Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 TÍÐINDI Nr. 148 - 03. august 2007 Holyfield í HM-dysti Amerikanski boksarin Evander Holyfield kennir ongan aldur á sær. Fyrrverandi heimsmeistarin, sum millum annað er kendur fyri at mangla ein part av vinstra oyra, ið Mike Tyson beit av undir einum dysti teirra millum, skal nú aftur boksast um eitt HM-heiti, 44-ára gamal. Talan er um ein dyst hjá felagsskapinum WBO (World Boxing Organisation) og hann verður móti russaranum Sultan Ibragimov 13. oktober í Íspaladsinum í Moskva. Holyfield hevur tapt átta av sínum 52 dystum Lík á Cradle Mountain Tasmansk bjargingarfólk funnu mikudagin eitt lík á toppinum av Cradle Mountain, har sum danski fjallaklintrarin Kasper Sørensen hvarv 5. juli. Tasmanska løgreglan gongur út frá, at tala er um horvna danan, men vánaligt veður hevur higartil forðað fyri, at líkið kann verða bjargað, og harvið eyðmerkt. Tað var manningin á einari bjargingartyrlu, sum bar eyga við líkið. Enn hevur ikki eydnast at bjarga líkinum, veit Ekstrabladet.dk at siga Eftir í meiri enn eitt hálvt samdøgur í dýrdarveðri at hava roynt at bjarga russiska trolaranum, sum stóð á Flesjunum, sakk Olshana klokkan átta í morgun OLSHANA Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Dramaið á Flesjunum í Tanga firði vardi í stívar tólv tímar. Klokkan eitt korter til átta í gjárkvøldið stóð russiski trolarin Ols- hana á Flesjunum, og klokk- an fýra minuttir í átta í morg un sakk hann á 70 metra dýpi. Fyrrapartin hava teir rigg- að av. Anni á Hædd, tilbúgv- ing arstjóri, sigur, at nú verður farið at eftirmeta roynd ina at bjarga Olshanu. Spurningurin um, hvat eitt nú skal gerast við oljuna, sum er í skipinum, er eingin avgerð tikin um enn. Trolarin hevði verið á Kollafirði, har teir høvdu bunkrað 270 tons av gass- olju. Í dýrdarveðrinum og mest sum silvitni vóru teir á veg aftur til fiskiskap, tá ið teir stóðu á Flesjunum. Tjaldrið var eystanfyri Stongina, og tjúgu minuttir eftir neyðarkallið, var vaktar skipið hjá Olshanu. Mann ingin taldi 34. Bát ar- nir hjá Tórshavnar Skipa- smiðju, Pressarin og Skúm- arin, vóru skjótir á staðnum, og teir førdu størsta partin av manningini umborð á Thor, sum eisini var skjótur á staðið. Eftir umborð vóru teir níggju, sum hoyrdu til trygdarskipanina. Kavarar staðfestu skjótt, at sjógvur kom í skipið gjøgn um rivu í bakborði. Nú verður roknað við, at hol ivaleyst eisini hevur verið í botninum. Tað varð raðfest hægst at fáa sjógvin úr skipinum. Triton var skjótur á staðn- um, og pumpur frá vaktar- skip unum og úr Havnini pump aðu, uttan at tað eydn- aðist at fáa skipið lens. 15 tons av gassolju lóku úr skip inum, og við sokall að- um skimmara frá Norðoya Bjargingarfelag, sum strand- ferðsluskipið Sam kom av Klaksvík við, varð roynt at fáa oljuna upp. Sambært Anni á Hædd, til búgvingarstjóra, vórðu fimm royndir gjørdar at toga trolaran leysan. Tann fyrsta var klokkan 2.30. Tvær royndir vórðu gjørdar klokkan 4.30, tá ið endin umborð á Triton slitnaði. – Finnur Fríði lá á Runa- vík, og tá ið boð vórðu send eftir honum, var hann skjót- ur á staðið. Hann hevur stóra orku, og klokkan seks varð roynd við tveimum sterk um endum kring skipið gjørd. Tá loysnaði Olshana, men hann varð ikki leysur av Flesjunum, sigur Anni á Hædd. Klokkan 7.30 varð síðsta royndin gjørd. Tað eydnaðist Finni Fríða og Tjaldrinum at fáa trolaran av Flesjunum. Tá var nógvur sjógvur í hon- um, hann var tungur aftan, og trolarin fór skjótt undir eftir reyvini, og klokkan 7.56 fór gronin undir. Áðrenn síðsta royndin varð gjørd, vóru teir níggju, sum høvdu verið umborð, farnir av skipinum. Hóast ógvuliga stór orka varð løgd í at bjarga skip in- um, so var tað náttúran, sum vann. – Í gjárkvøldið høvdu vit góðar vónir um, at tað skuldi eydnast at fáa skipið av aftur. Veðrið var gott, men vit vistu, at hann fór at øtla, og at vit tískil arbeiddu ímóti veðrinum. Tað ráddi fyrst og fremst um at fáa trol aran lens, men tað eydn aðist ikki, og sum tað leið út á náttina, bar alt meiri á tað borðið, at skipið fór at søkka. Tað gjørdi tað, tá ið tað var eydnast at fáa tað leyst. Ov nógvur sjógvur var í tí, staðfestir Anni á Hædd. Flesjarnar vunnu á stóru orkuni Nógvur sjógvur í hon um, hann var tungur aftan, og trolarin fór skjótt undir eftir reyvini, og klokkan 7.56 fór gronin undir Mynd: Jens Kristian Vang