Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 148 - 03. august 2007 tíðindi Toyota setur met Heimsins størsti bilframleiðari, Toyota Motor Corp., hevur økt avlopið fyri fyrsta ársfjórðing við 32%. Toyota metir sjálvt økingina stava frá einum veikum Yen’i og einari øktari bilasølu av modellunum Corolla og Camry. Nettoumsetningurin hjá Toyota verður við økta vinning­ inum methøgur, 22,5 milliardir krónur, og tað er munandi meiri enn mett. Við støði í úrslitinum fyri fyrsta árs­ fjórðing verður væntað, at samlaði vinningurin fyri árið verður metstórur. Útboð í Grønlandi Grønlendska heimastýrið bjóðar nú aftur altjóða olju­ feløgum at søkja um leitingarloyvi á grønlendska land­ grunninum. Hetta er seinna umfar í fyrsta útbjóðingar­ umfarinum, og umsóknarfreistin er sett til 1. februar næsta ár. Útbjóðingin hesaferð umfatar eins og tann fyrra økið Disko Vest. Í tí fyrra útbjóðingarumfarinum vóru fýra leitingarloyvi. Husky Oil fekk tvey teirra, og á næsta fundi fer ráevnanevndin at útluta hini bæði, sigur KNR. - Tað gekk sera væl at samskipa móttøkuna av skipsbrotnu fiskimonnunum. Øll vóru sera hjálpsom og gjørdu sítt besta. Vit møttu allari vælvild, sigur Jón Klein Olsen, sum hevði ábyrgdina av samskipandi leiðsluni á landi Olshana Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jón Klein Olsen á løgreglu­ støðini í Havn hevur alt gott at bera øllum teimum, sum tóku lut í tilbúgvingini uppi á landi, tá 25 mans av russ­ iska trolaranum vórðu flutt­ ir av skipinum og í land. Sjálvur er Jón varapoliti­ inspektørur og útryknings­ leiðari á løgreglustøðini í Havn og hevur soleiðis sam­ skipandi leiðsluna á landi eftir slíkt skipsbrot. ­ Tá avgerðin er tikin um at taka manningina – ella ein part av henni ­ av skipin­ um og føra hana til lands, tekur tilbúgvingin á landi við, sigur leiðarin. Og tað var júst hetta, sum hendi í gjárkvøldið, eftir at russiski trolarin Olshana hevði siglt á Flesjarnar á Tangafirði, og teir fyrstu 25 av eini manning upp á 34 vórðu tiknir av skipinum og førdir til lands. Alt gekk væl ­ Tað gekk sera væl at sam­ skipa móttøkuna av skips­ brotnu monnum, sigur Jón Klein Olsen. Hann vísir á, at øll vóru sera hjálpsom og gjørdu sítt besta. ­ Eg vil siga, at vit møttu allari vælvild, og samstarvið var frá fyrstu løtu sera gott millum okkum og Sjóbjarg­ ingarstøðina, Tórshavnar býráð, sløkkiliðið og bjarg­ ingarfeløg í høvuðsstaðnum, íroknað Kollafjørð og Nólsoy. Leiðarin fyri samskiping­ ini sigur, at tá slíkar umstøður uppstanda, og skipsbrotnir menn eru á veg til lands, er neyðugt við innivisti beinan­ vegin, tí fólk kunnu ikki standa úti á gøtuni. ­ Tað kann taka nakað av tíð, tá reiðaríið, sum eigur skipið, er so langt burturi og umboðið í Føroyum noyðist at samskifta hagar. Jón Klein Olsen sigur, at upp á næstan onga tíð hevði tilbúgvingin fleiri skúlar í høvuðsstaðnum í boði, og tað var bert ein spurningur um, hvønn skúla teir vildu velja. ­ Avrátt varð, at reiðast skuldi upp fyri skipsbrotnu monnunum í Tórshavnar Kommunuskúla, har brúsu­ fasilitetir og aðrar umstøður eru góðar. Hann sigur, at bjargingar­ feløgini syrgdu fyri, at menninir beinanvegin fingu heita suppu og flutes, og síðan vóru fólk hjá bjarging­ arfeløgunum um teir alla tíðina, um okkurt skuldi verið áfatt. ­ Undir slíkum umstøðum veitst tú jú ongantíð, hvør tørvur kann vera. Menn eru troyttir og keddir um tað, sum hent er, og tað kann enda við, at onkur fær brúk fyri hjálp av einum og hvørjum slagi. Jón Klein Olsen sigur, at teir, sum løgregla við ábyrgd fyri samskipingini, hugdu inn á gólvið til menn­ inar av og á gjøgnum kvøld­ ið og náttina. Góðan morgunmat Í morgun fingu teir 25 fiski­ menninir góðan morgunmat á Sjómansheiminum í Havn, og tá vórðu hinir níggju menninir, sum høvdu verið eftir umborð á skipin­ um, eisini tikinir av skip­ inum og førdir til lands. ­ Soleiðis var øll mann­ ingin uttan skiparin á Ols­ hanu savnaði til morgun­ matarborð í morgun. Jón sigur, at skiparin á russiska trolaranum var hin einasti, sum ikki var við á Sjómansheiminum í morgun. ­ Neyðugt var at flyta hann við skjóttgangandi báti til lands og beint á Landssjúkrahúsið. Sum eg havi skilt, dregist hann við sukursjúku, og hugsandi er, at hann hevur verið móður og troyttur, og kanska hevur hann heldur ikki tikið heili­ vágin, nú so nógv stóð upp á spæl. Varapolitiinspektørurin veit tó at siga, at skiparin nú hevur tað betri, men fyrrapartin var hann fram­ vegis á Landssjúkrahúsinum til kanningar. ­ Eg má siga, at eg eri sera takksamur og ovfarin yvir alla ta vælvild og hjálpsemi, ið vit sum samskipandi leiðsla á landi møttu, nú brúk var fyri slíkari tilbúgv­ ing. Tað er eitt ómetaliga stórt og vælviljandi arbeiði, sum hesi fólk sjálvboðin gera, sigur Jón Klein Olsen. Tóku sær væl av skipsbrotnum Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við akkerið, sum stavar frá íslendska trolaranum Góðanesi, ið fórst við Flesjarnar fyri fimmti árum síðan Mynd: Jens Kr. Vang – Eg tosaði heim til Russlands, tá vit rendu á men eg havi ikki tosað heim síðani. Vit vita ikki hvat nú fer at henda, men tað er svárt og hugstoytt at vita, at arbeiðspláss okkara liggur á havsins botni, sigur ein av manningini á Olshana Olshana Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hann vil ikki upplýsa navn sítt, men hevur tó einki ímóti at greiða okkum frá, hvussu hann upplivdi løtuna beint áðrenn arbeiðspláss hansara – trolarin Olshana – rendi á Flesjarnar og seinni sakk. – Eg tosaði heim til Russ­ lands umvegis satelitt, tá vit rendu á. Alt var fínasta slag og róligt. Men so kom buldrið og skipið steðgaði fullkomiliga. Tá vistu vit beinanvegin, at vit høvdu rent okkum fastan í botn, greiðir russarin frá. Hann leggur aftrat, at hann ikki hevur tosað heim síðani óhappið og tískil veit hann ikki, um tey heim vita hvat er hent. Hann hevur siglt síðani 1984, men hevur ongantíð verið úti fyri einum líknandi óhappi áður. – Tað ongantíð nakar panikkur umborð, og menn tóku tað púra róligt. Eg var heldur ongantíð bangin, sig­ ur hann róliga, men við ein­ um álvarsomum eygnabrá. Arbeiðspláss á havsins botni Russarin greiðir frá, at teir skjótt gjørdust greiðir um, at sjógvur setti skjótt inn í bátin. – So vit vórðu fluttir av bátinum nokkso skjótt. Í smærri bátum vórðu vit fluttir í ein størri bát, áðrenn vit komu til Sunds. Har tók ein bussur ímóti okkum og flutti okkum her (t.e. Komm­ unuskúlan, blðm.), vit hava sovið í nátt. Tað var í fimleikahøllini í Kommunuskúlanum, at teir 25 russararnir lógu nátt. Hesir vórðu fluttir av Ols­ hana í gjárkvøldið, meðan aðrir níggju vóru eftir umborð til tíðliga í morgun. Eftir at hava sovið fingu teir morgunmat á Hvonn, áðrenn leiðin gekk niðan­ aftur í fimleikahøllina. – Vit vita ikki hvat nú fer at henda, men tað er svárt og hugstoytt at vita, at arbeiðspláss okkara liggur á havsins botni, sigur russ­ arin hugtungur. Svárt og hugstoytt Hann vildi ikki upplýsa navn sítt, men vildi gjarna greiða frá hvussu hann upplivdi løtuna, tá Olshana rendi á Mynd: Jens Kr. Vang