Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 21 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur B36 tapti 3-2 Aftan fyri 2-0 megnaði B36 at vinna seg upp á javnt, men løtu seinni skoraði Ekranas sigursmálið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í B36 iðraðu teir seg um, at úrtøkan yvir tveir dystir ikki gjørdist betri enn 0 stig og samanlagt 3-6 tap, tá teir í gjár spældu seinna dystin móti litaviska Ekranas. Í seinna dystinum, sum varð liðugt spældur fyri hálvum tíma síðani, stóð á jøvnum í hálv- leikinum. Eisini hóast havnarfelagið helt seg hava betri uppiborið. Veruligar opnar møgu- leikar gjørdist talan sjáldan um, men gestir- nir úr Havn høvdu tó greiða yvirvág í spæli. Tíðliga í seinna hálv- leiki vann Ekranas seg upp á 2-0, men við einum máli frá Bergi Midjord og einum brotssparki frá Fróða Benjaminsen fekk B36 aftur nakað av spenningi íaftur. Eisini hóast hetta kravdi enn tvey mál frá teirra síðu. Løtu seinni fekk heimaliðið tó seinasta málið í dystinum, og so mátti B36 ásanna, at europiska ævintýrið í ár endaði uttan stig av nøkrum slag. Tíðin at iðra seg er tó stutt. Longu sunnudagin byrjar landskappingin aftur, og har hevur B36 sítt at síggja til í oddastríðnum, sum nú fyrst og fremst er móti NSÍ. Mann fyri mann spældi EB/Streymur ein rimmardyst, men sum lið vantaði tað síðsta fyri at knógva sterka finska liðnum Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 1-1 javnleikur í fyrstu altjóða avbjóðingini nakr- antíð. Í sjálvum sær eitt heiðurligt úrslit, men EB/ Streymur hevur grund at iðra seg. Við teprum 1-0 tapi á útivølli vóru for- treytirnar til seinna dystin liðanna millum góðar. Og EB/Streymur spældi eisini síni kort væl fyrra hálvleik. Teir hildu MyPa frá teimum stóru møguleikunum, vóru vælskipaðir í verjupartinum og hildu nullið allan fyrra hálvleik. Soleiðis livdi vónin enn, tá menn komu út til seinna hálvleik. Og neistin kveik- tist av álvara, tá Hans Pauli Samuelsen bara fimm min- uttir inn í seinna hálvleik vann sær eitt uppiborið brotsspark. Stóribeiggi Ro- nnie Samuelsen var settur at taka sær av hesum, men hann sendi bólt og málverja sama veg. Aftaná tók MyPa yvir- aftur á sama hátt, sum teir gjørdu í fyrra hálvleiki. Teir høvdu bóltin stóran part av tíðini, men langt var millum heilt stóru kjansirnar. Fyri tað mesta var tað við skot- um úti frá, at teir royndu seg, men tá vísti René Tórgarð at hann ikki er hvør sum helst í málinum. Sløktu neistan 20 minuttir fyri leiklok gav trýstið úrslit hjá MyPa. EB/ Streymur misti bóltin í teirra vinstru síðu og so gekk skjótt. Bólturin varð fluttur tvørtur um vøllin í hitt borði, síðani lagdur skrátt aftur, soleiðis at ein finni skamt uttanfyri brots- teigarmarkið kundi senda eitt hart og flatt skot undir René Tórgarð og í málið. Nú var kravið trý mál til EB/Streym, um teir ætlaðu sær víðari, og við so sterkum mótstøðumonnum var uppgávan ógjørlig. Frígjørt eftir málið EB/Streymur, sum inntil nú hevði hugsað einamest um verjupartin, fór nú longur fram á vøllin. Hesar síðstu tjúgu minuttirnar vísti EB/ Streymur, at teir eisini kunnu bjóða av frameftir í altjóða fótbólti. Spælið gjørdist onkursvegna meiri frígjørt nú, teir skaptu nakrar hampiligar møgu- leikar, og fýra minuttir fyri leiklok skoraðu teir fyrsta altjóða málið nakrantíð. Innskifti Hanus Eliasen setti fleiri mans av sær, áðrenn hann úr høgru legði ein vala bólt innfyri, har nýggi áleyparin, sum av- loysti annars anonyma Arn- bjørn Hansen, kom stór- leypandi við handaru stong og fekk so ella so trampað bóltin í kassan. Stutt aftaná eftir horna- spark hevði Hanus Eliasen ein rimmar møguleika, tá hann beint undir málinum gjørdist púra leysur, men tíverri fór stútarin upp um. Nakað seinni bríkslaði dómarin dystin av, og har- við endaði altjóða ævin- týrið hjá EB/Streymi á hesum sinni. Samanlagt tap- tu teir 2-1, og samanumtikið kunnu teir eisini vera nøgdir við debutina á altjóða pallinum– tað var flott, men ikki nokk. Mann fyri mann kunnu teir vera vælnøgdir, men sum lið vantaði tað síðsta. Flott men ikki nokk Tað sást, at Marni Djurhuus hevur altjóða royndir og saman við Símuni Eliasen taldist hann millum bestu menninar á vøllinum Mynd: Sofus D. Johannesen Í í gjárkvøldið tapti U-17 landsliðið tapt 2-0 móti Belgia, og harvið er greitt, at Føroyar leygardagin skulu spæla móti Íslandi um 7. Plássið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyska U-17 landsliðið fekk einki stig burtur úr innleiðandi umfarinum í NM, sum í hesum døgum er í Jyllandi, og tað eydn- aðist heldur ikki at skjóta nakað mál. Tað varð enda- liga staðfest, tá ið Føroyar í gjárkvøldið taptu 2-0 móti Belgia. Málini vórðu skorað í 24. og 27. minutti eftir innlegg úr høgru. Føroyar vóru nær við at fáa mál, Men eftir horna og roynd við høvdinum brast bólturin í tvørtræið. Í trettan minuttir vóru Føroyar undirmannaðar, tí Monrad H. Jacobsen í 67. minutti fyri aðru ferð sá gult og harvið reytt. Belgia vann bólkin við 7 stigum, Noreg fekk 6 stig, Danmark 4 stig og Føroyar 0 stig. Leygardagin klokkan 11 skulu Føroyar á Heden- sted stadion spæla um 7. plássið ímóti Íslandi, sum endaði aftast í hinum bólkinum. Hesa ferð var føroyska liðið soleiðis mannað: Teit- ur Gestsson, KÍ - Monrad H. Jacobsen, NSÍ, Sørmund Kalsø, KÍ, Viljormur David- sen, NSÍ, Dánjal Pauli Lervig, KÍ - Jógvan Rói Davidsen, HB, Heini Vatnsdal, VB/TB (Hallur Hansson, HB, 57.), Karl Løkin, NSÍ (Eli F. Nielsen, FSV04, 73.), Bjarti Hansen, FSV04 (Hanus Mortensen, VB/TB, 55.), Róaldur Jacobsen, B36, Jóan Símun Edmundsson, B68 (Jens M. Jensen, EB/Streymur, 79.). Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Thomas J. Thomsen, HB, Kristin R. Mouritsen, HB, Mikal Jespersen, VB/TB. Venjarar eru Pætur S. Clementsen og Finn Johannesen. Føroyar skulu stríðast við Ísland