mánadagur 6. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 149 - 6. august 2007
Maður illa skorin
Illstøða millum tveir menn á Tvøroyri leygarnáttina endaði við, at annar
dró knívin. Klokkan seks í morgun fekk løgreglan í Suðuroy boð um, at
ein maður hevði brúkt knív á Tvøroyri, og at hann hevði skorið ein
annan mann í andlitið og í vinstra lærið. Maðurin, sum var skorin, bleiv
fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, har sárini vórðu seymað. Sommer
Joensen, sýslumaður á Tvøroyri, sigur við Portalin, at maðurin var
ógvusliga skorin, men at talan tó ikki var um lívshættisligar skurðir.
Maðurin, sum hevði brúkt knív, bleiv tikin og fluttur til Havnar. Hann
kemur til grundlógaravhoyring í morgin, og tá fer løgreglan at krevja, at
hann verður varðhaldsfongslaður.
Varðhaldsfongslaður
fyri at brúka knív
Maðurin, sum brúkti knív á Tvøroyri leygarnáttina, skal
sita í varðhaldinum hendan mánaðin út. Maðurin, sum er
miðskeiðis í 40-árunum, var til grundlógaravhoyring í
Føroya Rætti fyrrapartin sunnudagin, og har varð avgjørt,
at hann skal sita í varðhaldi til tann 31. august, meðan
málið verður kannað. Hann er skuldsettur fyri grovan
harðskap eftir grein 245 í revsilógini.
- Eg havi fylgt við
málinum og vil
nú hava at vita,
hvørjar avgerðir eru
tiknar, og hvat hesar
eru grundaðar á,
sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
Olshana
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag fær landsstýrismaður-
in, Bjørn Kalsø, eina frá-
greiðing um Olshanu-málið
og tær avgerðir, sum eitt nú
Tilbúgvingarstovnurin hev-
ur tikið í hesum sambandi.
Landsstýrismaðurin hev-
ur fylgt væl við gongdini,
men hevur ikki hug at gera
viðmerkingar til málið, fyrr
enn hann hevur fingið eina
frágreiðing frá teimum pørt-
um, sum hava havt málið
um hendi.
Eftirmeting
- Jú, eg havi fylgt væl við,
og í dag fái eg so eina frá-
greiðing frá eitt nú Tilbúgv-
ingarstovninum um gongd-
ina, tær avgerðir, sum tiknar
eru – og hvat hesar avgerðir
eru grundaðar á.
Hann sigur, at hetta er ein
fundur, sum hann setti sær
fyri at hava, so skjótt tað
var greitt, at vit stóðu yvir-
fyri einum skipsbroti.
Eftirfylgjandi eftirmeting-
ar verða eisini gjørdar, og
fyrr enn landsstýrismaðurin
hevur havt fundir við part-
arnar, sum hava luttikið í
bjarging
og
tilbúgving
annars, dugir hann ikki at
meta um, hvørt skipsbrotið
og
oljudálkingin,
sum
stóðst av hesum, geva
grundarlag fyri nøkrum
sum helst.
Ikki tað fyrsta
Vit spurdu Bjørn Kalsø, um
hugsandi er, at nøkur átala
verður givin – ella um í
ringasta føri høvd fara at
“rulla” fyri handfaringina
av skipsbrotinum:
- Nei, hetta er ikki tað
fyrsta, eg hugsi um. Tað,
sum í fyrsta lagi hevur mín
áhuga, er tær avgerðir, sum
tiknar eru, og hvat hesar
byggja á, sigur Bjørn Kalsø,
sum væntandi veita meira
at siga um málið eftir
fundin í dag.
Eftir skipsbrotið við Olshanu:
Bjørn Kalsø biðið um frágreiðing
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður,
segði seg í
morgun ikki
duga at meta um
handfaringina
av skipsbrotinum
við Olshanu.
– Í dag fái eg
eina frágreiðing
frá teimum, sum
hava verið partar
í hesum máli,
sigur hann
Formaðurin í Føroya
Havbúnaðarfelag,
Ragnar Joensen,
stúrir ikki fyri
alifiskinum, nú olja
frá Olshanu hevur
rakt trý alibrúk í
Sundalagnum. – Sum
er, er eingin vandi á
ferð, og vit taka hetta
ógvuliga easy, sigur
hann
Olshana
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ragnar Joensen, formaður í
Føroya
Havbúnaðarfelag
og stjóri í Pan Fish í Føroy-
um, stúrir ikki fyri alifisk-
inum, nú olja í vikuskiftinum
lak úr russiska trolaranum
Olshanu og rak norður í
Sundalagið
og
inn
á
Skálafjørðin.
- Sjálvandi hava vit tosað
um støðuna, og vit hava
hildið neyvt eyguni við
gongdini. Olja er rikin fram
við trimum alibrúkum í
Sundalagnum – einum við
Kolbanagjógv, einum við
Selatrað og einum við
Veðranes.
Einki deytt
Ragnar Joensen sigur, at
alarar taka støðuna ógvuliga
“easy”, sum hann tekur til.
- Eingin fiskur er deyður,
og vit eru farnir aftur at
fóðra.
Hann sigur, at fiskurin
faktiskt ikki hevur verið
dálkaður.
- Fiskurin er kannaður,
og tað hevur eingin munur
verið at sæð á fiskinum –
nú og fyri oljudálkingina,
sigur Ragnar.
Formaðurin í Føroya Hav-
búnaðarfelag vísir á, at
alifiskur er ikki so við-
brekin, sum onkur kanska
kundi hildið – og slett ikki,
tá talan er um gassolju.
Góðar eginleikar
- Oljan kann merkja, at
nakað kemur í smakkin ta
fyrstu tíðina, tá sjógvurin er
dálkaður,
men
laksurin
hevur góðar eginleikar at
niðurbróta tey evnir, sum
eru í oljuni
Ragnar Joensen sigur, at
dálkingin, sum verið hevur
av oljuni higartil, hevur
verið so lítil, at hetta ikki
hevur sett seg í smakkin.
- Nei, her er eingin grund
til panikk, soleiðis sum støð-
an er í løtuni, sigur formað-
urin í Føroya Havbúnaðar-
felag.
Einki er galið
Tað er Pan Fish, sum eigur
alibrúkið undir Veðranesi,
North Salmon á Selatrað og
Vestlaks í Kolbanagjógv.
- Vit hava sum nevnt sent
fisk til kanningar, og hetta
er mest fyri at staðfesta, at
einki er galið, sigur Ragnar
Joensen, formaður í Føroya
Havbúnaðarfelag.
Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum:
- Eingin
grund til
panikk
- Oljan kann elva til, at nakað kemur í smakkin ta fyrstu tíðina, tá sjógvurin er dálkaður, men laksurin hevur góðar eginleikar at
niðurbróta tey evnir, sum eru í oljuni – serliga gassoljuni, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Ragnar Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang