Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 148 - 03. august 2007 6. juli vóru tað 65 ár síðani, at Edith og Jógvan Johanne­ sen í Lamba góvu hvør øðr­ um sítt ja, og sunnudagin 5. august verða tað 90 ár liðin, síðani Jógvan sá dagsins ljós í Lamba, har hann hev­ ur búð alla sína tíð. Edith fødd Weihe er ættað av Skála. Hon er fødd 26. november í 1918. Foreldur hennara vóru Høgnina fødd Poulsen og ættað úr Sjóvar­ túni á Skála og Sámal Weihe, sum eisini var av Skála. Hann var av sýslumans­ slagnum í Søldarfirði. Tey fingu átta børn: Katrin (1907­1930) var niðri, har hon ætlaði at læra til sjúkra­ systir, tá ið hon gjørdist sjúk og doyði bara 23 ára gomul. Kristian ella Giss (1909­ 1980), Betta Johannesen (1911­2001), Hans (1913­ 1987), Adolf ella Ada (1915­ 1991), Edith (1918), Lina Joensen (1920) og Jóhanna Kalsoy (1923). Merkisvert var tað, at tann einasta, sum búsettist aðra staðni enn í heimbygd­ ini, var Edith. Hon tænti í Lamba, Saksun, á Selatrað og hjá Vilhelmi Magnussen, tuberklalækna í Hoydølum. Foreldrini hjá Jógvani vóru Joen Jacob Johannesen á Fløtunum í Lamba, og Elisabeth fødd Olsen og ættað úr Norðdepli. Elisa­ beth og Joen Jacob fingu átta børn: Elsebeth Justinussen (1900­1987) í Leirvík, Mar­ gretha ella Greta Davidsen (1902­1986) í Æðuvík, Jaco­ bina ella Bina Skorastein (1904­1967) í Leirvík, Olga Weihe (1906­1997) í Lamba, Jóannes (1908­1991) í Lamba, Andreas (1910­ 1991) í Søldarfirði, Tummas (1913­1991) í Lamba og Jógvan (1917), sum bygdi á Heygum í Lamba. Jógvan hjálpti sum blað­ ungur nógv til hjá Nielsi Weihe, bónda, sum var gift­ ur við Olgu, systur Jógvan, og sat við festinum á Bøn­ húsmørk. Í mong ár var Jógvan skipsmaður. Tíðliga í tíðini var hann við sluppum eitt nú Lítlu Emmu og Bjørgvin. Jógvan sigldi undir krígnum við trolarunum Tór I og Tór II, sum Tórfelagið í Havn átti, og við Tim hvalabátin­ um, sum undir krígnum varð nýttur at flyta fisk mill­ um Ísland og bretska markn­ aðin. Tórfelagið hevði leig­ að hann til siglingina. Talan var um vandasigl­ ing, og eitt nú Tór trolararnir fórust báðir av krígsávum. Jógvan kom undan krígnum við lívinum og við góðari heilsu. Eftir kríggið sigldi hann við Tórhalli, sum var trolari, ið Tórfelagið átti. Jógvan átti í Tórfelagnum. Í fimmti árunum var Jógv­ an nógv á útlendskum kjøli. Hann var óførur trolmaður, sterkur og raskur og sigldi eitt nú við týskum, eingilsk­ um og íslendskum trolarum. Tá ið nógvur sildafiski­ skapur var síðsti í fimmti árunum og fram í seksti árini, arbeiddi Jógvan sild úti í Heiðum. Hann hevði ábyrgd av at avgreiða fleiri sildaskip. Ábyrgdin var fyri nógvum monnum, sum landaðu, løgdu sildina um, tá ið hon var íligin, vrakaðu og avskipaðu, sum ikki var minsta baksið, tí tunnurnar skuldu rullast av sildapláss­ inum og til dampararnar. Nógvu tey seinastu arbeiðsárini var Jógvan á goymsluni hjá Skipafelagn­ um Føroyar í Heiðum. Hug­ urin stóð alla tíðina til sjógv­ in. Jógvan hevur átt bát, og hann hevur inntil fyri stutt­ um verið á floti út frá Lambavík. Edith og Jógvan eiga fimm børn: Jóni (1944) í Havn, Hildigarð Eliasen (1947) í Fuglafirði, Eyð­ bjørg Johannesen (1950) í Sandavági, Sonja Einarson (1953) í Lamba og Jeffri (1961) í Lamba. Edith var heima hjá børn­ unum. Tað kom fyri, at hon gekk í fisk á Kópaskeri á Lambareiði, har Andreas Lamhauge hevði fiskaar­ beiði. So var tað fenaðurin, sum skuldi ambætast, meðan maðurin var burtur. Jógvan legði inn og breyt trøð burtur úr nýggjum, og har høvdu tey kúgv, epli og høsn, og torvið, sum tey skóru á Glyvradali, skuldi røktast. Kúgvin varð avtikin fyrst í sjeyti árunum. Síðani hev­ ur Jógvan havt nakrar seyð­ ir, sum honum hevur dámað væl at taka sær av. Familjan er fjølgað rættu­ liga nógv. Barnabørnini eru 20, og í næsta ættarliðnum eru 16 komin. Krúndiamant­ brúdleypið varð hildið sam­ an við teimum næstu, og soleiðis verður tað eisini við 90 ára føðingardegnum sunnudagin. Tey bæði búgva framvegis einsamøll. Tey klára seg sjálvi, eru áhaldin, positiv og fyri­ komandi, og tey ganga høgt uppí at hava børn, barnabørn og øll hini rundanum seg. J Krúndiamantbrúdleyp og 90 ára føðingardagur Leygardagin, 4. august verður mamma mín, Betta Eið, ella sum hon ofta verður nevnd Betta hjá Martini í Nesi, í Nesi í Hvalba, 85 ár. Eg vil á henda hátt senda mommuni eina lítla heilsan og ynskja henni hjartaliga til lukku við degnum. Sam­ stundis fari eg at takka fyri alt tað, hon, millum ár og dag, hevur gjørt fyri meg, míni og øll møgulig onnur. Eitt, sum altíð hevur eyðkent momm­ una, og hetta sigi eg, hóast eg, so at siga, eri partur í málinum, er hennara medferð, hennara positiva arbeiðslag, og ikki minst hennara ótroyttiliga tol. Hon er altíð til reiðar at troysta, hevur tú tað fyri neyðini, og hon er altíð klár við eini hjálpandi hond, er brúk fyri tí. Besta dømi um hetta er hinaferðina Manne, mammubeiggin, bað hana standa í krambúðini fyri seg eina lítla løtu. Hon varð standandi í krambúðini í nógv, nógv Harrans ár eftir tað. Var tað ikki tað, at Manne stongdi kram­ búðina, hevði momman nokk staðið har enn, hugsi eg. Góða mamma, vermamma, omma og langomma. Okur á Leitinum ynskja tær hjartaliga til lukku við 85­ára degnum. Takk fyri at tú altíð ert so góð við okkum. Takk! Martin Betta hjá Martini í Nesi, 85 ár Í morgin, leygardagin 4. august, verður Elly Nicla­ sen í Klaksvík 85 ár. Elly er fødd í Klaksvík, og har hevur hon búð alla sína tíð. Foreldur hennara vóru Karolina og Karl Joensen. Hon var ættað úr Trøllagili, og hann var úr Norðurstovu í Gerðum. Karl var bóndi, og Karo­ lina bóndakona. Karolina og Karl fingu átta børn: Johnhild, Óli, Lena (doyði sum smágenta), Elly, Trini­ lena, Karl Monrad, Hedvig og Mikkjal. Trinilena býr niðri, og øll hini búsettust í Klaksvík, har eftirkomar­ arnir hjá teimum eru rættu­ liga nógvir. Umframt Lenu eru John­ hild, Óli og Karl Monrad farin foldum frá. Í bóndagarði var altíð nóg mikið at takast við, og parturin hjá Elly lá ong­ antíð eftir. Hon var røsk og nærløgd og røkin og familjukær. Elly giftist 10. apríl í 1943 við Eivindi Niclasen, sum er ættaður úr Sørvági. Teir vóru fýra beiggjar, sum búsettust í Klaksvík. Tá ið Elly og Eivind gift­ ust, fluttu tey inn í nýbygdu húsini á Gerðar­ eiði, og har búgva tey framvegis. Elly og Eivind eiga trý børn: Karolina, sum er gift Fischeri Hansen úr Mikladali, Ólavur sum er giftur Margit Olsen úr Klaksvík, og Ragnar sum er giftur Lis sum er ættað úr Canada. Karolina og Ólavur búgva í Klaksvík. Hon hevur í mong ár arbeitt í Norðoya Banka og Føroya Banka, og hann hevur í mong ár verið lærari. Ragnar og konan hava í eini tredivu ár arbeitt í trú­ boðanarfelagsskapinum NTM í Filipsoyggjunum. Seinni í ár er ætlanin, at tey skulu flyta til Onglands at arbeiða í sama felags­ skapi. Ommubørnini hjá Elly eru ellivu – seks gentur og fimm dreingir. Í næsta ættarliðnum er eisini farið at leggjast afturat. Eivind, sum mitt i síðsta mánað fylti 89 ár, var øll síni bestu ár sjómaður, og luturin hjá Elly var, sum hjá so mongum konum í Klaksvík tá í tíðini, at vera heima og í góðum granna­ lagi at taka sær av børnun­ um og húsinum. Serliga vakur hevur urta­ garðurin hjá Elly og Eiv­ ind altíð verið. 85 ára dagin verður Elly at hitta hjá dóttrini í Geil­ ini 1, har øll eru væl komin millum klokkan 16 og 21. J Elly Niclasen 85 ár Prógv 13. juni varð Marjun Vatnhamar útbúgvin bachelor í Fine Arts við Paris American Academy í Paris. tíðindi