Dómari 04.08 FSV04­HB, Høgni Hansen 04.08 B36­TB, Andrew Christiansen 04.08 SÍ­B68, Rói Jacobsenb 06.08 KÍ­LÍF, Bárður Mortensen 06.08 NSÍ­ÍF, Jan Skoradal Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 16 11 - 3 - 2 28 10 18 36 2 NSÍ 16 11 - 2 - 3 28 14 14 35 3 EB/S 16 9 - 2 - 5 27 20 7 29 4 HB 16 7 - 3 - 6 31 23 8 24 5 GÍ 16 6 - 5 - 5 24 31 -7 23 6 Skála 16 7 - 1 - 8 19 23 -4 22 7 B71 16 6 - 3 - 7 28 28 0 21 8 KÍ 16 4 - 3 - 9 24 26 -2 15 9 AB 16 2 - 4 - 10 19 31 -12 10 10 VB/S 16 2 - 4 - 10 14 36 -22 10