Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 149 - 6. august 2007  Árliga  regatta-siglingin,  sum  Hósvíkar  Róðrarfelag  skipar fyri, verður komandi  vikuskiftið. Siglt verður av  Eiði fríggjakvøldið 10. aug- ust kl. 19.00 til Hósvíkar.  Kostnaðurin  fyri  at  vera  við  á  ’’Regatta  2007’’  er  einans  100,-  fyri  hvønn.  Íroknað  er  tann  heita  máltíðin,  morgunmatur  og  ein  av  teimum  serligu  regattablusunum. Tá komið  verður til Hósvíkar, standa  harmonikumenn og spæla á  havnalagnum, og verða allir  luttakararnir bodnir til eina  heita  máltíð  í  Bygdar- húsinum.  Og uppaftur seinni verður  skipað  fyri  góðum  ’’Reg- atta-dansi’’  í  somu  hølum.  Leygarmorgunin  eru  allir  luttakararnir  somuleiðis  bodnir  til  morgunmatar  í  Bygdarhúsinum,  áðrenn  leiðin gongur víðari til Nóls- oyar  seinnapartin,  har  nólsoyingar skipa fyri Ova- stevnu. 49 metrar um sekundið í Klaksvík Taðvar rættiliga nógvur vindur nógvastaðni leygarkvøldið, men tann harðasta hvirlan  var í Klaksvík. Tað var klokkan 21.20 leygarkvøldið, at vindmátarin, sum Landsverk  hevur í Klaksvík, setti dagsins met, tá hann máldi 48,9 metrar um sekundið. Tað var  nógv tann harðasta hvirlan, men annars var mesti vindur í Klaksvík um 30 metrar um  sekundið. Ættin var landssynningur. Men tað var ikki bara í Klaksvík, at  vindmátararnir hjá Landsverki svingaðu upp og niður leygarkvøldið. Klokkan 21.20  vísti vindmátarin við Stórutjørn 31 metrar um sekundið, í Porkeri vóru 29 metrar um  sekundið, og á Norðadalsskarði og á Høgareyni var mesta vindferðin 27 metrar um  sekundið. Mesta vindferðin í Sandoynni var 24 metrar um sekundið, og á  Krambatanga máldi vindmátarin 22 metrar.  Regatta 2007 Sjófrágreiðingin væntandi í morgin Størsti parturin av skipsbrotnu fiskimonnunum fer væntandi heim aftur til Russlands seinni í dag. Fimm av manningini mugu bíða nakrar dagar afturat, tí sjó­ frágreiðingin verður fyrrapartin ímorgin Olshana Finnur Jensen Finnur@sosialurin.fo Fyrrapartin  í  dag  vórðu  skipsbrotnu  fiskimenninir  á  Olshanu  staddir  í  Sør- vági. Arbeitt verður nú við  at  leiga  eitt  flogfar,  sum  eftir  ætlan  skal  flúgva  manningina,  ið  telir  35  mans,  heim aftur til Russ- lands  seinni  í  dag.  Fimm  av manningini, har ímillum  skiparin og fyrsti stýrimað- ur,  mugu  tó  bíða,  tí  sjófrágreiðingin verður kl.  8 í morgin fyrrapart. Árni  Dam,  russiskur  konsul  og  umboðsmaður  hjá  russiska  reiðarínum,  sigur, at manningin hevur  tað  gott  eftir  umstøðun- um. Øll hava verið sera hjálp- som, og manningin hevur  møtt  stóra  vælvild  alla- staðni  frá,  sigur  Árni  Dam. Manningin hevur fingið  innivist  í  Kommunuskúl- anum í Havn og í Vallara- heiminum  við  Hotel  Føroyar. Í nátt vórðu allir  menninir  savnaðir  í  Sørvági  –  har  teir  fingu  innivist ávikavist á Hotel  Vágum og hjá privatum í  bygdini. Russiski  skiparin,  sum  fekk insulinsjokk og varð  fluttur við skjóttgangandi  báti  til  lands  og  beint  á  Landssjúkrahúsið,  hevur  tað betur. Hann er útskriv- aður  og  er  nú  staddur  í  Sørvági saman við restina  av manningini. Sum skilst hava tey leit- að  eftir  leiguflogfari  alt  vikuskiftið,  og  sambært  Árna Dam stóð eitt flogfar  í boði longu fríggjakvøldið,  men tokan á flogvøllinum  gjørdi,  at  hetta  bleiv  av  ongum. Sunnumorgunin vóru vit ein túr eftir sandinum í Skálafirði, og líkt var ikki til, at oljan, sum er likin úr Olshanu, enn hevur gjørt nakað serligt um seg í Skálafirði Olshana Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir at russiski trolarin sakk  við  Flesjarnar  fríggjamorg- unin  beint  fyri  klokkan  08,  legði hann seg við lágætt.  Bæði  í  Sundalagnum  og  á Skálafjørðinum varnaðust  fólk skjótt oljuroyk í lotin- um, og longu fríggjakvøldið  og  leygardagin  sást  olja  nógvastaðni eftir sjónum. Sundalagið er opið norður  ígjøgnum, og tí er hugsandi,  at oljan, sum ikki rekur upp  á  land  og  liggur  og  dálkar  fram  við  landi,  við  tíðini  antin rekur norður ígjøgnum  ella  suður  aftur  gjøgnum  Sundalagið. Hinvegin er Skálafjørður- in ”tættur”, soleiðis at olja  ikki  kann  reka  ígjøgnum  fjørðin  eins  og  í  Sunda- lagnum. Sunnumorgunin var Sosi- alurin ein túr inni í Skála- firði  og  hugdi  at,  hvussu  vorðið var har eftir lágættar- vindin,  sum  var  leygar- kvøldið. Líkt var ikki til, at oljan  enn  hevur  gjørt  nakað  serligt um seg í Skálafirði. Sandurin  var  reinur,  og  eingin  olja  sást  á  sjónum.  Vit  sóu  heldur  ongan  deyðan  ella  oljudálkaðan  sjófugl. Tíbetur, kunnu vit leggja  aftrat. Eingin olja i Skálafirði Eingin olja i Skálafirði Lesið -so eru tit við!