Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 17 tíðindi Stutt Sagt Hiti og vatntrot Tað hevur verið ógvuliga heitt í Bagdad teir seinastu dagarnar. Tað eru irakar vanir við, men verri er, at einki vatn er í kranunum, tí tað hevur ikki regnað í longri tíð. Fólk noyðast tí at brúka vatn, sum ikki er egnað at drekka ella at matgera við, og tað hevur gjørt, at mong hava fingið búkilsku av ymsum slagi, skrivar Ritzau. Samstundis er prísurin á vatni, sum fæst í fløskum, hækkaður nógv, so í dag kostar ein fløska við 10 litrum slakar 10 krónur. Tað er 30 prosent meiri enn undan turkinum. Ósamd um k-vápn Í USA eru Barrack Obama og Hillary Clinton farin at keglast um, nær USA eigur at brúka kjarnorku­ vápn. Obama segði fyrra­ dagin, at USA fer ikki at brúka kjarnorkuvápn ímóti yvirgangsmonnum sum eitt nú al­Qaeda, vinnur hann forsetavalið næsta ár. Hillary Clinton svaraði, at síðani seinna heimsbardaga hava ameri­ kanskir forsetar brúkt kjarnorkuvápnini at ræða fíggindan við, men tað er skeivt at kunngera framm­ anundan, at tey verða ikki brúkt, helt hon. Dømdur fyri morð Ein amerikanskur hern­ aðardómstólur kom í gjár til ta niðurstøðu, at her­ yvirmaðurin Lawrence Hutchins skal í fongsul fyri eitt morð í Irak fyri einum góðum ári síðani. Dómstólurin sigur, at Lawrence Hutchins beindi fyri einum 52 ára gomlum irakskum manni í býnum Hamdania tann 26. apríl í fjør, og at hann bað menn sínar dylja tað, sum hent var. Fyri morðið kann heryvirmaðurin fáa lív­ langa fongsulsrevsing, skrivar AP. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Belgiska kvinnan hevur sagt okkum, at gentan líktist Madeleine sera nógv, og hon er álítandi (bretska løgreglan) útlond Nógvar brýr í USA eru 40 ár og eldri og als ikki gjørdar til dagsins ferðslu Amerikanskir politikarar ávara nú um, at tað, sum hendi í Minneapolis fyrra­ kvøldið, kann henda nógva aðrastaðni í USA. Sambært sjónvarpinum CNN eru umleið 600.000 brýr í USA, og av teimum eru umleið 75.000 í slíkum standi, at teinum tørvar ábøtur. Men hetta arbeiðið verður ikki gjørt eftir einum degi ella ári. Tvørturímóti meta serfrøðingar, at tað tær neyðugu ábøturnar fara at taka næstan 20 ár. Eitt annað er kostnaðurin, sum er mettur til einar 50 mia. krónur. Undir einum orðaskifti í Senatinum í gjár kom fram, at nógvar brýr í amerikanska motorvegakervinum eru frá árunum undan og beint eftir seinna heimsbardaga, og at tær eru als ikki gjørdar til ta tungu ferðsluna í dag. Har­ afturat ásannau fleiri poli­ tikarar, at Kongressin hevur verið alt ov sparin, tá talan hevur verið um at játta pengar til at viðlíkahalda brýr og vegir, og at van­ lukkan í Minneapolis var eitt dømi um tað. Tað, sum hendi í Minneapolis, kann henda nógva aðrastaðni í USA 75.000 amerikanskar brýr hava ábøtur fyri neyðini Bretska løgreglan hevur aftur fingið upplýsingar um ta horvnu gentuna - hesaferð úr Belgia Var tað Madeleine McCann, sum sat á einari útimatstovu í belgiska býnum Tongeren saman við einum ungum pari seinasta týsdag? Tann spurningin kannar bretska løgreglan, tí ein belgisk kvinna heldur uppá, at hon sá ta fýra ára gomlu smágentuna saman við einum manni og einari kvinnu í Tongeren. Maðurin var niðurlendingur, men kvinnan tosaði enskt. Belgiska kvinnan, sum heldur uppá, at tað var Madeleine McCann, hevur sambært Daily Telegraph greitt løgregluni frá, at gentan tóktist ótrygg. Hon gjørdi av at ringja til løgregluna, men tá hon kom aftur til matstovuna, vóru gentan hini bæði horvin. Bretska løgreglan sigur við Daily Telegraph, at belgiska kvinnan er eitt álítandi vitni. Kvinnan er útbúgvin barnasálarfrøð­ ingur. Í dag eru 100 dagar, síðani Madeleine McCann hvarv úr einari íbúð í Algarve í Portufal. 100 dagar síðani Madeleine hvarv Er Madeleine McCann í Belgia?