Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 03. august 2007 13 viðmerkingar Latum okkum saman minnast til, at politikkur ikki bert snýr seg um at fylgja ráðunum frá teimum máttmiklu og ríku. Politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri einstaka menniskjað “Politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri tað einstaka menniskja. Hetta er serliga áleikandi, nú nýggjar tíðir og nýggir møguleikar lættliga kunnu breiðka munandi um gjónna millum tey ríkastu og tey, ið ikki megna at fylgja við. Tað er okkara skylda at tryggja, at hesi ikki detta niður ímillum.” Hesi orð hjá løgmanni í løgmansrøðuni í ár hava ómetaliga stóran týdning. Tað gongur við rúkandi ferð í føroyska samfelag­ num. Samstundis sum arbeiði er til allar hendur, ger stóra ferðin á búskapi­ num tað nærum ómøguligt hjá vanliga lønartrælinum at fáa tingini at hanga saman, og púra ómøguligt er hjá honum ella henni at royna at liva nøkulunda á hædd við trendin í dagsins samfelag. Tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum. Men með­ an politikarar og nýríka yvirstættin fegnast um partabrævasølur og høgar kursir, skulu Ása og Óli – vanligu føroyingarnir – við eini stravsmannaløn uppá góðar 20 túsund krónur í part, rinda 3 millónir fyri ein bústað, um tey eins og flest onnur ynskja at seta búgv í miðstaðarøkinum saman við báðum børnum teirra. Umframt hetta er neyðugt at rinda fleiri túsund krónur um mánaðin fyri barnaansing, sum fortreyt fyri at sleppa út á arbeiðsmarknaðin. Síðani eru tað túsundkrónuseðlar­ nir til millum annað mat, klæði og obligatoriska bilin, ið skal fáa logistikkin at hanga saman. Her er lítið pláss at hugna sær við partabrævakursum, pro­ spektum sum góða nátt lesnaði og at dansa við í privatiseringsdansinum. Tí roknistykkið hjá Ásu og Óla gevur undirskot. Tey sleppa ikki at eta døgurða saman við nýríku yvirstætt­ ini. Jú, har er líka ein møguleiki. Kanska abbi Ásu átti eitt fiskiloyvi ella pápi Óla eini hús í Havn, sum nú kann seljast fyri milliónir. Eru hasar umstøð­ urnar ikki til staðar, hava tey púra ongan møguleika – fyri ikki at tala um einsa­ malla uppihaldaran. Tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum. Men tað er okkara skylda sum politik­ arar at syrgja fyri, at tað gongur væl hjá øllum í Føroyum. Serliga er hetta ein skylda, ið áliggur okk­ um, ið eru partur av Javn­ aðarflokkinum og harvið sosialdemokratisku hug­ sjónini. Ein keta er ikki sterkari enn veikasti liðurin. Soleið­ is er eisini við einum sam­ felag. Ikki fyrr enn tey veikastu hava tað gott, hava vit nátt Tí góða sam­ felagnum. Formulin ella uppskriftin verður so væl útgreinað í rakstrarrópi­ num hjá felagsskapinum Javna, tá tey siga: “Í einum samfelag, har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott!” Tá eg brúki so nógva orku uppá hesi viðurskifti, er tað fyri at vísa á, hvørjar politiskar avbjóðingar liggja fyri framman restina av samgonguskeiðinum og sannliga eisini eftir valið, nú frálíka løgmansrøðan av náttúrligum orsøkum er meira afturlítandi enn vanligt. Ábendingarnar um vaksandi stættarmun í før­ oyska samfelagnum eiga veruliga at verða tiknar í álvara. Tað er tó at fegnast um, at tað sambært løglistanum longu í heyst verða atgerðir tiknar at byrgja uppfyri stættarmuninum. Fleiri ferðir er víst á úrslitaríka avrikslistan og ambitiøsu æltanirnar hjá okkara frá­ líka landsstýrismanni, Hans Paula Strøm, sum millum annað boðar frá lógaruppskoti um møgu­ leika hjá tímaløntum at vera heima hjá sjúkum barni við løn. Men eg ynski eisini at takka øðrum landsstýris­ monnum í samgonuni. Millum annað hevur Bjarni Djurholm boðað frá ætlan­ um um eina arbeiðsmarkna ðarkommissión, ið skal hava sum høvuðsendamál at økja um trivnaðin hjá hvørjum einstakum á arbeiðsmarknaðinum og harvið eisini í familju­ lívinum. Tað er at fegnast um, at vit umsíðir fáa eina løg­ tingslóg um marknaðar­ føring, ið hevur til enda­ máls at gera reglur um marknaðarføring og marknaðaratferð, og sum eisini inniheldur ásetingar um ein brúkaraumboðs­ mann. Hetta hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Javnaðarflokkinum, og sum vit tí hava strongt nógv á í samgonguni at fáa til veruleika. Sama er galdandi fyri fráboðaða lógaruppskotið um at seta í gildi ríkislógartilmæli fastognarkeyp, ið hevur til endamáls at regulera rættarligu viðurskiftini ímillum keypara og seljara í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn. Og nú vit tosa um húsakeyp, so eigur bústaðarpakkin hjá Hans Paula Strøm sjálvsagt at verða nevndur. Ein breiðari íbúðarmarknaður og munandi størri rættartrygd hjá teimum, sum leiga sær bústað. Hetta skal vera úrslitið av bústaðarpoli­ tisku tiltøkunum, sum landstýrismaður Javnaðar­ floksins fer at leggja fyri tingið í heyst. “Leigumarknaðurin í dagsins Føroyum er at samanbera við ein frum­ skóg”. Soleiðis lýsti um­ boðið hjá leigarunum í leigunevndini í høvuðsstað­ num fyrr í ár viðurskiftini hjá teimum, sum eru noydd at leiga sær bústað. Óhepna avleiðingin av hesum er, at ógvuliga tor­ ført er hjá ungum at fáa føtur undir egið borð. Serstakliga trupul, fyri ikki at siga ómøgulig, eru viðurskiftini hjá ungum barnafamiljum, ið ynskja at seta búgv og byrja eitt lív sum familja í miðstaðarøkinum. Javnaðarflokkurin hevur ásannað hendan trupul­ leikan. Tí fingu vit eisini á hesum øki eina avtalu við í samgonguskjalið, um at betra munandi um viður­ skiftini. Hetta verður millum annað gjørt við nýggjari leigulóg. Og teir 4 túsund føroyingarnir, ið leiga sær bústað, kunnu nú gleða seg til tryggari viðurskifti. Nýggja leigulógin er fráboðað í løglistanum og kemur í næstum á ting­ borð.Endamálið er, at bæði leigari og útleigari skulu fáa betri og tryggari viðurskifti. Fyri leigaran verður høvuðs fyrimunurin, at øll leiguviðurskifti, so sum kostnaður, støði á íbúð, uppsagnarfreistir og annað verða regulerað við lóg. Harvið verður tað ikki longur tilvildin, men lógin, ið avger trætumálini. Fyri útleigaran verður høvuðs fyrimunurin, at skatturin av leiguinntøkum verður settur niður á sama støði sum partafelags­ skatturin. Harvið verður útleigan javnsett við aðrar vinnuvegir. Umframt hetta er tað sjálvsagt eisini ein fyrimunur fyri útleigaran, at kostnaður, støði, upp­ sagnarfreistir og annað verða regulerað við lóg. Eingin ivi er um, at tað við hesum tiltaki verður tryggari at vera á føroyska leigumarknaðinum. Har­ umframt fara nýggju fyrimunirnir hjá útleig­ arunum helst at gera, at fleiri útleigarar fara at bjóða seg fram, soleiðis at íbúðarúrvalið verður størri. Men hóast hetta ikki hendir, so fara onnur tiltøk at breiðka um føroyska íbúðarmarknaðin. Landsstýrismaðurin er í gongd við at skipa so fyri, at íbúðarfeløg fáa somu fíggjarligu sømdir sum tey, ið byggja privat sethús. Hetta við tí endamáli, at fólk kunnu ogna sær lutaíbúðir fyri ein munandi lægri kostnað enn vanligu eigaraíbúðirnar. Nú útbúgvingarstovnar­ nir um dagarnar lata dyrnar upp aftur er vert at minna á, at útbúgvingarstuðulin ongantíð hevur verið so góður sum nú. Javnaðar­ flokkurin er av teirri sannføring, at so góðir útbúgvingarmøguleikar til so stóran part av fólkinum sum gjørligt, er sjálv høvuðs fortreytin fyri samfelagsligari menning. Allir føroyingar skulu hava javnbjóðis fíggjarligar møguleikar at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvs­ og fíggjarviðurskifti. Tað var við hesum í huga, at vit strongdu á at fáa hækkað stuðulin til forsyrgjarar umframt at geva lesandi møguleika at fara í barnsburðarfarloyvi við fullum lestrarstuðuli. Hesi lyfti eru nú hildin við góðum stuðuli frá lands­ stýrismanninum í menta­ málum, samgonguni annars og enntá eisini frá andstøðuni. Lesandi fáa nú fullan útbúgvingarstuðul í eitt ár, meðan tey eru heima í barsli. Og frá 1. august fáa lesandi við børnum 600 krónur meira um mánaðin í stundingi fyri hvørt barnið. Hetta samgonguskeiðið runnið skjótt. Kanska ov skjótt, fyri okkum sum sita í samgongu. Tí dreymarnir og visjónirnar um batar í samfelagnum liva fram­ vegis, hóast tíðin krevur val um lítið bil. Nógv er avrikað í hesum samgonguskeiðnum. Men langt er eftir á mál til Tað góða samfelagið! Latum okkum saman minnast til, at politikkur ikki bert snýr seg um at fylgja ráðunum frá teimum máttmiklu og ríku. Politik­ kur snýr seg um at skapa vælferð fyri einstaka menniskjað. Fari til endans við orðum frá Petur Mohr Dam, sála, at minna okkum øll á, at aftan fyri framgongdina hjá einum og hvørjum samfelag liggur stríðið hjá arbeiðandi fjøldini. Vit liva ikki av partabrøvum og privatiseringum eina. Hann baksast má for breyðið sítt og balast hart og stríða tann arbeiðsmaður, ofta títt í armóð, neyð má líða. Hann fosturlandi fagnað ber. Teir frægu tó ei fata, at uttan hansar hollu gerð teir ongan munnin mata. Hann baksast má... tingmaður John Johannessen