Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 15 Mikudagin 1. august andaðist á Landssjúkrahúsinum Maria Hansen, Vestmanna, ættað úr Sørvági, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir nøvn Dagurin 4. august. Dominicus, deyður í 1221. Hann var úr Spaniu, og er fram um alt kendur sum maðurin, ið stovn­ aði eina munkaskipan, ið fekk navn hansara og skjótt kom víða um lond. Navnið dominicanes kann eisini verða týtt Harrans hundar, sum fólk róptu teir. 5. august. Ásvaldur, deyður í 642. Enskur kongur, sum var sera ágrýtin í trúboðaravirki í landi sínum. Millum annað bygdi hann á oynni Holy Island við landnyrðings­ strond Onglands kleystrið Lindisfarne, ið víkingar løgdu í oyði í árinum 793. Ásvaldur fell í einum bardaga við heidna kongin Mercia. Navnið er gamalt enskt, ið merkir Guð ræður. 6. august. Kristi dýrd. Dagur hildin til minnis um Jesu umbroyting á krossinum (Matt. 17, 1­9) Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum mongu, sum á ymsan hátt mintust meg á 90 ára degnum. Heilsan Sámal Patursson Saknið tungan harmin vekur, at so dátt vit mistu teg. Ikki vardi tað okkum Inga, tá ið vit skiltust ólavsøkumorgun, at næstu boðini, vit fingu fáar tímar seinni, vóru, at tú vart farin. Og nú fáar dagar eftir skilja vit framvegis ikki, at vit ikki skulu síggja teg aftur í lívinum. Tað er so ófatiligt, at ein so lívgev­ andi menniskja sum tú skuldi láta lív, best sum alt var farið at gangast tær so væl. Tú ­ sum altíð vart góð í ráðum, gav tær stundir at lurta og komst við eini hjálpandi hond, tá ið á stóð. Vart farin undir útbúgving, eftir at lív títt fekk aðra kós enn hana, tú áður helt, tú skuldi halda. Tað gekst tær so væl til próvtøkuna, og nú tú vart komin heim at ferðast, hevði tú fingið fólk at umvæla tær húsini, og so skuldi tín partur ikki liggja eftir hesar góðu og turru summardagar. Tú málaði húsini og hampaði tær garðin, so hann ikki fór í órøkt ta tíð­ ina, tú fórt at vera burturstødd í lestrarørindum. Og væl bar til hjá tær; og tað vita ikki bert vit nærmastu, men eisini býarfólk ta tíðina, tú starvaðist sum gartnari og røkti blómur, beð og trø í býnum. Tað var so gróðurfest í tær, at eisini eyguni krevja vakurleika til tess, at lívið skal ganga upp í eina hægri eind. Men hendan arbeiðsgleðin gjørdi, at tú kanska ikki gavst tær far um, at hvíld skal til. Tú stríddist við eina sjúku, sum kravdi, at tú hvíldi javn­ an, men hvussu kundi hon sameinast við eina so virkna mennisku sum teg, Inga? Eftir sita vit og brigda okkum, at vit ikki tóku á okkum ein part av tí arbeiði, sum tú vildi hava frá hondini, men summartíð er, og tá er ofta ringt at fáa alt at ganga upp. Hvør stákast við sítt. Inga, tú ert ikki bara farin frá okk­ um, men eisini frá foreldrum, systkj­ um og ikki minst frá tveimum børnum, sum nú skulu royna at fóta sær í tungu tíðini, sum stendur fyri framman. Vit vita, at pápin og hans­ ara umframt foreldur tíni og teirra fara at gera sítt til, at lívsleiðin verður teimum bjørt, men vita skalt tú, at okkara partur skal ikki liggja eftir at hjálpa teimum til eitt gott lív og at varðveita minnið um teg, Inga. Eina livandi, gevandi og ærliga mammu, dóttur og vinkonu. Vinfólkini Ingu Arge til minnis fødd 23. desember 1965 • deyð 29. juli 2007 Mánadagin 6.august 2007, verður Hel­ ena Joensen Húsar 70 ár. Á Húsum vanliga nevnd Geila Lena. Helena er fødd og uppvaksin í Svínoy. Hon er næstelst av 4 syskjum.For­ eldur hennara vóru. Hanna Betty og Emil Petersen. Sum ung, fór Helena sum flest aðrar ungar gentir, út at tæna. Tað ið hon mest hevur tosa um, er tann tíðin,ið hon var arbeiðsgenta hjá Jenny Gaard. Hjá Jenny, lærdi Helena tað, ið hon metir,at ein ung genta eigur at læra. Eisini var hon í Norðadali og í 3 ár í Íslandi,har hon tænti hjá Hildu,mostur síni. Í 1962 giftist Helena við Jacob Monrad Joensen av Húsum. Børnini eru 4 : Bjarti, Hannebeth, Jóannis og Elin. Ommubørnini eru 14, harav 11 av teimum búgva á Húsum. Tað ið eyðkennir Helenu, er hennara tolsemið, serliga tá tað kemur til børn­ ini. Tað sæst, tá ið man kemur inn til hennara, næstan altíð okkurt ommu­ barn inni á gólvinum. Og ikki at tala um, tá ið hon tosar um at fara til Svínoyar,tá eru øll klár at fara við henni, tí sum børnini siga,“so er tað onki stuttligt, um ikki omma er við í Svínoy“. Í fleiri ár, var Helena heimahjálp, bæði á Syðradali og á Húsum. Eisini arbeiddi hon eina tíð á Leypi, tað var eitt virkið, ið framleiddi rusk­ posar úr páppíri. Tað ið hennara børn minnast gott á er, at hon altíð var at fáa fatur á, tá ið brúk var fyri henni. Hon var heima, tá ið tey komu úr skúlanum. Hon gjørdi teimum ein góðan drekkamunn, o.s.f. Og ikki at gloyma, tað góðu rogna­ randina, ið Jenny Gaard hevur lært hana at gera. Bollarnir ger hon so góð­ ar sum fáur. Fiskafrikadellirnar eru heilt framúr.....Ja soleiðis kunnu vit ramsa upp.....alt verður gjørt“stille og roligt“. onki hóvasták. Ikki hevur Helena ferðast nógv uttanlanda,men onkran túrin hevur hon verið. Ein túrin var hon við Kvikk í Aber­ deen og landaði,tá lág hon í koyggini báðar vegir. Eisini vóru hon og Jacob Monrad ein túr í Hetlandi, har fyngu tey nógv burturúr. Tey reistu Hetland upp og niður. Í Danmark hava tey eisini ferðast nakrar ferðir. Síðani Helena gjørdist einkja í 2001, tá ið Jacob Monrad bráddliga doyði av sjúku, hevur hon verið camp­ ingtúr í Íslandi, saman við børnum, svigerbørnum og ommubørnum. Og ikki at gloyma, tá ið Helena fór til Grand Canaria, í ein heilan mána, har hon lág og dásaði sær í allan febru­ ár, ímeðan vit heima runnu undan glopraregnið og áarlopið. Helena hevði so gott av hesum túr­ inum, tí har nívdi giktin hana ikki. 70 ára føðingardagin heldur Helena í bygdarhúsinum á Húsum frá kl. 15.00, har øll eru hjartaliga væl­ komin. Helena Joensen, Húsar 70 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá kæra mamma, svigarmamma, omma, svigaromma og langomma okkara Jastrid Olsen vanliga nevnd Jastrid á Toft andaðist og varð jarðað. Tøkk til Jákup Reinert Hansen prest fyri troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og til øll tykkum, sum á annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Dals kirkju. Eisini takka vit tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Maj-Brit