Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 148 - 03. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Fyri 85 árum síðani vórðu tvær kvinnur føddar, ið vit eru sera góð við. Betta Eið, f. Næs, varð fødd tann 4.august í Nesi og 27. juli varð Brynhild Næs, f. Stenberg, fødd í Sumba. Hesar kvinnur komu at hava nógv við hvørja aðra at gera, tí tær gjørdist svigarinnur og vinkonur. Fyri okkum hava tær somu­ leiðis havt stóran týdning. Betta er okkara fastir/gumma og Brynhild er kona pápa­ beiggja/gumma. Tá vit vóru børn og ung vóru tær í besta aldri. Tær vóru virknar og útstrálaðu lívsgleði, trygg­ leika og fulla vissu um, at lívið var okkum givið av Honum, sum øllum ræður. Vit hava so manga hugna­ liga løtu at minnas aftur á saman við tykkum og tykkara. Góða Betta, takk fyri løt­ urnar á bonkinum, har lív­ andi ljós er tendrað og heitur temunnur er skonktur og lívsins spurningar verða loystir úr bandi. Takk fyri, at tú altíð er so positiv og hugnalig at vera saman við. Tað er lívsjáttandi at síggja teg arbeiða í havan­ um, passa heimið, ferðast og enn kunna liva eitt sjálvstøðugt lív. Hóast tú mitt í lívsins blóma misti kæra mann tín, so hevur tú so fyrimyndarliga víst okk­ um, ið yngri eru, at deyðin er ein natúrligur partur av lívinum, sum eingin kann renna undan, og tú hevur lært okkum at lívið má og skal livast. Tað er ein stuttleiki at hava teg sum granna, og hava teg við í býin til bæði gaman og álvara, og ikki at gloyma ­ takk fyri tína hjálpandi hond. Vit ynskja tær og øllum tínum ein góðan túr í Kals­ oynni. Góða Brynhild, í dag er tú ikki virkin longur og stríðist við svára sjúku, men vit skulu ikki mong ár aftur í tíðina, so minnast vit teg sum eina megnar kvinnu, sum vísti eitt heit og kærleiksfult gestablídni, har tú vart álitið á Sólteigi 6. Takk fyri tín áhuga fyri at fylgja við, hvat vit nú gjørdu, vóru og fóru. Tað eru ikki fáa ferðir, at vit sum ung gistu hjá tær og Johannesi á ólavsøku, og har var altíð ein góður biti at fáa, hóast húsið var fult av fólki, so var eisini pláss fyri okkum. Okkara barna­ jól ­ goyma eisini eitt minni um teg, og tað eru tær væl­ smakkandi smákøkurnar, sum tú so trúgv á hvørjum ári sendi suður. Øll tey vøkru føroysku klæðini hjá tínum børnum og ommu­ børnum, og títt vaka heim ber boð um, at tað var so mangt sum húsmóðirin Brynhild dugdi og legði lag á. Hóast tú í dag ikki kann gera alt hetta, so klára Johannes og tú at liva lívið saman sum tit altíð hava gjørt, hetta er ein sera hug­ takandi og vøkur mynd av hjúnarbandinum. Um vit nú seta tykkum báðar í eina tíðarmynd, so av­ mynda tit kvinnuna/ mamm­ una, sum gav alt hon átti av sínum kærleiksbikari. Fyri tykkum báðar merkir orðið kærleiki: At geva og at liva fyri og við øðrum. Tykkara lívsvísdómur var og er, at jú meira tit góvu, jú meira fingu tit. Hetta ljóðar einfalt, og gav tykkum onki høvuð­ brýggj, hóast hetta er stóri og torførasti lívsspurningurin hjá flestu okkara í dag. Tit báðar hava upplivað Føroyar í eini stórari broyt­ ingar­, og menningartíð. Tá tit vóru føddar var hvørki ravnmagn ella heit vatn lagt inn í húsini. Tá var tað ein long ferð at ferðast millum Nes og Sumba, og Dan­ markar lá onkustaðni langt burturi. Í dag koyra vit skjótt til Sumbiar og Dan­ mark er einans tveir tímar burturi. Hóast tit báðar eru upp­ vaksnar á bygd, so var tað ikki tykkum fremmant at fara út í víðu verð at uppliva aðra mentan og læra aðrar siðir. Tykkara persónsmenska hvílir á grundvøll, har álit og virðing verður víst øllum menniskjum. Hetta hava tit báðar somuleiðis givið víð­ ari. Hóast so nógv er broytt í tykkaru tíð, so hava tit megna at fylgja við og gleðast um, at ávís arbeiðsbyrða í heim­ inum gjørdist lættari. Góðu tit báðar! Hjartaliga tillukku á 85 ára føðingar­ døgunum. Takk fyri manga hugnaliga løtu saman. Vit fara at enda við gomlu før­ oysku heilsanini: Jesus fylgi tykkum. Ynskja Sigrun, Maud, Ingun, Nita og Magnar Hjartaliga tillukku Betta og Brynhild 14. juli fingu Irdi og Levi Joensen, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3200 gr. 19. juli fingu Kamma Marie Holmgaard Pedersen og Peter Krogh Bredsten Vejle ein son. Hann vigaði 3770 gr. og var 52 cm langur. 23. juli fingu Sólvá Jacobsen og Jóan Petur Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 24. juli fingu Sølva Heinesen og Sveinbjørn Olsen, Argir, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3675 gr. 24. juli fingu Jacobina Thomsen og Páll M. Kjærbæk, Argir, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4550 gr. 26. juli fingu Joan og Bárður Jakobsen, Viðareiði, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr. 26. juli fingu Bjørg og Eyðbjørn Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4550 gr. 27. juli fingu Ann­Mari Falkvard og Niels Marni Nielsen, Sandavágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 28. juli fingu Marith Bech og Rúni Jákupsson Jacobsen, Tórshavn, tvíburar, gentur. Onnur var 47 cm. long og vigaði 2280 gr. og hin var 49 cm. long og vigaði 2570 gr. 28. juli fingu Sigrun Poulsen og Fróði Lassen, Saltangará, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4160 gr. 29. juli fingu Karin og Sjúrður Kunoy, Kunoy, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3000 gr. 30. juli 2007 fingu Jóna Silvurdal, Vágur og Martin Petersen, Tórshavn, búsitandi í Valby eina dóttir. Hon var 51 cm. long og vigaði 3675 gr. 30. juli fingu Randi Grunnveit og Zacharias Thomassen, Haldórsvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3050 gr. 30. juli fingu Bjørg Patursson og John Zachariassen, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3310 gr. 31. juli fingu Evi og Jógvan í Skorini, Eiði, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4800 gr. 1. august fingu Jóna og Atli Rygshamar, Fuglafjørður, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3750 gr. 1. august fingu Heidi Kragesteen og Pól Jakobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3200 gr. 2. august fingu Elsebeth og Anker Jacobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4000 gr. 9. juli 2007 fekk Heiðrun eina lítla systur. Hon vigaði 3300 g og var 53 cm long. Foreldur teirra eita Teresa Fjallsbak og Suni Juul Pedersen, Tórshavn. 27. juli fingu Ró og Askur hesa sera fittu lítlasystrina. Foreldur teirra eru Súsanna Holm og Magni Mohr 27. juli fingu Elsebeth og Jørgin Jacobsen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4000 gr. Mánadagin 30. juli fingu Petur og Oddvør hesa fittu lítlusystir. Hon vigaði 3775 gr. og var 53 cm long. Foreldrini eru Maria og Petur Skeel Dahl, og búgva tey í Hoyvík