Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 148 - 03. august 2007 Allar skilagóðar orsøkir vóru at pumpa tey 270 tonsini av gassolju úr Olshana, heldur enn royna at pumpa trolaran lens, siga serkønar keldur, sum vilja vera ónevndar OLJUKATASTROFA Jan Müller jan@sosialurin.fo Hví vórðu tey 270 tonsini av gassolju ikki pumpaði úr Olshana, áðrenn russiski trolarin fór til botns. Hetta er ein av spurningunum, sum stendur eftir, nú russ­ iski trolarin við nógvari gassolju um átta tíðina í morgun fór til botns. Anni á Hædd, tilbúgving­ arstjóri, segði við portalin í gjárkvøldið, at Ran hjá Thor hevði bjóðað sær til at pumpa, og útgerðin, sum skuldi nýtast, var á staðnum. Tilbúgvingin bað Ran, sum lá á Oyri, koma suður á Tangafjørð, og um hálvgum ellivu tíðina var Ran hjá Olshana. Í bjargingini raðfestu mynd­ ugleikarnir fremst at pumpa sjógvin úr skipinum. Tað eydnaðist ikki, og harvið fór oljan, sum var eftir í skipinum til botns og liggur nú sum tikkandi umhvørvisbumba. Ran og Sam, sum høvdu styrki og amboð at fáa oljuna úr skipinum, fingu ongantíð boð um at pumpa. Fleiri keldur, sum Sosi­ alurin hevur tosað við, siga seg ikki skilja avgerðina og framferðarháttin í gjárkvøldið og í nátt. ­ Nógvur sjógvur var í maskinrúminum, og við royndunum fyrr frá Flesj­ unum í huga var tað lítið, sum bendi á, at skipið kundi bjargast. Men veðrið var og er gott, og tað var eingin orsøk at skunda sær við at fáa skipið av aftur. Møgu­ leikarnir vóru góðir at leggja soleiðis til rættis, at øll oljan varð pumpað úr skipinum. Um tað hevði verið gjørt, so hevði tað bor­ ið til at sloppið undan umhvørvisárininum, sum nú ger og fer at gera um seg, siga væl vitandi keldur, og hildið verður soleiðis fram: ­ Royndirnar aðra staðni siga, at í sovornum førum verður oljan raðfest fremst. At tað verður sagt, at 15 tons av gassolju fóru úr skipinum er eitt skot beint upp í loft. Tíverri bendir nógv á, at mongdin var væl størri enn so. Hóast talan er um gassolju og ikki tung­ olju, so ger oljan um seg á økinum kring Tangafjørð. Uppaftur verri er tað, at stórar mongdir av olju nú liggja á 70 metra dýpi, verð­ ur sagt, og so verður hildið fram soleiðis: ­ Tað er ikki so langt síðani, at hol kom á tanga umborð á Ólavi Gregersen, sum sakk á Flesjunum í 1984. Olja seyraði upp, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð, um ikki okkurt verður gjørt. Men tað er tor­ førari og dýrari at arbeiða á 70 metra dýpi, enn tað hevði havt verið at pumpa oljuna úr skipinum í gjár­ kvøldið og í nátt. Tað vóru bæði umstøður og tíð til tað, og líkindini eru soleiðis, at tað hevði einki havt gjørt, um Olshana framvegis stóð á Flesjunum, siga serkønu keldurnar, sum vilja vera ónevndar. Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá til­ búgvingarstjóranum, Anni á Hædd, men hon var ikki at hitta. Vit ætlaðu at spyrja hana, hvussu tað bar til, at oljan ikki fyrst varð tikin úr skipinum, áðrenn tað varð togað av aftur. Varaleiðarin á støðini vil ikki úttala seg um hetta og vísir til stjóran. Hann heldur tó at ein orsøk til, at man hevur tikið avgerð um at taka skipið av Flesjunum heldur enn fyrst at taka olj­ una úr skipinum, kann hava verið, at talan var um rættiliga nógva olju, og at tað fór at taka nógva tíð at fáa hana úr skipinum. Har­ aftrat vóru veðurlíkindi fyri dagin í dag ikki góð fyri hetta økið, sum talan er um. Alt var róligt Karl-Erik Reynheim kom umborð á Olshana ein tíma eftir at skipið sigldi á Flesjarnar, og hann fór ikki av aftur fyrr enn beint áðrenn skipið sakk í morgun. – Alt var róligt umborð, sigur hann OLSHANA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Stutt eftir, at Olshana var sokkin kom Thor á Havnina við teimum seinastu níggju av manningini, ið saman við skiparanum og umboðs­ manninum Karl­Erik Reyn­ heim høvdu verið á skipin­ um í alla nátt. Løgreglan og tollarar vóru á keiini og tóku ímóti teimum. Menn tóktust móðir og merktir av náttarinnar hendingum, men kortini vóru teir róligir og fámæltir. – Alt var róligt umborð. Veðrið var gott so har var eingin panikkur. Men sjálvandi var tað álvarsamt, sigur Karl­Erik Reynheim, umboðsmaður av Faroe Agency. Hann kom umborð á Olshanu ein tíma eftir, at hon hevði rent seg fasta á Flesjarnar. Tá vóru longu 25 av manningini, sum taldi 34, fluttir í land. Men Karl­Erik Reynheim var umborð alla náttina, til skipið sakk tíðliga í morgun. – Okkara uppgáva var hjálpa til við tulking. At formidla informatión millum eitt nú vaktartæn­ astuna og skiparan, og eisini at meta um hvør hjálp er neyðug. Tað sum teir høvdu mest brúk var pumpur, tí tað lak so nógv inn, greiðir Karl­Erik Reynheim frá. Spurdur um hann fekk nakra ábending tá hann kom umborð á Olshanu, hví skipið rendi á land, svar­ ar Karl­Erik Reynheim, at tað gjørdi hann ikki. Katastrofa at oljan fór til botns 19 milliónir flýggja Ikki færri enn 19 milliónir fólk eru flýggjað undan regni og vatnflóð í Indien og Bangladesh. Tíðin við monsunregni í landsynningsasia gongur frá juni til september, og regnið er avgerandi neyðugt fyri grøðina í økinum. Samstundis kann regnið eisini vera vandamikið, og í fjør doyðu túsund fólk, antin við drukning, skriðulopi, undir samandotnum húsum ella niðurdotnum elkáplum. Og ávarað er um, at tað verður serliga nógv regn í ár, skrivar politiken.dk SMS-lán í Danmark Kapitalsterkir finnar og sviar eru nú til reiðar at hertaka Danmark við lokkandi, men dýrum SMS­lánum til ungar danar. Eftir fimtan minuttum ber til hjá teimum ungu at fylla sær bankakontoina við fleiri túsund krónum, bert við at senda eitt SMS. Rokningin kemur seinni. Og hon er stór. Fyrstur á marknaðinum er SMS Kviklån, við einum virkiskapitali upp á 500.000 krónur. Royndir í Finnlandi vísa, at Danmark er ein sera væl hóskandi marknaður at koma inn á, skrivar Børsen FLESJARNAR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tølini siga, at tað eru ikki góðar vánir fyri, at skip, sum sigla á Flesjarnar, standa til at bjarga. Í 75 ára minningarritinum hjá Kongshavnar Havn er grein, sum verður nevnd Flesjarnar – skipaferðsluni ein meinbogi: Enska farmaskipið Barjama sigldi á Flesjarnar í mjørka á sumri í 1950. Hon stóð í fleiri dagar, og farmurin varð lossaður úr henni til tess at gera tað lættari at toga hana av aftur – og tað eydnaðist umsíðir. Seinni fór hon á land suðuri í Bø í Kirkjubø og varð vrak. 2. januar 1957 fór íslendski trolarin Goðanes úr Neskaupstaði, sum var á veg á Skálafjørðin, í myrkri á Flesjarnar. Vindurin var ikki nógvur, men sjóvarilska var. Manningin varð stjórað umborð á annað skip, men áðrenn tað eydnaðist at fáa alla manningina av, brotnaði skipið av um tvøran og søkk. Skiparin sjólætst. Miðskeiðis í sjeyti árunum varð mastur við radarendurskini sett upp á Stórufles, og í 1983 søkti havnastýrið fyri Kongs­ havnar Havn Fyr og Vager­ væsenet um at fáa ljós á mastrina, og hetta ynskið varð játtað og ljós sett upp. 10. januar í 1984 sigldi farmaskipið Ólavur Gregersen á Flesjarnar og søkk eftir at hava staðið nakrar dagar. Ólukkan hendi á nátt, men mann­ skaði var eingin, sigur Otto Petersen, sáli, sum var formaður í Kongshavnar Havn í greinini um Flesjarnar. Nú verður søgan um russiska trolaran Olshanu løgd afturat bardaganum millum Flesjarnar og skipini. Í dýrdarveðrið stóð trolarin á Flesjunum hósdagin 2. august klokkan 19.15, og fríggjamorgunin 3. august klokkan 7.56 sakk skipið. Døpur hagtøl